81 Uppskot til samtyktar um Týðaragrunn Føroya

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, løgdu Páll á Reynatúgvu og Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmenn, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at leggja fram løgtingslógaruppskot um ”Týðaragrunn Landsins”, ið:

 

·        hevur sum endamál at flyta føroyskar bókmentir í fremmand mál og áhaldandi at flyta tað frægasta og mest aktuella í heimsbómentunum yvir á føroyska tungu

·        setir mark fyri, hvussu mikið av fíggjarorkuni skal brúkast hvønn vegin í flytingini av málum, tvs. hvussu mikið skal nýtast til at flyta føroyskar bókmentir í fremmand mál og øvut

 

og at leggja fram uppskot fyri Løgtingið, sum tryggjar neyðuga játtan á fíggjarlógini 2008.

 

Viðmerkingar:

Tað kemur óvart á flestu fremmanda fólk, hvussu mong bókmentaverk vera skapt í Føroyum, av føroyingum. Onkur hevur lisið eldri týðingar hjá Williami Heinesen á øðrum tungumálum, og í nýggjari tíð ber til at siga, at mentakvinnan Ebba Hentze av berari idealismu og filantropiskari drívmegi eigur størsta, fyri ikki at siga allan heiðurin fyri, at fleiri av yngru yrkjarum okkara, eitt nú Jóanes Nielsen, Tóroddur Poulsen og Carl Jóhan Jensen eru fluttir í onnur mál, og soleiðis eru kendir og viðurkendir í grannalondum okkara. Fyri hetta fekk hon uppiborið M. A. Jacobsen´s virðislønina í fjør. Hetta er tó á ongan hátt ein haldbar loysn í longdini.

 

Týðingin hinvegin, úr fremmandum málum í føroyskt mál, hevur verið uppaftur meira tilvildarlig. Alt eftir hvørjar eldsálir hava sitið í sínum egnu forløgum og brúkt vøddarnar í berum og blektaðum ósjálvsøkni fyri at fremja føroyskt mál, og at flyta sínum landsmonnum mergin í útlendskum bókmentum heim í egna tungu. Í øðrum londum liggur mál av hesum slagi í heilt øðrum kørmum, viðurskiftini eru skipað, tað stendur grelt upp í móti tilvildini í Føroyum í dag.

 

Ein megintáttur í øllum málsligum menningararbeiði hjá eini tjóð er týðing. Allar tjóðir, ið hava virðing fyri síni egnu mentan, týða tað besta úr øðrum málum til sítt egna mál, soleiðis at borgarar landsins altíð kunnu lesa tann besta skaldskapin og kunna seg við gløggastu hugsanirnar, sum uppi eru í tíðini -  á sínum egna máli.

 

Sum við at kalla øllum øðrum mentanararbeiði í Føroyum, hava bøkur verið týddar av berum áhuga. Einstaklingar hava av egnum áhuga týtt bøkur, oftani til Útvarp Føroya, har mentafólk slóðaðu fyri, soleiðis, at eitt sløð fekst fyri arbeiðið. Sum skrivað, ongin politikkur hevur verið á hesum týdningarmikla øki, alt hevur verið stjórnað av tilvild og áhuganum hjá ósjálvsøknum einstaklingum.

 

Bøkur hava verið týddar úr norðurlendskum málum til føroyskt mál seinnu árini, bara tí at norðurlendski týðaragrunnurin ”Nordbok” hevur veitt stuðul til týðingar ímillum norðurlendsk mál. Bøkurnar vórðu ikki, als ikki, týddar til føroyskt mál, orsakað av tí, at føroyskur mentanarpolitikkur eggjaði til tað. Tí er eisini dastið av føroyskum bókum seinnu árini týðingar úr norðurlendskum tekstum. Íslendskum, norskum, svenskum og donskum fyri tað mesta.

 

Føroyska samfelagið tekur ikki ábyrgdina av hesum arbeiði, hóast onki norðurlendskt mál hevur so stóran tørv á hesum menningartátti sum føroyskt. Broytingar eru nú gjørdar í norðurlendska samstarvinum, sum kunna hava tað við sær, at stuðulin verður lakari í framtíðini, enn higartil. Møguliga ongin. Føroyingar hava stuðlað hesum broytingum, og tað er spell, tí tær fara helst at darva okkum mest av øllum.

 

At kalla ongin tekstur verður týddur úr stóru málunum til føroyskt. At kalla ongin av teim tíðarbæru høvundunum, sum fáa heiðursløn fyri síni verk, verða týddir til føroyskt, bara tí at ongin týðarastuðul er til taks. Aðrastaðni verða áneyðir hildnar at vera fyri, at m.a. Nobel-vinnararnir verða týddir til egið mál, so skjótt tað frættist um vinnaran, sum er í eygsjón. Ein so kontroversiellur rithøvundur sum turklendingurin Orhan Pamuk er framvegis ikki fluttur yvir í føroyskt mál. Orsøkin burdi verið alkend teim flestu.

 

Vit eiga eina ørgrynnu av væl útbúnum fólki, ið eru før fyri at týða heimsins besta skaldskap úr m.a. enskum, týskum, fronskum, sponskum og russiskum máli. Hesi fólkini sleppa ikki til arbeiðis, tí ongin er, sum vil rinda fyri týðingarnar. Í so lítlum máløki má týðing vera almenn uppgáva. Tað er hon í londum, sum eru fleiri ferðir størri enn vit, og forløgini, sum fáast við slíkt verk og slíka útgávu, eru alt ov smá til at megna at rinda bara eina rímiliga samsýning fyri tað, sum so sjálvsagt eigur at verða gjørt á hesum øki.

 

Av somu orsøk smíðar politiski myndugleikin upp ein múr, eitt slag av fangilsi fyri føroyskan skaldskap, sum næstan ikki sæst á øðrum tungumálum og ikki verður marknaðarførdur úti í heimi. Fólk uttan fyri Føroyar vita at kalla ikki, at tað verða skrivaðir tekstir í hesum landinum í dag. Týðingarnar hjá Ebbu undantiknar.

 

Vit hava gjørt íløgur í málsligar útbúgvingar. Fólk hava nomið sær málsligar útbúgvingar. Førleiki teirra verður tó ikki brúktur til fulnar. Samfelagið fær ikki tað burtur úr íløguni, sum tað átti og kundi, tí at týdningarmikli tátturin týðing als ikki verður stuðlaður av teimum almennu Føroyum, hóast smávegis upphæddir høvdu gjørt stóran mun. Virkisfrælsið hjá útbúnu fólkum okkara verður skert, m.a. tí at ongin týðingarstuðul er tøkur. Og ongin ivast í, at smávegis upphæddir høvdu verið føroyskum máli til fyrimunar, høvdu styrkt og ment tað, tá ið tað í týðing verður flutt upp í heimsbókmentirnar.

 

Bókmentafrøðingurin Jógvan Isaksen, sum var heiðraður av Mentamálaráðnum fyri kortum fyri sín frama føroyskum skaldskapi at gagni, legði ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann varð spurdur um hesi viðurskifti. Hann mælti staðiliga til, at tær almennu Føroyar tóku sær um reiggj, serliga fyri at flyta okkara egnu høvundar úr føroyskum í fremmant mál. Hansara barlast er so rúgvusmikil og tung, at ongin orsøk er til at halda annað, enn at hann var á góðari leið, og at hansara góðu ráð áttu at verið politiska myndugleikanum ein viti frameftir á leiðini.

 

Í treysti til, at Løgtingið samtykkir uppskotið, vænta vit, at landsstýrismaðurin skjótast gjørligt fer undir at stovna ”Týðaragrunn Landsins.” 

 

Umsitingarliga ber til, at leggja grunnin saman við Mentanargrunni Landsins, men rættast er, at hesin grunnurin stendur einsamallur, soleiðis at teir ikki eta burtur av fænum hjá hvør øðrum, so ólíkir teir verða í sínum virksemi og atlitum. Hvat viðvíkur markinum fyri, hvussu mikið av fíggjarorkuni skal brúkast hvønn vegin í flytingini av málum, tvs. hvussu mikið skal nýtast til at flyta føroyskar bókmentir í fremmand mál og øvut, er hugsandi, at helvtarbýtið hevði verið rímiligt. Sum eina lagaliga byrjan hugsa uppskotsstillararnir sær, at sett verður av ein millión krónur til endamálið fyri fíggjarárið 2008.

1. viðgerð 9. mars 2007. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 27. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tórbjørn Jacobsen og Páll á Reynatúgvu hava vegna Tjóðveldisflokkin lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann 9. mars 2007 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 13. og 27. mars og 10. og 17. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Rithøvundafelagið, Mentanargrunn Landsins og landsstýrismannin í mentamálum.

 

Ein samd nevnd heldur, at talan er um eitt neyðugt og gott uppskot, men viðmerkir, at endamálið hjá grunninum í uppskoti hoyrir natúrliga saman við endamálinum hjá Mentanargrunni Landsins, og at hesin grunnur við hepnari hond kundi umsitið eina skipan, sum letur stuðul til týðing av bókmentum.

 

Nevndin ivast í, um rætt er at áseta, hvussu mikið av játtanini skal nýtast til at flyta føroyskar bókmentir í fremmand mál og øvugt. Orsøkin er, at ymiskt er, hvørjar og hvussu nógvar bókmentir verða givnar út á hvørjum ári. Heldur eigur hetta at vera fyri nevndina í grunninum, sum umsitur játtanina, at gera av eftir at hava leitað sær ráðgeving um, hvørt eitt verk er vert at týða, og ráðgeving, sum kann tryggja dygdina í týðingunum.

 

Nevndin heldur, at játtanin til týðing av bókmentum eigur at verða sett á serstaka høvuðskonto á fíggjarlógini, fyrstu ferð í 2008.

 

Ein samd nevnd setir tískil fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Samtyktin verður orðað soleiðis:

 

”Løgtingið heitir á landsstýrismannin um at leggja fram uppskot, sum hevur til endamáls at veita stuðul til týðing av bókmentum úr føroyskum og í føroyskt.”

 

Soleiðis broytt tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 30. apríl 2007. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til uppskot til samtyktar samtykt 24-0-0. Málið avgreitt.