Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

94. fundur

 

Ár 2007, týsdagin 29. mai, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Sverre Midjord, Karsten Hansen og Heðin Zachariasen og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Formaðurin las skriv frá løgmanni, dagfest 9. mai 2007, har gjørt verður Løgtinginum kunnugt, at løgmaður hevur loyst Bárð Nielsen úr embætinum sum landsstýrismaður samsvarandi løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya § 29, 2.stk. Løgmaður tekur fyribils við ábyrgdini av teimum málsøkjum, ið Bárður Nielsen hevur sitið fyri sum landsstýrismaður.

 

Formaðurin las eisini skriv frá løgmanni, dagfest 15. mai 2007, har løgmaður ger kunnugt, at hann við gildi frá 15. mai 2007 hevur tilnevnt Magna Laksáfoss sum landsstýrismann í fíggjarmálum samsvarandi § 27, stk. 2 í lógini um stýrisskipan Føroya.

 

Farloyvi: 

Skriv frá Bárði Nielsen, løgtingsmanni, dagfest tann 29. mai 2007, við umsókn um farloyvi, og at næsti maður á lista Sambandsfloksins í Norðstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Olav Enomoto, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Bárð Nielsen.

 

Til viðgerðar:
 

1.      Jóannes Eidesgaard, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-34/2006 frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avtalu millum Føroyar og Ísland um sínámillum fiskiveiðu og avtalu millum Danmark og Ísland um føroyskt loftrúm
Málið avgreitt.
 

2.        Framløga
Formaðurin boðaði frá,
- at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan, nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum, nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunar, og nr. 123/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna
- at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit tingmálunum nr.
1-12/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-5, nr. 1-14/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2007, nr. 99/2006: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya, nr. 117/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, nr. 118/2006: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði, og nr. 119/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld á framleiðslu og innflutningi.
 

Fundur niðurlagdur kl. 16.12
Fundur uppafturtikin kl. 17.10
 

        Formaðurin boðaði frá,
- at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 114/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg)
- og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
53/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, nr. 120/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og nr. 113/2006: Uppskot til løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin).

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 31. mai 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        2. viðgerð av tingmáli nr. 114/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg)

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 53/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 120/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

6.        2. viðgerð av tingmáli nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

7.        2. viðgerð av tingmáli nr. 123/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna

8.        2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2006: Uppkot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya

9.        2. viðgerð av tingmáli nr. 118/2006: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði

10.     2. viðgerð av tingmáli nr. 117/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

11.     2. viðgerð av tingmáli nr. 119/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

12.     2. viðgerð av tingmáli nr. 1-12/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-5

13.     2. viðgerð av tingmáli nr. 1-14/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2007

14.     2. viðgerð av tingmáli nr. 113/2006: Uppskot til løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin)

15.     Framløga
 

Fundur lokin kl. 17.15 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari