100-18 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi ónøgdini viðvíkjandi miðfyrisitingini  

Orðaskifti

Ár 2006, fríggjadagin 24. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Er ætlanin at endurskoða bygnaðin í miðfyrisitingini?
    1. Um ja, so nær og við hvørjum endamálið
    2. Um nei, so hví

 

  1. Hvussu nógvir búskaparfrøðingar arbeiða í miðfyrisitingini?
    1. Hevur talið verið stabilt, hækkandi ella lækkandi tvey tey seinastu árini?
       
  2. Hvussu nógvir løgfrøðingar arbeiða í miðfyrisitingini?
    1. Hevur talið verið stabilt, hækkandi ella lækkandi tvey tey seinastu árini?

 

  1. Hvussu nógvir búskapar- og løgfrøðingar høvdu arbeitt har, um talið var nøktandi?
     
  2. Í hvørjum av teim 7 ráðunum mangla búskapar- og løgfrøðingar?

 

Viðmerkingar:

Javnan hoyra vit um trupulleikar í miðfyrisitingini. Serliga snýr trupulleikin seg um manglandi arbeiðsmegi í teim ymsu ráðunum. Tær royndir, ein hevur gjørt sær hesi árini í politikki, eru m.a., at onki galið er við hvørki førleika ella vilja hjá hesum væl lærdu fólkum at útinna sítt arbeiði á fullgóðan hátt. Men, sum undirritaða sær tað, so er trupulleikin, at vit hava eina ov stirvna skipan, sum spjaðir frøðingarnar runt á tey ymsu  ráðini, har samstarvið millum ráðini er so at siga onki. Úrslitið er, at tað verða ov fá fólk til tær nógvu og stóru uppgávur, sum hvørt ráðið sær skal røkja.

 

Havi áður ført fram, at vit áttu at endurskoða bygnaðin í miðfyrisitingini, og kanna hvussu fleiri kundu arbeitt saman um tær stóru uppgávur, sum verða álagdar miðfyrisitingini. Er man ikki sinnaður at miðsavna serfrøðina, má man vita, hvat annað so er til ráða at taka. Eitt alternativ kundi verið at manna tey ymsu ráðini við nógv fleiri búskapar- og løgfrøðingum, enn talið er í dag. Hetta heldur undirritaða tó vera eitt óveruligt alternativ, tí tað er sera ivasamt, um umsøkjaratalið av búskapar- og løgfrøðingum hevði rokkið tí, sum verandi bygnaður leggur upp til. Harafturat hava politisku signalini ikki boðað frá einum ynski ella vilja at økja um talið av fólkum í miðfyrisitingini.

 

Hetta átti at sagt ábyrgdarhavaranum av miðfyrisitingini, løgmanni, okkurt. Her má okkurt gerast til tess at fáa eina nøktandi miðfyrisiting, sum kann røkja tær uppgávur, sum ein miðfyrisiting í einum rættarsamfelag sum tað føroyska, krevur.

 

Orsøkin til, at fyrispurningurin aftur verður reistur, eru dømi frá vikuni, har m.a. tveir av landsstýrismonnunum kæra sína neyð um manglandi arbeiðsorku í ráðunum. Dømini hugsað verður um, eru:

  1. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur seg ikki kunna gera eina kunngerð til grein 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap, tí honum manglar fólk úti í Fiskimálaráðnum. Samstundis sum hann ikki kann afturvísa, at landsins virði orsakað av hesi manglandi kunngerð, svimja út av landinum gjøgnum føroyskar strámenn. 
  2. Landsstýrismaðurin í  fíggjarmálum sigur seg ikki kunna avgreiða sáttmálarnar við fakfeløgini, m.a. tí honum manglar starvsfólk í Fíggjarmálaráðnum. Limirnir hjá 10 av 30 fakfeløgum arbeiða í løtuni uttan sáttmála.
  3. Eitt av álitisfólkunum í einum av ráðunum hevur í vikuni ført fram, at alt ov fáir løgfrøðingar arbeiða í miðfyrisitingini. Orsøkin er serliga vantandi virðing, vánaligt umhvørvi og ónøgdin er stór millum almennu løgfrøðingarnar, heldur hon.

 

 

Undirritaða vil við fyrispurninginum varpa ljós á ta ónøgd, sum er og hevur verið í miðfyrisitingini. Ein ónøgd, sum kemur fram við jøvnum millumbilum.

 

Harafturat havi eg varhugan av, at løgmaður ikki er nøgdur við verandi skipan, og kundi tí verið áhugavert at hoyrt, um hann ger ella ætlar at gera nakað við hetta. Miðfyrisitingin, sum vit kenna hana, er úti við 10 ára gomul og hevur tí eina endurskoðan fyri neyðini. Spurningurin er so, hvat løgmaður heldur, og hvat hann ætlar.

 

Á tingfundi 28. november 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 19. desember 2006 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

 

Til nr. 1

Bygnaðurin í almennu fyrisitingini verður alsamt endurskoðaður, og broytingar verða framdar við jøvnum millumbili soleiðis, at bygnaðurin er so skynsamur sum gjørligt í mun til uppgávurnar.

Í løtuni verður ikki arbeitt við at fremja grundleggjandi broytingar í miðfyrisitingini, sum til dømis at leggja saman ráð ella skipa nýggj ráð. Hinvegin er tað vanligt, at broytingar ella tillagingar verða gjørdar í miðfyrisitingini, ikki minst tá broytingar verða gjørdar í málsøkisbýtinum millum landsstýrismenn.

Tá almenna umsitingin varð umskipað í sambandi við, at stýrisskipanarlógin og lóg um ábyrgd landsstýrismanna vórðu settar í gildi, varð gjørt av, at hvør landsstýrismaður skuldi hava sína fyrisiting við yrkiskunnleika í bæði løgfrøði, búskaparfrøði, samfelagsfrøði o.s.fr., soleiðis at hann kundi fyrisita málsøkið sítt á lógligan og fullgóðan hátt.

Vit mugu tó gera okkum greitt, at fyrisitingarnar eru lutfalsvíst smáar, og tá stórur eftirspurningur er eftir yrkisførleika í restini av samfelagnum, merkist hetta skjótt í miðfyrisitingini.

Tá metast skal um fyrimunir og vansar viðvíkjandi ymiskum hættum at skipa almennu fyrisitingina er neyðugt at hava sum stevnumið, at tryggja einstaka landsstýris­manninum eina so holla fyrisiting sum gjørligt, soleiðis at landsstýrismaðurin kann sita fyri málsøki sínum á lógligan og fullgóðan hátt. Ein týdningarmikil fortreyt fyri at gera gott avrik er, at starvsfólkið trívist og mennist.

Við galdandi skipan verður ikki mett at vera rætt at miðsavna løgfrøðina, búskaparfrøðina og aðra frøði undir einum landsstýrismanni, tí trupulleikar kunnu tá standast av spurningum viðvíkjandi eitt nú ábyrgd og loyaliteti. 

Hetta merkir tó ikki, at frøðingar í fyrisitingini ikki skulu samstarva og sperra við hvønn annan í fakligum málum. Tí verður, umframt tað dagliga samstarvið, eisini eggjað til at hava lógartorg fyri løgfrøðingar í fyrisitingini og búskapartorg fyri búskaparfrøðingar. Eisini eru onnur torg skipað í miðfyrisitingini, eitt nú KT-forum. Tað hevur samstundis týdning, at skipað førleikamenning verður raðfest ovarlaga.

Annars skal viðmerkjast, at miðfyrisitingin hevur orðað felags virðis­grundarlag til tess at menna ein felags hugburð til grundleggjandi viðurskifti, ið hava týdning fyri at tryggja effektivitet og dygd. Í hesum verður m.a. lagt upp til, at starvsfólk sum starvast í miðfyrisitingini draga eina línu og seta skynsemi í hásæti. At seta felags virðir í verk tekur tó tíð og krevur, at tað verður arbeitt miðvíst við hesum.

Niðanfyri síggjast samlaðu tølini av búskaparfrøðingum og løgfrøðingum í miðfyrisitingini. Dentur verður lagdur á, at afturat hesum eru eisini aðrir samfelagsfrøðingar og onnur starvsfólk, ið loysa týðandi uppgávur fyri landsstýrismenninar, soleiðis at politikkur teirra kann verða framdur í verki. Mett verður tó, at tørvur er á fleiri búskapar- og løgfrøðingum, og ávíst rúm er fyri hesum fólkum á fíggjarlógini.

 

Til nr. 2

Niðanfyri er ein teljing av búskaparfrøðingum, ið starvast við búskapar- og fíggjarmálum í stjórnarráðunum.

Afturat hesum eru búskaparfrøðingar í miðfyrisitingini, sum starvast við øðrum enn búskapar- og fíggjarmálum, eitt nú við KT. Hesi eru ikki við í yvirlitinum. Aðalstjórar eru heldur ikki við í yvirlitinum.

Hinvegin starvast fólk, sum hava aðrar útbúgvingar enn í búskaparfrøði við búskapar- og fíggjarmálum, og eru hesi einans partvíst við í yvirlitinum.

 

 

Búskaparfrøðingar í starvi

Støðugt, hækkandi ella lækkandi seinastu 2 árini?

Løgmansskrivstovan

0

Lækkað við einum

Fíggjarmálaráðið

5

Óbroytt

Fiskimálaráðið

1

Lækkað við einum

Almanna- og heilsumálaráðið

3 búskaparfrøðingar

+ 2 samfelagsfrøðingar, ið arbeiða við fíggjarmálum

Óbroytt

Vinnumálaráðið

0

Lækkað við einum

Mentamálaráðið

2

Óbroytt

Innlendismálaráðið

0

Óbroytt

Íalt

13

 

 

Til nr. 3

Í yvirlitinum eru løgfrøðingar, undantikið aðalstjórar, ið starvast í miðfyrisitingini.

 

 

Løgfrøðingar í starvi

Støðugt, hækkandi ella lækkandi seinastu 2 árini?

Løgmansskrivstovan

2

Hækkað við einum

Fíggjarmálaráðið

2

Óbroytt

Fiskimálaráðið

2

Lækkað við einum

Almanna- og heilsumálaráðið

2

Lækkað við tveimum

Vinnumálaráðið

2

Lækkað við einum

Mentamálaráðið

3

Óbroytt

Innlendismálaráðið

4, harav eru 2 deildarstjórar

Lækkað við fýra

Íalt

17

 

 

Til nr. 4

Niðanfyri er yvirlit yvir, hvat stjórnarráðini við verandi játtan og uppgávum meta, er nøktandi tal av búskapar- og løgfrøðingum, aðalstjórar undantiknir.

 

 

Nøktandi tal av búskaparfrøðingum

Nøktandi tal av løgfrøðingum

Løgmansskrivstovan

1

2

Fíggjarmálaráðið

5

2

Fiskimálaráðið

2

3

Almanna- og heilsumálaráðið

7

4

Vinnumálaráðið

2

5

Mentamálaráðið

2

3

Innlendismálaráðið

0

8

Í alt

19

27

 

Til nr. 5

Av talvunum omanfyri sæst í hvønn mun einstøku stjórnarráðini meta seg hava tørv á fleiri búðskapar- og løgfrøðingum í mun til verandi støðu.

 

Málið avgreitt.