1-10 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-3
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F Orðaskifti við 2. viðgerð
Ár 2007, 2. mars, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi
til
eykajáttanarløgtingslóg
fyri mars 2007-3
§ 15. Innlendismál
A. Yvirlit
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 1.000 1.000 -
Løgu ætlan - - -
Umhvørvi 1.000 -
15.30.1. Umhvørvi 1.000 -
B. Játtanir
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
15.30.1. Umhvørvi
30.1.98. Lívfrøðiligt margfeldi (Rakstrarj.) J: - -
EYJ: 1.000 -
Viðmerkingar:
(Játtanin skal nýtast til at løna tveimum lívfrøðingum til at fylgja sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi og lýsa margfelda lívið í føroysku náttúruni.)
Ein samd rættarnevnd tók undir við uppskoti Tjóðveldisfloksins um at fylgja altjóða sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi, og samtykti Løgtingið við 26-3-2 atkvøðum tað við eini minni broyting við 2. viðgerð tann 14. november 2006.
Rættarnevndin viðgjørdi málið á fundum tann 2. og 23. oktober og 6. november 2006.
Víst verður annars til viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 8/2006.1. viðgerð 21. mars 2007. Løgtingsmálini 1-8, 1-9, 1-10 og 1-11/2007 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 26. apríl 2007 legði fram soljóðandi
Tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu hava vegna Tjóðveldisflokkin lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð 21. mars 2007 er tað beint fíggjarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17., 19. og 24. apríl 2007.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Náttúrugripasavnið og landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen) heldur, at rættast er, at umbønin eigur at koma frá landsstýrismanninum fyri at verða í tráð við tær ætlanir, sum hann hevur. Meirlutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.
Minnilutin (Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen og Kári P. Højgaard) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.
2. viðgerð 30. apríl 2007. Málið fall 10-0-18. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.