100-15 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi skyldum Føroya í altjóða sáttmálum, ið eru settir í gildi fyri Føroyar umvegis Danmark  

Orðaskifti

Ár 2006, fríggjadagin 24. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvørjar sjálvstøðugar skyldur hava Føroyar sum løgdømi mótvegis øðrum londum og altjóða stovnum ella felagsskapum, tá altjóða sáttmálar eru settir í gildi fyri Føroyar, har danska Kongsríkið er sáttmálaparturin?

 

  1. Í hvussu nógvum tílíkum sáttmálum hava Føroyar beinleiðis og sjálvstøðugt samskifti við onnur sáttmálalond, altjóða stovnar ella felagsskapir, har eitt nú støðufrágreiðingar verða sendar, og afturmeldingar koma um, hvussu skyldur Føroya verða hildnar?

 

  1. Hvussu ofta er tað komið fyri, at danskir myndugleikar krevja frágreiðingar og geva afturmeldingar viðvíkjandi skyldum Føroya at halda altjóða sáttmálar?
     
  2. Er tað Føroyar ella Danmark og danskir myndugleikar, ið standa til svars mótvegis hinum sáttmálapørtunum?
     
  3. Og hvør skal geva støðufrágreiðingar og fáa afturmeldingar (og møguligar revsingar), um Føroyar ikki halda sáttmálarnar? Og hevur Danmark síðani eftirlitsskyldu við, at føroyskir myndugleikar halda sáttmálarnar?

 

Viðmerkingar

Í seinastuni hava fleiri orðaskifti verið á tingi og í almenninginum, har víst hevur verið til skyldur Føroya mótvegis altjóða sáttmálum.

 

Sum dømi kunnu nevnast sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldi og Evropeiski mannarættindasáttmálin – umframt at Løgtingið hevur viðgjørt spurningin um at seta Kyoto-protokollina í gildi fyri Føroyar.

 

Hesar sáttmálar hevur Danska Kongsríkið undirritað, og teir eru síðani lýstir at galda fyri Føroyar ella kunnu setast í gildi fyri Føroyar sum ein partur av danska kongsríkinum.

 

Men spurningurin er, hvørjar skyldur føroyska løgdømið hevur mótvegis hesum sáttmálum, og hvussu eftirlitsgongdin er við, um teir verða hildnir.

 

Løgtingið hevur júst staðfest, at tað fer ikki at bera til at halda sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi, og viðvíkjandi Evropeiska mannarættindasáttmálanum eru ivamál reist um, hvørjar skyldur liggja á føroyskum myndugleikum.

 

Tí verður spurt, hvussu hesar sáttmálabindingar í veruleikanum virka og kunnu virka.

Á tingfundi 28. november 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 18. desember 2006 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

 

Til nr. 1

Føroyar hava ongar skyldur mótvegis øðrum londum og altjóða stovnum ella felagsskapum, tá millumtjóða sáttmálar, ið danska stjórnin hevur gjørt, eisini eru galdandi fyri Føroyar.

 

Møguligar skyldur ella bindingar Føroyum viðvíkjandi, sum eru íkomnar av slíkum sáttmála, hevur danska stjórnin ábyrgdina av mótvegis sáttmálapørtunum.

 

Føroysku myndugleikarnir eru kortini mótvegis dønum bundnir av slíkum avtalum.  Her kann eg vísa til § 5 í heimastýrislógini, og sum § 5 í yvirtøkulógini eisini vísir til. Eisini kann verða nevnt, at sambært § 55 í stýrisskipanarlógini hevur løgtingslóg – ella partur av løgtingslóg ikki gildi, um hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, Danmørk hevur gjørt við onnur lond, og sum eisini fevnir um Føroyar. Sama er galdandi fyri sáttmálar, sum føroyskir myndugleikar hava gjørt.

 

Til nr. 2

Í flestu førum er tað danska stjórnin, sum hevur ábyrgdina av beinleiðis samskiftinum við sáttmálapartarnar. Tó eru undantøk. Føroyar hava sjálvstøðugan atlimaskap í IMO, og taka føroyskir myndugleikar sær av øllum samskifti við henda felagsskap.  Í NAFO, NEAFC og NASCO eru tað eisini føroysku myndugleikarnir, sum samskifta við hesar felagsskapir.

 

Í handilssáttmálunum Føroyar hava við onnur lond, eru tað eisini føroyskir myndugleikarnir, sum samskifta beinleiðis við sáttmálapartarnar.

 

Til nr. 3

Tað kemur javnan fyri, at danskir myndugleikar biðja um frágreiðingar frá føroysku myndugleikunum, í sambandi við millumtjóða sáttmálar. Hetta er serliga galdandi fyri altjóða sáttmálar undir ST, og millumtjóðasáttmálar undir Evroparáðnum. Hvussu ofta hetta kemur fyri, er tó ikki møguligt at svara, uttan at gjørt verður eitt størri granskingararbeiði í skjalagoymslunum.

 

Til nr. 4

Her fari eg at vísa til svar mítt uppá spurning nr. 1. 

 

Til nr. 5

Sum eg longu havi nevnt í svari mínum til spurning nr. 2, er tað danska stjórnin, sum í flestu førum hevur beinleiðis samskifti um hendi við sáttmálapartarnar, og tá tað, sum  nevnt í svarinum til nr. 1, er danska stjórnin, sum hevur ábyrgd mótvegis sáttmálapørtunum, av at sáttmálaskyldurnar verða hildnar, er tað greitt, at danska stjórnin hevur áhuga í, at Føroyar halda sáttmálaskyldurnar. 

Málið avgreitt.