59 Uppskot til  samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 13. februar, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen,  Høgni Hoydal,     Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen og Meiken Krabenhøft vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot 

til 

samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot um eina inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum.

 

Viðmerkingar

Seinastu nógvu árini hava kommunuviðurskifti eins og í grannalondum okkara verið ein týdningarmikið partur av politiska kjakinum manna millum, á tingi, í kommunum og fjølmiðlum.

 

Kjakið hevur í stóran mun snúð seg um kommunala bygnaðin og um, hvørjar uppgávur, sum í dag eru landsuppgávur, kunnu ella skulu gerast kommunalar. Kjakið hevur í minni mun snúð seg um tann inntøkuójavna, sum hevur tikið seg upp í verandi kommunalu- og landafrøðiligu skipan.

 

Renslið móti Havnini og miðstaðarøkinum er øgiligt, og byggiætlanirnar eru nú so stórar og fevnandi, at sjálvt býlingar sum miðalstórar bygdir í Føroyum skjóta seg upp eftir fáum árum. Móti styrkini hjá kapitalinum, miðsavnanini og ovurhonds stóru politisku styrkini hava ytru økini í landinum ikki orku til at stríðast móti yvirvaldinum.

 

Hóast alt talar fyri, at tað eru nógvir fyrimunir í at varðveita Føroyar so víðar sum gjørligt við lívi og virksemi á øllum verandi búplássum, so gerst henda uppgávan tyngri og tyngri. Miðstaðurin dregur, og nú eru sjálvt økir sum Norðurstreymoy hótt økir, tá um miðsavnanina ræður. Drátturin móti tilboðunum til børn og ung, handilsmøguleikum og týdningarmest av øllum tryggum og støðugum inntøkugevandi arbeiðsplássum er øgiligur.

 

Ein tann mest avgerandi fortreytin fyri staðbundnum trivnaði er fíggjarligi førleikin hjá kommununum til at skapa trivnaðarmøguleikar í bygdunum. Júst henda veruleika hava flestu grannalond okkara sæð og virkað fyri at broyta. Ikki minst tí at tey eisini hava sæð fylgjurnar av miðsavnanini, kanska serliga á sosiala økinum.

 

Í einari roynd at menna og varðveita samfelagið sum eitt livandi bygda- og býarsamfelag hevur landspolitiski myndugleikin í næstralondum okkara sett millumkommunalar inntøkujavningar- skipanir í verk.

 

Endamálið er fyrst og fremst at javna inntøkurnar hjá kommununum við teimum bestu fortreytunum, inntøkumøguleikunum, við inntøkurnar hjá teimum kommunum, sum hava verri fortreytir. Fortreytir kunnu í hesum føri vera:  

 

                demografiskur ójavni

                alment tænastuútboð

                koncentratión av almennum fiskiloyvum

                fjarstøða til miðstaðin

                gomul skuldarbyrða

                landafrøðilig staðseting

                vinnumøguleikar 

        

Samvirkandi hava hesar ótamdu ella óskipaðu forteytir tær avleiðingar, at í Føroyum eru økir í dag, sum eru ógvuliga ymiskt fyri kommunubúskaparliga, hóast stutt er millum kommunumørkini. Tað er einki yvir at dylja, at ávísar kommunur kunnu bjóða sínum borgarum tænastur fyri tríggjar ferðir so nógvar kommunalar skattakrónur, sum aðrar kommunur, hóast væl lægri kommunalt skattatrýst.

 

Lat tað vera sagt beinanvegin, at inntøkujavning ikki letur seg gera uttan at taka ella flyta frá teimum kommunum, sum hava mest, til tær, sum hava minst. Vil ein ikki viðurkenna tann veruleikan, er ikki annað at gera enn at staðfesta, at innihaldið í verandi kommunubygnaði verður meira og meira avskeplað við sera ymiskum tænastustøði til borgarar í sama landi. Alt annað er uttanumtos.

 

At man samstundis varpar ljós á viðurskifti um, hvussu nógvar kommunurnar skulu vera í Føroyum, er natúrligt. Spurningurin um, hvussu samlaði kommunali búskapurin og búskaparpolitikkur landsins samvirka, er eisini týdningarmikil táttur í kjakinum.

 

Við vón um, at Løgtingið ikki letur standa til í hesum fyri føroyska samfelagið og fyri føroysku bygdirnar sera týdningarmikla máli.    

1. viðgerð 23. februar 2007. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 27. apríl 2007 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 13. februar 2007, og eftir 1. viðgerð tann 23. februar 2007 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 19., 26. mars og 16. og 23. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag og Hagstovu Føroya og landsstýrismannin í fíggjarmálum og landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Hvørki Kommunusamskipan Føroya ella Føroya Kommunufelag søgdu seg kunna taka undir við fyriliggjandi uppskoti. Kommunusamskipan Føroya m.a. við teirri grundgeving, at sambært uppskotinum eru tað bert inntøkurnar, sum skulu útjavnast. Kommusamskipan Føroya var somuleiðis av teirri áskoðan, at ein útjavningarskipan hongur neyvt saman við uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur og kommunala bygnaðinum, og at ein av fortreytunum fyri eini útjavningarskipan er færri kommunalar eindir. Føroya Kommunufelag helt tað vera neyðugt við eini útjavningarskipan, men at fyriliggjandi uppskot var ov lítið ítøkiligt.

 

Landsstýrismaðurin greiddi nevndini frá, at ein fortreyt fyri eini útjavningarskipan er, at kommunurnar verða skipaðar í færri eindir, og ein onnur fortreyt er størri gjøgnumskygni í kommunalu búskapunum. Landsstýrismaðurin arbeiðir ikki við nakrari ítøkiligari skipan men við at skapa fortreytirnar fyri eini útjavningarskipan, herímillum at gera eina roknskaparkunngerð fyri kommunurnar.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Meirilutin í nevndini (Marjus Dam, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, John Johannessen og Kaj Leo Johannesen) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Meirilutin viðmerkir, at trupult er at tosa um eina útjavningarskipan millum kommunurnar, tí fleiri av fortreytunum eru ikki til staðar, herímillum hagtalsgrundarlagið. Ført hevur verið fram í almenna orðaskiftinum, at 3. hvør króna verður skattað aðrastaðni enn har, hon er forvunnin. Undir viðgerðini hevur nevndin fingið upplýst, at við verandi skráum og skipanum ber til at staðfesta, hvar ein persónur býr og rindar skatt, og um hann hevur eina almenna inntøku. Til ber tó ikki til at staðfesta hvaðani lønin kemur, tí allar almennar lønir verður útgoldnar um eitt og sama V-tal. Tískil er eisini óvist, hvussu stórur partur av lønunum verður skattaður aðrastaðni enn har, lønin verður forvunnin. Aftrat hesum hevur Hagstovan víst á trupulleikan við, at vit onga virkisskrá hava. Varð hendan veruleiki, bar til at svara fleiri spurningum um virksemið í ymsu kommununum.

 

Ein minniluti (Finnur Helmsdal) tekur undir við málinum, men heldur, at tað neyvan fer at bera til at fáa í lag ítøkiligt og uppbyggjandi orðaskifti og møguligt samstarv um nakað slag av kommunalari útjavnan í Føroyum, fyrr enn landið verður býtt upp í færri og størri  kommunal øki. Størri tey kommunalu økini eru, meiri javnt sett eru tey í mun til fyritreytir og møguleikar fyri at ráð leggja og virka  og eisini samstarva og  kappast í mun til hvørt annað. Tá kommunalu økini eru meira javnt stór, verður lættari at grundgeva fyri útjavning av slíkum, sum kann og helst eisini eigur at verða útjavnað.

 

Ein annar minniluti (Bill Justinussen) tekur undir við málinum, men heldur ikki, at ein inntøkujavningarskipan er treytað av færri kommunalum eindum.

 

2. viðgerð 30. apríl 2007. Uppskot til samtyktar fall 7-0-15. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.