51 Uppskot til  lųgtingslóg um barnastušul

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. Tikiš aftur

Įr 2006, 18. desember, legši Bįršur Nielsen, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

Uppskot 

til 

til lųgtingslóg um barnastušul

 

§ 1. Persónur, iš hevur foreldramyndugleika yvir barni, hevur eftir įsetingunum ķ hesi lųgtingslóg rętt til barnastušul, um viškomandi hevur fulla skattskyldu og fast tilhald ķ Fųroyum.

Stk.2. Foreldur, iš hava felags foreldramyndugleika, gera sjįlvi av, hvųr teirra skal hava stušulin. Um bęši foreldrini bišja um stušulin, veršur stušulin latin tķ persóni, sum hevur barniš bśgvandi hjį sęr.

 

§ 2. Bżr barniš ikki hjį einum persóni, sum hevur foreldramyndugleika yvir barninum, kann barnastušulin ķ stašin latast tķ  persóni, sum hevur barniš bśgvandi hjį sęr.

 

§ 3. Barnastušul veršur latin, til barniš er 18 įr.

Stk. 2. Barnastušulin veršur śtroknašur seinast ķ hvųrjum mįnaši og śtgoldin antin seinast ķ hvųrjum mįnaši ella fyri fżra mįnašir ķ senn, seinast ķ mars, juli og november.
Stk. 3. Barnastušulin veršur fluttur į kontu ķ peningastovni og giro.

 

§ 4. Hevur barnaverndarnevnd yvirtikiš umsorganina fyri barninum, veršur barnastušul ikki latin.

 

§ 5. Landsstżrismašurin ķ fķggjarmįlum kann ķ kunngerš įseta nęrri reglur um śtgjalding av barnastušli, sbr. §§ 2 og 3, og um frįbošanarskyldu, sbr. § 4. 

 

§ 6. Toll- og Skattstova Fųroya rindar barnastušulin, sum lutvķst veršur fķggjašur av landinum og lutvķst av kommununum.

Stk. 2. Landiš rindar įrliga kr. 6.000 ķ barnastušli fyri hvųrt barn, mešan kommunurnar hvųr sęr ķ seinasta lagi 1. desember įseta ta upphędd, sum skal latast ķ barnastušli įriš eftir.

Stk.3. Śtreišslurnar til barnastušul hevur tann kommuna, har viškomandi, iš hevur rętt til stušul, er tilmeldašur, tį stušulin veršur śtroknašur.
Stk. 4. Kommununnar partur av barnastušlinum veršur mótroknašur ķ teirri skattaupphędd, sum veršur śtgoldin kommununi hvųnn mįnaš. Mótrokningin veršur gjųrd ķ śtgjaldinum ķ tķ mįnaš, sum kemur beint aftanį mįnašin, tį barnastušulin er śtgoldin.

§ 7. Avgeršir, tiknar eftir hesi lųgtingslóg, kunnu innan 4 vikur kęrast til kommunalu skattakęrunevndina. Kęran skal vera skrivlig, og grundgeving fyri kęruni skal vera viš.
Stk. 2. Avgeršin hjį kommunalu skattakęrunevndini kann innan 4 vikur kęrast til Skatta- og Avgjaldskęrunevndina.
Stk. 3. Freistin ķ stk. 1 og 2 veršur roknaš frį tķ degi, tį kęrarin fekk boš um avgeršina.

§ 8. Renta veršur roknaš av ov nógv śtgoldnum barnastušli viš 0,7% fyri hvųnn byrjašan mįnaš frį śtgjaldingardegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaša rentu.

Stk. 2.  Ov nógv śtgoldin barnastušul viš afturatkomnum eykagjųldum, rentum v.m. veršur eftirhildin ķ A-inntųku skuldarans eftir reglunum ķ skattalógini, eins og panting kann fremjast eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum og avgjųldum.

§ 9. Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd, og hevur virknaš frį 1. januar 2007.

 

Kapittul 1. Almennar višmerkingar
Landsstżrismašurin ķ fķggjarmįlum leggur viš hesum fram uppskot til lųgtingslóg um barnastušul.

 

Ķ sambandi viš at gera skattalógina einfaldari vóršu višfevndar broytingar framdar ķ 1997. Flest allir frįdrįttir vóršu tiknir śt śr skattaskipanini tį, men barna­frįdrįtturin varš tó ikki avtikin. Viš hesum uppskotinum veršur męlt til, at barnastušulin veršur umlagdur til eina śtgjaldskipan. Hetta er eisini viš til at betra um gjųgnumskygni į fķggjarlógini, viš taš at hetta kemur at framganga sum ein jįttan į fķggjarlógini.

 

Eisini er hetta ein lišur ķ familjupolitisku ętlanunum hjį landsstżrinum um at betra um korini hjį barnafamiljunum, viš taš at barnastušulin hękkar.

 

Uppskotiš hevur veriš til hoyringar hjį kommunufelųgunum, Almanna- og Heilsumįlarįšnum, Hųvušsbarnaverndini og Almannastovuni.

 

Kommunufelųgini hųvdu ikki stórvegis višmerkingar til uppskotiš, men vķstu tó į, at skotbrįiš at gera višmerkingar hevši veriš ov stutt. 

 

Almanna- og Heilsumįlarįšiš og Almannastovan męltu til ymiskar broytingar viš atliti at almannalóggįvuni. Hesi tilmęli eru ikki innarbeidd ķ lógaruppskotiš, tķ mett veršur, at taš er ręttari, at nevndu broytingar verša framdar ķ almannalóggįvuni.

 

Hųvušsbarnaverndin hevur ongar višmerkingar gjųrt til uppskotiš.

 

Kapittul 2. Avleišingar av uppskotinum 

Tęr fķggjarligu avleišingarnar av lógaruppskotinum verša mettar at verša kr. 450.000,­-. Śtreišslurnar fara til at menna KT-skipanina og tillaga umsitingina viš atliti til broytingarnar.

 

Eftir uppskotinum veršur stušul veittur fyri 18 įr – ķ mun til 19 įr eftir galdandi reglum. Upphęddin, iš veršur śtgoldin, hękkar tķ viš kr. 500,- pr. įr.

 

Uppskotiš hevur harnęst fķggjarligar avleišingar fyri įvķsar samfelagsbólkar, sum viš verandi skipan ongan barnafrįdrįtt fįa, tķ śtroknaši skattur teirra undir ųllum umstųšum hevši veriš lękkašur eftir § 64 ķ skattalógini.

 

Mett veršur ikki, at lógaruppskotiš hevur viš sęr stórvegis fyrisitingarligar avleišingar fyri landiš og kommunurnar.

 

Mett veršur ikki, at lógaruppskotiš hevur avleišingar viš sęr fyri umhvųrviš ella ķ mun til altjóša avtalur og reglur.

 

Mett veršur, at uppskotiš hevur viš sęr sosialar avleišingar.

 

Ķ mun til galdandi skipan er viš uppskotinum mųguleiki fyri mįnašarligum stušli, og mį hetta metast sum ein sosialur fyrimunur fyri uppihaldarar, iš ikki hava skattskylduga inntųku, eitt nś lesandi. – Eftir galdandi skipan hųvdu hesi ikki fingiš śtgjald, fyrr enn avlopsskattur varš śtgoldin įriš eftir. 

 

 

 

Fyri landiš/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
plįss/ųki ķ
landinum

Fyri įvķsar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fķggjarligar/
bśskaparligar avleišingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvųrvisligar
avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleišingar

 

 

 

Ja

 

 

Kapittul 3. Serligar višmerkingar

 

Til § 1

Stušulin er sum śtgangsstųši treytašur av, at stušulsmóttakarin hevur foreldramyndugleika yvir barninum, jbr. tó § 2. Harumframt er stušulin treytašur av, at stušulsmóttakarin hevur fulla skattskyldu og fast tilhald ķ Fųroyum. Viš fast tilhald er at skilja bśstaš ķ Fųroyum.

 

Viš foreldramyndugleika er at skilja įsettur ella avtalašur foreldramyndugleiki, herundir felags foreldramyndugleiki.

 

Spurningurin um fulla skattskyldu veršur avgjųrdur eftir § 1, nr. 1-5 ķ skattalógini, mešan spurningurin um heimstaš veršur grundašur į skrįsetingina ķ fólkayvirlitinum.

 

Hava foreldrini felags foreldramyndugleika, men bert annaš av foreldrunum hevur heimstaš ķ Fųroyum, er taš ikki ein treyt fyri at fįa barnastušul, at viškomandi hevur barniš bśgvandi hjį sęr.

 

Til § 2

Bżr barniš ikki hjį einum persóni, sum hevur foreldramyndugleika yvir barninum, kann barnastušulin ķ stašin latast tķ  persóni, sum hevur barniš bśgvandi hjį sęr.

 

Eftir įsetingini kann stušul t.d. verša veittur einari ommu ella einum abba, sum hevur barniš bśgvandi hjį sęr, men sum nevnt ķ § 4 veršur stušul ikki latin, um barnaverndarnevnd hevur yvirtikiš umsorganina fyri barninum.

 

Til § 3

Barnastušul veršur śtroknašur til og viš mįnašin, barniš veršur 18 įr.

 

Ķ sambandi viš fųšing og tilflyting byrjar stušulsskeišiš mįnašin eftir, at barniš veršur fųtt ella flytur til landiš. Ķ sambandi viš deyša og frįflyting veršur stušul śtroknašur til og viš mįnašin, barniš doyr ella flytur av landinum.

 

Barnastušulin veršur latin į kontu ķ peningastovni, herundir giro.

 

Til § 4

Barnastušul veršur ikki veittur, tį taš almenna hevur įtikiš sęr umsorganarskylduna fyri og harviš śtreišslurnar av barninum til eitt nś samsżning til fosturforeldur.

 

Til § 5

Landsstżrismašurin kann ķ kunngerš įseta nęrri reglur um, hvųrji krųv skulu setast til skjalprógv v.m., tį barnastušulin skal latast persóni, sum ikki hevur foreldramyndugleika yvir barninum, men kortini hevur barniš bśgvandi hjį sęr. Somuleišis veršur męlt til, at landsstżrismašurin ķ kunngerš fęr heimild til at fyriskriva nęrri, hvussu taš skal frįbošast Toll- og Skattstovu Fųroya, at barnaverndarnevnd hevur yvirtikiš umsorganina fyri barninum.

 

Til § 6

Barnastušulin veršur lutvķst rindašur av landinum og lutvķst av kommununum.

 

Ķ mun til galdandi reglur um barnafrįdrįtt veršur barnastušulin ręttvķsari fyri kommunurnar. Eftir galdandi reglum veršur skift kvartįrliga ķ sambandi viš flyting śr einari kommunu ķ ašra, mešan eftir uppskotinum veršur skift mįnašarliga.

 

Til § 7

Barnastušulskęrur verša višgjųrdar eins og skattakęrur eftir reglunum ķ lųgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting. 

 

Til § 8

Renta veršur roknaš av ov nógv śtgoldnum barnastušli viš 0,7% fyri hvųnn byrjašan mįnaš frį śtgjaldingardegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaša rentu.

 

Toll- og Skattstova Fųroya kann eftirhalda ov nógv śtgoldnan barnastušul viš afturatkomnum eykagjųldum, rentum v.m. ķ A-inntųku skuldarans eftir reglunum ķ § 136 ķ lųgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, eins og panting kann fremjast fyri ov nógv śtgoldnan barnastušul eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum og avgjųldum

 

Til § 9

Lógin fęr virknaš tann 1. januar 2007, og galdandi reglur um barnafrįdrįtt verša samstundis settar śr gildi.

 

1. višgerš 20. desember 2006. Lųgtingsmįlini nr. 50 og 51/2006 vóršu višgjųrd undir einum og beind ķ fķggjarnevndina

Į tingfundi 20. aprķl 2007 las formašurin skriv frį Bįrši Nielsen, landsstżrismanni, har sagt varš frį, at hann tekur mįliš aftur.