67 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkanøvn

A. Upprunauppskot
1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 20. februar, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkanøvn

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn verða gjørdar hesar broytingar:

 

1) Í § 2, stk. 4 verður 2. pkt. strikað.

 

2) Í § 2 verða sum stk. 5, 6 og 7 sett:

Stk. 5. Tá ið mett verður, um undantak kann verða givið til uppkalling, skal dentur verða lagdur á, at navnið í høvuðsheitum líkist navninum á tí, ið kallað verður upp eftir. Í hesum sambandi skal atlit havast at:

1)      navnafrøðiliga upprunanum,

2)      stavsetingini og

3)      framburðinum av navninum, ið søkt verður um.

Stk. 6. Uppkalling í ættini verður avmarkað til, at tann, ið kallað verður upp eftir, er:

1)      systkin hjá barninum,

2)      foreldur, omma ella abbi, langomma ella langabbi,

3)      systkin hjá foreldrum,

4)      systkinabarn, ella

5)      ommu- ella abbasystir, ommu- ella abbabeiggi.

Stk. 7. Fyri hvørt navnið, ið givið verður, kann bara verða kallað upp eftir einum navni.

 

3) § 3, stk. 4 verður orðað soleiðis:

      “Í teimum førum, ið nevnd eru í stk. 1 og 2, verða § 1 og § 2, stk. 1-4 nýtt samsvarandi. Í tí føri, sum nevnt er í stk. 3, 1. pkt., verða §§ 1 og 2 nýttar samsvarandi.

 

4) Í § 11, stk. 3 verður sum 2. pkt. sett: “Tað er tó ein treyt, at umsøkjarin     sjálvur, foreldur, omma ella abbi umsøkjarans búgva ella hava búð á bústaðnum ella í húsunum.”

 

5) § 21, stk. 4 verður strikað.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1 Almennar viðmerkingar

Orsøkin til, at uppskot verður lagt fyri tingið um broytingar í navnalógini (løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn), er, at tørvur serliga er á at endurskoða ásetingarnar í lógini, tá kallað verður upp í ættini. At navnalógin skal verða endurskoðað er eisini avtalað í samgonguskjalinum.

 

Uppkalling í ættini

Sambært § 2, stk. 2 í navnalógini skulu fornøvn vera í samljóði við føroyskar málreglur. Hóast hetta kann navnanevndin gera undantak frá meginregluni í lógini um, at fornøvn skulu vera í samljóði við málreglurnar. Hetta er bara galdandi, tá ið kallað verður upp eftir fólki í ættini og í sambandi við navnagávu, t.e., at skalt tú broyta navn, ber ikki til at gera undantak frá málfrøðiligu reglunum.

 

Við kunngerð nr. 78 frá 9. desember 2004 um undantak til navnauppkalling eru ásettar reglur um undantøk í sambandi við uppkalling. Við hesi kunngerðini er møguleikin at kalla upp víðkaður munandi í mun til ta kunngerðina, sum fór úr gildi. Farið verður longur aftur og út í ættina, umframt at tað nú ber til at gera nøvn burtur úr navninum, kallað verður upp eftir, líkist nýggja navnið í høvuðsheitinum navninum á tí, ið kallað verður upp eftir. Sambært gomlu kunngerðini kundi bara verða kallað upp beinleiðis, t.e. drongur eftir manni og genta eftir kvinnu, og tá bara um navnið var samlíkt navninum á tí, ið kallað varð upp eftir.

 

Tey viðurskifti, sum verða regulerað í kunngerðini um navnauppkalling, eru viðkvom og hava stóran týdning fyri borgaran. Hóast hetta, er heimildin í § 2, stk. 4 í lógini til í kunngerð at regulera hesi viðurskifti sera vítt ella óneyvt orðað.

 

Mett verður, at so týdningarmikil ella grundleggjandi viðurskifti sum rætturin til at kalla upp helst ikki eiga at verða regulerað í kunngerð. Endamálið við hesum uppskotinum at broyta navnalógina er soleiðis, at líknandi reglur, sum tær, ið ásettar eru í nevndu kunngerð frá 2004, verða lógarfestar.

 

Samstundis verður skotið upp, at ásett verður, at undantakið frá regluni um, at fornøvn skulu vera í samljóði við føroyskar málreglur, tá tað snýr seg um at kalla upp í ættini, eisini skal snúgva seg um navnabroytingar, og ikki bert í sambandi við navngávu.

 

Orsøkin til hesa broyting er eitt ynski um at javnstilla allar borgararnar, havandi í huga, at áðrenn navnalógina frá 1992 var einki krav um, at fornøvn skuldu vera í samljóði við føroyskar málreglur. Síðani 1992 hava strangar reglur verið um málfrøðilig krøv til fornøvn. Við nýggju navnalóggávuni frá 2002 eru reglurnar linkaðar nakað, og við kunngerðini frá 2004 eru møguleikarnir fyri undantaki frá málfrøðiligu meginregluni vorðnir enn fleiri. Tað verður tí mett, at tað er rímiligt at geva øllum, eisini teimum, sum hava fingið navn eftir strangaru reglunum, ið hava verið galdandi síðani 1992, høvi til at broyta navnið eftir nýggju reglunum um uppkalling, ynskja tey tað.

 

 

Tilknýti til bústaðar- ella húsanøvn

Skotið verður eisini upp, at nærri verður ásett í lógini, hvar markið gongur, tá tað snýr seg um at fáa loyvi til bústaðar- ella húsanøvn. Av tí at tað ikki greitt framgongur í galdandi navnalóg, hvussu “tilknýti til bústað- ella hús” skal skiljast, verður í hvørjum einstøkum føri gjørd ein ítøkilig meting um fastleikan av tilknýtinum hjá umsøkjaranum til bústaðar- ella húsanavnið. Eftir siðvenju fær umsøkjari loyvi til bústaðar- ella húsanavn, um hann býr ella hevur búð á bústaðnum. Tá umsøkjari ikki sjálvur hevur búð á bústaðnum, men hevur forfedrar í beinari linju, ið eru ella hava verið búsitandi á bústaðnum, verður gjørd ein ítøkilig meting av hesum tilknýtinum, og verður tað mett sum eitt nóg fast tilknýti, fær umsøkjarin loyvi til bústaðar- ella húsanavnið.

 

Av tí at tilknýti til eitt bústaðar- ella húsanavn viknar við tíðini, tá umsøkjarin ikki sjálvur  hevur búð á bústaðnum ella í húsunum, og tá hendan regla er eitt undantak til regluna um vard nøvn, verður skotið upp, at umsøkjari ikki kann fáa loyvi til bústaðar- ella húsanavn, um ikki foreldur, omma ella abbi umsøkjarans búgva ella hava búð á bústaðnum.

 

Frágreiðing frá navnanevndini

Spurnartekin kann verða sett við, hvussu heppið tað er, at navnanevndin skal hava skyldu til at meta um lógina, og hvussu henda hevur virkað seinastu 3 árini. Orsøkin til hetta er m.a., at navnanevndin bara umsitur ein avmarkaðan part av lógini, nevniliga tann partin, sum hevur við undantøk í sambandi við uppkalling at gera, og tá tað snýr seg um umsókn um navn, sum ikki er á navnalistanum. Restina av lógini umsitur skrásetingarmyndugleikin og landsstýrismaðurin, t.e. vanligu reglurnar um navnagávu og navnabroytingar, umframt navnabroytingar við navnaprógvi og at geva loyvi til, at fólk úr øðrum landi kann nevna børn síni í samsvari við navnasiðin í landinum, haðani tey koma.

 

Landsstýrismaðurin hevur sambært stýrisskipanini ábyrgd av egnum málsøkjum. Tørvar navnalógini broyting, er tað tí natúrligt, at navnanevndin er millum teirra, sum verða hoyrd um broytingarnar, eins og tað altíð stendur nevndini frítt at venda sær til landsstýrismannin, eru viðurskifti, sum nevndin metir eiga at verða broytt. Harumframt skal nevndin sambært reglugerðini, ið nevndin arbeiðir eftir, á hvørjum ári lata landsstýrismanninum frágreiðing um virksemið í farna ári.

 

Umvegis tað samskifti, sum landsstýrismaðurin hevur við skrásetingarmyndugleikan (t.e. prestarnar) og navnanevndina, hevur landsstýrismaðurin sostatt góðar møguleikar fyri at fylgja við, hvussu lógin virkar. Tí verður mett, at tað ikki er neyðugt at áleggja einari fyrisitingarligari faknevnd at koma við metingum um tørvandi lógarbroytingar.

 

Grundað á tað, sum er ført fram omanfyri, verður mett, at navnanevndin ikki sambært lóg skal hava skyldu til árliga at meta um lógina, eins og § 21, stk. 4 ásetir.

 

Stuttur samandráttur

Broytingarnar, ið uppskotið hevur við sær, eru samanumtikið hesar:

 

 

Ummæli

Upprunaliga var eitt fyribilsuppskot sent Mentamálaráðnum, Føroysku Málnevndini, Navnanevndini, Prestafelag Føroya, próvsti og bispi til ummælis. Endaliga uppskot landsstýrismansins er nakað broytt í mun til fyribils uppskotið, við tað at nakrar smávegis broytingar eru gjørdar, eins og § 1, nr. 3 og 4 eru komnar aftrat. Broytingin í § 1, stk. 4 er gjørd í sambandi við eitt tilmæli frá Løgtingsins umboðsmanni um at áseta nærri, hvar markið gongur viðvíkjandi tilknýti til eitt bústaðar- ella húsanavn. Harumframt hevur Innlendismálaráðið strikað ásetingarnar í uppruna uppskotinum um at víðka navnanevndina við einum limi, ið er løgfrøðingur, og ásetingina um, at avgerðirnar hjá navnanevndini skulu vera endaligar innan fyrisitingina.

 

Ummælini eru fyri tað mesta generellar viðmerkingar til navnalógina, og víst verður í hesum sambandi til tey hjáløgdu ummælini.

 

Mentamálaráðið og Navnanevndin taka sum heild undir við upprunaliga uppskotinum.

 

Føroyamálsdeildin hevur ongar ítøkiligar viðmerkingar, men vísir tó generelt á, at núverandi navnalóg er alt ov restriktiv í mun til siðvenjuna (tað veruliga navnatilfeingið), og at tað rætta hevði helst verið at fingið eina nýggja og minni dogmatiska navnalóg.

 

Próvstur vísir í sínum ummæli m.a. á, at sum er, gevur kunngerð nr. 78 navnanevndini neyðugar reglur at viðgera undantøk til uppkalling, og tí eigur kunngerðin at sleppa at virka nøkur ár aftrat, og § 2, stk. 4 í núverandi lóg eigur tí ikki at verða strikað. Próvstur vísir eisini á, at tað bert er neyðugt at gera eina soljóðandi rætting í § 1 í kunngerðini: “Er fornavn ikki í samsvari við § 2, stk. 2 í lógini, kann navnanevndin kortini loyva navninum í sambandi við dóp/navnagávu, tá uppkalling eftir fólki í ættini ræður.” Próvstur vísir at enda á, at ein víðkan av reglunum um uppkalling undirgrevur núverandi ásetingina í § 3, stk. 4 um, at serstøk nøvn í sambandi við uppkalling bert kunnu fáast við dópi/navnagávu og ikki við navnabroyting.

 

Bispur vísir í sínum ummæli á, at allir borgarar í landinum eiga at vera javnsettir fyri lógini, tí eiga øll nøvn, ið loyvd verða, eisini tey, ið loyvd verða við uppkalling, at koma á navnalistan sum viðurkend nøvn, og øll mega hava sama rætt at brúka hesi nøvn, ikki bara við navnagávu og dópi, men eisini við navnabroyting.

 

Prestafelagið vísir í sínum ummæli á, at tað er ein úttømandi uppreksan av teimum ættarbondum, ið heimilað uppkalling, men ikki sæst, um hetta umfatar ættleiðing og stjúkforeldur við sínum ættargreinum. Harumframt verður ført fram, at ásetingarnar um uppkalling kunnu elva til miklan orðadrátt, um tað skal bera til at gera nøvn burtur úr navninum, ið kallað verður upp eftir. At enda vísir felagið á, at borgararnir skulu viðgerast eins, og tí eigur reglan um uppkalling eisini at verða galdandi fyri tey, ið broyta navn, heldur enn í sambandi við navnagávu.

 

Í sambandi við spurningin viðvíkjandi ættleiðing og uppkalling skal viðmerkjast, at ættleidd kunna uppkallast eftir tí ella teimum ættleiðandi foreldrunum sambært galdandi reglum. Tá tað snýr seg um stjúkforeldur, er ikki talan um ætt, og tí kann ikki vera kallað upp eftir teimum.

 

Annars er serliga at viðmerkja, at Innlendismálaráðið tekur undir við teim ummælum, ið mæla til, at reglurnar um uppkalling eisini skulu fevna um navnabroytingar. Hetta serliga grundað á, at hendan víðkanin av reglunum um uppkalling fer at geva eitt nú teimum, ið fingu navn eftir teim strangaru reglunum frá 1992 um málfrøðilig krøv til fornøvn, ein møguleika at kalla upp í ættini, um tey ynskja tað. Uppkalling skal sostatt ikki einans vera eitt undantak til meginregluna í sambandi við navnagávu, men eisini í sambandi við navnabroyting.

 

Innlendismálaráðið hevur eisini valt at strika ásetingarnar í upprunaliga uppskotinum um, at navnanevndin skal víðkast við einum limi, og at avgerðirnar hjá navnanevndini skulu vera endaligar innan fyrisitingina. Viðmerkingarnar hava annars ikki elvt til fleiri broytingar í uppskotinum.

 

 

Kap. 2 Avleiðingarnar av uppskotinum

Nakrar fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar verða fyri landið.

 

Við eini víðkan av reglunum um uppkalling í § 1, stk. 3 økist talið av umsóknum um broyting av fornavni helst eisini nakað, frá tí at broytingarlógin kemur í gildi. Mett verður tó ikki, at tað fer at snúgva seg um nakra stórvegis øking. Sambært upplýsingum frá Navnanevndini hevur talið av umsóknum um broyting av fornavni í tíðarskeiðinum frá 1. juli 2005 til 30. juni 2006 verið 2 umsóknir. Hóast ávísar meirútreiðslur serliga fyrstu tíðina eftir lógarbroytingina, verður mett, at hetta kann haldast innan karmarnar á árligu játtanini til Navnanevndina.

 

Mett verður ikki, at broytingarnar fara at hava aðrar fíggjarligar, umsitingarligar ella aðrar avleiðingar av týdningi við sær fyri tað almenna ella onnur.

 

Eingir millumtjóða sáttmálar eru á økinum, sum uppskotið fevnir um, og sum heimastýrið hevur skyldu at fylgja.

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

Vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Ja

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar

 

 

Ja

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3 Serligar viðmerkingar

  

Til § 1

Til nr. 1

Tá ásetingarnar um uppkalling í uppskotinum verða ásettar beinleiðis í lógini, er ikki longur tørvur á kunngerðarheimildini, sum var í § 2, stk. 4 í lógini. Tá kunngerðarheimildin verður strikað, fer kunngerð nr. 78 frá 9. desember 2004 um undantak til navnauppkalling tí samstundis úr gildi, sbr. § 2, stk. 1, 2. pkt.

 

Til nr. 2

Fyrsta treytin fyri at fáa undantaksloyvi er, at navnið í høvuðsheitum líkist navninum á tí, ið kallað verður upp eftir.

 

Tá navnanevndin skal meta, um uppkallingin kann verða loyvd, skal verða gjørd ein samlað meting av navnafrøðiliga upprunanum, stavsetingini og framburðinum av navninum, ið søkt verður um.

 

Hetta merkir, at eitt navn eftir ítøkiligari meting kann verða játtað, hóast navnafrøðiligi upprunin ikki er hin sami. Treytin er tá, at framburður og stavseting líkjast navninum á tí, ið kallað verður upp eftir, nóg nógv. Á sama hátt er, um stavsetingin ikki er samlík navninum á tí, ið kallað verður upp eftir, men navnið hevur sama uppruna, og framburðurin líkist so mikið, at mett verður, at umsóknin kann játtast. At enda kann framburðurin líkjast frá navninum, ið kallað verður upp eftir, men líkist stavsetingin á nøktandi hátt, og er upprunin hin sami, kann umsóknin játtast.

 

Uppreksingin av ættini í stk. 6 er úttømandi.

 

Fyri at undantaksreglan ikki skal verða til høvuðsreglu, og fyri at tað ikki skal vera alt ov trupult at umsita, verður sett sum treyt, at fyri hvørt navnið, ið givið verður, kann bara verða kallað upp eftir einum navni, t.e. navn fyri navn. Hetta forðar ikki børnum at verða kallað upp eftir fleiri, men tá má hvørt navnið, ið givið verður, samantvinnast ella førast aftur til eitt annað navn, har mett verður, hvørt tað í høvuðsheitinum líkist hesum navninum.

 

Til nr. 3

Ásett verður, at reglurnar um undantak í sambandi við uppkalling ikki einans eru galdandi í sambandi við navnagávu, men eisini í sambandi við navnabroytingar.

 

Til nr. 4

Ásett verður úttømandi, hvar markið gongur, tá tað snýr seg um at fáa loyvi til bústaðar- ella húsanøvn, te. at markið gongur aftur til, at foreldur, omma ella abbi skulu búgva ella hava búð á bústaðnum ella í húsunum. Mett skal tó í hvørjum einstøkum føri vera um fastleikan av tilknýtinum hjá umsøkjaranum til bústaðar- ella húsanavnið.

Til  nr. 5

§ 21, stk. 4 verður strikað, tí at mett verður, at tað ikki er neyðugt at áleggja einari fyrisitingarligari faknevnd at koma við metingum um tørvandi lógarbroytingar, og hvussu lógin hevur virkað seinastu 3 árini. Um grundgevingina fyri hesum verður sum heild víst til almennu viðmerkingarnar.

Til § 2

 

Ongar serligar viðmerkingar eru til gildiskomuregluna í stk. 1.

 

 

Viðløgd skjøl:

Skjal 1: Ummæli frá Mentamálaráðnum

Skjal 2: Ummæli frá Navnanevndini

Skjal 3: Ummæli frá Føroysku Málnevndini

Skjal 4: Ummæli frá dómpróvsti

Skjal 5: Ummæli frá bispi

Skjal 6: Ummæli frá Føroya Prestafelag

1. viðgerð 7. mars 2007. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 18. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur lagt málið fram tann 20. februar 2007, og eftir 1. viðgerð tann 7. mars 2007 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 19., 26. og 29. mars 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum, navnanevndina, sum er sett sambært navnalógini, og landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Ein meiriluti í nevndini (Marjus Dam, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, John Johannessen, Kaj Leo Johannesen og Bill Justinussen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti (Finnur Helmsdal) heldur tað vera óheppið, at Løgtingið viðger og møguliga tekur undir við einum lógaruppskoti, har grein 2 fullkomiliga tekur grundarlagið undan grein 1, har endamálið við lógini er orðað. Soleiðis, sum uppskotið er orðað, er talan um eitt lógaruppskot við so álvarsligum mótsøgnum, at tingið av røttum eigur at fella tað. Tað er ikki bara ein óskikkur men beinleiðis brot á allar lógarsmíðsiðvenjur, at tingið tekur undir við slíkum.

 

Minnilutin er somuleiðis av teirri áskoðan, at ásetingar í grein 2 í uppskotinum gera tað, at Føroya fólk ikki verða javnt sett, tá tað snýr seg um at geva barninum navn. Verður uppskotið samtykt, eru tað bara partar av fólkinum, ið hava møguleikan at geva barni/børnum sínum ávís nøvn. Eitt aðalmál við lógarsmíði plagar at vera, at øll verða sett líka fyri lógini. Tað verða fólk í Føroyum ikki í mun til navnagávu, um hetta uppskotið vinnur frama.

 

Hetta verður ikki sagt til tess at elva til meira restriktivar reglur og siðvenjur  men meira fyri at mæla til, at vit smíða lógir, ið eru borðbærar.

 

Við hesum viðmerkingum mælir minnilutin Løgtinginum til ikki at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 20. apríl 2007. §§ 1 og 2 samtyktar19-0-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3. viðgerð 24. apríl 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-5. Málið avgreitt.

Ll.nr. 33 frá 30.04.2007