1-7 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2007-2
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
Ár 2006, 23. februar, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi
til
eykajáttanarløgtingslóg
fyri februar 2007-2
§ 7. Útbúgving og gransking
A. Yvirlit
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 2.000 2.000 -
Løguætlan - - -
Útbúgving og gransking 2.000 -
7.23.1. Ymsar útreiðslur 2.000 -
B. Játtanir
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
7.23.1. Ymsar útreiðslur
23.1.16. Skúlabókagrunnurin (Rakstrarj.) J: 5.568 -
EYJ: 2.000 -
Viðmerkingar:
Við fyriliggjandi uppskoti verður skotið upp at økja játtanina til Skúlabókagrunnin til skúlabókagerð við 2 mió. kr. fyri fíggjarárið 2007 og so at leggja 2 mió. kr. afturat játtanini fyri 2008 og 2009, soleiðis at Skúlabókagrunnurin tá hevur eina samlaða játtan upp á 11,5 mió. kr.
Sum ein liður í at styrkja føroyskt mál og mentan, styrkja fakliga førleikan og menna føroyska fólkaskúlan til heimsins besta innan 2015, er ein týðandi partur av hesum arbeiði at nýta meiri orku upp á at framleiða og geva út undirvísingartilfar til fólkaskúlan. Ferð má setast á hetta týdningarmikla arbeiðið beinanvegin, og ítøkilig stig takast at styrkja um útgávuvirksemi grunsins.
Sambært einum yvirliti, sum er gjørt av Føroya Skúlabókagrunni, so vantar hóskandi nútímans undirvísingartilfar í so at siga øllum lærugreinum, bæði í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlunum.
Til er nógv tilfar, sum, um tað varð skipað, kundi verðið nýtt sum undirvísingartilfar, men fíggjarlig orka er ikki til at gera hetta. Einasta gongda leið er ein styrktur bókaútgávupolitikkur.
Á heimasíðu grunsins stendur soleiðis greitt frá:
Avgerandi munurin á Skúlabókagrunninum og privatum forløgum, sum útgeva
undirvísingarmiðlar, er, at Skúlabókagrunnurin sum alment skúlabókaforlag hevur
ábyrgdir og skyldur at røkja í skúlaverkinum, sum hini forløgini ikki hava. Tey
forløgini hava einans skyldur mótvegis eigarunum. Hesi viðurskifti gera, at tað
ber ikki til beinleiðis at samanbera virksemið hjá Føroya Skúlabókagrunni við
teirra. Skúlabókagrunnurin kann ikki bara leggja útgávurnar til rættis eftir
handilsligum prinsippum. Eisini bøkur, sum ikki bera seg fíggjarliga, mugu
gevast út, skulu lesiætlanarkrøv og onnur krøv til skúlaverkið lúkast. Føroyski
skúlabókamarknaðurin er so lítil og umstøðurnar annars so øðrvísi, at ein
samanbering við grannalond skjótt gerst órímilig.
Bara í heilt fáum førum ber til at týða eina skúlabók beinleiðis, tí hon er sum
oftast so merkt av samfelagsviðurskiftunum í landinum, har sum hon er skrivað.
Tí er næstan altíð neyðugt við nógvum tillagingum til føroysk viðurskifti. Hetta
ger, at flestu útgávurnar hjá Skúlabókagrunninum eru upprunaligar, skrivaðar av
føroyingum.
Tað gerst alt meira greitt, at føroyingar noyðast at gera sínar egnu
undirvísingarmiðlar. Tað útlendska tilfarið — eins og undirvísingarmiðlar og
fakbøkur í øðrum londum — byggir á teirra heimliga støði og samleika. Útlendskt
tilfar verður tí minni og minni nýtiligt í føroyska skúlaverkinum.
Tað er grunsins greiða fatan, at lærarar og næmingar í føroyska skúlaverkinum
vilja hava føroyskar skúlabøkur heldur enn útlendskar bøkur og heldur enn
fjølritað tilfar og fyribils tilfar.
Ein almennur mentanarpolitikkur kundi staðfest, at verandi skipan er í
høvuðsheitum góð, at ein rímilig javnvág er millum teir partar, sum natúrliga
eiga at hava ávirkan á útgávurnar og á innihaldið í útgávunum, myndugleikarnar
og lærararnar.
Skal Skúlabókagrunnurin gera sær vónir um — í rímiligari framtíð — at nøkta
tørvin á føroyskum undirvísingarmiðlum til allar lærugreinir og
undirvísingarevni í skúlaverkinum, átti hann at fingið umleið 2 mió. kr.
afturat á fíggjarlógini, kunna sett eini tvey útgávufólk afturat og kunna
fíggjað tað tá vaksandi talið av útgávum.
1. viðgerð 8. mars 2007. Tingmálini nr. 1-6 og 1-7/2006 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 20. apríl 2007 legði fram soljóðandi
Tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu hava vegna Tjóðveldisflokkin lagt málið fram tann 23. februar 2007, og eftir 1. viðgerð 8. mars 2007 er tað beint fíggjarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17. og 19. apríl 2007.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen) vísir á, at landsstýrið hevur lagt eykajáttanarløgtingslóg fyri tingið, har m.a. er ein umbøn um eykajáttan til skúlabókagrunnin.
Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.
Minnilutin (Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen og Kári P. Højgaard) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.
2. viðgerð 24. apríl 2007. Uppskotið fall 8-0-15. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.