100-17 Fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann, viðvíkjandisambandinum millum útbúgving og lønarflokkingar  

Orðaskifti

Ár 2006, fríggjadagin 24. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1.      Eru  greiðar reglur fyri, hvørjir lønarsáttmálar og -flokkar skulu nýtast, tá fólk við ávísari útbúgving verða sett í starv?

2.      Er tað  rætt, at nakrir sálarfrøðingar verða løntir eftir avtaluni við teirra yrkisfelag, meðan aðrir verða løntir sambært avtaluni hjá Pedagogfelagnum?

3.      Er tað munur á serstovnum, tá støða skal takast til setan av sálarfrøðingum? Er Føroya Barnaheim og  Rókin ikki serstovnar? Hvørjir serstovnar hava vit á sosialpedagogiska økinum?

4.      Ber tað til at normera eitt sálarfrøðingastarv á einum stovni við teirri áseting, at verður sálarfrøðingur settur í starvið, so skal viðkomandi lønast sum pedagogur?

5.      Kann ein landsstýrismaður fáa lønardeildina at góðtaka at ávís starvsfólk verða lønt øðrvísi enn onnur?

 

Viðmerkingar

Herfyri  kom undan kavi, at leiðarin á Serdagsstovninum á Argjum er løntur í 36. lønarflokki ella hægri. 36. lønarflokkur ella hægri hevur vanliga verið mett sum lønin til best løntu og mest krevjandi leiðarastørvini. Hinvegin hevur siðvenjan higartil verið, at stovnar við virkisøki, sum Serdagsstovnurin á Argjum, t.d. Føroya Barnaheim, Rókin o.a., ikki hava havt nakran møguleika at løna akademikarum sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag teirra. Tá ein stovnur sum t.d. Føroya Barnaheim hevur roynt at sett eitt normerað sálarfrøðingastarv, hevur hetta ikki borið til, tí Fíggjarmálaráðið hevur sýtt fyri at løna sálarfrøðinginum sambært avtaluni við teirra yrkisfelag. Boðini hava stutt og greitt verið, at øll starvsfólk á stovninum skulu lønast, sum vóru tey pedagogar ella líknandi.

 

Ein sálarfrøðingur hevur verið leiðari fyri Serdagsstovnin á Argjum, og varð hann løntur í 36. lønarflokki ella hægri. Har løn og eftirløn fara væl upp um 40.000 krónur um mánaðin. Spurdur av Útvarpinum sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, at hetta er íkomið, tí ein arbeiðsbólkur metti, at starvið var so mikið krevjandi, at sálarfrøðingur ella líknandi skuldi útinna tað. Spyrjarin loyvir sær at rokna við, at arbeiðsbólkurin ikki bert hevur hugsað um útbúgvingina, men eins nógv um serligar royndir og møguliga ser- ella eftirútbúgving. Tann, sum settur varð, hevði útbúgvingina, men einki av hinum. Spyrjarin er ikki í iva um, at tað er ein fyrimunur, at leiðarar eru væl útbúnir og vælskikkaðir, men ivast heldur ikki eina løtu í, at varð sami arbeiðsbólkur spurdur, so høvdu tey sagt, at bæði Føroya Barnaheim, Rókin o.a. stovnar hava harðliga brúk fyri at hava sálarfrøðing(ar) við í arbeiði sínum. Sami arbeiðsbólkur hevði somuleiðis hildið, at sálarfrøðingar á t.d. Føroya Barnaheimi skulu lønast sum sálarfrøðingar og ikki okkurt annað.

 

Tí verður landsstýrismaðurin spurdur um, hvør tað er, sum í veruleikanum avger, hvar og nær akademikarar kunnu lønast sum akademikarar.  Landsstýrismaðurin má eisini svara, um tað ber til, at ávísir stovnar fáa sømdir sum tær, Serdagsstovnurin fær, meðan aðrir mugu sættast við, hvussu lagið er á teimum á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum. Ella um tað er soleiðis, at ein landsstýrismaður kann yvirtala ein annan landsstýrismann til ymist.

 

Á tingfundi 28. november 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 19. desember 2006 svaraði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar

Til spurning 1:

Sáttmálarnir, Fíggjarmálaráðið hevur við ymsu fakfeløgini, tilskila, hvørji starvsfólk eiga at verða lønt eftir teimum einstøku sáttmálunum. Í sáttmálunum eru ásetingar um, hvørjir lønarflokkar ymsu starvsfólkini eiga at verða lønt eftir. Í størvum, ið krevja ávísa útbúgving, verða starvsfólk, sum hava hesa útbúgving, lønt samsvarandi. Vanliga er hetta sostatt rættiliga greitt.

 

Harumframt er ein meiri almenn vegleiðing um flokkingar og umflokkingar (LD Vegleiðing 1999-7 um flokkingar og umflokkingar). Í hesari vegleiðingini er nærri ásett, hvussu mannagongdin er, tá størv verða flokkað og umflokkað.

 

Til spurning 2:

Fíggjarmálaráðið er ikki vitandi um, at sálarfrøðingar eru, ið verða løntir eftir sáttmálanum millum Fìggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

Hvørja løn, fólk fáa, er tengt at, hvørja útbúgving fólk hava, og hvørjum starvi tey sita í. Krevur starv eina ávísa útbúgving, og hevur starvsfólkið hesa útbúgvingina, fær starvsfólkið ta løn, sáttmálin ásetir. Sita starvsfólk, ið eru útbúgvin sálarfrøðingar, í størvum, ið eru flokkað sum størv, har tað er eitt krav at vera sálarfrøðingur, so eiga hesi starvsfólk at verða lønt sum sálarfrøðingar.

 

Til spurning 3:

Tá Lønardeildin tekur støðu til flokkingarmál, verður hetta gjørt við útgangsstøði í tilmæli frá avvarðandi aðalráði. Lønardeildin viðger síðani umsóknina og setir seg í samband við viðkomandi fakfelag fyri at áseta endaligu flokkingina.

 

Tá talan er um serstovnar, eigur tilmæli at koma frá Almanna- og heilsumálaráðnum. Lønardeildin ger í høvuðsheitinum ikki mun á ymsu serstovnunum í sambandi við setan av sálarfrøðingum. Støða verður tikin í hvørjum einstøkum føri við støði í tilmæli frá Almanna- og heilsumálaráðnum.

 

Tað er ikki uppgávan hjá Fíggjarmálaráðnum at skilmarka, hvørjir stovnar eru at meta sum serstovnar. Harvið hevur Fíggjarmálaráðið heldur onga støðu til, hvussu nógvir serstovnar eru í Føroyum.

 

Til spurning 4:

Um ein stovnur lýsir eftir einum sálarfrøðingi, eigur tann sálarfrøðingurin, ið verður settur í starvið, eisini at verða løntur sum sálarfrøðingur, t.e. sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Magistarafelag Føroya. Tað ber sostatt ikki til at seta sum treyt, at viðkomandi sálarfrøðingur skal lønast sum ein pedagogur.

 

Til spurning 5:

Einasti landsstýrismaður, ið hevur beinleiðis samskifti við Lønardeildina, er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Sitandi landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur ongantíð roynt at ávirka einstøk flokkingarmál, ið hava verið til viðgerðar á Lønardeildini.

 

Málið avgreitt.