114 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum
(Yvirtøka av málsøkjunum fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 24. apríl, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum

(Yvirtøka av málsøkjunum fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni
víkjandi trúarsamfeløg)

 

 


 

§ 1.

 

Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum, sum broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 12. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar:

1. § 1, stk. 2, nr. 5 verður strikað.

2. Í § 1, stk. 2,  nr. 19 verða orðini “Tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg,” strikað.

 

§ 2.

 

Løgtingslógin fær gildi ólavsøkudag 2007.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við lógaruppskotinum er formliga at yvirtaka málsøkini fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúar­sam­feløg.

 

Við uppskotinum fáa føroyskir myndugleikar, sbr. § 3 í yvirtøkulógini, lóggávuvaldið og útinnandi valdið á  málsøkjunum fólkakirkja og  tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúar­sam­feløg. Í høvuðsheitum í dag fevnir hetta um hesa lóggávu

-         reglurnar í norsku lóg um kirkjuviðurskifti

-         stiftslóggávu

-         lóg um fólkakirkjuøkonomi

-         lóg um fráboðan um føðing og andlát

-         lóg um jarðarferð og líkbrenslu

-         lóg um kirkjur og kirkjugarðar

-         lóg um sóknarbandsloysn

-         lóg um stýri og brúk av kirkjum

-         lóg um bygningar fólkakirkjunnar

-         lóg um kirkjuráð

-         lóg um limaskap í fólkakirkjuni og kirkjuliga tænastu

-         lóg um setan av biskupum

-         lóg um størv í fólkakirkjuni

-         lóg um viðgerð av prestastættarligum lærumálum (gejstlige læresager).

 

 

Hjúnalags- og kirkjurættarliga økið bera við hvørt annað á onkrum øki. Við uppskot­inum verður hjúnalagslóggávuøkið ikki yvirtikið. Tað verður framhaldandi á donskum hondum. Tó er eitt markamót, sum verður yvirtikið, nevniliga heimildin í § 15, stk. 2 í galdandi hjúnalagslóg fyri Føroyar at gera av, hvørjir ávísir prestar innan onnur trúarsamfeløg hava heimild at gifta. Danska familjustýrið hevur í skrivi 24. juli 2006 váttað, at teir eru samdir í, at soleiðis verður farið fram.

 

Eftir yvirtøkuna og áðrenn nýggj løgtingslóggáva er gjørd á økinum, eru tær lógir, sum galda á omanfyri nevnda lógarøki, framvegis galdandi sbr. yvirtøkulógini § 5 jbr. heimastýrislógarinnar § 13. Um heimildirnar hjá føroyskum myndugleikum eftir hesum lógum eftir yvirtøkuna verður víst til ræðislógina § 2.

 

Tingingar hava verið við danir um yvirtøkuna, so sum yvirtøkulógin § 2, stk. 2 sbr. lógarinnar lista I nr. 4 áseta. Tær eru endaðar við felagslýsing, dagfestari 20. apríl 2007, millum landsstýrismannin í kirkjumálum og kirkjumálaráðharran.

 

Landsstýrismaðurin í kirkjumálum fer í hesi tingsetu at leggja fram lógaruppskot um nýggja føroyska kirkjulóggávu á ávísum økjum, sum, ætlanin er, skal fáa gildi frá yvirtøkudegnum at rokna. Víst verður í hesum sambandi til hesi løgtingsmál og viðmerkingarnar í teimum. 

 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan

 

Tá fólkakirkjan verður yvirtikin á ólavsøku í 2007, yvirtekur landið eisini skylduna at stuðla fólkakirkjuna við lógarkørmum, samstarvi og fígging, og ætlanin er, at lutfallið millum almenna fígging og kirkjuskattafígging skal vera á leið tað sama, sum lutfallið er í dag.

 

 Í 2006 eru samanløgdu ætlaðu útreiðslurnar fyri fólkakirkjuna umleið 38,6 milliónir krónur. Av hesum rindar danski kirkjuskatturin runt roknað 25% og danski ríkiskassin 13%. Restin er fíggjað yvir føroyskan kirkjuskatt (um 55%) og føroysku fíggjarlógina (um 8%).

 

Arbeiðsorkan í Mentamálaráðnum er økt við einum ársverki í sambandi við fyrireikingararbeiðið til yvirtøkuna. Ætlanin er at royna at fyrisita málsøkini í Mentamálaráðnum við einum ársverki.

 

Væntandi verður neyðugt at menna fyrisitingina hjá bispi og próstum nakað, eitt nú at styrkja fíggjarfyrisitingina hjá kirkjuni, tí ein partur av teirra uppgávum verður í dag loystur í Keypmannahavnar Stifti.

 

Verandi umsiting hjá stiftsstjórnini og prósti er 4 ársverk, akademikarar og skrivstovufólk. Hesi størv verða í dag fíggjað við donskum kirkjuskatti. Helst kemur í minsta lagi 1½ ársverk aftrat.

 

Sum er, fíggjar danskur kirkjuskattur útreiðslurnar til útbúgving og eftirútbúgving av prestum og starvsfólki. Hesar útreiðslur eru sum so við í teimum 25% av fíggingini, sum er danskur kirkjuskattur. Men ein lítil partur av hesum útreiðslum sæst ikki beinleiðis aftur í tølunum viðvíkjandi Føroyum, tí danska skipanin fíggjar og hevur virksemið fyri ríkið í einum, tí at málsøkið er danskt.  

 

Talan er um smærri upphæddir, tí starvsfólkini eru fá, og útreiðslurnar eru fyrst og fremst til vistarhald í sambandi við eftirútbúgving.

 

Somuleiðis koma útreiðslur til fakligt og millumkirkjuligt samstarv, sum danska skipanin í dag fíggjar. Her er ongin alment skipað føroysk luttøka, sum er, og grundregluliga er tað eitt val, á hvussu høgum virksemisstøði, luttøkan – og harvið útreiðslan – skal vera; men illa er hugsandi, at kirkjan kann vera til uttan at vera við í millumkirkjuligum samstarvi.

 

Avrátt varð í sambandi við samráðingarnar um yvirtøkulógina, at føroysku myndugleikarnir rinda 17,6 milliónir fyri yvirtøkuna av teimum 8 nýggjaru prestagørðunum, sum danskur kirkjuskattur hevur fíggjað, og sum tí ikki eru fíggjaðir úr danska ríkiskassanum. Sí løgtingsmál nr. 92/2004, viðmerkingarnar pkt. 7.1.1. Hinir eldru prestagarðarnir verða yvirtiknir uttan gjald, sum siðvenja er í sambandi við yvirtøkur, tá talan er um bygningar hjá ríkismyndugleikunum, sum eru tengdir at málsøkinum. Landskassin rindar tær 17,6 milliónirnar. 

 

Umsitingarligar avleiðingar mótvegis landi ella kommunum

 

Í galdandi lógum eru ávísar heimildir hjá landsstýrismanninum, t.d. í sambandi við byggimál hjá fólkakirkjuni, eins og landsstýrismaðurin hevur verið limur í stiftsstjórnini. Hetta hevur givið nakað av umsitingarligum kunnleika til økið. Yvirtøkan hevur tó við sær, at málsøkið kemur undir føroyskt málsræði, og landsstýrismaðurin frameftir skal síggja til, at fólkakirkjan bæði bygnaðarliga og fyrisitingarliga verður umsitin á fullgóðan hátt.

 

Hetta ber við sær meira arbeiði í fyrisitingini, bæði viðvíkjandi yvirskipaðari lógar- og reglufyrisiting og viðvíkjandi ítøkiligari málsviðgerð. 

 

Aðrar avleiðingar

 

Mett verður ikki, at lógin í uppskoti hevur aðrar avleiðingar við sær, so sum avleiðingar fyri vinnuna, umhvørvið, serstøk øki í landinum, avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur ella sosialar avleiðingar.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndug-leikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnu-na

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1

 

Við greinini verða undantøkini í ræðislógini § 1, stk. 2 um, at málsøkini fólkakirkja og   tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúar­sam­feløg eru á donskum hondum, strikað, og málsøkini koma undir høvuðsregluna í § 1, stk. 1 um, at málsøkini eru á føroyskum hondum.

 

Halgidagslóggávan verður framhaldandi á donskum hondum. Grundgevingin fyri hesum er, at málsøkið í Danmark liggur undir løgmálaráðnum og má yvirtakast í hesum høpi seinni. 

 

Til § 2

Gildiskoman er ásett til ólavsøkudag 2007. Hetta verður mett at vera hóskiligur dagur. Sett verður á nýggja tingsetu, og er hetta einasti dagur á árinum, har kirkjuliga og politiska valdið eru savnað.   

 

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Óli Breckmann Sverre Midjord Vilhelm Johannesen
Johan Dahl Poul Michelsen John Johannessen
Kaj Leo Johannesen Lisbeth L. Petersen Marjus Dam
Kjartan Joensen Andrias Petersen Jógvan við Keldu
Olav Enomoto Henrik Old Gerhard Lognberg
Kristian Magnussen Jørgen Niclasen  

1. viðgerð 27. apríl 2007. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 29. mai 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Løgmaður hevur lagt uppskotið fram 19. apríl 2007, og eftir 1. viðgerð 24. apríl 2007 er tað beint Uttanlandsnevndini.

 

Uttanlandsnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 24. og 29. mai 2007.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við bisp, dómpróst, umboð fyri felagið fyri kirkjuráðslimir og løgmann.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Harumframt hevur Hergeir Nielsen hesar viðmerkingar:

 

Tjóðveldisflokkurin hevur í fleiri ár arbeitt við at fáa fólkakirkjuna undir føroyskt málsræði, og kann tí ikki annað enn fegnast um ta undirtøku, hetta sjónarmið nú fær,  eisini í teimum flokkum, har yvirtøka av fólkakirkjuni ikki kom upp á tal fyri fáum árum síðani.

 

Kortini er eitt og annað, ið misprýðir myndina av eini felags tilgongd í yvirtøkuni av føroysku fólkakirkjuni, har kirkjuligi fylgibólkurin kennir seg ótryggan við málsgongdina, tí at fyrireikingarnar eru ov ivasamar.

 

Harmiligt er, at tað ikki eydnaðist landsstýrismanninum í kirkjumálum at fyrireika málið so høgliga, at kirkjuligi fylgibólkurin kom at kenna seg tryggan í endaligu tilgongdini.

 

Endamálið við kirkjuliga fylgibólkinum, sum varð mannaður í 2002, var m.a. at tryggja, at  kirkjan kom undir føroyskt ræði í sátt og semju við kirkjuliga landslagið.

 

Um somu tíð var ein politiskur fylgibólkur mannaður við umboðum úr øllum teimum politisku flokkunum við tí endamáli at yvirtaka fólkakirkjuna við undirtøku úr øllum politiskum flokkum á tingi.

 

Fólkakirkjan kundi komið undir føroyskt málsræði við vanligari løgtingslóg, men so er ikki.

 

Samgongan vil heldur fløkja løgtingsmálini nr. 91 og 92/2004  um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka og lógina um ræði á málum og málsøkjum upp í hetta málið.

 

Landsstýrið vísir ma. til § 3 í yvirtøkulógini.

 

Í føroyska lógasavninum finst bara ein “Yvirtøkulóg.” Kunngerðablaðið A, 2001, Hefti 24, Nr. 130, 8. oktober 2001, løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í hemastýrislógini, kallast “Yvirtøkulógin. “

 

Henda lóg hevur onga § 3.

 

Víst verður til viðmerkingar Tjóðveldisfloksins í løgtingsmálunum nr. 91 og 92/2004, og víst verður á, at talan als ikki er um nakra yvirtøkulóg, men um eina  sambandslóg, har Løgtingið fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur lóggivið okkum inn undir donsku grundlógina og danskan yvirvaldsrætt.

Løgtingið hevur í løgtingsmáli nr. 91/2004 bundið føroysku fólkakirkjuna at donsku fólkakirkjuni, sum ma. kemur at hava eftirlit við, at prestarnir umsita embæti teirra samsvarandi teimum til eina og hvørja tíð galdandi ásetingum fyri donsku fólkakirkjuna.

Sagt verður m.a.:

-         “De rammer og traditioner, som er folkekirkens, er også fortsat fælles for hele kongeriget efter færøsk overtagelse af folkekirken.”

 

Virðið í yvirtikna málsøkinum fær sjálvsagt eitt skot fyri bógvin, tá tað í forhond er avgjørt, at verandi og komandi karmar og siðvenjur í donsku fókakirkjuna eisini eru galdandi fyri føroysku fólkakirkjuna frameftir.

 

Felagsmál gerast sermál, tá ið tey verða yvirtikin, og koma tá undir føroyska umsiting. Um eftirlitið við embætisførslu og evangelisering prestanna framhaldandi verður undir donskum myndugleikum, verður av røttum ivast í, hvussu føroysk hendan kirkjan, sum vit yvirtaka, gerst.

 

Tjóðveldisflokkurin hevur í fleiri umførum kunnað løgmann, bæði munnliga og skrivliga, og heitt á hann í sambandi við yvirtøku av fólkakirkjuni, um ikki at vísa til heimastýrislóg, danska grundlóg, yvirtøkulóg, lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka, ella nakað annað lógar- og regluverk, ið bindur kirkjuna at donskum statsrætti.

 

Váttað er á fundi við løgmann frá løgfrøðingi á Løgmansskrivstovuni, at eingin løgfrøðisligur trupulleiki stendst av at gera einfalt lógaruppskot, har staðfest verður, at fólkakirkjan verður skipað undir føroyskum myndugleika og ábyrgd.

 

Í eini tílíkari tilgongd kundi so øll føroysk lóggáva viðvíkjandi føroysku fólkakirkjuni verið skipað, og danskur statsrættur og donsk lóggávufatan hildin uttanfyri.

 

Fólkakirkjan hevur í umleið 1000 ár verið tjóðarinnar savningarstaður. Vit eiga øll lut í henni eftir gomlum siði, og heldur minnilutin tað tí vera gleðiligt, at tingið vil veita kirkjuni og kristintrúnni serligar sømdir uttan at gera seg inn á aðrar fatanir.

 

Tað er at fegnast um, at eitt samlað Løgting nú sigur seg ynskja fult ræði á fólkakirkjuni, men stórt spell er, at hetta ynski Løgtingsins verður vavt inn í eina  lóggávu, sum í forhond bindur kirkjuna at aðrari rættarfatan enn føroyskari.

 

Tá grundgivin ivi sostatt er um yvirskipaðu tilgongdina undir føroyskt málsræði, eigur eitt komandi Løgting tí at taka málið upp av nýggjum. 

 

2. viðgerð 31. mai 2007. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 1. juni 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 62 frá 07.06.2007