57 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya

A. Upprunauppskot
1. viðgerð (orðaskifti riggar ikki)
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 1. februar, løgdu tingmenninir Bill Justinussen, Jenis av Rana, Páll á Reynatúgvu og Tórbjørn Jacobsen vegna seg sjálvar fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya


 

§ 1

 

Í  løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya verður í § 3 “18” broytt til: “16”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Almennar viðmerkingar:

 

16 ára valrættaraldur

Nógv sjónarmið tala til fyrimuns fyri at broyta valrættaraldurin til 16 ár. Ung verða sum heild skjótari vaksin enn áður, tí upplýsing um øll lívsins viðurskifti er munandi lættari atkomulig í dag í mun til fyri nøkrum árum síðani. Atgongdin til vitan, sum áður varð hildin aftur, til fólk gjørdust vaksin, setir ferð á persónligu menningina, so børn skjótari gerast ung og vaksin enn áður. Hetta hevur við sær, at ung tíðliga hava virkna og sjálvstøðuga hugsan um samfelagsviðurskifti. Ung eru í dag sum heild væl vitandi og upplýst og minni fordómsfull enn eldra ættarliðið. Tí er ikki orsøk til at stúra fyri, at 16 ára gomul eru lættari offur fyri politiskari ávirkan enn tey eldru, og heldur ikki er orsøk at stúra fyri, at tey treytaleyst vilja hava somu politisku støðu sum foreldrini.

 

Aldur er ikki týdningarmesta fortreyt fyri at hugsa sjálvstøðugt og at hava búnar meiningar. Vaksin kunnu á fleiri økjum vera barnslig og ikki standa mát við tað, sum krevst fyri at hava eina sjálvstøðuga politiska hugsan, meðan tað øvugta kann gera seg galdandi fyri hin 16 ára gamla. Tí er aldurin ikki eitt eintýðugt mark fyri búning, hóast aldursmarkið sjálvsagt skal setast onkustaðni.

 

Valgranskarin Johannes Andersen frá Aalborg Universiteti, sum m.a. hevur granskað í spurninginum um ung og politikk, staðfestir, at: "De 16-17-årige er generelt godt orienterede, og de har holdninger. De vil vokse med ansvaret, hvis de har stemmeret, og det vil gavne deres engagement. Demokrati er noget, man opdrages til".

 

Kriminelli lágaldurin er 15 ár

Sæð í mun til aðrar aldursásetingar í lóggávu er tað áhugavert at staðfesta, at kriminelli lágaldurin er 15 ár. Hetta hevur við sær, at á fleiri økjum skulu ung svara fyri stórum avgerðum og uttan iva størri enn at luttaka í politiska lívinum. Tá tað ber til at krevja av einum 15 ára gomlum, at hann skal svara fyri sínum brotsverkum, er hetta júst grundað á fakligar metingar av, hvussu búgvin fólk eru sum 15 ára gomul. Lóggávuvaldið hevur sostatt staðfest, at 15 ára gomul í stóran mun eru búgvin til stóra ábyrgd.

 

Myndugleikaaldurin

Tað er náttúrligt at spyrja, um valrættaraldur og myndugleikaaldur ikki eiga at fylgjast, og onkrar góðar grundgevingar finnast fyri hesum sjónarmiði. Men tó eru hetta ikki avgerandi grundgevingar og viga ikki tyngri enn sjónarmiðini, sum tala fyri at lækka valrættaraldurin. Myndugleikaaldurin snýr seg í stóran mun um, nær fólk eru búgvin til at taka á seg fíggjarliga ábyrgd, og her hevur álitið hjá t.d. einum lánveitara á lántakara og hansara evni at halda sínar skyldur avgerandi týdning. Slík viðurskifti hava nógv við inntøkumøguleikar hjá yngri enn 18 ára gomlum at gera og minni við teirra sjálvstøðugu hugsan um samfelagslig viðurskifti at gera. Í flestu førum eru 16 ára gomul framvegis fólkaskúlanæmingar og hava tí náttúrliga avmarkaðar møguleikar fyri at taka á seg fíggjarligar skyldur.

 

Demografi

Ung skulu hava rætt til at velja teir politikarar, sum seta karmarnar fyri teirra lívi í dag, og sum ávirka teirra lív tey næstu 10, 20 og 80 árini. Aldurssamansetingin í fólkinum broytist støðugt, tí vit gerast øll eldri, samstundis sum lutfalsliga talið av ungum minkar spakuliga. Henda demografiska umskiplingin hevur við sær eina fólkaræðisliga skeikling. Um vit ynskja at varðveita fólkaræðisligu aldursjavnvágina, sum í dag er galdandi, skulu vit enntá seta valaldurin longur niður.

 

Ungdómsluttøka

Kanningar uttanlands staðfesta, at ung í 16-17 árs aldrinum luttaka minni í politiskum orðaskiftum og í politiskum flokkum enn aðrir aldursbólkar. Helst kemst hetta av, at tileggjanin er lítil, tí hesi hava ikki møguleika fyri veruligari ávirkan. Ein lækking av valrættaraldrinum vil tileggja teimum 16 og 17 ára gomlu í størri mun at hava ítøkiligar hugsanir um politisk viðurskifti, um politiskar flokkar og um fólkaræði í síni heild. Hetta er m.a. vorðið staðfest í teimum týsku landspørtunum, har 16 ára gomul hava havt atkvøðurætt síðani 1996.

 

Spurningurin hevur við jøvnum millumbilum verið havdur á lofti í fleiri londum í okkara parti av heiminum, og politiskt hava uppskot verið frammi. Serliga í sambandi við kommunuval í ymsum norðanlondum hava ynski verið frammi um at veita yngri enn 18 ára gomlum valrætt, men enn hevur ikki verið undirtøka fyri at taka hetta stig. Tó er 16 ára valrættaraldur galdandi í fleiri londum kring heimin.

 

Uppskotssetararnir halda, at tíðin er búgvin til at taka hetta stigið nú. Stýrisskipanin ásetir, at tvey fylgjandi løgting skulu samtykkja hesa broyting, tí fær ein slík samtykt ikki avleiðingar fyri komandi løgtingsval. Um Løgtingið samtykkir fyriliggjandi uppskot, er náttúrligt sum avleiðing at gera somu broyting í kommunuvallógini, og kundi eitt kommunuval samstundis verið ein vælegnað roynd. Síðani kundi eitt komandi Løgting tikið endaliga stigið, um royndin var væleydnað.

 

 

Viðmerkingar til einstøku ásetingarnar:

 

Til § 1

Í hesi áseting verður aldurin at velja til Løgtingið lækkaður úr 18 ár niður í 16 ár.

 

Sambært § 4, stk. 1 í stýrisskipanarlógini er tann valbærur, sum m.a. hevur valrætt til Løgtingið. Broytingin í § 3 hevur tískil við sær, at tey, sum eru 16 ár og annars lúka treytirnar í § 4, eisini kunnu veljast í Løgtingið.

 

Til § 2

Sambært § 57, stk. 1 í stýrisskipanarlógini kann eitt samtykt broytingaruppskot av stýrisskipanarlógini ikki beinanvegin verða staðfest av løgmanni. Samtykta broytingaruppskotið skal eftir komandi val verða samtykt óbroytt í fyrstu setu nývalda tingsins. Síðani kann løgtingslógaruppskotið verða staðfest á vanligan hátt av løgmanni.

1. viðgerð 20. februar 2007. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 20. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Bill Justinussen, Jenis av Rana, Páll á Reynatúgvu og Tórbjørn Jacobsen hava lagt málið fram tann 1. februar 2007, og eftir 1. viðgerð tann 20. februar 2007 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 5., 12. og 19. mars 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Føroya Ungdómsráð, Firouz Gaini, mannfrøðing, og løgmann.

 

Uppskotið hevur sum endamál at lækka valaldurin til Løgtingið úr 18 árum niður í 16 ár.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Meirilutin í nevndini (Marjus Dam, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, John Johannessen og Kaj Leo Johannesen) viðmerkir, at hóast valdurin seinastu fimmti árini støðugt er lækkaður, úr 25 árum niður í 18 ár, so hevur valaldurin tó ongantíð verið lægri enn myndugleikaaldurin, sum skotið verður upp í hesum uppskotinum. Meirilutin heldur, at samsvar eigur at vera millum valaldurin og myndugleikaaldurin, sum í dag er 18 ár.

 

Meirilutin tekur tískil ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti (Finnur Helmsdal) vísir á, at undir viðgerðini av uppskotinum um at lækka valaldurin í Føroyum niður í 16 ár úr 18 árum, eru ikki komin fram avgerandi grundgevingar fyri ikki at taka undir við uppskotinum. Og vóru teir felagsskapir og persónar, sum rættarnevndin boðsendi til fundar í hesum máli, fyri tað mesta jaligir í mun til at lækka valaldurin. Alt tos um, hvør er búgvin og nær, heldur minnilutin hava ein farra av “at tað er nakað, sum kemur einum til hugs í skundi” heldur enn at vera nakað, sum er hugsað nógv og djúpt um.

 

Heldur eiga vit at taka tann veruleika í álvara, at so hvørt sum tíðirnar og samfelagið broytist, so broytist bæði hugburðurin og leikluturin hjá tí unga. Tað er heldur ikki av tilvild, at man er farin at gera álvara av at lækka valaldurin  í nøkrum evropeiskum londum, t.d. í einum landsparti í Týsklandi.

 

Minnilutin er samdur við teimum sum siga, at valaldur og myndugleikaaldur eiga at fylgjast. Men kann rættarnevndin ikki gera nakað við myndugleikaaldurin, sum er eitt reint danskt málsøki. Minnilutin fer tó at heita á viðkomandi myndugleikar, um at gera sítt til, at myndugleikaaldurin verður lækkaður, um valaldurin verður tað.

 

Minnilutin hevur tó lyndi til at taka undir við teimum, sum siga, at ein lækking úr 18 niður í 16 í einum, kanska er eitt í og so ógvusligt stig at taka. Minnilutin loyvir sær tí at koma við einum broytingaruppskoti um, at valaldurin verður lækkaður niður í 17 ár, og setir tískil fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 1 verður “16” broytt til: “17”.

 

Soleiðis broytt tekur hesin minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein annar minniluti (Bill Justinussen) heldur, at grundgevingarnar fyri at seta valaldurin niður til 16 ár ikki hava verið afturvístar hvørki undir 1. viðgerð á tingi og heldur ikki í sambandi við viðgerðina í rættarnevndini. Bæði Føroya Ungdómsráð og Firouz Gaini halda, at uppskotið er skilagott, og taka undir við tí. Føroya Ungdómsráð kom tó við einum semingsuppskoti, sum snúði seg um at seta vallágaldurin og myndugleikaaldurin til 17 ár.

 

Víst hevur verið á, at um valaldurin verður settur niður í 16 ár, mugu aðrar broytingar eisini gerast. M.a. hevur verið ført fram, at so má rúsdrekkaaldurin eisini setast niður í 16 ár. Minnilutin heldur, at lítið skil er í slíkari grundgeving, tí stórur munur er á at hava eina hugsan um samfelagsviður­skifti, sum uppskotið snýr seg um, og at skula temja síni rúsdrekkanýtslu. Tey eru mong, sum hava havt valrætt í mong ár uttan at hava tamarhald á síni rúsdrekkanýtslu, og eru hesi besta dømi um, at hesi viðurskifti hava einki við hvørt annað at gera. Eisini er stóri munurin tann, at tann, sum hevur loyvi at keypa rúsdrekka, kann nýta hendan rætt so at siga hvønn dag í árinum, meðan tann, sum hevur valrætt, bert kann nýta hendan rætt í miðal ein dag um árið fjórða hvørt ár. Avleiðingarnar av at geva einum 16 ára gomlum rætt at keypa rúsdrekka kunnu gerast lívshóttandi fyri viðkomandi og alla familjuna, meðan avleiðingarnar av, at hann fær valrætt, mugu sigast at vera sera lítlar lutfalsliga.

 

Eisini er vert at hava í huga, at verandi skipan við vali fjórða hvørt ár hevur við sær, at umleið 700 veljarar eru millum 21 og 22 ár, áðrenn teir sleppa at velja fyrstu ferð. Tá hava teir verið oman fyri valrættaraldurin í 3-4 ár. Verður valrættaraldurin settur niður í 16 ár, kemur hetta at hava við sær, at bert umleið 1.400 fleiri veljarar vera undir 18 ár. Verður valluttøkan millum hesi ungu 75%, verður samlaði veljaraskarin, sum fer á val, øktur við 1.050. Í mun til umleið 30.000 atkvøður samsvarar hetta við umleið 3,5%.

 

Spurdur, um uppskotið er so kollveltandi, sum nøkur vilja vera við, metti samfelagsfrøðingurin Firouz Gaini, at hetta ikki er so. Hugsandi er, at atkvøðubýtið verður nøkulunda tað sama, sum við verandi støðu, og tí kemur hetta ikki at ávirka býtið av atkvøðum flokkanna millum nevnivert. Vinningurin av slíkari skipan er sambært kanningum aðrastaðni, at áhugin og ábyrgdin millum tey ungu fyri samfelagviðurskiftum økist.

 

Føroya Ungdómsráð metti, at tey ungu undir 18 ár ikki hava neyðuga áhugan fyri politikki júst av teirri orsøk, at tey ikki hava ávirkan. FUR metir, at um uppskotið verður samtykt, er natúrliga avleiðingin, at tey ungu gerast meiri virkin í samfelagsmenningini og í samfelagskjakinum.

 

Minnilutin vísir á, at uppskotið skal samtykkjast av tveimum Løgtingum, og tí verður eingin broyting í valrættaraldrinum og valbærisaldrinum til komandi val, hóast uppskotið verður samtykt.

 

Hesin minnilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 24. apríl 2007. Bropytingaruppskot frá minnilutanum í rættarnevndini, Finni Helmsdal, til § 1 fall 5-1-20. §§ 1 og 2 fullu 6-0-20. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.