86 Uppskot til  samtyktar um at taka fult ræði á umsiting av loftrúminum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Løgtingið staðfestir:

-         at føroyska loftrúmið í dag er lagt til aðrar myndugleikar at umsita,

-         at føroyskir myndugleikar hava einki innlit í ella ávirkan á, hvat fyriferst í føroyskum loftrúmi – eitt nú við ólógligum flutningi

-         at stórar broytingar fara fram á loftferðslu- og loftrúmsøkinum í bæði Evropa og í Norðuratlantshavi,

-         at bæði arbeiðspláss, faklig og tøknilig menning, umframt møguligar inntøkur eru at vinna við at hava egið ræði á loftrúminum, og at gera avtalur við onnur lond og altjóða felagsskapir viðvíkjandi loftrúminum

-         at føroyskir myndugleikar eins væl sjálvir kunnu samráðast um samstarvsavtalur og byggja sær upp fakligan og tøkniligan førleika á økinum

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at taka øll neyðug stig til at fáa umsitingina av føroyska loftrúminum á føroyskar hendur og sjálvt at samráðast við teir myndugleikar, sum í dag virka í føroyskum loftrúmi

 

Almennar viðmerkingar

Umsitingin av føroyska loftrúminum er í dag løgd til íslendskar myndugleikar at umsita.

 

Eftir at radarin á Sornfelli er sløktur, hava samráðingar verið millum íslendskar og danskar myndugleikar um nýggja tøkni og aðrar spurningar viðvíkjandi umsitingini av loftrúminum.

 

Samstundis eru stórar broytingar í ferð við at henda innan Evropasamveldið, har nýggjar navigerings- og samskiftisskipanir skulu setast í verk, og har ætlanir eru um, at samskipa umsitingina av loftrúmunum hjá einstøku londunum í Evropa.

 

Lond sum Ísland og Noreg hava longu fyrireikað seg til nýggja veruleikan í Norðuratlantshavi og hava orðað ætlanir og strategiir fyri, hvussu tey kunnu fáa ein virknan leiklut í tí tómrúminum, sum hevur tikið seg upp, eftir at hernaðarligu samskiftis- og eftirlitsskipanirnar verða niðurlaðaðar.

 

Sostatt verður nú beinagrindin sett saman, ið fer at binda saman alla umsiting, inntøkur og tøkniliga menning á loftferðsluøkinum og í loftrúminum í okkara parti av heiminum.

 

Eingin orsøk er til, at Føroyar lata Danmark gera avtalur við onnur um okkara loftrúm. Danmark tykist als ikki at hugsa um føroysk áhugamál ella at hava nakra ætlan fyri leikluti Føroya í teimum samráðingum og broytingum, ið fara fram.

 

Danski ráðharrin við ábyrgd fyri økinum hevur higartil enn ikki kunnað upplýst, hvussu nógv flogfør fara gjøgnum føroyskt loftrúm árliga, ella hvat gjald tey lata.

 

Vit kunnu eins væl sjálvi taka ræði á økinum og síðani hava okkara egna leiklut við samráðingarborðið. Á henda hátt vinna vit okkum samtundis innlit og vitan um, hvussu loftrúmið kann gerast eitt fakligt, tøkniligt og møguliga fíggjarligt tilfeingi fyri Føroyar. Vit vinna okkum altjóða støðu og royndir sum áhugaverdur samráðingarpartur  – og vit kunnu fara undir at velja okkara egnu strategiir og loysnir til frama fyri føroyska samfelagið.

 

Metingar um gjøld o.a.

Ógjørligt er í løtuni at fáa neyvar og haldgóðar upplýsingar um, hvat fyriferst í føroyskum loftrúmi – og trupult er at meta um, hvørji gjøld verða tikin og kunnu takast frá flogførum í føroyskum loftrúmi.

 

Greitt er, at ICAO-sáttmálin ásetir, at gjøld skulu byggjast á rakstrar- og íløguútreiðslur fyri ta tøkni og tey starvsfólk, ið krevjast fyri at umsita lofrúmið og veita tænastur.

 

Men greitt er ikki, hvat júst hetta fevnir um.

 

Í hvussu er kann staðfestast, at ymiskt er, hvussu høg gjøld tey ymsu londini í Evropa taka fyri flúgving gjøgnum síni loftrúm.

 

Eitt nú tekur Bretland eitt lutfalsliga høgt gjald, ið gevur rættiliga stórar inntøkur tilsamans. Inntøkur, ið tykjast vera væl størri enn kostnaðurin at hava eftirlit við loftrúminum.

 

Tjóðveldisflokkurin hevur útvegað sær upplýsingar til eina meting, ið sjálvsagt skal takast við størsta fyrvarni og fyrst og fremst skal lýsa, hvussu gjøld verða roknað út aðrastaðni.

 

Í talvuni niðanfyri verður víst, hvussu gjøld verða ásett aðrastaðni, og eitt roknidømi er gjørt fyri Føroyar.

 

Ein eindarprísur verður ásettur í mun til slag av flogfari og í mun til vekt. Síðani verður goldið eftir, hvussu langan tein eitt flogfar ferðast í loftrúminum.

 

Vit hava sett talið av flogførum í føroyskum loftrúmi í mun til talið av flogførum í íslendskum loftrúmi – og hava varilsiga mett, at 74.000 flogfør eru í føroyskum loftrúmi árliga.

 

Eindarkostnaðurin í Evropa liggur millum 55-70 Euro (Bretland er tó hægst við 81,83 Euro), og vit hava tí varisliga sett ein eindarkostnað uppá 60 Euro.

 

Síðani hava vit býtt sundur millum trý sløg av flogførum, ið hava ymiskan eindarprís.

 

Sambært hesum metingum kunnu vit í minsta lagi sláa fast, at eingin trupulleika skuldi verið at fíggja eina egna loftrúmsumsiting við íløgum, arbeiðsplássum og tøkni.

 

Og vónandi kann Løgtingið nýta hesar metingar til at útvega sær neyvari upplýsingar í nevndararbeiðinum.

 

 

 

 1. viðgerð 27. mars 2007. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 27. apríl 2007 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann  27. mars 2007 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann  28. mars, 17. og 23. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Jóannes Eidesgaard, løgmann og embætisfólk og við umboð fyri Atlantic Airways umframt telefonfund við Janus Rein flogskipara.

 

Umboð fyri Atlantic Airways greiddi frá hvat ES eftir teirra fatan hugsar um framtíðar loftferðslu og eftirlitinum við flogførum. Ynskið er, at farið verður burtur frá verandi ”loftmørkum” har ymsu londini takað yvir eftirlit, tá flogførini flúgva inn á teirra nationala økið og  til at hava eitt eftirlit við øllum evropeiska loftøkinum fyri at seta trygdina enn hægri.

Eisini kunnaði Atlantic Airways um,  at t.d. av teimum 21 milliónunum sum Atl.Airways rindar fyri yvirflúgving eru uml. 1,5-2 mill goldið um árið fyri føroyskt loftrúm.

 

Meirilutin vísir á at í samband við viðgerðina av  málinum um føroyskum limaskapi í ECAA   í uttanlandsnevndini , sum var viðgjørt á fundi 21.februar 2007, varð heitt á løgmann um at kanna og greina:

 

 

 

Út frá hesum vísur  meirilutin á at vit eru farin eitt stig longur enn fyriliggjandi uppskot til samtyktar hjá Tjóveldisflokkinum mælir til og tekur tí ikki undir við uppskotinum.

 

Meirilutin (Johan Dahl, Anfinn Kallsberg, Kristian Magnussen, Jógvan við Keldu, John Johannesen og Jenis av Rana) mæla løgtinginum frá at takað undir við málinum.

 

 

Minnilutin (Hergeir Nielsen) hevur hesar viðmerkingar:

 

Tjóðveldisflokkurin hevur í fleiri umførum skotið upp, at føroyingar taka ræði á føroyska loftrúminum.

 

Í løgtingsmáli nr 134/1996, og í løgtingsmáli nr. 70/2005 varð hetta skotið upp fyri Løgtinginum, men til fánýtis.

 

Í hesum máli verður enn eina ferð skotið upp, at Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at taka øll neyðug stig til at fáa umsitingina av føroyska loftrúminum á føroyskar hendur og sjálvt at samráðast við teir myndugleikar, sum í dag virka í føroyskum loftrúmi.

 

Víst verður á, at stórar broytingar fara fram á loftferðslu- og loftrúmsøkinum bæði í Evropa og í Norðuratlantshavi.

 

Arbeiðspláss, faklig og tøknilig menning, umframt møguligar inntøkur eru at vinna við at hava ræði á loftrúminum, og at gera avtalur við onnur lond og altjóða felagsskapir hesum viðvíkjandi, og sjálvsagt kunnu føroyskir myndugleikar eins væl sjálvir samráðast um samstarvsavtalur og byggja sær upp fakligan og tøkniligan førleika á hesum øki.

 

Í alheimsgerðini er tað fullkomiliga burturvið at lata aðrar tjóðir og aðrar myndugleikar umsita og hava eftirlit við føroyskum loftrúmi, og lata okkum sita uttan innlit og uttan ávirkan á egin viðurskifti.

 

Ilt er at meta  neyvari um talið á arbeiðsplássum, inntøku- og útreiðsluviðurskiftum enn tað, sum uppskotið sigur.

 

Upplýst er, at føroyska loftrúmið er lutfalsliga bíligt at ferðast í, og at Atlantsflog, sum er eitt lítið felag við fáum flogførum, rindar um 20 mió. kr. árliga í avgjøldum.

 

Fyri at spara í rakstrinum leggja onnur feløg av somu orsøk leiðina hendanvegin um okkara leiðir, har lutfalsliga bíligt er at flúgva.

 

Upplýst er eisini, at síðan radarmyndin hvarv av Sornfelli, fekk innlitið í veðurfrøðiligu viðurskiftini eitt álvarsligt afturstig, og at stórur tørvur er á at endurskipa hesi viðurskifti.

 

Umráðandi er tí, at føroyingar sjálvir skipað seg við neyðugum veðurfrøðiligum og samferðsluligum útbúnaði og umsita hesi egnu viðurskifti síni til lítar.

 

Umráðandi er somuleiðis at styrkja føroysku samráðingarstøðuna við at taka ræði á egnum viðurskiftum, og síðan leita upp samstarv við teir loftferðslumyndugleikar, sum liggja upp at føroyskum loftrúmi.

 

Stórt spell er, at frammanfyri nevndu uppskot Tjóðveldisfloksins um føroyska loftrúmið ikki hava fingið undirtøku á tingi.

 

Verður ábyrgdin av føroyska loftrúminum tikin heim aftur til Føroya sum skjótast, kunnu føroyingar sjálvir samráðast um at gerast partur av innara marknaðinum hjá ES fyri loftferðslu umvegis EU-Balkan-avtaluna.

 

Undir viðgerðini í uttanlandsnevndini av málinum um føroyskan limaskap í ECAA tann 21. februar 2007 mælti Tjóðveldisflokkurin staðiliga frá, at føroyskir myndugleikar góðtóku donsku tulkingina av, hvørjar heimildir og møguleikar føroyskir myndugleikar hava á uttanríkispolitiska økinum, eitt nú viðvíkjandi loftrúminum, har tað lá í kortunum, at  Føroyar umvegis danskt umboð skulu niðurbindast til bara at hava talurætt í nevnd, ið kom at taka avgerðir viðvíkjandi føroyska loftrúminum, sum møguliga ikki tæntu føroyskum áhugamálum í nóg stóran mun,

 

Upplýst varð í hesum máli í uppriti frá frá 24. oktober 2006 frá danska uttanríkismálaráðnum, at uttanríkispolitiska heimildarlógin forðaði fyri, at Føroyar kundu gerast partur av avtalum við onnur lond, ið Danmark longu hevur avtalu við, og at Føroyar hvørki fingu status sum sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt, ella  fingu sjálvstøðuga umboðan við fullum rættindum.

 

Í málinum varð eisini  víst á, at danska grundlógin forðaði fyri, at Føroyar kundu fáa fullan limaskap í altjóða sáttmálum viðvíkjandi loftferðsluøkinum og heldur ikki í Norðurlandaráðnum, og uttan mun til um føroyskir myndugleikar yvirtóku føroyska loftrúmið ella ikki, so fekk hetta onga veruliga ávirkan á, hvørjar heimildir føroyskir myndugleikar fingu við atliti til ES-Balkan-avtaluna.

 

Staðfest varð soleiðis enn eina ferð, at sokallaða uttanríkispolitiska heimildarlógin í veruleikanum er ein niðurbindingarlóg, ið enn eina ferð varð nýtt til at avmarka møguleikarnar hjá Føroyum á uttanríkispolitiska pallinum, nágreiniliga orðað í uppriti frá danska uttanríkismálaráðnum frá 24. oktober 2006, har eyga sjálvsagt ikki fekst á tann sokallaða føroyska sjálvsavgerðarrættin.

 

Tjóðveldisflokkurin fer undir ongum umstøðum at taka undir við donsku fatanini av, hvønn leiklut føroyskir myndugleikar fáa á síni egnu viðurskifti á uttanríkisøkinum, har føroyskar heimildir ikki eru í eygsjón.

 

Status í løtuni er, at Ísland og Noregi hava kastað saman um strategiska týdningin av lofthavinum í Norðurhøvum. Tað velduga føroyska loftrúmið er vorðið partur av hesi ætlan, sum eftir øllum at døma so fullkomiliga er leys av føroyskum uttanríkispolitikki.

 

Vóru løgtingsmálini nr. 134/1996 ella nr. 70/2005 samtykt, har skotið varð upp at taka føroyska loftrúmið á egnar hendur, høvdu vit havt eina munandi sterkari tilgongd bæði til ECAA málið, føroyska loftrúmið og EFTA-felagsskapin

 

Mælt verður tí Løgtinginum til at taka undir við minnilutanum  í hesum máli.

 

2. viðgerð 30. apríl 2007. Uppskot til samtyktar fall 7-0-14. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.