36 Uppskot til  løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í smb. við lógarbundnar uppgávur

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti  við 2. viðgerð
H. Broytingaruppskot 1 og Broytingaruppskot 2
I. 3. viðgerð
J. Orðaskifti við 3. viðgerð*
K. Álit II
L. Framhaldandi 3. viðgerð
M. Orðaskifti við fr. 3. viðgerð

Ár 2006, 3. november, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur

 

Øki lógarinnar

§ 1. Henda løgtingslóg ásetir treytirnar fyri sjálvbodnum kommunusaman-leggingum og eindum, ið sjálvbodnar samanleggingar ella kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur skulu halda seg innanfyri.

 

Sjálvboðin kommunusamanlegging

§ 2. Sjálvbodnar kommunusaman-leggingar ella kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur kunnu verða framdar/framd innan hesar eindir:

1)

Norðoyggjar t.e. Fugloyar, Svínoyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar, og Húsa kommunur.

2)

Eysturoy, t.e. Fuglafjarðar, Leirvíkar, Gøtu, Nes, Runavíkar, Sjóvar og  Funnings kommunur.

3)

Sundalagið, t.e. Eiðis og Sunda kommunur.

4)

Streymoy, t.e. Vestmanna, Kvívíkar og Tórshavnar kommunur.

5)

Vágar, t.e. Sandavágs, Miðvágs og Sørvágs kommunur.

6)

Sandoy, t.e. Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar kommunur.

7)

Suðuroy, t.e. Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur

 

§ 3. Avtalur um kommunusamanlegging skulu hava fyrilit fyri:

1)

at stovnseta kommunueindir, sum eru samfeldar landafrøðiliga og samferðsluliga,

2)

Møguleikunum fyri at menna fólka-, vinnu- og búskaparviðurskifti,

3)

at røkja kommunuuppgávur, og

4)

at fólkatalið helst skal vera í minsta lagi 2000 borgarar.

Stk. 2. Reglurnar í stk. 1, nr. 1 og 4 eru ikki galdandi fyri útoyggjakommunur, ið hava ætlanir um kommunu-samanlegging sínámillum.

 

§ 4. Áðrenn avtalur um kommunu-samanleggingar verða góðkendar av landsstýrismanninum sambært § 5, skal semja í minsta lagi vera um:

1)

kommununavnið, har heitið "kommuna" skal vera ein partur av navninum,

2)

staðseting um, hvar og hvussu kommunustýrið finnur sær sæti,

3)

mannagongd um samanlegging av fyrisiting,

4)

uppgerð av ognar- og fíggjar-viðurskiftum,

5)

tíðarfesting um, nær samanleggingin skal vera fullførd, og

6)

um staðbundnar nevndir skulu verða settar.

 

Heimildir

§ 5. Avtalur um sjálvbodnar kommunu-samanleggingar skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann, eftir góðkenning frá viðkomandi kommunum, umskipa og tillaga kommunumark, har kommunu-samanleggingin ber við sær óhóskilig  marknaviðurskifti. Eru ivamál um kommunumark, tekur landsstýris-maðurin avgerð í málinum.
Stk. 3. Avgerðir sambært stk. 1 og 2 eru endaligar innan fyrisitingina.

 

§ 6. Uttan mun til, um tað snýr seg um kommunusamanlegging, kann landsstýrismaðurin góðkenna eina umskipan av markinum í millum kommunur, um semja er teirra millum.

 

§ 7. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusaman-legging eftir ásetingunum í kommunuvallógini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um vegleiðandi fólkaatkvøðu.

 

Gildiskoma

§ 8. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2.
Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 77 frá 8. mai 2001 um sjálvbodnar kommunusamanleggingar

 

§ 9. Tá henda løgtingslóg kemur í gildi, eru tær føroysku kommunurnar hesar: Fugloyar-, Svínoyar-, Viðareiðis-, Hvannasunds-, Klaksvíkar-, Kunoyar-, Húsa-,  Fuglafjarðar-, Leirvíkar-, Gøtu-, Runavíkar-, Nes-, Sjóvar-, Sunda-, Eiðis-, Funnings-, Kvívíkar-, Vestmanna-, Tórshavnar-, Sandavágs-, Miðvágs-, Sørvágs-, Skopunar-, Sands-, Húsavíkar-, Skálavíkar-, Skúvoyar-, Hvalbiar-, Tvøroyrar-, Fámjins-, Hovs-, Porkeris-, Vágs- og Sumbiar kommuna.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við hesum lógaruppskoti er at víðka galdandi lóg til eisini at áseta ítøkiligar eindir fyri møguligum/gjørligum kommunalum samstørvum ella kommunu-samanleggingum. Hesar eindirnar skulu síðani verða tær einastu eindir, ið kunnu nýtast í viðurskiftum, ið hava við kommunur at gera. Hetta skal eisini vera galdandi, tá tað snýr seg um kommunal samstørv við heimild í serlóggávu, ið heimilar kommunum at samstarva um at loysa uppgávur.

 

Uppskotið verður lagt fram, tí mett verður, at tíðin er komin til eintýtt at áseta, hvørjar tær kommunalu eindirnar skulu vera, annaðhvørt, tað verður til samstarv ella kommunusamanlegging. Samstundis er tørvur á lógargrundarlagi, ið heimilar landsstýrismanninum at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusamanleggingar við støði í tilmæltu kommunalu eindunum.

 

Vegleiðandi fólkaatkvøða

Eftir uppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging við støði í ítøkiligu tilmælunum um eindir og heimild í kunngerð at áseta nærri reglur og mannagongdir o.s.fr.. Tað eru kommunustýrini, ið hava avgerðarrættin tá tað snýr seg um kommunusamanlegging. Í sambandi við tær flestu samanleggingar, ið eru framdar, hava vegleiðandi fólkaatkvøður verið hildnar, áðrenn kommunustýrini hava samtykt at leggja saman. Við heimildini at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu fær landsstýrismaðurin heimild at fáa staðfest, um undirtøka er fyri at leggja saman í tilmæltu eindirnar. Úrslitini kunnu síðan nýtast sum grundarlag hjá kommunustýrunum at samtykkja at leggja saman ella at leggja seg eftir at samstarva í eindunum, alt eftir um tað snýr seg um meiriluta fyri ella meiriluta ímóti samanlegging. 


Galdandi lóg

Upprunauppskotið til galdandi lóg um sjálvbodna kommunusamanlegging (tingmál 88/2000) var grundað á, at kommunusamanleggingar skuldu vera sjálvbodnar, tó at tað varð mett neyðugt at áseta, hvørjar tær ynskiligu eindirnar vóru, um farið var undir sjálvboðið at leggja saman í størri kommunalar eindir. Eftir at hava viðgjørt uppskotið, mælti rættarnevndin til at strika ítøkiligu ásetingarnar um, hvørjar tær ynskiligu eindirnar skuldu vera, tí hetta var ikki mett neyðugt vísandi til ásetingarnar, sum nú eru § 2 í galdandi lóg.

 

Síðani lógin um sjálvbodna kommunusamanlegging kom í gildi í 2001, er talið á kommunum minkað úr 48 niður í 34. Allar samanleggingarnar hava hildið seg innan fyri tær í upprunauppskotinum tilmæltu eindirnar. Tað sama er ikki galdandi fyri samstørv millum kommunur, ið eru stovnsett í sambandi við lógarásett samstørv í serlóggávu, hetta kann verða sera óheppið, um talið av skipaðum samstørvum fer at økjast millum kommunurnar, og/ella um fleiri økir verða løgd til kommunurnar, uttan at kommunur leggja saman í størri eindir. Vandi kann verða fyri, at ymsu samstørvini ikki vera samanfellandi, tvs. ymsar kommunur fara at samstarva um ymisk økir. Avleiðingin verður, at alt størri partur av kommunala sjálvræðinum verður lagdur til samstørv at umsita, samstundis sum samstørvini ofta bara hava fyrilit fyri tí, ið samstarvað verður um, og ikki øllum økjum, ið kommunurnar umsita.

 

Krøv til eindina

Hvørji eyðkenni eru, ið hava týdning, tá hugsað verður um møguligar størri eindir. Kommununevndin legði dent á hesi eyðkenni:

 

A. Landafrøðilig viðurskifti

B. Samferðsluskipan

C. Fólkagrundarlag

D. Samstarv

 

A. Landafrøðilig viðurskifti

Eindin skal vera ein natúrlig landafrøðilig eind, so at ráðleggingin og tænastuveitanin til borgaran loða væl saman. Tað er til dømis óhugsandi, at Sandoyggin og Norðoyggjar verða lagdar saman í eina kommunu ella ásett sum samstarvseind, tí henda eindin loðar ikki saman landafrøðiliga. Víddin og skapið á eindini eigur at vera soleiðis, at íbúgvarnir í eindini hava rímiliga atgongd til miðdepilin og tær almennu tænasturnar, og at gjørligt er at hava eina felags fatan av deplinum. At eindin er ein natúrlig landafrøðilig eind, átti eisini at borið við sær, at íbúgvarnir lættari kunnu venja seg við eindina, um teir ikki frammanundan hava eina kenslu av eindini.

Eitt oyggjasamfelag sum Føroyar er frá náttúrunnar hond býtt sundur í landafrøðiligar eindir. Dømi um eintýddar, landafrøðiligar eindir eru: Vágar, Norðoyggjar, Suðuroy og Sandoy.

 

B. Samferðsluskipanin

Alment kann verða sagt, at samferðslunetið/-skipanin í Føroyum er væl útbygd. Eitt sjálvsagt krav til nýggju eindirnar er, at tær skulu vera ein samanhangandi samferðslueind, so at ikki skal vera neyðugt at fara ígjøgnum eina aðra eind fyri at koma til hinar partarnar av eindini.

Í hesum viðfangi eigur eisini at verða havt í huga, at eindirnar mega verða skipaðar á tann hátt, at tær hava fyrilit fyri ferðamynstrinum hjá íbúgvunum við atliti at bústaði og arbeiði, og hvat miðstaðarøki lættast er at koma til hjá borgarunum bæði í almennu og privatu ørindum teirra. Um eindirnar hava hetta í huga, so stimbrar tað hitt staðbundna fyritakssemið, tí tænastuframleiðslan kann verða lagað til búsetingarmynstrið, lendisskipanin kann verða samskipað betur, og eitt betri samsvar fæst millum tey, sum nýta tænasturnar, og tey, sum fíggja tær.

 

C. Fólkagrundarlag

Hvussu stór ein eind í minsta lagi eigur at vera, er treytað av, hvørjar uppgávur kommunurnar skulu loysa. Umframt eina sømiliga fyrisiting skal eindin eisini kunna bjóða sínum borgarum tær tænastur, sum ein borgari í einum nútíðar samfelagi krevur; og krøvini verða størri og størri. Um so er, at eindin ikki megnar hetta, ja, so leitar borgarin sær aðrar leiðir eftir hesum tænastum. Ein eind eigur m.a. at bjóða sínum íbúgvum: Skúlagongd, eina sosiala skipan, ellis- og røktarheim, ítróttar- og samkomuhús o.s.fr.

Við støði í hesum áskoðanum metti Kommununevndin, tá hon viðgjørdi spurningin um kommunueindir, sum skilabest, at fólkatalið í kommunueindini ikki skuldi vera minni enn 2.000, og at best hevði verið, um tað var enn størri. Nevndin helt tað tó vera óveruligt at seta markið hægri enn 2.000, av tí at tær landafrøðiligu umstøðurnar í Føroyum eru so háttaðar, sum tær eru. Markið við 2.000 íbúgvum var eisini grundað á, at tað var tað, ið nevndin metti kravdist, fyri at kommunurnar kundu átaka sær fólkaskúlan sum eina kommunala uppgávu burturav. Við einum fólkagrundarlagi, sum er á leið 2.000 íbúgvar, hevði ein kommuna næmingagrundarlag fyri einum 2-sporaðum fólkaskúla. Hetta metti nevndin bar við sær ein virknari rakstur bæði hølisliga og undirvísingarliga, eins og tey fakligu tilboðini til næmingarnar vóru størri.

 

D. Samstarv

Kommununevndin metti eisini, at fyrilit átti at verið fyri kommunusamstarvi (kommunusamstørvum) av ymiskum slagi, av tí at samstørv hava skapt eina meira ella minni samanhangandi eind og eina felags kenslu.

 

Bestu hóskandi kommunueindir

Við støði í teimum nevndu eyðkennum verður mælt til hetta eindarbýtið:

•                    Norðoyggjar

•                    Eysturoy

•                    Sundalagið

•                    Streymoy

•                    Vágar

•                    Sandoy

•                    Suðuroy

 

Eindirnar: Norðoyggjar, Vágar, Sandoy og Suðuroy eru serliga grundaðar á eyðkenni sum natúrligar, landafrøðiligar eindir.

 Mælt verður til, at Suðuroyggin verður ein eind, sjálvt um oyggin við 2 eindum lýkur áður nevndu krøv. Men av tí at øll oyggin er ein natúrlig, landafrøðilig eind, verður hon nógv sterkari, um hon er ein, tí serstakliga tann fíggjarliga orkan verður størri. Eisini kann hugsast, at tað verður ein óheppin innanhýsis kapping, um tað verða 2 eindir í Suðuroynni heldur enn ein felags oyggjarmenning.

Við samstarvi og samanleggingum í Sundalagnum er longu eitt slag av felagskenslu, og síðan brúgvin varð bygd um Streymin, hevur hetta økið verið ein samanhangandi samferðslueind. Av hesum ávum, og tí at Kollafjørður er partur av Tórshavnar kommunu, verða Streymoyggin og Eysturoyggin býttar eitt sindur øðrvísi enn t.d. sýslubýtið og valdømisbýtið er í dag.

 

E.  Norðoyggjar

Eindin fevnir um: Fugloyar, Svínoyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar og Húsa kommunur.

Norðoyggjarnar eru ein natúrlig, landafrøðilig eind. Miðstaðarøkið í hesum føri er Klaksvík. Ferðasambandið úr oyggjum og bygdum er til Klaksvíkar bæði viðvíkjandi arbeiði, almennum tænastum og samskiftinum haðani og úr Norðoyggjunum. Tó hava fólk í Fugloy og Svínoy ikki somu atgongd til tænasturnar.  

 

Umframt hesi viðurskifti hava Norðoyggjar ymisk samstørv. Tær eru eitt læknadømi, allar kommunurnar í Norðoyggjum eru í Norðoya sýslu, og til løgtingsval eru Norðoyggjar eisini eitt valdømi. Av søguligum samstørvum er greitt, at Norðoyggjar vóru ein kommuna, tá ið kommunala skipanin varð sett í verk í 1872. Harumframt samstarva Norðoyggjar eisini um ellisheim og um ferðavinnuna.

 

F.  Eysturoy

Eindin fevnir um: Fuglafjarðar, Leirvíkar, Gøtu, Nes, Runavíkar Sjóvar og Funnings kommunur.

Hetta er ein natúrlig, landafrøðilig eind og samanhangandi samferðslueind.

Um samstørvini í hesi eindini er annars at siga, at samstarvað hevur verið ymsar vegir, og bendir tað ikki á eina so eintýdda eind. T.d. eru í Eysturoynni 3 læknadømi: Nes sóknar læknadømi, sum er Nes og Runavíkar kommunur. Kommunurnar kring Skálafjørðin (t.e. eisini Gøtu kommuna) samstarva um Kongshavnar havn og um brunamál (tó ikki Gøtu kommuna). Nes og Runavíkar kommunur samstarva um musikkskúla. Fuglafjarðar, Leirvíkar og Gøtu kommunur samstarva um brunamál og ítróttahøllina á Kambsdali. Harumframt keypa Leirvíkar og Gøtu kommunur sær framhaldsskúlapláss í Fuglafirði.

Bæði tí møguleikin er at stovnseta eina stóra eind, og at við eini loysn við tveimum minni eindum hevði verið neyðugt at býtt Gøtu kommunu  í tvey, verður mælt til, at Eysturoy verður ein eind.

 

G. Sundalagið

Eindin Sundalagið fevnir um: Eiðis og Sunda kommunur.

Hetta er ikki beinleiðis ein natúrlig, landafrøðilig eind; men brúgvin um Streymin ger hesa eindina til eina samanhangandi samferðslueind.

Eindin verður ein av teimum minstu, men hetta økið hevur lutfalsliga góðar menningarmøguleikar. Í økinum er longu farin fram stór samanlegging, samstundis sum tað er nógv samstarv millum kommunurnar.

 

H. Streymoy

Eindin fevnir um: Vestmanna, Kvívíkar og Tórshavnar kommunur.

Tórshavnar, Kvívíkar og Vestmanna kommunur eru ein sjálvstøðug, landafrøðilig eind. Hetta er natúrligt, tí vanliga samskiftið er við miðstaðarøkið. Í hesum viðfangi er at nevna, at av tí at Kollafjarðar og Tórshavnar kommunur vóru lagdar saman, kunnu Kvívíkar og Vestmanna kommunur ikki lúka tey eyðkenni, ið áður eru nevnd, at vera sjálvstøðug eind, og tær verða tí natúrligur partur av økinum. Mesta samskiftið hjá hesum kommunum er við Tórshavn, samstundis sum samskifti vestur í Vágar ikki kann metast at verða grundarlag fyri eini samstarvseind, tí ein natúrligur miðdepil hjá hesum kommunum heldur liggur í Tórshavn enn í Vágum.  

 

I. Vágar

Endin fevnir um: Sandavágs, Miðvágs og Sørvágs kommunur.

Vágar er ein natúrlig, landafrøðilig eind. Umframt Vágoy er Mykines eisini partur av hesi eind, tí alt samskifti við Mykines fer um Vágarnar.

Samferðslan í oynni er góð. Tí er góður møguleiki hjá íbúgvunum í oynni at ferðast til arbeiðis og at fáa atgongd til privatar og almennar tænastur.  Mykinesfólk hava harafturímóti ikki so lætta atgongd til tænasturnar.

Tað eru ymisk samstørv millum kommunurnar í økinum. Fyrst er at nevna Felagskommununa í Vágum. Vágar eru eisini: Eitt læknadømi, ein sýsla, eitt valdømi til løgtingsval, og upprunaliga vóru tær eisini ein kommuna. Harumframt samstarva kommunurnar um ellisheimið í Vágunum og eisini um musikkskúlan

 

 

J. Sandoy

Eindin fevnir um: Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar kommunur.

Sandoyggin er ein natúrlig, landafrøðilig eind. Umframt Sandoynna er Skúvoy eisini partur av hesi eind, tí tað mesta av samskiftinum úr Skúvoynni er um Sandoynna, og tí at Skúvoy landafrøðiliga og natúrliga hoyrir til Sandoynna.

Fólkatalið er undir 2.000, sum mett varð at vera skilabesta markið, tó er nógv, sum talar fyri, at tað er best at liva við einum undantaki í hesum føri, tí tað mundi verið ónatúrligt og óhóskandi at lagt hesa eindina saman við t.d. Suðuroynni, Vágum ella Streymoy. Henda eindin kann gerast lutvíst tyngri at reka. Hugsast kann tó, at hendan eindin, í størri mun enn hinar stóru, keypir sær tænastu frá øðrum, heldur enn sjálv at uppbyggja allan neyðugan serkunnleika. Eindin skuldi tí ikki verið nøkur forðing fyri at lagt uppgávur út til kommunurnar. Hædd eigur tó at verða tikið fyri hesari eindini í kommunuskipanini.

Samferðsluskipanin í Sandoynni er góð, og tí er lætt hjá íbúgvunum at ferðast í oynni bæði í sambandi við arbeiði, og tá ið tørvur er á privatum og almennum tænastum.

Skúvoyingar hava harafturímóti ikki so lætta atgongd til tænasturnar.

Sandoyggin saman við Skúvoy eru ein sýsla, eitt valdømi til løgtingsval, eitt læknadømi, og henda sýslan var ein av teimum upprunaligu kommununum. Harumframt samstarva kommunurnar í Sandoynni á fleiri økjum.  

 

K. Suðuroy

Eindin fevnir um: Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur.

Øll Suðuroyggin er ein natúrlig, landafrøðilig eind.  Suðuroyggin hevur ymisk samstørv: hon er ein sýsla (hevur fyrr verið tvær), eitt valdømi til løgtingsval, og hon var ein av teimum upprunaligu kommununum í 1892. Harumframt verður samstarvað á fleiri økjum sum ein eind; tað eru tó eisini samstørv, ið ikki fevna um alla oynna. Suðuroyar norðara helvt er eitt læknadømi. Harafturat samstarva hesar kommunur um barnatannlæknan, og Hvalbiar og Tvøroyrar kommunur samstarva um brunamál. Hvalbiar og Fámjins kommunur keypa sær eisini framhaldsskúlapláss á Tvøroyri.

Suðuroyar sunnara helvt er eitt læknadømi. Harafturat samstarva hesar kommunur um barnatannlæknan, og Sumbiar, Vágs og Porkeris kommunur samstarva um brunamál. Hovs, Porkeris og Sumbiar kommunur keypa sær framhaldsskúlapláss í Vági.

Tilmælið er tó ein samanleggingar- ella samstarvseind. Tíðin er farin frá møguleikanum fyri tveimum eindum, og vandi kann eisini verða fyri einari óhepnari kapping, har tilfeingið ikki verður nýtt á besta hátt.

 

L. Hoyring

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá øllum kommununum umframt Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya. Innkomnu hoyringsskrivini eru viðløgd.

 

Samanumtikið kunnu viðmerkingarnar í hoyringssvarunum bólkast í:

1.      Um tikið verður undir við uppskotinum ella ikki

2.      Viðmerkingar um tíðin er tann rætta, um ikki aðrir spurningar eiga at verða avgreiddir fyrst so sum uppgávu- og ábyrgdarbýti

3.      Viðmerkingar til sjálvar eindirnar, samanseting av kommunum og avmarkingarnar í sjálvari ásetingini av teimum ítøkiligu eindunum.

 

Við hesum uppskotinum verður spurningurin um eindirnar avgreiddur soleiðis, at hesar kunnu verða grundarlagið undir framhaldandi arbeiðinum, hvørs endamál m.a. er at fáa eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti. Tað, sum er avgerandi við at áseta eindirnar, er eintýðugt at greiða spurningin, hvørjar kommunur skulu vera í teimum einstøku eindunum, soleiðis at verandi kommunur hoyra til eina og bara eina eind. Við støði í viðmerkingunum hjá Funnings kommunu er kommunan flutt til eindina Eysturoy, tað, sum er avgerandi, er, at kommunur hoyra til eina og bert eina eind.

 

Tikið verður undir við, at heiti á uppskotinum eigur at lýsa innihaldið, tí er heitið víðkað við: “og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur”.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Ongar beinleiðis fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar standast av uppskotinum, hvørki fyri land ella kommunur. Orsøkin til hetta er, at uppskotið einans ásetir karmar fyri sjálvbodnum kommunusamanleggingum og tær eindir, ið samanleggingar ella samstørv ísv. lógarbundnar uppgávur skulu halda seg innanfyri.

 

Skipar landsstýrismanninum fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu, verður kostnaðurin av eini tílíkari fólkaatkvøðu ein til hálva aðru millión kr. 

 

Uppskotið fær ongar avleiðingar fyri vinnuna ella umhvørvið.

 

Ongar serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar verða fyri serstøk øki í landinum orsakað av uppskotinum, heldur ikki fær tað sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

Eingir millumtjóðasáttmálar, ið binda Føroyar, eru á økinum, ið lógaruppskotið fevnir um.

 

Hóast viðmerkingarnar omanfyri m.a. siga, at ongar sosialar avleiðingar verða fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir av uppskotinum, skal viðmerkjast, at ein avleiðing, sum verður, er, at ein ávís avmarking sjálvsagt verður viðvíkjandi hvørjum kommunum, ein kommuna kann samstarva ella leggja saman við.

 

Harumframt er vert at leggja til merkis, at uppskotið eftirfylgjandi kann fáa avleiðingar, um sjálvbodnar samanleggingar verða framdar sambært hesum lógaruppskotinum. Ein tílík samanlegging skuldi givið samanløgdum kommunum størri umsitingarførleika og møguleika fyri við skynsamari rakstri at minka um rakstrarútreiðslurnar. Hesar samstarvs- ella samanleggingareindir  kunnu eisini hava umsitingarligar avleiðingar bæði fyri land og kommunur, við tað at tað verða meiri ítøkiligar eindir at taka støðu til, tá spurningurin um at fáa eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur skal viðgerast frameftir. 

 

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

 

(Nei)

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Her verður mælt til, at lógin, umframt at áseta treytirnar fyri sjálvbodnum kommunusmanleggingum, eisini skal fevna um samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur.

 

Til § 2
Her verða 7 ítøkiligar samstarvs- ella samanleggingareindir ásettar.

 

Til §§ 3 - 6
Hesar ásetingar eru óbroyttar frá §§ 2-5 í galdandi lóg. 

 

Til § 7
Um vegleiðandi fólkaatkvøða verður fyriskipað av landsstýrismanninum, skal hon taka støðu í tilmæltu eindunum í § 2. Ein tílík fólkaatkvøða verður framd eftir ásetingunum í kommunuvallógini. Landsstýrismaðurin fær heimild í kunngerð at áseta nærri reglur m.a. um atkvøðuseðlar, brævatkvøður og tíðarásetingar .

 

Til § 8
Ongin viðmerking

 

Til § 9

Dagført yvirlit yvir kommunurnar. 

 

Viðlagt er:

 

Skjal 1: Hoyringssvar frá kommunum og kommunalum felagsskapum

1)   Svar frá Skúvoyar kommunu

2)   Svar frá Sands kommunu

3)   Svar frá Funnings kommunu, sí eisini skjal 16

4)   og 5) Svar frá Vágs kommunu

6)   Svar frá Sandavágs kommunu

7)   Svar frá Sørvágs kommunu

8)   Svar frá Vestmanna kommunu

9)   Svar frá Hvannasunds kommunu

10) Svar frá Hovs kommunu

11) Svar frá Leirvíkar kommunu

12) Svar frá Miðvágs kommunu

13) Svar frá Fámjins kommunu

14) Svar frá Sunda kommunu

15) Svar frá Tvøroyrar kommunu

16) Svar frá Funnings kommunu, sí eisini skjal 3

17) Svar frá Porkeris kommunu

18) Svar frá Føroya kommunufelag

19) Svar frá Fuglafjarðar, Gøtu, Leirvíkar og Klaksvíkar kommunum

20) og 21) Svar frá Kommunusamskipan Føroya

22) Svar frá Fuglafjarðar kommunu

23) Svar frá Runavíkar kommunu

1. viðgerð 16. november 2006. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 12. desember 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 2006, og eftir 1. viðgerð tann 16. november 2006 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 4., 7. og 11. desember 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya og landsstýrismannin í innlendismálum. Frá Fiskimálaráðnum hevur nevndin fingið viðmerkingar til uppskotið, viðvíkjandi avleiðingum, sum fyriliggjandi uppskot møguliga fær fyri uppskotið um broyting í eldsbrunalógini. Frá Innlendismálaráðnum hevur nevndin fingið responsum upp á skrivið frá Fiskimálaráðnum og hoyringssvar frá Fuglafjarðar kommunu og Eiðis kommunu.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Ein meiriluti (Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, Marjus Dam, Sverre Midjord og Finnur Helmsdal) er av teirri áskoðan, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur skulu hava valmøguleika at velja eindina Vágar ella Sundalagið heldur enn Streymoy. Orsøkin til, at mælt verður til hetta, er, at tað skapar betri javnvág landafrøðiliga og gevur eitt javnari fólkagrundarlag í økjunum.

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 2 verður nr. 4 orðað soleiðis: “4) Streymoy, t.e. Tórshavnar kommuna.”

2) Í § 2 verður sett inn nýtt stk. 2, sum verður soljóðandi: “Stk. 2. Vestmanna og Kvívíkar kommunur hava valfrælsi, hvørt tær leggja saman við eindini Sundalagnum ella Vágum. Tó skal fyrilitið í § 3, stk. 1, nr. 1 takast.”

 

Meirilutin í nevndini tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

Ein minniluti (Bill Justinussen) í nevndini er av teirri áskoðan, at uppskotið í eins stóran mun snýr seg um forbodnar kommunusamanleggingar sum sjálvbodnar kommunusamanleggingar. Tí heldur minnilutin, at útyvir at geva Vestmanna og Kvívíkar kommunum valfrælsi til at velja hvørja eind, tey vilja hoyra til, eigur Eiðis kommuna eisini at fáa valmøguleika, hvørt kommunan vil leggja saman við ella samstarva við eindini Sundalagnum ella Eysturoynni.

 

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 2 verður nr. 3 orðað soleiðis: “3) Sundalagið, t.e. Sunda kommuna.”

2) Í § 2 verður nr. 4 orðað soleiðis: “4) Streymoy, t.e. Tórshavnar kommuna.”

3) Í § 2 verður sett inn nýtt stk. 2, sum verður soljóðandi: “Stk. 2. Vestmanna og Kvívíkar kommunur hava valfrælsi, hvørt tær leggja saman við eindini Sundalagnum ella Vágum. Eiðis kommuna hevur valfrælsi, hvørt hon leggur saman við eindini Sundalagnum ella Eysturoynni. Tó skal fyrilitið í § 3, stk. 1, nr. 1 takast.”

 

Minnilutin í nevndini tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

2. viðgerð 14. desember 2006. Uppskot frá Bill Justinussen, tingmanni, um at beina málið aftur í nevnd fall 8-2-12. Broytingaruppskot frá minnilutanum í rættarnevndini, Bill Justinussen, til § 2 fall 5-1-16. Broytingaruppskot frá meirilutanum í rættarnevndini, Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, Marjus Dam, Sverra Midjord og Finni Helmsdal, til § 2 samtykt 15-1-6. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 15-0-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

Á tingfundi 20. desember 2006 løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal, Bill Justinussen, Jenis av Rana og Karsten Hansen fram soljóðandi

 

Broytingaruppskot 

til 

3. viðgerð

 

1) Í § 2, stk. 1 verður nr. 2 orðað soleiðis: “Eysturoy, t.e. Nes, Runavíkar, Sjóvar og Funnings kommunur

2) Í § 2, stk. 1 verður nr. 3 orðað soleiðis: “3) Sundalagið, t.e. Sunda kommuna.”

3) § 2, stk. 1, nr. 6 verður strikað, og § 2, stk. 1, nr. 7 verður hereftir nr. 6.

4) § 2, stk. 2 verður soljóðandi: “Stk. 2. Vestmanna og Kvívíkar kommunur hava saman valfrælsi, hvørt tær saman skulu verða partur av eind 3, 4 ella 5.”

5) Í § 2, verður sett inn nýtt stk. 3, sum verður soljóðandi: “Stk. 3. Fuglafjarðar, Leirvíkar og Gøtu kommunur hava saman valfrælsi, hvørt tær saman skulu verða partur av eind 1 ella 2.”

6) Í § 2 verður sett inn nýtt stk. 4, sum verður soljóðandi: “Stk. 4. Eiðis kommuna hevur valfrælsi, hvørt hon skal verða partur av eind 2 ella 3.”

7) Í § 2 verður sett inn nýtt stk. 5, sum verður soljóðandi: “Stk. 5. Sandoy, t.e. Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar kommunur hava saman valfrælsi, hvørt tær saman skulu verða partur av eind 4 ella 6.”

 

Viðmerkingar: 

Við 2. viðgerð av uppskotinum var eitt nýtt stykki sett inn í grein 2 soleiðis, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur fingu valmøguleika, hvørt tær ynsktu at hoyra til eindina Vágar ella Sundalagið heldur enn Streymoy. Við hesum broytingaruppskoti fáa Vestmanna og Kvívík saman valfrælsi, hvørt tær vilja hoyra til eindina Vágar, Sundalagið ella Streymoy. 

 

Fuglafjarðar, Leivíkar og Gøtu kommunur fáa saman valfrælsi, hvørt tær vilja hoyra til eindina Norðoyggjar ella Eysturoy.

 

Eiðis kommuna fær vælfrælsi, hvørt hon vil hoyra til eindina Eysturoy ella Sundalagið.

 

Allar kommunur í Sandoy fáa saman valfrælsi, hvørt tær vilja hoyra til eindina Streymoy ella Suðuroy.

 

Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Alfred Olsen, Poul Michelsen, Kristian Magnussen og Sverre Midjord fram soljóðandi

 

Broytingaruppskot 

til 

3. viðgerð

 

§ 2, stk. 2 verður soljóðandi: “Stk. 2. Vestmanna og Kvívíkar kommunur hava saman valfrælsi, hvørt tær saman skulu verða partur av eind 3, 4 ella 5. Hava Vestmanna og Kvívíkar kommunur ikki tikið avgerð innan 1. oktober 2009, tekur landsstýrismaðurin avgerð.”  

 

Viðmerkingar:

Við 2. viðgerð av uppskotinum varð eitt nýtt stykki sett inn í grein 2 soleiðis, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur fingu valmøguleika, hvørt tær ynsktu at hoyra til eindina Vágar ella Sundalagið heldur enn Streymoy. Við hesum broytingaruppskoti fáa Vestmanna og Kvívík saman valfrælsi, hvørt tær vilja hoyra til eindina Vágar, Sundalagið ella Streymoy.  Um so er, at kommunurnar ikki innan 1. oktober 2009 hava tikið avgerð um, hvørja eind tær vilja hoyra til, tekur landsstýrismaðurin avgerð.

 

Annars vilja uppskotssetararnir viðmerkja, at sambært upplýsingum frá landsstýrismanninum í innlendismálum kann hugtakið kommunusamstarv verða býtt sundur í helvt, nevniliga: felagskommunalt samstarv við fyriskipanarligum bygnaði, og felagskommunalt samstarv uttan fyriskipanarligan bygnað. Ásetingin í § 1 er ætlað at verða galdandi fyri samstørv við fyrisitingarligum bygnaði, ið verða stovnsett at røkja lógarbundnar uppgávur. Við felagskommunalum samstarvi við fyriskipanarligum bygnaði verður sjálvstøðug fyriskipan sett á stovn, ið tær samstarvandi kommunurnar síðani geva sín myndugleika so ella so, sum dømi kunnu nevnast skúlasamstørv, barnaverndarsamstørv og brunasamstørv. Tey samstørv, ið longu eru avtalað, kunnu halda fram til ein endalig samanlegging er farin fram.

Við ásetingin í § 1 er harafturímóti einki til hindurs fyri felagskommunalum samstarvi uttan fyriskipanarligan bygnað. Kommunusamstarv av hesum slagi kann snúgva seg um: keyp og sølu av tænastum, samskipan, upplýsingar- og hugskotsskifti, har veruligar avtalureglur eru galdandi, hugsast kann eisini, at kommunur keypa tænastur frá hvørjum øðrum og frá privatum á økjum, har ásetingin er avmarkandi í sambandi við samstarv við fyrisitingarligum bygnaði, t.d. skúla- og ansingarpláss.

 3. viðgerð 20. desember 2006. Uppskot frá Kára P. Højgaard, tingmanni, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 15-0-13 Málið sostatt beint aftur í rættarnevndina, sum 6. februar legði fram soljóðandi

 

Á l i t II

 

Við 3. viðgerð tann 20. desember 2006 samtykti Løgtingið at beina málið aftur í rættarnevndina.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 15. og 22. januar 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Eiðis Kommunu og landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Ein meiriluti í nevndini (Alfred Olsen, Poul Michelsen, Kristian Magnussen og Mikkjal Sørensen) hevur hesar viðmerkingar:

 

Við 2. viðgerð av uppskotinum varð eitt nýtt stykki sett inn í § 2 soleiðis, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur fingu valmøguleika, hvørt tær ynsktu at hoyra til eindina Vágar ella Sundalagið heldur enn Streymoy. Meirilutin er av teirri áskoðan, at Vestmanna og Kvívík saman skulu hava valfrælsi, hvørt tær vilja hoyra til eindina Vágar, Sundalagið ella Streymoy.  Um so er, at kommunurnar ikki innan 1. oktober 2009 hava tikið avgerð um, hvørja eind tær vilja hoyra til, tekur landsstýrismaðurin avgerð.

 

Annars vil meirilutin viðmerkja, at sambært upplýsingum frá landsstýrismanninum í innlendismálum kann hugtakið kommunu­samstarv verða býtt sundur soleiðis: felags­komm­unalt samstarv við fyriskipanarligum bygnaði, og felagskommunalt samstarv uttan fyriskipanarligan bygnað. Ásetingin í § 1 er ætlað at verða galdandi fyri samstørv við fyrisitingarligum bygnaði, ið verða stovnsett at røkja lógarbundnar uppgávur. Við felagskommunalum samstarvi við fyriskipanarligum bygnaði verður sjálvstøðug fyriskipan sett á stovn, ið tær samstarvandi kommunurnar síðani geva sín myndugleika so ella so, sum dømi kunnu nevnast skúlasamstørv, barnaverndarsamstørv og brunasamstørv. Tey samstørv, ið longu eru avtalað, kunnu halda fram til ein endalig samanlegging er farin fram.

Við ásetingin í § 1 er harafturímóti einki til hindurs fyri felagskommunalum samstarvi uttan fyriskipanarligan bygnað. Kommunusamstarv av hesum slagi kann snúgva seg um: Keyp og sølu av tænastum, samskipan, upplýsingar- og hugskotsskifti, har veruligar avtalureglur eru galdandi, hugsast kann eisini, at kommunur keypa tænastur frá hvørjum øðrum og frá privatum á økjum, har ásetingin er avmarkandi í sambandi við samstarv við fyrisitingarligum bygnaði, t.d. skúla- og ansingarpláss.

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

 

1) § 2, stk. 2 verður soljóðandi:

Stk. 2. Vestmanna og Kvívíkar kommunur hava saman valfrælsi, hvørt tær saman skulu verða partur av eindini 3, 4 ella 5. Hava Vestmanna og Kvívíkar kommunur ikki tikið avgerð innan 1. oktober 2009, tekur landsstýrismaðurin avgerð.”

 

Meirilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

Ein minniluti (Marjus Dam) í nevndini hevur hesar viðmerkingar:

 

Við 2. viðgerð av uppskotinum varð eitt nýtt stykki sett inn í § 2 soleiðis, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur fingu valmøguleika, hvørt tær ynsktu at hoyra til eindina Vágar ella Sundalagið heldur enn Streymoy. Grundað á, at talan skal vera um hóskiligar eindar, heldur minnilutin ikki, at Vestmanna og Kvívík eisini skulu kunna velja at vera partur av Streymoy. Um so er, at kommunurnar ikki innan 1. oktober 2009 hava tikið avgerð um, hvørja eind tær vilja hoyra til, tekur landsstýrismaðurin avgerð.

 

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t


 

1) Í § 2, stk. 2 verður sett aftrat: “Hava Vestmanna og Kvívíkar kommunur ikki tikið avgerð innan 1. oktober 2009, tekur landsstýrismaðurin avgerð.”

 

Soleiðis broytt tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

Ein annar minniluti í nevndini (Finnur Helmsdal og Bill Justinussen) er av teirri áskoðan, umframt at taka undir við, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur fáa fleiri valmøguleikar, at Eiðis kommuna eisini skal hava møguleika at velja, um hon vil verða partur av eindini Sundalagnum ella Eysturoy, og at Sandoy sum ein kommuna skal hava møguleika at velja, um hon vil verða partur av eindini Streymoy ella Suðuroy ella verða sjálvstøðug eind. Um so er, at kommunurnar ikki innan 1. oktober 2009 hava tikið avgerð um, hvørja eind tær vilja hoyra til, tekur landsstýrismaðurin avgerð.

 

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t
 

1) Í § 2 verður nr. 3 orðað soleiðis: “3) Sundalagið, t.e. Sunda kommuna.”

2) § 2, stk. 1, nr. 6 verður strikað, og § 2, stk. 1, nr. 7 verður hereftir nr. 6.

3) § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: Stk. 2. Vestmanna og Kvívíkar kommunur hava saman valfrælsi, hvørt tær saman skulu verða partur av eindini 3, 4 ella 5.”

4) Í § 2 verður sett sum stk. 3: “Stk. 3. Eiðis kommuna hevur valfrælsi, hvørt hon skal verða partur av eind 2 ella 3.”

5) Í § 2 verður sett sum stk. 4: “Stk. 4. Sandoy, t.e. Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar kommunur hava saman valfrælsi, hvørt tær saman skulu verða partur av eind 4 ella 6, ella hvørt Sandoy skal verða sjálvstøðug eind.”

6) Í § 2 verður sett inn sum stk. 5: “Stk. 5. Hava kommunurnar ikki tikið avgerð sbrt. stk. 2 - 5 innan 1. oktober 2009, tekur landsstýrismaðurin avgerð.”

 

Soleiðis broytt tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

Framhaldandi 3. viðgerð 8. februar 2007. Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen um at beina málið aftur í nevnd fall 12-0-17. Broytingaruppskot frá Alfred Olsen, Poul Michelsen, Kristian Magnussen og Sverre Midjord tikið aftur. Broytingaruppskot frá Finni Helmsdal, Bill Justinussen, Jenis av Rana og Karsten Hansen til § 2 fall 6-0-23. Broytingaruppskot frá minnilutanum í rættarnevndini í áliti II, Marjus Dam, til § 2 fall 0-2-27. Broytingaruppskot frá minnilutanum í rættarnevndini í áliti II, Finni Helmsdal og Bill Justinussen, fall 11-0-18. Broytingaruppskot frá meirilutanum í rættarnevndini í áliti II, Alfred Olsen, Poul Michelsen, Kristian Magnussen og Mikkjal Sørensen, samtykt 18-0-11.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-10. Málið avgreitt.

Ll. nr. 12 frá 22.02.2007