119 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 24. apríl, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar:

 

Í frumskjali 1 verða kapittul 84 og kapittul 94 strikaðir.

 

§ 2

 

Henda lóg kemur í gildi 1. juni 2007.

Stk. 2. Virkir, ið eru skrásetingarskyldug sambært meirvirðisgjaldslógini, kunnu fáa afturgoldið punktgjøld av vørum í kap. 84 og 94, sum eru á goymslu 31. mai 2007. Treytir fyri at fáa endurgoldið avgjaldið eru:

1) Skrásettur ella løggildur grannskoðari góðkennir uppgerðina av goymsluni pr. 31. mai 2007 og

2) uppgerðin skal vera hjá Toll- og Skattstovu Føroya fyri 1. august 2007.
 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

 

Í samgonguskjalinum er ásett, at punktgjøldini og MVG skipanin skulu endurskoðast, so tey verað meira brúkara- og vinnuvinarlig. Landsstýrið er eisini farið undir eina ætlan fyri framtíð Føroya. Ætlanin skal tryggja vøkstur, kappingarføri, virksemi og burðar­dygga menning í føroyska samfelagnum. Tíðarhóskandi og dagførdar avgjaldslógir eru týðandi partar av hesi tilgongd.

 

Føroyar fingu eina nýmótans avgjaldslóggávu, tá ið meirvirðisgjaldslógin kom í gildi í 1993. Áðrenn meirvirðisgjaldslógin kom í gildi í Føroyum, vórðu ymisk toll- og punktgjøld løgd á innfluttar vørur. Tá ið Føroyar gjørdu nýggja handilsavtalu við ES í 1992, var tað eitt krav frá ES, at Føroyar ikki gjørdu mismun á innfluttum vørum og vørum, framleiddum í Føroyum.

 

Hetta var høvuðsorsøkin til, at meirvirðisgjaldslógin varð sett í gildi í Føroyum eins og í øllum øðrum framkomnum londum. Nú skuldi meirvirðisgjald rindast av øllum vørum og tænastum, uttan mun til um tær verða framleiddar í Føroyum ella fluttar inn.

 

Nøkur punktgjøld vórðu tó ikki strikað í 1993 og eru framvegis galdandi í dag. Vinnan hevur í fleiri ár víst á, at summi av hesum punktgjøldunum eru ótíðarhóskandi og kappingaravlagandi. Toll- og Skattstova Føroya hevur samstundis víst á stórar trupulleikar at umsita somu punktgjøld. Tað er tí tiltrongt at broyta punktgjøldini við atliti at ætlanunum hjá landsstýrinum.

 

Framtíðarstrategiska ætlanin hjá landsstýrinum á avgjaldsøkinum er, at Føroyar, eins og onnur framkomin lond, frameftir halda seg til eina generella meirvirðisgjaldslóg við so fáum undan­tøkum sum gjørligt. Somuleiðis er ætlanin at strika øll kappingaravlagandi og ótíðar­hóskandi punkt­­gjøld.

 

Við hesum uppskoti verða punktgjøldini á hvítvørum í kapitli 84 og á lampum í kapitli 94 í toll- og vøru­skránni strikað.

 

Vørurnar og punktgjøldini í kapitli 84 í toll- og vøruskránni eru hesi:

 

Ymisk húsarhaldstól                                                         20%

Deilir til húsarhaldstól                                                       20%

Gassvatnhitarar                                                                20%

Sentrifugur                                                                       20%

Uppvaskimaskinur til húsarhaldsbrúk                                20%

Vaskimaskinur                                                                 20%

Turkimaskinur                                                                  20%

 

Umframt punktgjøldini verða eisini løgd 25% í meirvirðisgjaldi oman á omanfyri nevndu vørur. Samlaðu avgjøldini á hesar vørur í Føroyum eru sostatt 50% (1,2x1,25 =1,5).

 

Tað er sera ótíðarhóskandi, at ein partur av vanligu nýtsluvørunum hjá føroyskum húsarhaldum verða so hart skattaðar uttan nakra góða grundgeving. Hvítvørur eru neyðugar húsarhaldsvørur í einum og hvørjum húsarhaldi. Í okkara grannalondum verða hvítvørur bara álagdar meirvirðis­gjald.

 

Høgu avgjøldini á hvítvørur gagna heldur ikki umhvørvinum. Tøkniliga menningin av hvítvørum seinastu árini hevur havt stór framstig við sær, soleiðis at flestu hvítvørur í dag eru sokallaði lágorkutól, sum brúka væl minni el-orku enn tær hvítvørur, ið vórðu framleiddar fyri bara 5 árum síðan. Høgu avgjøldini geva ikki fólki incitament at skifta gamlar hvítvørur út við nýggjar lágorkuhvítvørur.

 

At strika punktgjøldini á hvítvørum fer sostatt at gagna umhvørvinum, tí tá verða hvítvørur væl bíligari og fólk fáa størri incitament at skifta gamlar hvítvørur út við nýggjar lágorkuhvítvørur.

 

Tað verður eisini ein lætti hjá føroyskum húsarhaldum at fáa henda møguleika at lækka orku­útreiðslurnar, nú oljuprísirnir eru vorðnir væl hægri, enn teir vóru fyri fáum árum síðan. Við hesum uppskotinum verður oljurokningin ikki lægri, men el-rokningin kann fara munandi niður, um fólk velja at skifta gamlar hvítvørur út, tá ið punktgjøldini verða strikað. 

 

 

Vørurnar og punktgjøldini í kapitli 94 í toll- og vøruskránni eru hesi:

 

Lampur                                                                           30%

Ljósskeltir o.a.                                                                 30%

 

Umframt punktgjøldini verða eisini løgd 25% í meirvirðisgjaldi oman á omanfyri nevndu vørur. Samlaðu avgjøldini á lampur í Føroyum eru sostatt 62,50% (1,3x1,25 =1,625).

 

Tað finnast ongar grundgevingar fyri, at punktgjøldini á lampum vórðu hangandi eftir, tá punktgjøldini á líknandi vørum vórðu strikað í sambandi við, at meirvirðisgjaldslógin kom í gildi í 1993. Tað eru harafturímóti fleiri góðar grundgevingar fyri, at punktgjøldini á lamp­um, sum eru ótíðarhóskandi, verða tikin av.

 

Stór menning fer fram innan ljósídnaðin, og hann mennist framhaldandi, har framleiðarar stremba eftir at framleiða ljóskeldur, sum eru tryggar, orkusparandi og góðar fyri heilsuna í virkisbygningum, skúlum, ítróttahallum, stovnum og øðrum bygningum, har nógv fólk samlast og eru bundin av eftirgjørdum ljósi. Betri góðskan er, dýrari eru lampurnar og ljósini, tí framleiðslukostnaðurin er vanliga hægri, tá ið góðskan er høg, og nýggjasta tøknin verður nýtt.

 

Í Føroyum eru lampur og ljós við høgari góðsku óvanliga dýr, tí høg punktgjøld verða løgd oman á prísin, sum frammanundan er høgur. Hetta hevur rættiliga óhepnar fylgjur við sær, tí høgi prísurin noyðir føroyskar byggiharrar og brúkarar at velja bíligar ljóskeldur, sum ikki hava so høga góðsku. 

 

Í okkara grannalondum leggja byggiharrar og brúkarar vanliga stóran dent á at velja ljós­keldur við høgari góðsku. Tað er tí meiningsleyst, at høgu punktgjøldini halda føroyingum frá at velja ljóskeldur við høgari góðsku, tí myrka vetrarhálvárið í Føroyum hevur við sær, at føroyingar eru nógv bundnir av eftirgjørdum ljóskeldum. Punktgjøldini á lampur o.a. kunnu tí hava við sær, at føroyingar velja “kjallaraljós” fram um hátøkniligar ljóskeldur, ið eru tryggar, orku­sparandi og betri fyri heilsuna.

 

Punktgjøldini á lampur skapa eisini umsitingarligar trupulleikar og kunnu vera kappingar­avlagandi. Lampuhandlar, har vøruútboðið ikki er nógv annað enn lampur og ljós, rinda punktgjald sambært ásetingunum í lógini. Umsitingarligi trupulleikin er tí ikki við lampuhandl­um, men við øðrum handlum, ið hava stórt og fjøllbroytt vøruútboð, har lampur kunnu vera minni partar av vøruútboðnum. Tað er ikki altíð, at punktgjald verður rindað av hesum lampum, tí tað kann vera umsitingarliga trupult at pilka einstakar lampur burtur úr fjøllbroytta vøruútboðnum. Í slíkum førum virka punktgjøldini kappingaravlagandi mótvegis lampu­handlun­um.

 

Við hesum uppskotinum minka avgjøldini á lampum og øðrum ljóskeldum úr 62,5% niður í 25%, svarandi til meirvirðisgjaldið.

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Umsitingarliga verður nú eingin eyka umsiting av hesum vørum hjá tollmyndugleikunum og handilsvinnuni. Umsitingin av hesum vørum verður nú ikki øðrvísi enn fyri aðrar vørur, sum bara verða álagdar meirvirðisgjald.

 

Lógaruppskotið hevur gagnligar avleiðingar fyri umhvørvið, tí fólk fara at fáa størri incitament at skifta gamlar hvítvørur út við nýggjar lágorkuhvítvørur, sum brúka minni el-orku. Størsti parturin av føroysku el-orkuni verður framleiddur við diesel-motorum, sum dálka umhvørvið. Lógaruppskotið hevur herumframt gagnligar avleiðingar fyri umhvørvið í virkisbygningum, skúlum, ítróttahallum, stovnum og øðrum bygningum, har nógv fólk samlast og eru bundin av eftirgjørd­um ljósi, tí ljóskeldur, ið eru betri fyri umhvørvið í slíkum bygningum, verða bíligari.    

  

Mett verður, at inntøka landskassans av punktgjøldunum í kapitli 84 verða knappar 5 mió. kr., og inntøka landskasans av kapitli 94 í toll- og vøruskránni verða góðar 6 mió. kr. í ár. Tá til stykkis kemur verða fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum tí umleið 11 mió. kr. pr. ár.

 

Hetta talið skal tó takast við stórum fyrivarni, tí eftirspurningurin og sølan av hesum vørum fer at verða størri, tá ið punktgjøldini verða strikað, og vøran gerst bíligari. Meirvirðis­gjalds­inntøkur landskassans av hesum vørum fara tí at vaksa, tá ið punktgjøldini verða strikað. Tað er tó torført at meta um, hvussu nógv sølan og inntøkur landskassans fara at økjast av hesum.

 

Lógaruppskotið hevur eisini fíggjarligar avleiðingar fyri kommunur og vinnu, tí íløgan í ljóskeldur í kommunalar bygningar og virkisbygninar verður bíligari.

 

Lógaruppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar og ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.   

 

 

 

Fyri landið/

landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar sam­felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar

avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Ja

Ja

Umsitingarligar

avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar

avleiðingar

Ja

Ja

(Ja)

(Ja)

Ja

Avleiðingar í mun

til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

  

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

§ 1

Við hesi broyting verður skotið upp, at kapittul 84 og kapittul 94 í frumskjali 1 í toll- og vøruskránni verða strikaðir. Hetta merkir, at tær vørur, ið eru ásettar í kapitli 84 og kapitli 94, við hesi broyting ikki hava nakað punktgjald í sambandi við innflutning.

 

§ 2

Lógin kemur í gildi 1. juni 2007, og tey merivirðisgjaldsskrásett virki, ið hava vørur, sum eru ásettar í kapitli 84 og 94 í frumskjali 1 í toll- og vøruskránni, henda dag, kunnu fáa punktgjøldini afturgoldin sambært ásetingunum í stk. 2 í hesi grein.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Poul Michelsen Sverre Midjord Vilhelm Johannesen
Kjartan Joensen Gerhard Lognberg Lisbeth L. Petersen
Heðin Zachariassen Henrik Old Alfred Olsen
Anfinn Kallsberg Marjus Dam Kaj Leo Johannessen
Andrias Petersen Olav Enomoto Jørgen Niclasen
Kristian Magnussen Johan Dahl  

1. viðgerð 1. mai 2007. Løgtingsmálini 117, 118 og 119/2006 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 29. mai 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 24. apríl 2007, og eftir 1. viðgerð 1. mai 2007 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 10. og 23. mai 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Við uppskotinum verða punktgjøldini á ymiskum húsarhaldstólum og lampum strikað. Undir viðgerðini hevur nevndin frá Fíggjarmálaráðnum fingið upplýst, at mvg-inntøkan av sjónvørpum og útvørpum o.a. í 2006 var størri enn samlaða inntøkan av punktgjøldum og mvg í 2004 og 2003, hóast at punktgjøld av hesum vørum vórðu strikað í 2005.  Tað er soleiðis stórur møguleiki fyri, at sama gongd verður í samband við, at hetta uppskot verður viðtikið, og at landskassin fer at fáa størri inntøkur.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin eisini fingið upplýst, at punktgjøldini fyri luktilsi í 2006 gav landskassanum kr. 4. mió. Samstundis hevur nevndin eisini fingið kunning um eina kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Fíggjarmálaráðið, harav tað framgongur, at 70% av teimum, sum keypa luktilsi, keypa hetta uttanlands. Tað er onki at ivast í, at um so var, at punktgjaldið varð strikað,  hevði stórur partur at hesum keypt hesa vøru í Føroyum, og sostatt hevði landskassin kunnað vunnið sær pening við at strika punktgjaldið.  Fíggjarnevndin er tí samd í, at landsstýrismaðurin eigur sum skjótast at leggja fyri Løgtingið uppskot um at strika punktgjald á luktilsi.

 

Kári P. Højgaard ger vart við, at í uppskotinum verður umhvørvi brúkt sum grundgeving fyri at avtaka punktgjøldini. Sagt verður, at  tá vørurnar verða bíligari, fara fólk at skifta gomlu tólini út við nýggj og orkusparandi húsarhaldstól. Tá punktgjøldini vórðu avtikin á flatskýggjum, var tað eisini eitt lið í royndini at verja umhvørvi; men eftir at lógin er komin í gildi hevur tað víst seg, at hesi tól nýta nógv meira orku enn tey vanligu sjónvarpstólini. Tí eigur landstýrismaðurin  at tryggja, at bert umhvørvisvinarlig tól fáa avgjaldslækkingar.

 

Kári P. Højgaard heldur somuleiðis onga meining vera í, at Fíggjarnevndin skal heita á landstýrismannin um at strika punktgjaldi á luktilsi. Heldur landstýrismaðurin, at hetta er eitt gott hugskot, eftir at Fíggjarmálastýrið sjálvt hevur fingið Gallup til at gera eina kanning um keypsvanarnar av luktilsi hjá fólki, kemur landstýrismaðurin sjálvur við einum uppskoti hesum viðvíkjandi, uttan umbøn frá nevndini. Tað er har aftur í móti týdningarmikið hjá Fíggjarnevndini at undirstrika álvaran, at samsvar er millum inntøkur og útreiðslur hjá landskassanum, nú undirskot hevur verið á fíggjarlógini nøkur fylgjandi ár  og vandi er fyri, at við fleiri eykajáttanum,  hendir tað sama í hesum fíggjarárinum. 

 

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 31. mai 2007. §§ 1 og 2 samtyktar 21-1-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

 

3. viðgerð 1. juni 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-1-3. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 63 frá 07.06.2007