45 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umsorgararbeiði

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 22. november, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot 

til 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 46 frá 9. mai 2005 um stuðul til umsorgararbeiði, sum broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 9. mai 2006, verður gjørd henda broyting:

 

Í § 3 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett:

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð ein býtislykil fyri stuðulin til dagtilhald fyri fólkapensjónistar, sum er grundaður á talið av eldri fólki yvir 66 ár í kommununi, har dagtilhaldið liggur.

Stk. 3. Er fjarstøðan millum dagtilhald fyri fólkapensjónistar styttri enn 5 km, kann landsstýrismaðurin gera eina serstaka raðfesting av stuðlinum til hesi dagtilhald, herundir at sýta stuðul.”

Stk. 2 verður hereftir stk. 4. 

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Endamálið við lógarbroytingini er at gera skipanina við stuðli til umsorgararbeiði greiðari og lættari at umsita. Hetta verður gjørt við, at landsstýrismaðurin fær heimild til at áseta í kunngerð, at stuðulin til dagtilhald hjá fólkapensjónistum verður veittur eftir einum býtislykli, sum er grundaður á talið av eldri fólki yvir 66 ár í kommununi, har dagtilhaldið liggur. Somuleiðis gevur lógarbroytingin møguleika fyri at gera eina serstaka raðfesting av stuðlinum til dagtilhald, har stutt flutningstíð er millum hesi. Serstaka raðfestingin merkir, at stuðul sum meginregla ikki verður veittur til nýtt virksemi, um eitt dagtilhald frammanundan liggur minni enn 5 km frá staðnum, har ætlan er at skipa tað nýggja virksemið. Orsøkin til hesa broyting er, at sleppast kann undan, at summi øki í landinum verða yvirumboðað við alment fíggjaðum dagtilhaldum í mun til onnur øki.

 

Síðan stuðulin til umsorgararbeiði í 2005 varð broyttur frá lógarbundnari játtan til stuðulsjáttan, hava áhaldandi trupulleikar verið við skipanini. Talið av umsóknum um stuðul er munandi vaksið, meðan játtanin á fíggjarlógini ikki hevur megnað at fylgt við tørvinum, hóast henda samstundis hevur verið munandi økt. Fyri fíggjarárið 2005 vóru umsóknir fyri samanlagt 7,4 mió. kr., meðan tað fyri fíggjarárið 2007 samanlagt eru umsóknir fyri í alt 9,5 mió. kr. Samlaða játtanin er sama tíðarskeiðið økt úr 5,3 mió. kr. upp í 6,8 mió. kr. Raðfestingin í lóggávuni um umsorgararbeiði er gjørd soleiðis, at mattænasturnar eru raðfestar ovast, síðan koma koyri- og vitjunartænasturnar og til seinast dagtilhaldini fyri fólkapensjónistar. Eru fleiri umsóknir enn játtanin røkkur til, verða tað sostatt altíð dagtilhaldini, ið ikki kunnu fáa fullan stuðul.

 

Skipanin við stuðli til umsorgararbeiði verður umsitin av Almannastovuni. Við grundarlagi í politisku umrøðuni av skipanini seinasta vetur, royndi Almannastovan at viðgera umsóknirnar soleiðis, at stuðul ikki bleiv veittur til nýggjar umsóknir frá dagtilhaldum – einans verandi virksemi varð stuðlað. Men Kærunevndin í almanna- og heilsumálum hevur síðan broytt hesar avgerðir, orsakað av at tær stríða ímóti líkheitsgrundregluni, sum forbjóðar, at stórt sæð eins mál verða viðgjørd ymiskt. Tí er einasti møguleikin hjá Almannastovuni at játta umsøkjarunum ein ávísan prosentpart av umsóknini. Verður hetta gjørt, kann tað føra til trupulleikar, ið minna um teir, ið tóku seg upp á sumri 2005. Tá játtaði Almannastovan nevniliga øllum umsøkjarum 56% av upphæddini, sum søkt varð um. Tað hevði við sær, at fleiri av tiltøkunum eftir skipanini vóru í vanda fyri at steðga upp, og landsstýrismaðurin noyddist tí í Løgtingið við eini umbøn um eykajáttan.

 

Heimildin í verandi lóggávu um umsorgararbeiði heimilar einans eina raðfesting millum tey ymisku sløgini av tiltøkum (mattænastu, koyri- og vitjunartænastu og dagtilhald fyri fólkapensjónistar), men ikki millum tiltøk av sama slagi. Tí er neyðugt at gera okkurt slag av býtisskipan av stuðlinum til dagtilhaldini, tí hesi eru raðfest aftast í røðini av fyriskipanum, ið kunnu fáa stuðul til umsorgararbeiði. Landsstýrismaðurin skjýtur upp, at heimilað verður at gera ein býtislykil, ið er grundaður á talið á eldri fólki yvir 66 ár í kommununi, har dagtilhaldið liggur.

 

Landsstýrismaðurin skal samstundis gera greitt, at tað innan verandi karmar ikki er møguligt at gera eina skipan, ið býtir stuðulin til dagtilhaldini á ein slíkan hátt, at allir partar verða nøgdir við tað. Orsakað av, at skipanin við umsorgararbeiði er ein stuðulsjáttan, er fíggjarligi tørvurin ofta størri enn játtanin, og tí fer at resta í onkustaðni á hvørjum ári. Kjarnutrupulleikin í sambandi við dagtilhaldini er tann, at øll stigtakanin er lokal, meðan tað fyrst og fremst er landið, sum skal fíggja dagtilhaldini. Hetta merkir, at tað er heldur ómakaleyst at byrja lokalt virksemi við dagtilhaldum, og fáa hetta fíggjað av landsmyndugleikunum. Á henda hátt er ein innbygdur árligur útreiðsluvøkstur á hesi konto, ið fer at halda fram eins leingi, sum stigtakanin til – og fíggingin av – dagtilhaldunum ikki liggur á sama staði. Landsstýrismaðurin er av teirri fatan, at fíggingin av dagtilhaldunum fyri fólkapensjónistar er ein sjálvsøgd kommunal uppgáva. Men í løtuni hevur landsstýrismaðurin ikki møguleika fyri at taka stig til at gera broytingar í uppgávubýtinum millum land og kommunur á hesum øki, orsakað av at bíðað verður eftir, at ein arbeiðsbólkur, ið Innlendismálaráðið hevur sett at viðgera spurningin um tað yvirskipaða ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, skal gerast liðugur við arbeiði sítt. Tí verður hetta uppskot sett fram, so býtið av stuðlinum til dagtilhaldini kann gerast so rættvíst sum møguligt undir verandi skipan.

 

Ummæli

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag, Innlendismálaráðnum, Almannastovuni og Landsfelag Pensjónista.

 

Kommunusamskipan Føroya átalar stuttu hoyringsfreistina og vísir samstundis á, at felagið av hesi orsøk ikki hevur havt møguleika fyri at viðgera uppskotið í øllum tættum. KSF tekur ikki undir við uppskotinum, sum tað fyriliggur. Felagið fatar tað sum eina roynd frá landinum í smáum bitum at flyta útreiðslur innan eldraøkið yvir á kommunurnar uttan nakra fíggjarliga kompensasjón til kommunurnar í skattliga býtinum millum land og kommunur. KSF mælir í staðin til, at landsstýrið saman við kommununum sum skjótast viðger spurningin um framtíðar uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur á eldraøkinum sum eina heild, herundir fíggingina av økinum.

 

Landsstýrismaðurin er ikki samdur við KSF í, at uppskotið hevur til endamáls at flyta útreiðslur frá landinum til kommunurnar. Endamálið við uppskotinum er einans at geva landsstýrismanninum nøkur betri fyrisitingarlig amboð til at býta stuðulin til dagtilhaldini fyri fólkapensjónistar.

 

Føroya Kommunufelag átalar eins og KSF ta stuttu hoyringsfreistina, sum hevur gjørt tað trupult hjá felagnum at viðgera uppskotið nøktandi. Føroya Kommunufelag tekur ikki undir við uppskotinum, sum tað fyriliggur. Felagið heldur ikki, at býtislykilin og landafrøðiligu atlitini, ið landsstýrismaðurin skjýtur upp at nýta í sambandi við stuðulin til dagtilhaldini, fara at gera skipanina greiðari og meira rættvísa. Serliga finst Føroya Kommunufelag at, at broytingarnar, sum eru í uppskoti, ikki taka atlit til tey mest vitjaðu dagtilhaldini, men einans til fjarstøðuna millum dagtilhaldini og til talið av pensjónistum í kommununi, har dagtilhaldið liggur.

 

Eins og Kommunusamskipan Føroya hevur Føroya Kommunufelag eina fatan av, at landið í smáum bitum roynir at flyta partar av eldraøkinum til kommunurnar, uttan at gera nakra broyting í skattligu viðurskiftinum millum land og kommunur. Føroya Kommunufelag mælir í staðin til at samskipa alt eldraøkið undir einari leiðslu við einum fíggjarligum karmi til tess at gagnnýta tilfeingið optimalt. Felagið er til reiðar at luttaka positivt í hesum arbeiði.

 

Landsstýrismaðurin fegnast um, at Føroya Kommunufelag sýnir eldraøkinum ein slíkan áhuga, sum hoyringssvarið ber brá av. Ongin ivi er um, at neyðugt er, at land og kommunur í felag finna loysnir á eldraøkinum, tí gongdin seinastu árini hevur verið, at kommunurnar taka altsamt meira ábyrgd á økinum, hóast eldraøkið framvegis er eitt landsmál. Tó er landsstýrismaðurin ikki samdur við Føroya Kommunufelag í, at hetta uppskotið er ein roynd at flyta nakrar útreiðslur frá landi til kommunurnar. Sum víst er á fyrst í almennu viðmerkinginum, verða ongar broytingar gjørdar í uppgávubýtinum millum land og kommunur, meðan greiningararbeiðið av hesum, ið Innlendismálaráðið varðar av, verður gjørt. Endamálið við uppskotinum er einans at geva landsstýrismanninum nøkur betri fyrisitingarlig amboð til at býta stuðulin til dagtilhaldini fyri fólkapensjónistar.

 

Almannastovan vísir í hoyringssvari sínum á, at við hesum uppskotinum verður tað einans bólkur 3 í kunngerðini um umsorgararbeiði (dagtilhald), har reglur verða ásettar fyri býtinum av stuðlinum. Av tí at ongar reglur eru gjørdar fyri bólk 1 (mattænastu) og bólk 2 (koyri- og vitjunartænastu), er útgangsstøðið í málsviðgerðini fyri hesar umsóknir tær upphæddir, søkt verður um. Tó hevur Kærunevndin í almanna- og heilsumálum staðfest, at tá talan er um stuðulsjáttan, er tað ein saklig grundgeving at taka hædd fyri at játta eina minni upphædd, enn søkt verður um.

 

Almannastovan vísir á, at virksemið í bólki 1 og 2 kann økjast, bæði í tali av umsóknum og øktum upphæddum. Hetta kann so aftur hava við sær, at enn minni verður til bólk 3, og tí er møguleiki fyri, at niðurskurðurin í hesum bólki gerst størri enn ætlað. Tí heldur Almannastovan tað vera rættast, um reglur vórðu ásettar fyri allar 3 bólkarnar, sum eru nevndir í kunngerðini um umsorgararbeiði. Hetta hevði gjørt, at økið bleiv betur skipað, og gjørt skipanina við stuðli til umsorgararbeiði greiðari og lættari at umsita. Somuleiðis mælir Almannastovan til, at býtislykilin verður soleiðis háttaður, at ein fastur eindarprísur verður settur á, t.d. fyri hvønn fólkapensjónist í landinum ella pr. brúkara í einum dagtilhaldi.

 

Landsstýrismaðurin er partvíst samdur við Almannastovuni í teimum sjónarmiðunum, sum verða endurgivin omanfyri, men hann heldur tað ikki vera nakra haldgóða loysn at gera býtislyklar fyri stuðulin til mattænasturnar og koyri- og vitjunartænasturnar. Hesar skipanirnar eru raðfestar framman fyri dagtilhaldini til tess at tryggja hesar skipanir so væl sum møguligt. Sum Almannastovan vísir á, er heimilað í verandi lóggávu, at umsóknir eftir bólki 1 og 2 ikki fáa fullu upphæddina, ið søkt verður um. Tí heldur landsstýrismaðurin ikki, at neyðugt er við fleiri fyrisetingum um býtið av stuðlinum til bólk 1 og 2. Hinvegin tekur landsstýrismaðurin undir við sjónarmiðinum hjá Almannastovuni um, at býtislykilin skal vera so einfaldur sum møguligt. Tí er uppskotið broytt soleiðis, at býtislykilin verður grundaður í talinum av eldri fólki í kommununi, har dagtilhaldið liggur.

 

Almannastovan mælir eisini til, at ásetingarnar um serligu raðfestingarnar millum dagtilhald, ið  hava eina fjarstøðu á minni enn 5 km, verða gjørdar greiðari. Hetta hevur landsstýrismaðurin tikið til eftirtektar. Uppskotið er tí broytt soleiðis, at tað sum meginregla ikki verður veittur stuðul til nýggjar umsóknir um stuðul til dagtilhald, um eitt dagtilhald frammanundan liggur í økinum, og tað er ein fjarstøða á minni enn 5 km til staðið, har tað nýggja dagtilhaldið er ætlað at liggja.

 

Landsfelag Pensjónista vísir á, at felagið ikki hevur havt møguleika at geva eitt formligt hoyringssvar, orsakað av tí stuttu hoyringsfreistini. Tó mælir Landsfelag Pensjónista til, at fjarstøðumarkið millum dagtilhaldini á 10 km verður sett niður til millum 5 og 8 km. Landsstýrismaðurin hevur tikið viðmerkingina hjá Landsfelag Pensjónista til eftirtektar, og tí er fjarstøðumarkið í § 3, stk. 3 sett niður til 5 km. 

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Uppskotið hevur við sær, at landsstýrismanninum verður heimilað at lata stuðulin eftir einum objektivum býtislykli, ið tekur hædd fyri talinum av pensjónistum í kommununi, har dagtilhaldið liggur. Hetta kann hava við sær, at stuðulin verður býttur øðrvísi enn í dag.

 

Um játtanin ikki røkkur til at veita dagtilhaldinum fullan stuðul, verður ein møgulig avleiðing, at neyðugt kann verða við einum ávísum egingjaldi í sambandi við dagtilhaldini. Somuleiðis er møguligt, at kommunur ella felagsskapir fara at gjalda ein ávísan part av rakstrarkostnaðinum av dagtilhaldunum fyri fólkapensjónistar, men hetta er kortini ikki ásett í lógini.

 

Ein onnur avleiðing av uppskotinum kann vera, at stuðulin til dagtilhald, ið liggja stutt frá hvørjum øðrum, í ávísum førum verður raðfestur øðrvísi enn í dag. Hetta verður tó mett um í hvørjum einstøkum føri.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur munandi positivar umsitingarligar avleiðingar við sær fyri Almannastovuna, ið umsitur stuðulin til umsorgararbeiði, tí tað gevur landsstýrismanninum væl betri heimildir til at raðfesta stuðulin til dagtilhald fyri fólkapensjónistar.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki sosialar avleiðingar.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ikki avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

(Ja)

(Ja)

(Ja)

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Greinin heimilar landsstýrismanninum í kunngerð at áseta ein býtislykil fyri stuðul til dagtilhald fyri fólkapensjónistar. Býtislykilin verður nýttur til at útgjalda restupphæddina, ið er eftir, tá stuðulin til mat-, koyri-, og vitjunartænastur er avgreiddur. Býtislykilin skal vera grundaður á talið av fastbúgvandi fólki, ið eru 67 ár og eldri, í kommununi, har dagtilhaldið liggur.

 

Tann serstaka raðfestingin merkir, at stuðul ikki verður veittur til nýtt virksemi, um eitt dagtilhald frammanundan liggur minni enn 5 km í vegalongd frá staðnum, har ætlan er at skipa tað nýggja virksemið. Endamálið við serstøku raðfestingini er at fáa sum frægast burtur úr stuðlinum til hesi dagtilhald við at forða fyri, at stuðulin gerst meira smábýttur, orsakað av at fleiri dagtilhald verða byrjað í einum ávísum øki.

 

Fjarstøðan millum dagtilhald verður roknað út eftir almennu upplýsingunum hjá Landsverki um vegalongdir millum bygdir. Liggja dagtilhaldini í somu bygd, verða upplýsingar hjá avvarðandi kommunu um vegalongdir nýttar til útrokningina. 

 

Til § 2

Gildiskomusregla.

 

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1: Hoyringsskriv frá Kommunusamskipan Føroya

Skjal 2: Hoyringsskriv frá Almannastovuni

Skjal 3: Hoyringsskriv frá Føroya Kommunufelag

Skjal 4: Viðmerkingar frá Landsfelag Pensjónista

 

 1. viðgerð 6. desember 2006. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 13. desember 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 22. november 2006, og eftir 1. viðgerð 6. desember 2006 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 13. desember 2006.

 

Uppskotið gevur landsstýrismanninum rætt til í kunngerð at ásetta nærri reglur viðvíkjandi stuðli til dagtilhald. Nevndin heldur, at  landsstýrismaðurin hevur hesa heimild við verandi lóg.

 

Nevndin heldur, at stuðul til dagtilhald eigur at verða ein kommunal uppgáva burturav. Nevndin heldur tí, at landsstýrismaðurin eigur at taka upp samráðingar við kommunurnar um  í semju at finna ein leist, har kommunurnar yvirtaka hetta økið.  

 

Við hesum viðmerkingunum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð  15. desember 2006. Uppskot frá Finni Helmsdal, tingmanni, um at beina málið aftur í nevnd fall 9-0-15. §§ 1 og 2 samtyktar 16-1-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 18. desember 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-7. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 127 frá 21.12.2006