44 Uppskot til  lřgtingslóg um sínámillum umsitingarliga hjálp í málum um beinleiđis og óbeinleiđis skattir millum lond, sum eru limir í Europaráđnum og OECD

A. Upprunauppskot
B. 1. viđgerđ
C. Orđaskifti viđ 1. viđgerđ
D. Álit
E. 2. viđgerđ (Orđaskiftiđ riggar ikki)
F. 3. viđgerđ (Einki orđaskifti)

Ár 2006, 24. november, legđi Bárđur Nielsen, landsstýrismađur, vegna landsstýriđ fram soljóđandi

Uppskot

 

til

 

lřgtingslóg um sínámillum umsitingarliga hjálp í málum um beinleiđis og óbeinleiđis skattir

millum lond, sum eru limir í Europaráđnum ella OECD

 

§ 1. Ásetingarnar í hjálagda sáttmála um sínámillum umsitingarliga hjálp í málum um beinleiđis og óbeinleiđis skattir millum lond, sum eru limir í Europaráđnum ella OECD,

fáa viđ hesum lřgtingslógargildi.   

 

§ 2. Henda lřgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.

 

Kap. 1: Almennar viđmerkingar
Lřgtingslógin hevur til endamáls at břta um mřguleikan fyri sínámillum umsitingarligari hjálp í málum um beinleiđis og óbeinleiđis skattir uttan fyri norđurlond.

 

Eftir sáttmálanum skulu fřroyskir myndugleikar, um samsvarandi játtanir fáast aftur ímóti, veita umsitingarliga hjálp til myndugleikarnar í řđrum landi, sum hevur stađfest  millumtjóđa sáttmálan, eins og fřroyskir myndugleikar kunnu fáa umsitingarliga hjálp frá myndugleikunum í slíkum landi.

 

Málsráđandi myndugleikin í Fřroyum er Toll- og Skattstova Fřroya.

 

Málsráđandi myndugleikarnir hava rćtt til at veita og til at taka ímóti hjálp viđ umbýti av upplýsingum, sum kunnu vera av týdningi fyri álíkning, innkrevjing, innheinting, rćttarsókn ella kćruviđgerđ viđ atliti at beinleiđis og óbeinleiđis skattum og avgjřldum, smb. kapitli III, parti I.

 

Til nýtslu hjá málsráđandi myndugleikum í einum řđrum landi kann málsráđandi myndugleikin her á landi fáa til vega upplýsingar frá persónum og felřgum v.m. Upplýsingarnir verđa fingnir til vega eftir ásetingunum í skattalógini.

 

Málsráđandi myndugleikarnir kunnu luttaka í kanningum, sum verđa gjřrdar í fleiri londum samstundis, har málsráđandi myndugleikarnir hvřr á sínum landřki kanna skattaviđurskifti v.m. hjá persónum og felřgum v.m. Umbođ fyri teir málsráđandi myndugleikarnar kunnu luttaka í kanningum av skattaviđurskiftum v.m., sum fara fram á landřkinum hjá einum řđrum landi, eins og málsráđandi myndugleikarnir kunnu loyva umbođum fyri málsráđandi myndugleikarnar í einum řđrum landi at luttaka í kanningum av skattaviđurskiftum v.m., sum fara fram her á landi.

 

Málsráđandi myndugleikarnir hava rćtt til at veita og til at taka ímóti hjálp til innkrevjing og innheinting av beinleiđis og óbeinleiđis skattum og avgjřlum, smb. kapitli III, parti II. Málsráđandi myndugleikarnir kunnu innheinta útlendskar beinleiđis og óbeinleiđis skattir og avgjřld her á landi vegna málsráđandi myndugleikarnar í einum řđrum landi. Innheintingin fer fram eftir teimum reglum, sum eru galdandi fyri innheinting av samsvarandi ella líknandi fřroyskum skattum og avgjřlum.

 

Málsráđandi myndugleikin kann biđja málsráđandi myndugleika í einum řđrum landi um at innheinta fřroyskar beinleiđis og óbeinleiđis skattir og avgjřld. Tíđarfreistir, sum hava týdning fyri, nćr skattakrřv kunnu innheintast, verđa avgjřrdir sambćrt lóggávuni í tí landi, sum biđur um hjálp til innheinting.

 

Málsráđandi myndugleikarnir hava rćtt til at veita og til at taka ímóti hjálp til at kunngera skjřl, smb. kapitli III, parti III.

 

Málsráđandi myndugleikarnir skulu ikki veita umsitingarliga hjálp til málsráđandi myndugleika í einum řđrum landi, um hetta hevur viđ sćr atgerđir, sum ikki eru í samsvari viđ tey rćttindi og ta verju, sum eru tryggjađ persónum og felřgum v.m. sambćrt fřroyskari lóggávu, smb. grein 21 í sáttmálanum.

 

Í seinnu helvt av áttatiárunum spurdu donsku myndugleikarnir Fřroya Landsstýri um, hvřrt  Fřroyar hřvdu áhuga í at verđa fevndar av sáttmálanum hjá OECD og Eurparáđnum um sínámillum hjálp í skattamálum. Landstýriđ svarađi játtandi, men tá Danmark undirskrivađi sáttmálan 16. juli 1992, vóru Fřroyar av einhvřrji orsřk ikki viđ.

 

Á felagsfundum í embćtismannabólkinum, iđ umsitur norđurlendsku hjálpiavtaluna, har Fřroyar luttaka sum sjálvstřđugur partur, hava umbođ fyri hini norđurlondini fleiri ferđir fřrt fram, hví Fřroyar ikki gerast partur av OECD avtaluni, tí tá tulkingar skulu gerast av norđurlendsku hjálparavtaluni, er OECD-avtalan als ikki uttan týdning.

 

Í oktober 2005 varđ áheitan tí send til danska skattamálaráđiđ viđ ynski um, at OECD avtalan var víđkađ til eisini at fevna um Fřroyar.

 

Bođ eru nú komin frá danska skattamálaráđnum um, at frábođan er send OECD hřvuđssćtinum í Paris um, at Fřroyar verđa fevndar av OECD-avtaluni frá 1. januar 2007 at rokna.

 

Kapittul 2. Avleiđingar av lógaruppskotinum
Sáttmálin verđur mettur at hava ávísar fyrisitingarligar avleiđingar fyri landiđ, men ikki fyri kommunurnar ella vinnuna.

 

Sáttmálin hevur ongar avleiđingar fyri umhvřrviđ.

 

Heldur ikki hevur sáttmálin nakrar sosialar avleiđingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

Torfřrt er at siga nágreiniliga, hvřrjar fíggjarligar avleiđingar sáttmálin fćr. Roknast má tó viđ, at talan verđur um ávísar meirinntřkur, bćđi beinleiđis og óbeinleiđis skattir, til landiđ.

 

Eisini kann talan verđa um meirinntřkur til kommunalar myndugleikar. 

 

 

 

 

Fyri landiđ/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/řki í
landinum

Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiđingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiđingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvřrvisligar
avleiđingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiđingar í mun til altjóđa avtalur og reglur

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiđingar

 

 

 

 

Nei

 

 

 

Kapittul 3. Serligar viđmerkingar

 

Til § 1 

Í hesi grein góđkennir Lřgtingiđ, at ásetingarnar í sáttmálanum fáa lřgtingslógargildi.

 

Til § 2 

Í hesi grein er ásett, at lógaruppskotiđ fćr gildi sum lřgtingslóg sama dag, sáttmálin fćr gildi.

 

Skjřl:

Fylgiskjal 1.: Konvention om gensidig administrativ bistand i skattesager (donsk umseting av sáttmálanum)

Fylgiskjal 2.: Amendment of the annexes to the OECD/Council of Europe Convention on Mutual Assistance in Tax Matters         

 

1. viđgerđ 30. november 2006. Lřgtingsmálini nr. 43 og 44/2006 vórđu viđgjřrd saman og beind í fíggjarnevndina, sum tann 13. desember 2006 legđi fram soljóđandi

Álit

 

Landsstýriđ hevur lagt máliđ fram tann 24. november 2006, og eftir 1. viđgerđ 30. november 2006 er tađ beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viđgjřrt máliđ á fundum 8. og 11. desember 2006.

 

Nevndin hevur fylgjandi viđmerkingar:

Lógaruppskotiđ hjá Fíggjarmálaráđnum lógarfestir eina danska kunngerđ av sáttmálanum frá 1996. Danska kunngerđin er ikki bindandi sum lóg, hon er broytt viđvíkjandi donskum og grřnlendskum skattum v.m. í 2001, og uttan iva er sáttmálin broyttur óteljandi ferđir viđvíkjandi skattum v.m. hjá řđrum londum, iđ eru fevnd av sáttmálanum. Tađ, sum fřroyingar nú hava avtalađ seg fram til viđvíkjandi fřroyskum skattum v.m. er tí heldur ikki viđ í lógarfestu avtaluni, men bert lagt viđ sum kunnandi skjal til uppskotiđ.

 

Harumframt er lógaruppskotiđ av tí sama helst í mótstríđ viđ uppskotiđ til samtyktar hjá lřgmanni, iđ mćlir til, at Lřgtingiđ góđkennir sjálvan sáttmálan, sum hann er galdandi í dag.

 

Nevndin heldur, at lógaruppskotiđ eigur at verđa broytt, soleiđis at sáttmálin sjálvur ikki verđur lógarfestur (og heldur ikki ein donsk kunngerđ av sáttmálanum), men bert skyldan at halda hann og neyđugu heimildirnar í hesum sambandi. Hetta er leisturin, iđ danir hava valt. Harumframt heldur nevndin, at sjálvur sáttmálin eigur at verđa viđlagdur lógini, sum hann er galdandi í dag, viđ fřroysku ískoytunum. Herviđ verđur sáttmálin sjálvur ikki lógarfestur, og skuldi hetta heldur ikki veriđ neyđugt viđ tađ, at sáttmálin bert vendir sćr til myndugleikar.

 

Nevndin heldur, at lřgtingsmál nr. 43 Uppskot til samtyktar um OECD og Europaráđsins sáttmála um fyrisitingarliga hjálp í skattamálum er ikki neyđugt, men verđur lógaruppskotiđ broytt, sum nevnt omanfyri, so ger uppskotiđ til samtyktar heldur ongan skađa.

 

Nevndin hevur fingiđ landsstýrismannin at gera uppskot til ađra orđing, iđ er í tráđ viđ omanfyri nevndu viđmerkingar, og nevndin setir tí fram soljóđandi

 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

§ 1 verđur strikađ, og í stađin verđur sum §§ 1-7 sett:

§ 1. Eftir reglunum í millumtjóđa sáttmála um sínámillum umsitingarliga hjálp í skattamálum millum lond, sum eru limir í Europaráđnum ella OECD, skulu fřroyskir myndugleikar, viđ fyrivarni um samsvarandi tćnastu aftur ímóti, veita umsitingarliga hjálp til myndugleikarnar í řđrum landi, sum hevur stađfest  millumtjóđa sáttmálan, eins og fřroyskir myndugleikar kunnu fáa umsitingarliga hjálp frá myndugleikunum í slíkum landi. Sáttmálin er hjálagdur sum skjal til hesa lřgtingslóg.

 

§ 2. Landsstýrismađurin í fíggjarmálum útnevnir tann ella teir myndugleikar, sum kunnu veita ella taka ímóti áheitanum um hjálp eftir millumtjóđa sáttmálanum (málsráđandi myndugleikar).

 

§ 3. Málsráđandi myndugleikarnir hava rćtt til at veita og til at taka ímóti hjálp viđ umbýti av upplýsingum, sum kunnu vera av týdningi fyri álíkning, innkrevjing, innheinting, rćttarsókn ella kćruviđgerđ viđ atliti at beinleiđis og óbeinleiđis skattum og avgjřldum, sambćrt kapitli III, parti I í sáttmálanum.

Stk. 2. Til nýtslu hjá málsráđandi myndugleikum í einum řđrum landi kann málsráđandi myndugleikin her á landi fáa til vega upplýsingar frá persónum og felřgum v.m. Upplýsingarnar verđa fingnar til vega eftir ásetingunum í skattalógini.

Stk. 3. Málsráđandi myndugleikarnir kunnu luttaka í kanningum, sum verđa gjřrdar í fleiri londum samstundis, har málsráđandi myndugleikarnir hvřr á sínum landřki kanna skattaviđurskifti v.m. hjá persónum og felřgum v.m.

Stk. 4. Umbođ fyri teir málsráđandi myndugleikarnar kunnu luttaka í kanningum av skattaviđurskiftum v.m., sum fara fram á landřkinum hjá einum řđrum landi, eins og málsráđandi myndugleikarnir kunnu loyva umbođum fyri málsráđandi myndugleikarnar í einum řđrum landi at luttaka í kanningum av skattaviđurskiftum v.m., sum fara fram her á landi.

 

§ 4. Málsráđandi myndugleikarnir hava rćtt til at veita og til at taka ímóti hjálp til innkrevjing og innheinting av beinleiđis og óbeinleiđis skattum og avgjřldum, sambćrt kapitli III, parti II í sáttmálanum.

Stk. 2. Málsráđandi myndugleikarnir kunnu innheinta útlendskar beinleiđis og óbeinleiđis skattir og avgjřld her á landi vegna málsráđandi myndugleikarnar í einum řđrum landi. Innheintingin fer fram eftir teimum reglum, sum eru galdandi fyri innheinting av samsvarandi ella líknandi fřroyskum skattum og avgjřldum.

Stk. 3. Málsráđandi myndugleikin kann biđja málsráđandi myndugleika í einum řđrum landi um at innheinta fřroyskar beinleiđis og óbeinleiđis skattir og avgjřld. Tíđarfreistir, sum hava týdning fyri, nćr skattakrřv kunnu innheintast, verđa avgjřrdar sambćrt lóggávuni í tí landi, sum biđur um hjálp til innheinting.

 

§ 5. Málsráđandi myndugleikarnir hava rćtt til at veita og til at taka ímóti hjálp til at kunngera skjřl, sambćrt kapitli III, parti III í sáttmálanum.

 

§ 6. Málsráđandi myndugleikarnir skulu ikki veita umsitingarliga hjálp til málsráđandi myndugleika í einum řđrum landi, um hetta hevur viđ sćr atgerđir, sum ikki eru í samsvari viđ tey rćttindi og ta verju, sum eru tryggjađ persónum og felřgum v.m. sambćrt fřroyskari lóggávu ella siđvenju, smb. grein 21 í millumtjóđa sáttmálanum.

 

§ 7. Landsstýrismađurin í fíggjarmálum kann seta í verk ađrar reglur til fremjan av millumtjóđa sáttmálanum.”

 

§ 2 verđur hereftir § 8.

 

Ein samd nevnd tekur undir viđ málinum og mćlir Lřgtinginum til at samtykkja uppskotiđ viđ nevndu broytingum.

 

2. viđgerđ 15. desember 2006. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 1 til og viđ 7 samtykt 29-0-0. Uppskotiđ soleiđis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotiđ fer soleiđis samtykt til 3. viđgerđ.

 

3. viđgerđ 18. desember 2006. Uppskotiđ, sum samtykt viđ 2. viđgerđ, endaliga samtykt 28-0-0. Máliđ avgreitt.

 

Ll.nr. 126 frá 21.12.2006