117 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 24. apríl, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

§ 1

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 16. mai 2006, verður gjørd henda broyting:

§ 12, stk. 1, litra I verður strikað. 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2007.

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

 Arbeiðsløn til bygging og umvæling av egnum bústaði:

Frá 1. januar 1998 at rokna varð mvg-lógin broytt soleiðis, at arbeiðsløn til bygging og umvæling av egnum bústaði varð frítikin fyri MVG. Endamálið við lógarbroytingini var, at mvg'ið á tænastuvinnuni og smáídnaðinum skuldi lækka, og hetta skuldi “lækka kostnaðarstøðið sum heild, fáa lønsemi aftur í vinnuna, skapa nýggj arbeiðspláss og bøta um trupulleikarnar hjá sethúsaeigarunum”, sum sagt var í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag og annars øll vinnufeløg mæltu frá, at henda lógarbroyting varð gjørd - og serliga á henda hátt. Feløgini sóu frammanundan, at henda lógarbroyting fór at geva stórar umsitingarligar trupulleikar, og at skipanin kom í ósamsvar við meginreglurnar í mvg-skipanini um neutralitet í mun til uttanríkishandil, vinnustruktur og nýtsluval.

Eisini umsitingin var ímóti við á leið somu grundgevingum sum vinnufeløgini. Harafturat vísti umsitingin á, at lógarbroytingin fór at hava við sær fløktari umsiting og meira eftirlit.

Síðani lógarbroytingin kom í gildi hevur fleiri ferðir bæði frá vinnu og umsiting verið víst á, at lógin avlagar vinnuna, er ómøgulig at umsita bæði hjá vinnu- og skattamyndugleikum, og stuðlar ikki bara føroyskari, men eisini útlendskari vinnu.

Avlagandi:

Lógin virkar avlagandi á tann hátt, at bara avtalur, sum sethúseigarin sjálvur ger við veitara av tænastum til bygging ella umvæling av egnum bústaði, kunnu deilast upp í tilfar og lønarpart, og lønarparturin kann í hesum førinum vera uttan mvg. Hinvegin, um høvuðsentreprenørur hevur undirentreprenørar (t.d. byggibúning, elektrikarar, snikkarar), fakturera hesir alla rokningina við mvg til høvuðsentreprenørin, tí talan er um tveir vinnurekandi. Rokningin víðari til privatpersónin frá entreprenørinum er framvegis uttan mvg av hansara arbeiðsløn, men høvuðsentreprenørur kann ikki fakturera rokning frá undirentreprenøri víðari til keyparan uttan mvg.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eisini í skrivi víst á, at ógreiðu reglurnar hava við sær, at kappingin ikki verður á jøvnum føti. Tey feløg, sum tora best at nærkast eggini á lógarásetingunum, hava ein greiðan kappingarfyrimun. Feløg, sum hinvegin vilja tryggja sær, at tey bera seg rætt at í mun til lógina, hava skerdar møguleikar innan sethúsavirksemi.

Ómøgulig at umsita:

Vinnufyritøkur skulu t.d. halda skil á, hvussu stórur lønarparturin er í einstøku vørunum, teir selja til sethúsabygging ella sethúsaumvæling, og ofta verður talan um truplar metingar.

Toll-og skattstova Føroya skal hava eftirlit við, at talan er um avtalu, sum sethúsaeigarin sjálvur ger við veitara. Stovnurin skal kanna, um tær metingar, vinnufyritøkurnar gera av lønarpartinum, eru rættar. Eisini skal kannast eftir, at útreiðslurnar ikki eru til annað enn sethús til egnan bústað.

Stuðla útlendskari vinnu:

Tað tykist at blíva meira og meira vanligt, at privatpersónur (sethúsaeigari) gevur øðrum persóni fulltrú at umboða seg í øllum liðum í gerð ella umvæling av húsum til egnan bústað. Hetta ger tað munandi lættari at keypa vørur uttanlands og samstundis  fáa lønarpartin mvg-frían. Skipanin stuðlar soleiðis ikki einans føroyskari, men eisini útlendskari vinnu.

Taka av undantakið:

Við hesum uppskoti verður undantakið í mvg-lógini tikið av, og veittur verður ístaðin ein stuðul eftir serligari lóg.

Broytingin merkir, at vit fáa eina reinari mvg-lóg. Stuðulin, sum higartil hevur verið fjaldur í mvg-skipanini, verður avmarkaður nakað og gjørdur sjónligari. Eisini verður eftirlitið styrkt og harvið møguleikarnir fyri misbrúki minkaðir.

Kapittul 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum
Tað ber ikki til at siga við vissu, hvørjar fíggjarligar avleiðingar uppskotið um at strika mvg-frítøkuna fyri lønir til bygging og umvæling av egnum bústaði hevur fyri landskassan, men mett verður, at undantakið árliga kostar landskassanum 50-60 mió. kr. Hetta talið skal tó takast við stórum fyrivarni.    

Umsitingarliga hevur uppskotið við sær, at eingin eyka umsiting fer til eftirlit av hesum vørum í meirvirðisgjaldshøpi hjá avgjalds- og tollmyndugleikum og handilsvinnuni. Umsitingin av hesum vørum og tænastum verður nú ikki øðrvísi enn fyri aðrar vørur og tænastur, har meirvirðisgjald er álagt.

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Lógaruppskotið hevur heldur ongar sosialar avleiðingar og ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.   

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Ja

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1

Við hesi broyting verður skotið upp, at meirvirðisgjaldsundantakið fyri lønir til bygging og umvæling av egnum bústaði verður strikað.

Til § 2

Lógin fær virknað tann 1. juli 2007. 

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Poul Michelsen Sverre Midjord Vilhelm Johannesen
Kjartan Joensen Gerhard Lognberg Lisbeth L. Petersen
Heðin Zachariassen Henrik Old Alfred Olsen
Anfinn Kallsberg Marjus Dam Kaj Leo Johannessen
Andrias Petersen Olav Enomoto Jørgen Niclasen
Kristian Magnussen Johan Dahl  

1. viðgerð 1. mai 2007. Løgtingsmálini 117, 118 og 119/2006 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 29. mai 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 24. apríl 2007, og eftir 1. viðgerð 1. mai 2007 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 10. og 23. mai 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Hetta løgtingsmál er viðgjørt saman við løgtingsmáli nr. 118, og tí verður víst til viðmerkingarnar í tí málinum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluti og ein minnilutin.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kári P. Højgaard) setir, av tí at skrivifeilur er í uppskotinum,  fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

Í §1 verður “I” broytt til “l”. 

 

Soleiðis broytt tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu og Bill Justinussen) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 31. mai 2007. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kára P. Højgaard til § 1 samtykt 19-1-7. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-1-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3. viðgerð 1. juni 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-1-7. Málið avgreitt.

Ll.nr. 66 frá 07.06.2007