Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
42. fundur
Ár 2006, mánadagin 18. desember, kl. 13.40, varð tingfundur settur.
Johan Dahl, løgtingsmaður, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál
nr. 52/2006: Misálit á Bjørn Kalsø, landsstýrismann
2.
Viðgerð av tingmáli
nr. 52/2006: Misálit á Bjørn Kalsø, landsstýrismann
Uppskot til misálit fall
1-9-19.
Málið avgreitt.
3.
3. viðgerð av tingmáli
nr.
1-4/2006: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2006
Uppskotið, sum samtykt við 2.
viðgerð, endaliga samtykt
28-0-1.
Málið avgreitt.
4.
3. viðgerð av tingmáli
nr.
38/2006:
Uppskot til løgtingslóg um lán til
bygging av ellis- og røktarheimi í Vági
Uppskotið, sum samtykt við 2.
viðgerð, endaliga samtykt
21-0-7.
Málið avgreitt.
5.
3. viðgerð av tingmáli
nr.
44/2006: Uppskot til løgtingslóg um sínámillum umsitingarliga hjálp í málum
um beinleiðis og óbeinleiðis skattir millum lond, sum eru limir í Europaráðnum
ella OECD.
Uppskotið, sum samtykt við 2.
viðgerð, endaliga samtykt
28-0-0.
Málið avgreitt.
6.
3. viðgerð av tingmáli
nr.
45/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
21-0-7.
Málið avgreitt.
7.
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, svaraði
fyrispurningi
nr. 100-15/2006 frá Høgna Hoydal,
løgtingsmanni, viðvíkjandi skyldum Føroya í altjóða sáttmálum, ið eru settir í
gildi fyri Føroyar umvegis Danmark
Málið avgreitt.
8.
Bárður Nielsen,
landsstýrismaður, svaraði
fyrispurningi
nr. 100-16/2006 frá Óla Breckmann,
løgtingsmanni, viðvíkjandi skattatrýsti, almennu skattainntøkuni og býti millum
inntøkubólkar av skattabyrðuni
Málið
avgreitt.
9.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bárður Nielsen,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið
hevur lagt fram tingmálini
nr. 50/2006:
Uppskot
til løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum
(barnastuðul), og
nr. 51/2006:
Uppskot
til løgtingslóg
barnastuðul
Tikið av dagsskrá:
3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur, og svar upp á fyrispurning nr. 100-17/2006 til Bárð Nielsen landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum millum útbúgvingar og lønarflokkingar
Formaðurin setti næsta fund at
verða týsdagin 19. desember, 2006, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:
1. Svar upp á fyrispurning nr. 100-14/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, víðvíkjandi lesi- og skriviveikum (orðblindum)
2. Svar upp á fyrispurning nr. 100-17/2006 til Bárð Nielsen landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum millum útbúgvingar og lønarflokkingar
3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-18/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi ónøgdini viðvíkjandi miðfyrisitingini
4. Framløga
Fundur lokin kl. 18.00
Edmund Joensen
Løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari