Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
85. fundur
Ár 2007, týsdagin 24. apríl, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Kári P. Højgaard, Óli Breckmann, Jógvan við Keldu og Hergeir
Nielsen, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður,
og
Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru
ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
3. viðgerð av tingmáli
nr.
67/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkanøvn
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
19-0-5
Málið avgreitt.
2.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 87/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
fjølmiðlaábyrgd
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
24-0-0
Málið avgreitt.
3.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
71/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd
(rættarreglur)
§§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer
soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
4.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
75/2006: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um mál, ið hoyra undir fasta gerðarrættin
§§ 1 og 2 samtyktar17-0-8.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3.
viðgerð.
5.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
91/2006: Uppskot til
ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í “lov for Færøerne
om rettens pleje”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt
19-0-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
6.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 54-2/2006: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri
fíggjarárið 2005
Uppskot til samtyktar samtykt
26-0-0
Málið avgreitt.
7.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 54-3/2006: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri
fíggjarárið 2005
Uppskot til samtyktar samtykt
26-0-0
Málið avgreitt.
8.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 54-4/2006: Grannskoðan av almennum roknskapum:
Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2005
Uppskot til samtyktar samtykt
26-0-0
Málið avgreitt.
9.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 1-6/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2007-1
Uppskotið fall
9-0-14. Málið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
10.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 1-7/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2007–2
Uppskotið fall
8-0-15. Málið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
11.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
1-9/2006: Uppskot til
eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-2
Uppskotið fall
8-0-16. Málið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
12.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
57/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan
Føroya
Broytingaruppskot frá
minnilutanum í rættarnevndini, Finni
Helmsdal, til § 1 fall
5-1-20. §§ 1 og 2 fullu
6-0-20. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
13.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
34/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av
skatti (Barnafrádráttur)
Broytingaruppskot frá
frá minnilutanum í
fíggjarnevndini, Karsten Hansen,
Páll á Reynatúgvu og
Kára P. Højgaard til § 2, fall
8-0-15. §§ 1 og 2 fullu
8-0-15. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
14.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
96/2006: Uppskot til løgtingslóg um
broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (barnafrádráttur)
§§ 1 og 2 fullu
8-0-16. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
15.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
97/2006: Uppskot til samtyktar um
samskatting av hjúnum
Uppskot til samtyktar fall
3-0-21. Uppskotið sostatt fallið
Málið avgreitt.
16.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
110/2006: Uppskot til
løgtingslóg um kapping
§§ 1 til og við 32 samtyktar
24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
17.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
1-13/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2007
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð
18.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
- Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið
hevur lagt fram tingmál
nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
fólkaskúlan
Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið
kann leggjast fram og fáa viðgerð: Óli
Breckmann, Jørgen Niclasen,
Kjartan Joensen,
Jógvan við Keldu,
Poul Michelsen,
Kaj Leo Johannesen,
Lisbeth L. Petersen,
Marjus Dam,
Johan Dahl, Alfred Olsen,
Andrias Petersen,
Kristian Magnussen,
John Johannessen,
Henrik Old,
Gerhard Lognberg,
Sverre Midjord,
Vilhelm Johannesen og
Olav Enomoto
- Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýri hevur lagt fram tingmálini
nr. 114/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á
málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni
víkjandi trúarsamfeløg) og
nr. 115/2006: Uppskot til samtyktar um at seta stjórnarskipanarnevnd (seinna
stjórnarskipanarnevndin)
Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málini
kunnu leggjast fram og fáa viðgerð: Henrik Old, Kaj Leo Johannessen, Jørgen
Niclasen, Marjus Dam, Vilhelm Johannessen, Kjartan Joensen, Olav Enomoto,
Lisbeth L. Petersen, Sverre Midjord, Kristian Magnussen, Óli Breckmann, John
Johannessen, Johan Dahl, Jógvan við Keldu, Andrias Petersen, Gerhard Lognberg og
Poul Michelsen
- Bárður Nielsen, landsstýrismaður vegna landsstýrið hevur lagt fram
tingmálini
nr. 117/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um
meirvirðisgjald,
nr. 118/2006: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av
egnum bústaði og
nr. 119/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á
framleiðslu og innflutningi
Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málini
kunnu leggjast fram og fáa viðgerð: Poul Michelsen, Sverre Midjord, Vilhelm
Johannessen, Kjartan Joensen, Gerhard Lognberg, Lisbeth L. Petersen, Heðin
Zachariasen, Henrik Old, Anfinn Kallsberg, Alfred Olsen, Marjus Dam, Kaj Leo
Johannessen, Andrias Petersen, Olav Enomoto, Jørgen Niclasen, Kristian
Magnussen, Johan Dahl
- Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál
nr.120/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
vinnuligan fiskiskap
Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið
kann leggjast fram og fáa viðgerð: Kaj Leo Johannesen, Marjus Dam, Jørgen
Niclasen, Kjartan Joensen, Vilhelm Johannesen, Olav Enomoto, Lisbeth L.
Petersen, Sverre Midjord, Óli Breckmann, John Johannessen, Kristian Magnussen,
Johan Dahl, Henrik Old, Andrias Petersen, Alfred Olsen, Jógvan við Keldu og Poul
Michelsen
- rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli
nr. 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri
Føroyar
Tikið av dagsskrá:
3. viðgerð av tingmáli
nr.
102/2006: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 26. apríl 2007, kl. 9.30,
við hesi dagsskrá:
1. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-4/2006: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum
2. Framløga
Fundur lokin kl. 17.44
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari