97 Uppskot til  samtyktar um samskatting av hjúnum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, løgdu tingmenninir Bill Justinussen, Jenis av Rana og Karsten Hansen, vegna Miðflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Heitt verður á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot um samskatting av hjúnum, sum hava barn/børn yngri enn 17 ár, av inntøku upp til 500.000 tilsamans.

 

Politiskar viðmerkingar:

Skotið verður upp, at hjún, sum hava barn ella børn 16 ár og yngri, skulu kunnu leggja samlaðu inntøkuna saman og býta hana í helvt, so hvør skattar av helvtini av samlaðu inntøkuni upp til 500.000.

 

Tað eru uttan iva mong foreldur, sum í dag eru úti á arbeiðsmarknaðinum, hóast tey nógv heldur kundu hugsað sær at verið heima hjá sínum børnum í teimum mest týðandi uppvakstrarárunum. Tað er tíverri ein sannroynd, at gerandisdagurin fyri nógv føroysk húsarhald gerst støðugt tyngri fíggjarliga. Foreldur verða noydd at arbeiða meir, hóast tað í nógvum førum ikki er ynski teirra, og hetta gongur út yvir familjutrivnaðin.

 

Politiskt eru nøkur stig tikin rætta vegin seinnu árini fyri at bøta um trupulleikan. Skipanin við barnsburðargrunninum gevur foreldrum møguleika til fyrsta hálva árið at vera heima hjá barninum, men síðani er eingin skipan, sum gevur víðari rúm fyri neyðugu samveruni millum foreldur og barn. Dagstovnaskipanin er ikki ein familjupolitisk skipan, men ein arbeiðsmarknaðarskipan, tí hon snýr seg um at gera tað møguligt hjá foreldrum at sleppa út á arbeiðsmarknaðin, og ikki um at gera tað møguligt hjá foreldrum at vera meira saman við barninum. Eitt annað stig eru skattalættarnir, sum síðani 2002 eru veittir. Hesir skuldu gjørt tað fíggarliga rúmsáttari hjá foreldrum, men síðani 2004 er meginparturin av hesum skattalættum tikin innaftur í øðrum gjøldum – serliga til samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin - og hevur hetta havt ta óhepnu avleiðing við sær, at ungu barnafamiljurnar so at siga einki hava merkt til skattalættan. Tí eigur ein serligur skattalætti at veitast, sum barnafamiljurnar kunnu fáa ágóðan av.

 

Uppskotsstillararnir halda, at politiska stevnumiðið má vera, at foreldur hava fíggjarligt frælsi til at velja, um tey vilja vera á arbeiðsmarknaðinum ella heima hjá sínum børnum í uppvakstrarárunum. Rákið hevur seinnu árini verið alt ov einvíst at rudda slóð fyri, at øll skulu út á arbeiðsmarknaðin. Men veruleikin er, at barnaansing og –uppaling er vorðin ein týðandi partur av arbeiðsmarknaðinum, og tí eigur valfrælsið hjá foreldrum at ansa egnum børnum at vera ein natúrligur partur av arbeiðsmarknaðarskipanini. Hóast fyriliggjandi uppskot ikki er nøkur kollvelting í hesum sambandi, vil tað vera eitt kósbrótandi stig á leiðini til eitt meiri familjuvinarligt samfelag. Eitt annað stig kann vera, at dagstovnaskipanin verður umskipað, so ansingarpeningurin fylgir barninum. Tann skipanin hevði rúmkað munandi um fíggjarliga frælsið hjá foreldrum at valt.

1. viðgerð 21. mars 2007. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 20. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tingmenninir Bill Justinussen, Jenis av Rana og Karsten Hansen hava lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð 21. mars 2007 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. mars og 12.,13.,17. og 19. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Landsstýrismaðurin hevur greitt frá, at tað er nærum ógjørligt at gera eina nágreiniliga kostnaðarmeting av uppskotinum, men mett verður, at meirútreiðslurnar fyri landið verða 24 mió. kr. og fyri kommunurnar 1 mió. kr.

 

Tey pør, har bert annað hevur inntøku, fáa stóran skattalætta av uppskotinum, meðan tey, har bæði hava eins inntøku, ikki fáa nakran skattalætta.

 

Orsøkin til trupulleikan viðvíkjandi samskatting av hjúnum er tann progressivi skattastigin.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Kári P. Højgaard og Lisbeth L. Petersen) heldur ikki, at tað á verandi grundarlagi er gjørligt at taka støðu í málinum.

 

Kári P. Højgaard er samdur við uppskotsstillarunum í, at eitt uppskot sum hetta hevði betri givið valmøguleika hjá foreldrum at vera heima hjá børnum fyrstu árini. Trupulleikin er, at ógreiða er um kostnaðarmetingina, vit eru mitt í einum fíggjarári og eykaútreiðslurnar av uppskotinum eru ikki innroknaðar á fíggjarlógini. Somuleiðis fáa kommunurnar eina minni inntøku, sum verður áløgd teimum við lóg, uttan at tær eru hoyrdar. 

 

Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

 

Minnilutin (Karsten Hansen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu) tekur støðu í tingsalinum.

2. viðgerð 24. apríl 2007. Uppskot til samtyktar fall 3-0-21. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.