87 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 2. mars, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 45 frá 16. mai 2006 um fjølmiðlaábyrgd verður í § 55, stk. 1 orðingin “og fer úr gildi 1. juli 2007” strikað.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Kap.1. Almennar viðmerkingar

Orsøkin til uppskotið er, at tað í gildiskomuregluni í fjølmiðlaábyrgdarlógini er ásett, at lógin fer úr gildi 1. juli 2007. Tískil verður ongin lóg galdandi á økinum, um henda lógarbroytingin ikki verður framd.

 

Ásetingin í gildiskomuregluni um, at lógin fer úr gildi 1. juli 2007, varð sett inn í lógaruppskotið, av tí at ivi tók seg upp undir nevndarviðgerðini í rættarnevndini um, “hvørt ásetingarnar fyri Kringvarp Føroya í fjølmiðlalógini vóru í samsvari við politiska ynskið um ásetingarnar í nýggju kringvarpslógini § 6 um, at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir í Kringvarpi Føroya.”

 

Rættarnevndin sigur í álitinum frá viðgerðini í Løgtinginum, at “sambært løgfrøðiligu ráðgevingini staðfestir fjølmiðlaábyrgdarlógin, at rættarliga ábyrgdin fyri redaksjonella tilfarinum hjá kringvarpinum liggur hjá einstaka starvsfólkinum og í evsta føri hjá kringvarpsstjóranum. Fyri báðar tíðindadeildirnar merkir hetta, at rættarliga ábyrgdin í fyrstu atløgu liggur hjá einstaka tíðindafólkinum og síðani hjá kringvarpsstjóranum, meðan tíðindastjórarnir í veruleikanum ikki hava størri rættarliga ábyrgd enn einstøku tíðindafólkini.

 

Av tí at tað við hesum verður staðfest, at rættarliga ábyrgdin fyri tíðindaflutninginum bæði í útvarpi og sjónvarpi verður savnað á einum stað, ivast nevndin í, hvørt fjølbroytnið í almenna tíðindaflut­ninginum er nóg væl tryggjað.”

 

§ 5, stk. 2 í fjølmiðlaábyrgdarlógini ásetir, at tað bara kann vera ein redaktørur, og hetta er grundað á, at tað bara skal vera ein persónur, sum hevur endurgjalds- og revsirættarligu ábyrgdina fyri ónavnnevnd innsløg.

 

Útvarp og sjónvarp eru sum miðlar serligir á tann hátt, at teir ikki eru varandi, og hyggjarin ella lurtarin kann tískil ikki altíð fáa upplýst, hvør redaktørurin er, um so er hann ikki hevur sæð ella hoyrt alla sendingina, tí tað ikki verður „standandi”. Fyri borgaran er ein skipan við bara einum redaktøri eisini at taka fram um aðrar. Hetta útilokar á ongan hátt, at arbeiðið innanhýsis verður skipað soleiðis, at rætturin at leggja arbeiðið til rættis og avgera innihaldið í tí dagliga verður lagt til ein programmleiðara, men redaktørábyrgdin (ábyrgdin fyri ónavnnevndum innsløgum) kann ikki delegerast.

 

Í sambandi við viðgerðina av løgtingslóg um Kringvarp Føroya hava Løgtingið og mentanarnevndin tikið undir við galdandi kringvarpslóg, har tað í § 6, stk. 1 er ásett, at ”Stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og ábyrgdina av fyrisitingini og teimum málum, sum stovnurin tekur sær av. Stjórin skal umrøða viðurskifti við stýrið, t.d. programminnihald og programmlegging.” 

 

Mentanarnevndin sigur í álitinum frá viðgerðini av kringvarpslógini, at  ”Nevndin hevur lagt stóran dent á, at tað verða tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir í Kringvarpi Føroya. Fyri at staðfesta, at tíðindaeindirnar vanliga skulu arbeiða hvør sær, og fyri at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum soleiðis, at føroysku samfelagsviðurskiftini verða viðgjørd frá so nógvum sjónarhornum sum møguligt, skjýtir nevndin upp at broyta § 6, stk. 2 soleiðis, at orðini sjálvstøðugar tíðindaeindir verða sett inn.”

 

Innlendismálaráðið er av teirri fatan, at uppskotið til fjølmiðlaábyrgdarlóg ikki forðar fyri, at arbeiðið á Kringvarpi Føroya er skipað í tvær tíðindadeildir, ið eru óheftar av hørjari aðrari, og at rætturin at leggja arbeiðið til rættis og avgera innihaldið í tí dagliga verður lagt til ein programmleiðara, men sum áður nevnt, eigur redaktørábyrgdin (ábyrgdin fyri ónavnnevndum innsløgum) ikki at leggjast út, eisini tí at ábyrgdargrundarlagið er objektivt.

 

Rættarnevndin reisti í nevndarviðgerðini eisini spurningin um at staðfesta í fjølmiðlaábyrgdarlógini, at tað eru 2 tíðindadeildir í Kringvarpi Føroya, sum hava evstu redaksjonellu ábyrgdina av tíðindaflutninginum.

 

Innlendismálaráðið er av teirri fatan, at fjølmiðlaábyrgdarlógin ikki eigur at hava ásetingar um bygnaðin og innihaldið í Kringvarpi Føroya, men at hetta eigur at verða gjørt í serligari lóggávu um Kringvarp Føroya. Hetta er grundað á, at fjølmiðlaábyrgdarlógin er ein almenn lóggáva, ið er ætlað at hava ásetingar av almennum týdningi fyri allar fjølmiðlar, og ikki serligar ásetingar um einstakar fjølmiðlar.

 

Ynskir Løgtingið aðrar reglur um bygnað og ábyrgd enn tær, sum ásettar eru í kringvarpslógini, eiga slíkar broytingar at verða gjørdar í kringvarpslógini.

 

Verður kringvarpslógin broytt í mun til bygnað og ábyrgd, fær hetta avleiðingar í mun til ta generellu fjølmiðlaábyrgdarlógina.

 

Er tað so, at politiska ynskið ikki samsvarar við tað, sum er ásett í kringvarpslógini, verður mælt til at gera tær neyðugu broytingarnar í kringvarpslógini, soleiðis at eisini fjølmiðlaábyrgdarlógin fær virkað í samsvari við høvuðsendamálið, sum er at tryggja skrivi-, talu- og kunningarfrælsi og á henda hátt skapa bestu fortreytirnar fyri almenna orðaskiftinum.   

 

Ummæli

Uppskotið hevur ikki verið til ummælis.

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

Mett verður ikki, at uppskotið hevur fíggjarligar, umsitingarligar, umhvørvisligar, sosialar ella aðrar avleiðingar við sær.

 

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Nei

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

Nei

 

 

 

  

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Av tí at áseting um, at lógin skal fara úr gildi 1. juli 2007, verður strikað, merkir hetta, at lógin framvegis verður í gildi í sama líki, sum hon var sett í gildi 1. juli 2006.

 

Til § 2

Áseting um gildiskomu.

 

1. viðgerð 20. mars 2007. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 18. apríl 2007 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann 20. mars 2007 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 29. mars 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 20. apríl 2007. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 24. apríl 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 30 frá 30.04.2007