96 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi 

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá  28. desember 2006, verður í § 2, stk. 1 orðingin ”5.500 kr. treytað” broytt til ”5.500 kr., fyri einsamallar upphaldarar tó 11.000 kr.,  treytað”

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar:

Hetta uppskot verður lagt fram í eini roynd at fáa ítøkiligan fíggjarligan bata hjá einsamøllum uppihaldarum í Føroyum beinanvegin.

 

Í desember 2005 legði Tjóðveldisflokkurin fram broytingaruppskot til fíggjarlógina, har skotið varð upp, at einsamallir uppihaldarar fáa dupultan barnafrádrátt í landsskattinum.

 

Uppskotið fall á tingi, men verður nú sett fram aftur sum sjálvstøðugt uppskot.

 

Tjóðveldisflokkurin heitir eisini á kommunurnar kring landið um at taka sama táttin upp og veita einsamøllum uppihaldarum dupultan barnafrádrátt.

 

Uppskotið um dupultan barnafrádrátt rakar eftir Tjóðveldisfloksins hugsan bæði sosialt rætt og kann gera veruligan fíggjarligan mun hjá einsamøllum uppihaldarum.

 

Er talan um einsamallan uppihaldara við lágari inntøku, verður krónuupphæddin í frádráttinum ein lutfalsliga stór broyting í tøku inntøkuni.

 

Sum dømi kann nevnast, at einsamallur uppihaldari við tveimum børnum undir 18 ár fer at hava

kr. 11.000 afturat, eftir at skattur er goldin. Um inntøkan er 180.000 kr. árliga, samsvarar hetta eini hækking í tøku inntøkuni á  8%.

1. viðgerð 23. mars 2007. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 20. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Tórbjørn Jacobsen hava lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð 23. mars 2007 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. mars og 12., 13. og 19.  apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum og við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum.

 

Uppskotið er ætlað at geva støkum uppihaldarum dupultan barnafrádrátt. Hetta hugtak er ikki allýst í uppskotinum.

 

Upplýst er áður fyri nevndini, at umleið 53% av nýføðingunum hava ógift foreldur. 

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum upplýsti fyri nevndini, at sum er ber ikki til at nýta skipanina hjá Toll & Skatt til at síggja, hvørji eru stakir uppihaldarar. Landsstýrismaðurin mælti staðiliga frá, at Toll & Skatt varð álagd at átaka sær eina umsiting av almannamálum. Landsstýrismaðurin vísti á, at verandi skipan við barnafrádrátti verður givin við atliti til børn undir 18 ár. Hetta er ein skipan, sum stórt sæð koyrir sjálvvirkandi uttan nakra umsiting.

 

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum upplýsti fyri nevndini, at hann ætlar at leggja uppskot fyri tingið á ólavsøku,  har heimild verður fyri at veita stuðul til  einsamallar uppihaldarar eftir umsókn. Eisini er ætlanin at gera eina útgreining av hugtakinum ”stakir uppihaldarar” og um, hvørjir møguleikar eru fyri at gera eina sjálvvirkandi stuðulsskipan til stakar uppihaldarar.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen  og

Lisbeth L. Petersen) heldur, at óansæð hvussu trupulleikin viðvíkjandi áseting um, hvør skal verða umfataður av hesum uppskoti um dupultan barnafrádrátt, verður loystur, so fer hetta at krevja munandi umsiting.  Hóast meirilutin ikki vil avvísa, at nógvar góðar grundir eru fyri at gera tiltøk fyri summar stakar uppihaldarar, heldur meirilutin seg ikki kunna taka undir við eini skipan, sum fer at áleggja skattavaldinum ein munandi vøkstur av umsiting, serliga tá talan í veruleikanum er um eina uppgávu, sum má metast at vera eitt almannamál. Tá er skattavaldið ikki rætti myndugleikin.

 

Meirilutin heldur, at um landið skal veita stuðul til stakar uppihaldarar, eigur hetta at vera ein partur av almannalóggávuni og ikki skattalóggávuni. Meirilutin vísir til, at landsstýrismaðurin arbeiðir við hesum.

 

Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Kári P. Højgaard, Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 24. apríl 2007. §§ 1 og 2 fullu 8-0-16. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.