38 Uppskot til  løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2006, 7. november, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági

 

§ 1. Heimilað verður landsstýrismanninum at veita lán við eini upphædd upp á í mesta lagi 26,5 mió kr. til kommunurnar, sum eru nevndar í § 3. Lánið kann veitast til keyp av grundøki, at gera hetta byggibúgvið og til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági.

 

§ 2.  Treytirnar fyri, at lánið verður veitt, eru at:

1)      lántøkan er samtykt av teimum einstøku kommunustýrunum sambært  løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri,

2)      bindandi tilsøgn er givin til byggingina sambært løgtingslóg nr. 166 frá 22. desember 2005 um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli,

3)      byggiætlanin er góðkend av lands-stýrismanninum, áðrenn farið verður undir byggingina,

4)      lánið er tryggjað við 1. ella 2. veðrætti í ognini.

 

Stk. 2. Lántøkan er fevnd av reglunum í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri.

 

§ 3. Lán kann verða veitt til kommunur í Suðuroynni.

Stk. 2. Lántakararnir hefta pro rata fyri skuldina. Sum býtislykil verður nýtt fólkatalið pr. 1. januar 2006.

Stk. 3. Lánið verður veitt sum rentufrítt lán.

 

§ 4. Lántakararnir rinda útreiðslurnar í sambandi við upptøku av láninum, herundir kostnað av tinglýsing sambært § 2, stk. 1, nr. 4.

 

§ 5. Lánið til at fíggja keyp og byggibúning av grundøkinum verður útgoldið, tá undirskrivað avtala fyriliggur um keyp av grundøkinum.

Stk. 2. Lánið til at fíggja partin, sum fer til bygging av ellis- og røktarheiminum, verður útgoldið frammanundan sambært avtalum um ávegisgjøld í byggiætlanini.

Stk. 3. Lántakararnir sambært § 3, stk. 2 avtala sínámillum, hvør av teimum umsitur byggilánið. Landsstýrismaðurin skal skrivliga kunnast um avtaluna, áðrenn útgjald fer fram.

 

§ 6. Lánið verður afturgoldið yvir 10 ár við 1/120 parti hvønn mánað. Fyrsti avdrátturin verður goldin 1. í mánaðinum eftir, at grannskoðaði byggiroknskapurin fyriliggur, tó í seinasta lagi 7 mánaðir eftir, at byggiarbeiðið sambært byggiætlanini er liðugt.

Stk. 2. Grannskoðaður byggiroknskapur verður latin landsstýrismanninum í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at byggiarbeiðið er liðugt.

Stk. 3. Avdráttirnir sambært stk. 1 verða afturhildnir í mánaðarligu skattaavrokningini hjá viðkomandi kommunu.

 

§ 7. Lánið fellur til gjaldingar, um ognin verður seld, ella ikki longur verður nýtt til ellis- og røktarheim.

Stk. 2. Hesar treytir skulu tinglýsast á ognina.

 

§ 8. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum leggur við hesum fram lógaruppskot um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági. Uppskotið er í samsvari við politiska ynski um at veita kommununum í Suðuroynni lán úr landskassanum til kommunupartin av útreiðslunum av byggingini av ætlaða ellis- og røktarheiminum.

 

Uppskotið eigur at verða viðgjørt saman við uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin).

 

Av tí at virksemið í Suðuroynni hevur verið væl lægri enn í restini av landinum seinastu árini, er landsstýrið vorðið samt um, at landið skal fremja eitthvørt serligt átak fyri Suðuroynna.

 

Upprunaliga ætlan landsstýrisins var, at landið skuldi stuðla bygging av ellis- og røktarheimi í Vági. Ellis- og røktarheimið skuldi byggjast á staðnum, har miðnámsskúlin skuldi vera, og heimið skuldi vera ein felags verkætlan fyri alla Suðuroynna.

 

Tað vísti seg tó, at kommunurnar í norðaru helvt av Suðuroynni ikki vóru sinnaðar at vera við í felags verkætlanini. Kommunurnar í sunnaru helvt eru tó framvegis sinnaðar at fremja verkætlanina, og tí er ætlanin at finna eina felagsloysn fyri hesar kommunur.

 

Lógaruppskotið tekur støði í, at allar kommunur í Suðuroynni hava møguleika fyri at luttaka í verkætlanini, um áhugi er fyri tí. Av tí at tað higartil einans eru kommunurnar í Vági, Sumba, Porkeri og Hovi, ið hava víst verkætlanini áhuga, taka fíggjarligu avleiðingarnar bert støði í, hvussu tað sær út, um hesar fýra kommunurnar verða felags um verkætlanina.

 

Sum omanfyri nevnt, er uppskotið tó ein møguleiki til allar kommunur í Suðuroynni.

 

Á fundum millum landsstýrið og kommunurnar í Suðuroynni í 2005 varð staðfest, at ikki bar til at byggja eitt felags ellis- og røktarheim í Suðuroynni, um hetta skuldi fíggjast eftir tí leisti, ið hevur verið nýttur, tá talan hevur verið um ellis- og røktarheim. Landið letur í stuðli í mesta lagi 500.000 kr. pr. búfólk, men ongantíð meira enn helvtina av byggikostnaðinum sambært løgtingslóg nr. 166 frá 22. desember 2005 um studningslán til ellis- og røktarheim og sambýli.

 

Á fundi tann 24. januar 2006 vórðu kommunurnar í Suðuroyar sunnaru helvt kunnaðar um, at landsstýrið er sinnað at bjóða teimum serliga lagaliga fígging til bygging av einum ellis- og røktarheimi í Vági.

 

Byggingin verður skipað sambært galdandi reglum, har kommunurnar koma at standa sum byggiharri.

 

Á fundinum vórðu kommunurnar eisini kunnaðar um, at um landið veitir kommunum lán, skulu ávísar heimildir útvegast, og treytir verða loknar. Her verður hugsað um materiella lógarheimild, og fíggjarheimild fyri láninum. Harumframt skulu ásetingar viðvíkjandi lántøku í kommunustýrislógini haldast.

 

Í skrivi til kommunurnar í Suðuroyar sunnaru helvt, dagfest 27. januar 2006, kunnaði lands-stýrismaðurin í fíggjarmálum um, at landsstýrið er sinnað at bjóða kommununum í sunnaru helvt av Suðuroynni serliga lagaliga fígging til bygging av einum ellis- og røktarheimi í Vági við treytum um, at:

 

 

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur síðst í mai 2006 givið tilsøgn um studningslán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági til 24 búfólk.

 

Í umsóknini er upplýst, at talan er um ein bygning á 2.069 fermetrar í tveimum hæddum. Samlaði kostnaðurin er mettur til 36,7 mió. kr. Í kostnaðinum eru íroknaðar allar byggiútreiðslur, innbúgv, ráðgeving, mvg (6,25%) og keyp av lendi.

 

Útreiðslan verður býtt soleiðis:

 

 

Sambært seinastu útgreinaðu kostnaðarmetingini, frá primo oktober 2006, kemur verkætlanin at kosta umleið 38,5 mió. kr. Íroknað er keyp av grundøki umframt at gera hetta byggibúgvið. Keypsprísurin fyri grundøkið er settur til 1,5 mió. kr. Hetta er ein leyslig meting, tí endalig avtala er ikki gjørd  millum landið og kommunurnar um søluna av grundøkinum.

 

Útreiðslan verður býtt soleiðis:

 

 

Ummæli

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá:

 

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar í sunnaru helvt í Suðuroynni, tí talan er um lán, sum skal gjaldast aftur. Av tí at lánið er rentufrítt, verða tær fíggjarligu avleiðingarnar mettar at svara til áleið lániupphæddina.

 

Um kommunurnar, sum víst verður til í hesum uppskoti, taka av tilboðnum um rentufrítt lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági, kemur teirra fíggjarstøða pr. 31.12.2005 at síggja soleiðis út sambært upplýsingum úr Innlendismálaráðnum:

 

 

Skuld ultimo

2005

(mió. kr.)

Skuld smb.

§ 3, stk. 2

(mió. kr.)

Skuld íalt

(mió. kr.)

Álíkning

Vágs kommuna

56,5

16,5

73,0

-2,0

Sumbiar kommuna

4,5

4,5

9,0

-0,8

Porkeris kommuna

7,2

4,0

11,2

-0,9

Hovs kommuna

3,1

1,5

4,6

-1,6

 

Hædd er ikki tikin fyri møguligum positivum avleiðingum av uppskotinum so sum meirinntøkur til kommunurnar orsakað av meirarbeiði.

 

Fyri landið hevur uppskotið fíggjarligar avleiðingar. Sambært Landsbankanum svarar kostnaðurin til tað, ið tað til eina og hvørja tíð vil kosta landinum at læna peningin.

 

Landsbankin hevur gjørt eina útrokning, ið svarar til upphæddina, sum nevnd er í lógaruppskotinum, sí niðanfyri.

 

Landsbankin hevur sett sum treyt, at landið vanliga lænir við miðalvarleika umleið 4 ár, sum er relevant fyri rentukostnaðin. Tá er rentukostnaðurin um 4% p.a.

 

Haraftrat hevur Landsbankin gjørt útrokningar, um lánið verður afturgoldið við avdráttum yvir 10 ár.

 

 

Avdrátt 1/10 um árið

Lánsupphædd

26.500.000

Rentustig

4%

Renta fyrsta árið

1.060.000

Renta fyri lántíð

5.300.000

 

 

Lán upp á 26,5 mió. kr. kostar landskassanum eftir hesum 1.060 tkr. fyrsta árið og 5,3 mió. kr. við jøvnum avdráttum yvir 10 ár.

 

Tó skal gerast vart við, at í omanfyri nevndu meting Landsbankans er hædd ikki tikin fyri einum møguligum rentumissi í byggitíðini.

 

Eftir at bygningurin er klárur at taka í nýtslu, hevur landið rakstrarútreiðslur av heiminum. Árligu rakstrarútreiðslurnar eru leysliga mettar til 12 mió. kr. Tá er talan um eitt heim, har helvtin av búfólkunum eru vanlig røktarbúfólk, og hin helvtin er minnisveik. Útreiðslurnar eru mettar út frá rakstrarkostnaðinum á røktarheimsøkinum í 2006.

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Uppskotið hevur ávísar umsitingarligar avleiðingar fyri tær kommunur, ið fáa játtað lánið, tí hesar hava fulla ábyrgd av at fremja verkætlanina.

 

Somuleiðis fer raksturin av ellis- og røktarheiminum at økja um umsitingarliga arbeiðið hjá heimarøktini.

 

Avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið verður mett at hava positiva fíggjarliga ávirkan á vinnulívið, tí verkætlanir um eldrabúpláss kasta nógv arbeiði av sær til byggivinnuna.

 

Avleiðingar fyri umhvørvið

Mett verður ikki, at uppskotið fær avleiðingar fyri umhvørvið.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið verður mett at hava positiva fíggjarliga og umsitingarliga ávirkan fyri Suðuroynna, tí uppskotið er við til at skapa arbeiðspláss í oynni, og harvið eisini skapa skattainntøkur.

 

Sosialar avleiðingar

Við at veita lán sambært hesum uppskoti verður bygt eitt ellis- og røktarheim við plássi fyri 24 búfólkum. Hetta hevur við sær, at bíðilistarnir til eldrabúspláss gerast styttri. Tí hevur uppskotið við sær munandi batar fyri tey eldru, ið hava tørv á eldrabúplássum, og avvarðandi teirra.

 

Millumtjóða sáttmálar

Uppskotið verður ikki mett at hava fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Skyldur álagdar einstaklingum

Uppskotið verður ikki mett at áleggja einstaklingum nakrar skyldur.

 

 

Heimildir til annan landsstýrismann ella kommunur

Uppskotið flytur ikki heimild frá einum landsstýrismanni til annan, ella millum land og kommunur.

 

Talva – Avleiðingar

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

JA

JA

JA

NEI

JA

Umsitingarligar avleiðingar

JA

NEI

JA

NEI

NEI

Umhvørvisligar avleiðingar

NEI

NEI

NEI

NEI

NEI

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

NEI

NEI

NEI

NEI

NEI

Sosialar avleiðingar

 

 

 

JA

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Lógaruppskotið er ein heimildarlóg, sum við ávísum treytum gevur landsstýrismanninum heimild at veita lán til tær í uppskotinum nevndu kommunur. Uppskotið gevur hesum kommununum møguleika at taka upp rentufrítt lán til verkætlanina um bygging av ellis- og røktarheimi í Vági.

 

Umframt hesa heimild krevst fíggjarheimild til at halda útreiðsluna.

 

Verkætlanin fevnir um 24 búpláss við einum samlaðum fermetratali á 2.069. Kostnaðar-metingin, sum fyriliggur, vísir ein samlaðan kostnað v/mvg (6,25%) upp á umleið 38,5 mió. kr. Harav verða 12,0 mió. kr. veittar sum studningslán og 26,5 mió. kr. er parturin, sum kommunurnar skulu fíggja við láni sambært uppskotinum.  


 

Útreiðslurnar kunnu býtast soleiðis:

 

Byggibúning

kr.

921.008

Timburarbeiði v.m.

kr.

8.459.367

Lendisarbeiði v.m.

kr.

6.916.245

Hita og el- arbeiði

kr.

6.123.831

Lyfta

kr.

371.879

Køkur og hvítvørur v.m.

kr.

1.351.970

Innbúgv

kr.

1.487.514

Ergo- og fysioterapi

kr.

222.432

Streymur, hiti og trygging í byggitíðini

kr.

194.628

Prosjekt og eftirlit v.m.

kr.

5.685.918

Ymiskar rakstrarútreiðslur

kr.

3.020.210

Íalt

kr.

34.755.002

Meirvirðisgjald (6,25 %)

kr.

2.172.188

Tilsamans

kr.

36.927.190

Keyp av lendi

kr.

1.500.000

Kostnaður íalt

kr.

38.427.190

 

Avrundað                                                   kr.   38.500.000

                                                                 

Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin fær heimild at veita lán til hesa verkætlan undir teimum treytum, sum eru ásettar í uppskotinum.

 

Til § 2

Sambært § 43, stk. 1 í kommunustýrislógini krevst samtykt frá kommunustýrinum til m.a. lántøku. Sambært treytini í stk. 1, nr. 1 skal ein tílík samtykt fyriliggja, áðrenn lánið kann verða veitt.

 

Treytin í stk. 1, nr. 2 er so at siga hin sama sum treytin í § 3, nr. 1 í løgtingslóg nr. 166 frá 22. desember 2005 um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli. 

 

Henda treyt er sett í fyri at tryggja, at samsvar er millum tilsagnirnar, ið eru givnar við heimild í løgtingslóg nr. 166 frá 22. desember 2005 um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli, og hesa løgtingslóg.

 

Sambært treytini í stk. 1, nr. 3 skal ein byggiætlan, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent, fyriliggja, áðrenn partar av láninum kunnu útgjaldast. Hetta merkir m.a., at tann partur av láninum, sum skal nýtast til at fíggja keyp og byggibúning av grundøkinum, heldur ikki kann útgjaldast, fyrr enn treytirnar í § 2, stk. 1, nr. 1, 2 og 3 eru loknar. Tað eigur harumframt at verða miðað ímóti, at lánið verður tryggjað við veðrætti í ognini, samstundis sum grundøkið verður selt kommununum ella í beinleiðis sambandi við søluna.

 

Treytin í stk. 1, nr. 4 er, at lánið skal tryggjast við 1. ella 2. veðrætti í ognini. Lánsupphæddin sambært hesum lógaruppskoti svarar til restkostnaðin av verkætlanini, eftir at studningslánið er veitt. Studningslánið skal sambært § 3, nr. 2 í ll. nr. 166 frá 22. desember 2005 um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli tryggjast við veðrætti innan fyri 90% av metingarvirðinum av ognini. Hetta merkir, at lánið sambært hesum lógaruppskoti víkir fyri studningsláninum, um lánið verður tinglisið við 1. veðrætti.

 

Til stk. 2 skal viðmerkjast, at lógaruppskotið ikki skal skiljast sum ein serlóg í mun til ásetingarnar í løgtingslóg um kommunustýri. Hetta merkir, at allar ásetingar í løgtingslóg um kommunustýri eru galdandi í sambandi við lántøku eftir hesum lógaruppskoti.

 

Til § 3

Til stk. 1 og 2 skal viðmerkjast, at lán sambært hesum uppskoti kann veitast til kommunurnar í Suðuroynni til eitt ávíst endamál. Sum nevnt undir almennu viðmerkingunum, leggur lógaruppskotið upp til, at allar kommunur í Suðuroynni hava møguleikan at luttaka í hesi byggiverkætlanini. Higartil hava bert niðanfyristandandi fýra kommunur víst verkætlanini áhuga, og tískil verða fíggjarligu avleiðingarnar fyri hesar kommunur lýstar, um bert hesar fýra eru við.

 

Tá talan er um eina felags verkætlan fyri hesar kommunurnar, verður skotið upp, at hesar hefta pro rata fyri skuldina. Sum býtislykil verður fólkatalið pr. 1. januar 2006 nýtt:

 

Kommuna

Fólkatal

Skuld (kr.)

Árligt gjald
10 ára skeið

Hov

127

1.491.139

149.114

Porkeri

344

4.038.990

403.899

Vágur

1.405

16.496.455

1.649.646

Sumba

381

4.473.416

447.342

Sunnara helvt tils.

2.257

26.500.000

2.650.000

 

Til stk. 3 er at viðmerkja, at tað er politisk semja í landsstýrinum um, at lánið verður veitt sum eitt rentufrítt lán.

 

Talan er um eina bygging, sum sambært tíðarætlanini fer at taka áleið 33 mánaðir, frá tí at farið verður undir disipositionsuppskotið til alt byggiarbeiðið er liðugt.

 

Til § 4

Her verður serliga hugsað um tinglýsingargjald og møgulig onnur gjøld, sum standast av upptøku av láninum.

 

Til § 5

Skotið verður upp, at lánið til byggingina av heiminum verður útgoldið frammanundan sambært avtalu um ávegisgjøld í byggiætlanini. Hetta fyri at tryggja, at lániútgjaldið fylgir byggigongdini.

 

Fyri at ivi ikki skal stinga seg upp um, hvør av kommununum hevur heimild at umsita byggilánið, verður skotið upp, at kommunurnar útnevna eina av kommununum, ið skal biðja um at fáa byggilánið útgoldið sambært avtaluni um ávegisgjøld (acontogjøld) í byggiætlanini. Landsstýrismaðurin verður kunnaður skrivliga um avgerðina hjá kommununum. Hetta fyri at tryggja, at tann, ið kemur við umbøn um ávegisútgjald, hevur heimild til tess.

 

Til § 6

Stk. 1 ásetir, at kommunurnar skulu rinda lánið aftur yvir eitt 10-ára skeið. Tað er tann grannskoðaði byggiroknskapurin, sum er grundarlagið fyri, nær kommunurnar rinda fyrsta avdráttin aftur í landskassan, tó soleiðis at fyrsti avdráttur skal gjaldast í seinasta lagi 7 mánaðir eftir, at byggiarbeiðið sambært byggiætlanini er liðugt.

 

Ásetingin í stk. 2 skal tryggja, at lánið verður nýtt til endamálið, umframt sum grundarlag fyri, nær afturgjald byrjar. Byggiarbeiðið er liðugt, tá arbeiðið sambært byggiætlanini er liðugt.

 

Fyri at lætta um umsitingarliga, tá lánið skal afturgjaldast, er í stk. 3 ásett, at avdráttirnir verða afturhildnir í mánaðarligu skattaavrokningini til kommununa.

 

Til § 7

Fyri at eingin ivi skal verða um rættarstøðuna viðvíkjandi láninum hjá lántakarunum og lánveitara, um ognin verður seld ella verður nýtt til annað endamál enn ellis- og røktarheim, verður hetta ásett í lógaruppskotinum.

 

Hesar afturgjaldstreytir skulu altíð tinglýsast á ognini.

 

Til § 8:

Gildiskomuregla.

 

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1:       Hoyringsskriv frá Føroya Gjaldstovu

Skjal 2:       Hoyringsskriv frá Vágs Kommunu

Skjal 3:       Hoyringsskriv frá Hovs Kommunu

Skjal 4:       Hoyringsskriv frá Mentamálaráðnum

Skjal 5:       Hoyringsskriv frá Kommunusamskipan Føroya

Skjal 6:       Hoyringsskriv frá Fíggjarmálaráðnum

Skjal 7:       Hoyringsskriv frá Porkeris Kommunu

Skjal 8:       Hoyringsskriv frá Føroya Kommunufelag

Skjal 9:       Hoyringsskriv frá Tvøroyrar Kommunu

Skjal 10:     Hoyringsskriv frá Fámjins Kommunu

Skjal 11:     Hoyringsskriv frá Innlendismálaráðnum

1. viðgerð 17. november 2006. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 13. desember 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 7. november 2006, og eftir 1. viðgerð 17. november 2006 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 22. og 29. november og 5.,6. og 13. desember 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunfelag, landsstýrismannin í fíggjarmálum, landsstýrismannin í innlendismálum og landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum. Trivnaðarnevndin hevur eisini havt fund við umboð fyri allar umsøkjarakommunurnar; hesin fundur var í Surðuroy.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minniluta.

 

Meirilutin (Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl) ásannar, at landsstýrið hevur valt at gera frávikið í ásetingini í kommunustýrislógini um markið fyri lántøku upp á eina álíkning sum broyting í kommunustýrislógini og heimild til lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági í  eina serlóg.

 

Meirilutin heldur, at tá kommunustýrislógin er ein generell lóg, er tað óheppið at broyta kommunustýrislógina fyri at skapa møguleika fyri serskipan fyri einstakt øki. Meirilutin hevur tí í samráð við rættarnevndina og landsstýrismannin í innlendismálum gjørt av, at rættast er, at undatakið verður ásett í verandi uppskoti, ið júst er ein serlóg. Verður hetta gjørt tekur  landsstýrismaðurin í innlendismálum uppskoti um broyting í kommunustýrislógini aftur.

 

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur greitt nevndini frá, at at ætlanin er at byggja eitt heim til sinnisveik á sama stykki sum saman við ellis- og røktarheimi. Hesin stovnur verður ein landsstovnur. Meirilutin heldur tað vera umráðandi, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum tryggjar sær, tá hann selur grundstykkið í Vági til kommunurnar, at hann varðveitir ein part av grundstykkinum til serstovnin fyri sinnisveik.

 

Merilutin setir tí fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t


 

1) Í § 2, stk. 2 verður aftaná “kommunustýri” sett: “, sbr. tó stk. 3.”

2)    Í § 2 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Lán sambært hesi lóg kann verða tikið, hóast nettoskuldin hjá eini kommunu er ella verður meira enn ein álíkning, tá lánið verður tikið.”

 

Meirilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.  

 

Minnilutin ( Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk) hevur hesar viðmerkingar:

 

Samgongan hevur valt at fara undir at byggja eitt ellis og røktarheim í Vági. Hetta hevur hon valt, fyri at sleppa at byggja okkurt annað  á tað útgrivna grundøkið, har eitt samt løgting ætlaði at byggja ein miðnámsskúla. Soleiðis kemur týðiliga fram, at motivatiónin fyri hesi umrokering er ikki at byggja eitt ellis og røktarheim, men eitt plástur á sárið fyri at miðnámsskúlin, sum partur av samgonguni sær sum eitt Tjóðveldisprojekt,  kundi verða fluttur úr økinum. Minnilutin harmast um, at slík politisk forfeingiligheit kemur framum verulig átøk í økinum. Varð skúlin bygdur sum ætlað, stóð hann liðugur á várið 2006. Men so skuldi ikki verða.

 

Ístaðin hevur samgongan hesi árini, hon hevur sitið, roynt at yvirtalað sunnaru helvt at taka undir við, at skúlin varð fluttur, og at eitt ellis- og røktarheim í staðin verður bygt á øki. Hendan yvirtaling er nú komin undir land, og kommunurnar í sunnaru helvt, og tá serliga í Vágs kommuna, standa nú framman fyri at skula taka lán, sum kemur at binda kommunurnar ein mansaldur fram í tíðina við eini skuld, sum frátekur kommununi møguleikan at gera aðrar neyðugar íløgur. T.d. innan barnagarðsøki, sum er ein neyðug íløga, um øki aftur skal gerast eitt lokkandi øki fyri barnafamiljur at flyta til.

 

Men tað sær samgongan ikki sum nakran trupulleika. Tað, sum er umráðandi hjá samgonguni er at flyta miðnámsskúlan og at geva økinum eitt plástur á sárið fyri hesa flyting.  Men tað markháttliga er at hetta er eitt plástur, sum sunnara helvt í Suðuroy sjálv skal rinda bróðurpartin av.

 

Nú eitt ár er eftir av hesum samgonguskeiði, kemur samgongan í óðum verkum og biður um heimild at gera hesa íløgu. Ein íløga, sum kemur í eini tíð, har øll bygging er dýrkað við eini 40 til 50 prosentum.  Samgongan hevur sagt seg havt ætlanir um at byggja: fiskivinnuskúla í Vestmanna, skúladepil við Marknagil, útbyggja studentaskúlan í Hoydølum, byggja nýggjan vinnuskúla, byggja nýggjan miðnámsskúla í Hovi og so eisini at byggja eitt ellisheim í Vági. Men hetta eru enn bara ætlanir. Nú hevur samgongan eitt ár eftir, og gongd er ikki komið á nakað av hesum ætlaðu projektum. Nær vágbingar kunnu vænta sær eitt ellisheim í Vági, kunnu vit bara gita um. Eftir stendur í øllum førum, at um samgongan ikki steðgaði miðnámsskúlanum, sum gongd var komin á, so stóð hann liðugur í dag.

 

Men farið er farið og samgongan ræður. Uppgávan hjá andsstøðutingfólkum er so m.a. at hava eftirlit við samgonguavgerðum og til tíðir at koma við uppskotum um, hvussu politiska skipanin kann rætta skeivar avgerðir. Og harvið eisini vísa á, hvussu hon til tíðir kann gera ein skaða nakað minni.

 

Minnilutin roynir við hesum uppskotið at minka um skaðan, sum samgongan hevur elvt til í Suðuroy. Uppskotið nervar ikki kommunala sjálvræði í oynni, men letur kommunurnar sjálvar gera av, hvar ellisheimið skal liggja, uppskotið bindir heldur ikki kommunurnar í syðru helvt til eina skuld, sum tær skulu hava ein mansaldur til at rinda niður. Eisini skal uppskotið síggjast sum ein roynd at fáa kommunurnar í oynni framhaldandi at samstarva um eldraøkið eins og á øðrum økjum, og slepst tá undan tí sundurlyndi, sum samgongan hevur smoygt niður yvir oynna.

 

 

Við hesum viðmerkingum setir minnilutin setir fram soljóðandi:

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

1)  § 1 verður orðað soleiðis:

§ 1. Heimilað verður landsstýrismanninum at veita lán upp á í mesta lagi 50 mió kr. til kommunurnar í Suðuroy. Lánið skal veitast til keyp av grundøki, at gera hetta byggibúgvið og til bygging av ellis- og røktarheimi í Suðuroy. ”

 

2) Í § 2, stk. 1, nr. 1 verður orðingin ” kommunustýrunum sambært ” orðað soleiðis: ” kommunustýrunum, sum vilja vera við í ætlanini, sambært”

 

3) Í § 3, stk. 3 verður orðingin “rentufrítt” orðað soleiðis:  “rentu- og avdráttarfrítt”

 

4) Í § 6 verða stk.1 og stk.3. strikað. Stk. 2 verður hereftir stk. 1 

 

 

Við hesum viðmerkingum mælir minnilutin løgtinginum at taka undir við málinum við nevndu broytingum.

 

Ein annar minniluti (Bill Justinussen) hevur fylgjandi viðmerkingar:

Miðflokkurin vísti á undir 1. viðgerð, at trupulleikar á eldraøkinum í Suðuroy ikki verða loystir við hesum uppskoti. Neyðugt er at taka allan spurningin upp til nýggja viðgerð saman við øllum kommununum í Suðuroynni, soleiðis at ein langtíðarheidarloysn verður fingin. Miðflokkurin hevur víst á , at eitt heim fyri eldri við serligum tørvi, t.d. minnisveik, við tilknýti til Suðuroyar Sjúkrahús, og har útbygging av heilsuskúlanum er við í ætlanum, eigur at vera partur av eini heildarloysn. Saman við ellisheimi í Vági og miðnámsskúla í Porkeri hevði ein tílík heildarloysn fyri alla oynna verið við til at loyst djúptøkni trupulleikarnar á eldraøkinum.

 

Sambært hesum mælir minnilutin til at fella uppskotið og heitir samstundis á landsstýrið um at taka málið uppaftur til nýggja viðgerð

2. viðgerð 15. desember 2006. Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Finni Helmsdal og Annitu á Fríðriksmørk til §§ 1, 2, 3 og 6 fall 6-0-26. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl, til § 2 samtykt 21-1-10. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 21-1-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð  18. desember 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-7. Málið avgreitt

Ll.nr. 118 frá 20.12.2006