113 Uppskot til  løgtingslóg um framleiðslu, flutning, og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2007, 30. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni

(Elveitingarlógin)

 

Kapittul 1

Endamál og gildisøki

 

§ 1. Lógin er galdandi fyri framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (elveitingarvirksemi).

          Stk. 2. Lógin er galdandi á føroyskum land-, sjó-, hav- og landgrunsøki.

          Stk. 3. Lógin er ikki galdandi fyri skip og fyri havstøðir, sum reka virksemi sambært løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi.

         

          § 2. Øll hava rætt til, móti gjaldi, at fáa veiting av ravmagni.

 

§ 3. Kommunur kunnu luttaka í elveitingarvirksemi sbrt. § 1, stk 1, uttan mun til ásetingarnar í § 50, stk 1 í kommunustýrislógini. 

 

Kapittul 2

Framleiðsla av ravmagni

 

          § 4. Framleiðsla av ravmagni, ætlað til flutnings á elnetinum við loyvi eftir § 9, er einans loyvd við loyvi frá landsstýrismanninum.

          Stk. 2. Loyvi verður latið fyri tíðarskeið, ikki longri enn 20 ár, og kann verða longt við í mesta lagi 20 árum í senn.

Stk. 3. Loyvi kann bert veitast umsøkjarum, sum hava neyðugan sakkunnleika, førleika og fíggjarorku til tað virksemi, sum loyvi verður veitt fyri.  

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann lata royndarloyvi til elframleiðslu, har ætlanin er at gera royndir við nýggjari tøkni, tengd at granskingar- og menningarverkætlanum. Royndarloyvi til elframleiðslu kann ikki veitast fyri meira enn 5 ár í senn. Í samráð við SEV kann avtala gerast um keyp av hesi framleiðslu.

         

          § 5. Tá landsstýrismaðurin viðger umsókn um loyvi eftir § 4 til bygging av nýggjum verkum til framleiðslu av ravmagni úr jarðrunnum brennievnum ella úr vatnorku, skal hann taka atlit til orkupolitikk landsins, umframt til rættin hjá SEV at gagnnýta vatnorkuna og til orkutørv landsins, sbrt. § 11, stk. 3.

          Stk. 2. Loyvi eftir § 4 til framleiðslu av ravmagni úr vindorku verða veitt eftir, at alment er lýst eftir umsóknum. Áðrenn lýst verður eftir umsóknum, skal landsstýrismaðurin ráðføra seg við SEV, sbrt. § 11, stk 3.

          Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann lata verða við at geva teimum loyvi, ið søkt hava.

             

          § 6. Loyvi eftir § 4 verða latin við treytum, ið landsstýrismaðurin ásetir. Treytir kunnu setast við slag av orkukeldu, framleiðslurætt og -skyldu, tøkan framleiðslumátt, íbinding í netið, hvussu prísur skal roknast, gagnnýtslu av avlopsorku, upplýsingarskyldu mótvegis landsstýrismanninum og SEV, um uppseting og burturbeining av útbúnaði, tíðarfreistir o.a.

             

§ 7. Feløg, sum hava loyvi at framleiða ravmagn, og sum eru íbundin netið, hava skyldu at fylgja boðum frá SEV, sbrt. § 11, stk 5 um broytingar í framleiðsluni, fyri at tryggja ein munadyggan rakstur og eina hóskandi veitingartrygd og el-góðsku.

          Stk. 2. Feløg, sum hava loyvi til framleiðslu av ravmagni, og sum eru íbundin netið, hava skyldu at boða SEV frá ætlaðum broytingum í framleiðsluni innan eina hóskandi freist, ið SEV ásetir.

 

          § 8. Loyvishavari, ið ætlar at halda fram við virkseminum, eftir at loyvisskeiðið er farið, skal í minsta lagi 2 ár undan, at loyvið til framleiðslu rennur út, søkja um leinging av loyvinum.

          Stk. 2. Um loyvishavari ætlar at gevast við framleiðslu, kann landsstýris-maðurin í samráð við SEV, um serlig viðurskifti gera seg galdandi, taka avgerð um framhaldandi rakstur av verkinum móti fullum endurgjaldi.             

         

Kapittul 3

Netvirksemi

                     

          § 9. Loyvi krevst frá landsstýrismanninum til netvirksemi, t.e. flutningur av ravmagni, frá framleiðslustaði til brúkara. Loyvið verður latið við treytum, ið landsstýrismaðurin ásetir.

          Stk 2. SEV fær loyvi til netvirksemi eftir stk 1.

          Stk. 3. SEV skal íbinda loyvishavarar til framleiðslu av ravmagni í netið.

          Stk. 4. SEV hevur skyldu at binda allar brúkarar av ravmagni í netið, um ikki serlig viðurskifti gera seg galdandi.

          Stk. 5. Tá SEV ásetir prísir fyri ravmagn til brúkara, skal munur ikki gerast á, hvar brúkari býr.

                                                                

          § 10. Netvirksemið skal fíggjarliga hvíla í sær sjálvum, soleiðis at inntøkurnar eru hóskandi til at gjalda fyri rakstur og ætlaðar neyðugar íløgur.

Stk 2. SEV skal hava serstakan roknskap fyri netvirksemið.

Stk 3. Landsstýrismaðurin kann, eftir samráðingar við SEV, krevja, at virknisfremjandi tiltøk verða sett í verk fyri støðugt at betra um raksturin av netvirkseminum.

 

          § 11. SEV hevur ábyrgd av, at veitingartrygdin og elgóðskan eru nøktandi.

          Stk. 2. SEV skal arbeiða fyri,  at størst møguligur partur av  elframleiðsluni, ið til eina og hvørja tíð er tøk, er úr varandi orkukeldum.

Stk. 3. SEV skal í samráð við landsstýrismannin leggja til rættis og meta um framtíðar tørv á at byggja út ravmagnsframleiðsluverk og -net.

Stk. 4. SEV skal harumframt:

1)      máta elnøgdina, ið verður framleidd, og elnøgdina, ið verður seld,

2)      vera landsstýrismanninum til hjálpar í sambandi við eftirlitsarbeiði hansara.

          Stk. 5. Til at tryggja, at SEV kann liva upp til sína skyldu um at halda eina nøktandi veitingartrygd og elgóðsku sbrt. stk. 1, kann SEV til eina og hvørja tíð geva boð til annan framleiðara um broyting í framleiðslu, ella, um neyðugt, kobla framleiðara av netinum.

         

          § 12. SEV hevur skyldu at keypa tað ravmagn, sum verður framleitt av loyvishavarum sambært loyvunum.

          Stk. 2. SEV skal ikki gera mismun millum egna framleiðslu og framleiðslu frá øðrum framleiðarum.

          Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur við tí endamáli at tryggja, at treytirnar í hesum kapitli verða loknar, her undir treytir um, hvussu prísur skal roknast, serstakar roknskapir, upplýsingarskyldur mótvegis brúkarum, loyvishavarum og landsstýrismanni, gagnnýtslu av varandi orkukeldum, reglur um at seta í verk virknisfremjandi tiltøk o.a.

          Stk. 4. Um SEV brýtur sínar skyldur um serstakan roknskap sbrt. § 10, stk 2, misnýtir marknaðarstøðu sína, ella um serlig samfelagsatlit gera seg galdandi, kann landsstýrismaðurin krevja, at partur av virkseminum verður lagdur undir sjálvstøðuga leiðslu, ella at netvirksemið í síni heild verður lagt í sjálvstøðugt felag við sjálvstøðugari leiðslu.

         

          § 13. Tað áliggur SEV at gera veitingarætlan fyri umstøður, tá neyðugt verður at skamta elveitingina. Ætlanin skal góðkennast av landsstýrismanninum.

          Stk. 2. SEV er heimilað at skamta elveitingina sambært veitingarætlanini eftir stk. 1.

 

          § 14. SEV skal gera almennar treytir fyri viðurskifti síni við allar brúkarabólkar. Almennu treytirnar skulu góðkennast av landsstýris-manninum.

 

          § 15. Góðkenning krevst frá lands-stýrismanninum til at leggja háspenningslinjur til transmissjón av ravmagni. Í sambandi við góðkenning, kunnu treytir setast um verju av umhvørvi, lendisnýtslu og onnur viðurskifti, ið verða mett neyðug. 

 

Kapittul 4

Meting um árin á

umhvørvið

 

          § 16. Áðrenn loyvi til framleiðslu av ravmagni verður latið, skal verða gjørd umhvørvisárinsmeting, og skulu úrslit av hesari meting vera góðtikin av landsstýrismanninum. Viðkomandi almenningur, myndugleikar og felagsskapir skulu hoyrast, áðrenn loyvi verða veitt.

          Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um, hvussu metingar eftir stk. 1 skulu gerast, um skjalprógvan og um hoyring.

          Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, um heilt serligar umstøður gera seg galdandi, veita undantak frá krøvunum í stk. 1, 1. pkt. 

 

Kapittul 5

Myndugleikar, eftirlit, kærur o.a.

 

          § 17. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at lógin, ásetingar, settar sambært lógini, og loyvistreytir verða hildnar.

          Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um gjald fyri veitan av loyvi umframt reglur um gjald fyri eftirlit við virksemi loyvishavarans eftir hesi lóg og fyri viðgerð av kærum.

             

          § 18. Um landsstýrismaðurin leggur heimildir sínar sambært hesi lóg til stovn undir Vinnumálaráðnum ella annan stovn, skal landsstýrismaðurin seta kærunevnd, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina. Kærunevndin skal hava 3 limir og verður tilnevnd fyri 4 ár í senn. Fyri hvønn av limunum verða tilnevndir tiltakslimir. Kærunevndin verður skipað við einum serkønum á elveitingarøkinum, einum búskaparfrøðingi og einum løgfrøðingi, sum skal vera formaður í nevndini. Nevndin skal kunna søkja sær aðra serkøna hjálp.

          Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur um kærur, herundir um virksemi hjá kærunevndini og um kærufreistir o.a.

         

          § 19. Landsstýrismaðurin hevur rætt at fáa allar upplýsingar, sum verða mettar neyðugar til útinnan av eftirliti við virksemi sambært hesi lóg.

          Stk. 2. Loyvishavari við loyvi til framleiðslu av ravmagni eftir § 4 eins og loyvishavari við loyvi til netvirksemi eftir § 9 hava skyldu til at geva starvsfólki eftirlitsmyndugleikans alla hjálp í kanningarvirksemi teirra.

 

Kapittul 6

Aðrar ásetingar

 

          § 20. Loyvi til framleiðslu eftir § 4 og til netvirksemi eftir § 9 í hesi lóg eru undantikin rættarsókn og kunnu hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis avhendast ella veðsetast, uttan so at landsstýrismaðurin gevur loyvi frammanundan og góðkennir treytirnar í sáttmálanum partanna millum.

 

          § 21. Um fortreytirnar fyri loyvi eftir § 4 eru munandi broyttar, kunnu við 1 árs fyriboðan og eftir samráðingar við avvarðandi loyvishavara ásetast nýggjar treytir í einum loyvi. Tílíkar samráðingar kunnu í fyrsta lagi verða 5 ár eftir, at loyvi er veitt, um ikki heilt avgerandi atlit tala fyri, at treytirnar verða broyttar innan hesa freist.

 

     § 22. Loyvi eftir § 4 kann verða tikið aftur, um:

     1) lógin, reglur ásettar sambært lógini, treytir og boð verða brotin við vilja ella av grovum ósketni,

     2) tað í umsókn um loyvi eru givnar skeivar ella villleiðandi upplýsingar,

     3) loyvishavarin boðar frá gjaldsteðgi, letur inn umsókn um konkurs ella verður koyrdur konkurs.

Stk. 2. Um bøtt kann verða um eitt brot, sum nevnt í stk. 1, kann landsstýrismaðurin boða eigaranum frá, at hesin innan fyri eina nærri ásetta freist skal halda sínar skyldur eftir loyvinum. 

Stk. 3. Verður loyvið tikið aftur eftir stk. 1 frá eini fyritøku við framleiðsluskyldu, kann landsstýris-maðurin fyribils halda fram við loyviskravda virkseminum hjá fyritøkuni. Fráboðar ein fyritøka við framleiðsluskyldu gjaldsteðg ella verður fyritøkan koyrd konkurs, uttan at loyvi verður tikið aftur, kann landsstýrismaðurin fyribils halda fram við loyviskravda virkseminum hjá fyritøkuni, um so er, at eftirlitið undir gjaldsteðginum, ella kurator annaðhvørt ikki ynskir at halda fram við loyviskravda virkseminum, ella at framleiðsluskylduga fyritøkan ikki heldur fram við framleiðsluskylduga virkseminum á nøktandi hátt. Eftirlitið ella kurator skal skjótast gjørligt og í seinasta lagi eina viku eftir gjaldsteðgin ella eftir  konkursdekretið boða landsstýris-manninum frá, um framleiðsluskylduga virksemið heldur fram ella ikki.

 

Kapittul 7

Revsing

 

          § 23. Er ikki harðari revsing ásett í aðrari lóggávu, kann tann verða revsaður við bót ella hefti, sum:

1)                 rekur framleiðsluvirksemi uttan loyvi sbrt. § 4, stk 1 og stk 3,

2)                 rekur netvirksemi uttan loyvi sbrt. § 9,

3)  brýtur treytir, ásettar í loyvinum eftir §  6, § 9, stk. 1 og 2, § 15 og § 21,

4)  ikki letur inn kravdar upplýsingar ella forðar fyri kanningum við heimild í lógini sbrt. § 6 og § 19,

5)  ikki aktar boð, givin við heimild í hesi lóg, ella fyriskipanir, ásettar við heimild í lógini.

Stk. 2. Í kunngerðum, ásettum við heimild í lógini, kann ásetast revsing sum bót ella hefti fyri brot á ásetingarnar í kunngerðini ella á treytir, settar í loyvinum, ella á boð, givin sambært reglunum.

Stk. 3. Feløg o.a. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kap. 5 í revsilógini.  

 

Kapittul 8

Gildiskoma og skiftisásetingar

 

§ 24. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

§ 25. Tá lógin fær gildi, er rakstur av verandi framleiðsluverkum og elnetum hjá SEV til 1. januar 2009 undantikin frá loyviskravinum í § 4, stk. 1 og § 9, stk. 1. Í sama tíðarskeiði er SEV undantikið frá ásetingunum í § 10, stk. 2 um serstakan roknskap fyri netvirksemi.

Stk. 2.  Tá tann í stk. 1 ásetta skiftistíð er runnin, hevur SEV rætt til at fáa loyvi eftir § 4, stk. 1 og § 9, stk. 2 eftir teimum treytum, ið ásettar verða sbrt. § 6, og § 9. Vatnorkuútbygging við tilknýti til verandi framleiðsluverk, sum er sett í verk, tá lógin fær gildi, verður fevnd av tí loyvi, framleiðsluverkið fær eftir hesi lóg.

Stk. 3. Skiftistíðin í stk. 1 er eisini galdandi fyri onnur feløg, ið framleiða ravmagn inn á elnetið, tá henda lóg kemur í gildi. Eftir at skiftistíðin er runnin, hava hesi feløg rætt til at fáa loyvi eftir § 4, stk. 1 við teimum treytum, ið ásettar verða sbrt. § 6.

 

Kap. 1 Almennar viðmerkingar

 

1.      Inngangur

 

Í sambandi við at Føroya Landsstýri í samgonguskjalinum frá 31. januar 2004 hevur sett sær fyri at seta í verk ein orkupolitikk og eina elveitingarlóg, hevur síðani á sumri 2004 verið arbeitt við at fyrireika hesa tilgongd.

 

Orka, herundir elveiting, er týðandi og vaksandi partur av samfelagsbygnaðinum. Hon hevur ikki bert týdning í sjálvari sær, men eisini búskaparliga og umhvørvisliga hava orkumál stóran týdning. Tí má atlit havast til øll hesi viðurskifti samstundis. Fyri at hetta atlit kann havast, er neyðugt, at orkumál eru landspolitisk ábyrgd.   

 

Til at gera uppskot til orkupolitikk og elveitingarlóg setti landsstýrismaðurin ein arbeiðsbólk við umboðum fyri Jarðfeingi og Vinnumálaráðið. Afturat arbeiðsbólkinum hevur ein hoyringsbólkur, sum umboðar áhugapartar frá m.a. SEV, kommunum, vinnulívi og náttúruverndarfelagsskapi gjørt viðmerkingar til arbeiðið.

 

Sum liður í arbeiðinum vórðu tveir undirarbeiðsbólkar settir at lýsa ítøkilig viðurskifti. Ein bólkur hevur viðgjørt, hvussu kappingarlíknandi viðurskifti kunnu fáast at virka innan eløkið. Í  arbeiðsbólkinum hava sitið umboð fyri Røkt, SEV og Havsbrún umframt fyri Vinnumálaráðið og Jarðfeingi. Viðgerðin hevur verið íkast til uppskotið til elveitingarlóg. Hin arbeiðsbólkurin hevur kannað, hvørjir møguleikar eru at gagnnýta størri nøgdir av vindorku í okkara elskipan. Í hesum arbeiðsbólki sita umboð fyri SEV, Røkt og Jarðfeingi. Risø Forskningscenter veitir tøkniliga ráðgeving til arbeiðið. Frágreiðing frá hesi kanning er væl ávegis, og væntast at verða liðug í summar.

 

Í arbeiðinum at orða uppskot til elveitingarlóg hevur dentur verið lagdur á eina varliga og gjøgnumskygda tilgongd.

 

2.      Endamálið við lógini

 

Eitt endamál við at gera eina elveitingarlóg er at fáa skipað hetta so týdningarmikla økið innan nútímans karmar, og í hesum sambandi at útvega landsmyndugleikunum hóskandi heimildir at stýra viðurskiftum av týdningi fyri framleiðslu, flutning og veiting av elorku.

 

Endamálið við lógini er at tryggja, at elveitingin í Føroyum verður løgd til rættis við fyriliti fyri veitingartrygd, samfelagsbúskapi og umhvørvi, eins og lógin í mest møguligan mun skal fremja virkisfýsni í sambandi við framleiðslu av ravmagni. Endamálið við lógini er eisini at stimbra nýtslu av varandi orkukeldum, tó við neyðugum atliti til veitingartrygdina. Tað er harumframt eitt aðalendamál við lógaruppskotinum, at prísurin á ravmagni ikki verður hægri enn neyðugt. 

 

Í lógaruppskotinum verður lagt upp til, at prísirnir framhaldandi skulu verða eins fyri brúkarar, uttan mun til hvar í Føroyum hesir búgva.

 

Tey mál, ið ætlanin er at røkka við hesi lóggávu, eru m.a.:

 

·        At landsstýrið fær yvirskipaðu ábyrgdina av eløkinum

·        At møguleiki verður fyri fleiri elframleiðarum fyrst og fremst á vindorkuøkinum

·        At orkuframleiðsla úr varandi orkukeldum so sum úr vatni, vindi o.ø. verður økt

·        At prísurin fyri ravmagn ikki er hægri enn neyðugt við fyriliti fyri veitingartrygd, umhvørvi og øðrum tænastum/skyldum, sum samfelagið hevur mótvegis borgarunum. 

 

3.      Støðan í dag

 

Elveitingin í Føroyum er í dag í einari einkarrættarlíknandi støðu. Interkommunali felagsskapurin SEV eigur og rekur føroyska elkervið og stendur fyri umleið 97% av elframleiðsluni. Virksemið hjá SEV er grundað á kunngerð frá 1963, sum gevur SEV rætt at gagnnýta vatnorkutilfeingið í 50 ár í Vágum, Streymoy, Eysturoy og Suðuroy við heimild í ”lov om benyttelse af søer og vandløb” frá 1937 við seinni broytingum. Her er ásett, at ”Ejerne kan ikke modsætte sig, at der af Landsstyret meddeles Koncession på Vandkraftens Udnyttelse til Elektricitetsværker eller andre Anlæg.” Í høvuðsheitum ásetir kunngerðin, at loyvið er til nýtslu av vatnmegini til ravmagn. Harumframt inniheldur kunngerðin almennar reglur fyri virkseminum hjá SEV. Kunngerðin er sostatt, umframt loyvi at nýta vatn til elmegi, eisini eitt samlað loyvi og regluverk fyri SEV sum framleiðara og seljara av elmegi til brúkarar í limakommununum. Í § 6 í kunngerðini er ásett, at ”Loyvishavarin, sum er undir øllum lógum, kunngerðum, reglugerðum, fyriskipanum v.m., ið galda ella sum skuldu komið at galda fyri verk og rakstur av elverkum, er við øllum sínum verkum og rakstri teirra undir tí eftirliti, sum landsstýrið fyrisetur”.

 

Rætturin hjá SEV at nýta “vatnkraftina til elmegi umframt í Streymoy, Eysturoy og Vágoy eisini í Suðuroy” í 50 ár, frá loyvið varð givið, stendur við, eftir at uppskotið til elveitingarlóg er komið í gildi innan fyri teir karmar, sum settir verða í lógaruppskotinum.

 

Á elveitingarøkinum er onnur lóggáva, løgtingslóg frá 10. juni 1993 um sterkstreymsútbúnað, sum regulerar tøknilig viðurskifti og trygd. Hesi viðurskiftini verða ikki fevnd av hesum lógaruppskoti. Elnevndin undir Vinnumálaráðnum umsitur saman við SEV hesa lóggávu og heldur fram við sínum virksemi óávirkað av lógaruppskotinum til elveitingarlóg.

 

Í 1992 góðkendi landsstýrið serliga prísskrá fyri ávísar vinnugreinar. Sambært skránni fáa ávísar vinnugreinar avsláttur á elprísinum. Ein spurningur í hesum sambandi er, hvørt tað framhaldandi skal vera so, at ávísar vinnugreinar fáa avsláttur, meðan aðrar ikki fáa.

 

 

4.      Lógaruppskotið

 

          4.1  Ábyrgdarbýti

 

Í mun til verandi skipan á eløkinum, har framleiðsla, flutningur og søla av ravmagni at kalla eru í einum, verður lagt upp til, at skipanin fær eitt tríbýti. Lógaruppskotið leggur upp til, at tað verður landsstýrismaðurin, ið veitir loyvi til framleiðslu av ravmagni, til netvirksemi og til størri útbyggingar av elnetinum, og lagt verður eisini upp til, at framleiðsla og flutningur av ravmagni verða sundurskild virkisøki.

 

Lógaruppskotið leggur upp til, at kappingarlíknandi viðurskifti skulu verða galdandi innan eløkið. Í hesum sambandi hevur verið hugt at líknandi lóggávu í Danmark og Íslandi. Hesi lond mugu lúka tær treytir, sum settar verða í ES-direktivinum um elveiting, framleiðslu, flutning og sølu (2003/54/EF). Millum annað verður ásett, at frí kapping skal vera innan framleiðslu og sølu av elorku, meðan flutningsnetini verða mett sum natúrlig monopol. Harumframt er ásett, at somu feløg kunnu ikki bæði reka flutningsvirksemi og virksemi, sum er í kapping, ávíkavíst framleiðslu- ella søluvirksemi.

 

Fyri smærri øki (isoleraði øki) verður tó undantak givið í ES-direktivinum fyri kravinum um at skilja virksemið sundur í sjálvstøðug feløg. Í teimum førum verður kravt, at ein roknskaparlig sundurskiljing verður framd soleiðis, at kostnaður av framleiðslu og flutningi av elorku kann skiljast at. At gjøgnumskygni fæst soleiðis, at tað ber til at siga, hvat ymisk framleiðsla kostar, og hvat flutningur kostar, betrar um møguleikarnar fyri skilagóðari stýring.

 

Við hesum lógaruppskoti verður lagt upp til, at SEV, sum er ogn hjá øllum kommununum í landinum, og sum er eigari av undirstøðukervinum, fær staðfest sína uppgávu sum netfelag, ið hevur ábyrgd av flutningi og veiting av ravmagni, og av at veitingartrygdin er nøktandi til eina og hvørja tíð. Við hesi ábyrgd fylgja nakrar heimildir, m.a. til at taka avgerðir um rakstur av netinum og at tryggja sær, at virksemið á framleiðsluverkunum er nøktandi fyri veitingartrygdina. Sambært lógaruppskotinum krevst loyvi frá landsstýrismanninum til netvirksemi. SEV rekur í dag flutning og veiting av ravmagni, og tí verður loyvi at reka netvirksemi, eftir at lógaruppskotið er komið í gildi, latið SEV. Tað er ikki ætlanin við hesum uppskoti at virka fyri, at fleiri netfeløg enn tað verandi verða sett á stovn. Hinvegin forðar lógaruppskotið ikki fyri, at netvirksemið ella partar av tí kunnu rekast í einum øðrum felagi, um tað seinni verður mett skilagott av eigarunum, tó at loyvi krevst frá landsstýrismanninum. Lógaruppskotið forðar heldur ikki fyri, at onnur enn SEV kunnu søkja um loyvi at reka netvirksemi. Tað er tó ikki sannlíkt, at tað verða  fleiri enn eitt landsumfatandi net, men møguleikin fyri at okkurt lokalt net verður, kann ikki útihýsast. Sett verða somu krøv til netvirksemi, uttan mun til hvør stendur fyri rakstrinum av hesum, m.a. at netvirksemið fíggjarliga skal hvíla í sær sjálvum.

 

Uppskotið til elveitingarlóg ásetir, at loyvi skulu fáast til vega til øll verandi framleiðsluverk sær, umframt at tað í roknskapinum hjá SEV skal vera greitt sundurbýti millum framleiðsluvirksemi og flutningsvirksemi.

 

Nýggjur framleiðslumáttur eigur í mest møguligan mun at vera úr varandi orkukeldum. Tær orkukeldur, sum eru mest nærliggjandi at byggja út helst í fleiri ár fram, eru vatnorka og vindorka. M.a. fyri at fáa mest møguligt virkisfýsni í elframleiðsluni, skal tað verða møguligt hjá øllum við nøktandi førleikum at bjóða seg fram at vera við í elframleiðsluni.

 

Tá framleiðsla úr vindi skal byggjast út, verður tað gjørt við, at landsstýrismaðurin bjóðar hesa framleiðslu út, so áhugaðir partar kunnu bjóða seg fram. Tá framleiðsla úr vatnorku skal útbyggjast, verður tað ikki gjørt við útboði, men eftir umsókn frá áhugaðum. Ætlanin er ikki við hesum lógaruppskoti at broyta rættin hjá SEV sambært kunngerðini frá 1963 at gagnnýta vatnmegina til elframleiðslu.

 

          4.2  Brúkarin

 

Tað er ikki lagt upp til, at brúkarin skal kunna velja, hvørjum framleiðara hann keypir ravmagn frá, soleiðis sum vit kenna tað frá teleøkinum, og soleiðis sum ravmagnsmarknaðurin nú er skipaður í fleiri av grannalondum okkara. Hetta er gjørt út frá tí sannføring, at føroyski marknaðurin er ov lítil og íløgurnar í verk og linjur so mikið stórar, at ein tílík skipan ikki kann fáast at virka væl. Men fyri at røkka setninginum um at fáa kappingarlíknandi viðurskifti innan elframleiðslu og at fremja virkisfýsni, er, sum nevnt frammanfyri, valt at skipa framleiðslupartin soleiðis, at møguleiki verður fyri fleiri framleiðsluvirkjum.

 

Tá tað ikki er brúkarin, sum velur, hvørjum hann fær sína elorku frá, má onkur hava hesa uppgávu hansara vegna. Skyldan hjá SEV í sínum netvirksemi at keypa alla avtalaða elframleiðslu sambært lógaruppskotinum merkir, at tað er SEV, sum hevur til uppgávu at keypa og víðariselja elorkuna til brúkaran.

 

          4.3  Varandi orkukeldur og umhvørvi

 

Lógaruppskotið ásetir, at umhvørvisárinskanningar sum meginregla skulu gerast áðrenn orkútbyggingar verða loyvdar. Tó kann landsstýrismaðurin veita undantaksloyvi í teimum førum, har hetta ikki verður mett neyðugt. Hetta frítekur tó ikki umsøkjara frá at lúka treytir, sum eru settar í aðrari lóggávu og av øðrum myndugleikum í sambandi við ætlaða virksemið.

 

Komandi orkupolitikkurin kemur m.a. at seta mál fyri, hvussu stórur partur av okkara orkunýtslu skal vera úr varandi orkukeldum. Tað er ynskiligt at leggja størri partar av elframleiðsluni yvir á varandi orkukeldur, bæði fyri at betra okkara veitingartrygd, at minka um bundni at olju, umframt at minka um útlát av vakstrarhúsgassum. Tí verður tørvur á at byggja nýggj verk til framleiðslu úr varandi orkukeldum í framtíðini, hóast vit í dag hava ein nøktandi elframleiðslumátt.

 

Lógaruppskotið heimilar landsstýrismanninum at seta netvirkseminum hjá SEV krøv til rakstur og munadygga gagnnýtslu av orkutilfeinginum. Fyri at tryggja, at elveitingin í Føroyum altíð er grundað á varandi orku í so stóran mun, sum til ber, út frá tí framleiðslumátti, sum til eina og hvørja tíð er tøkur, gevur lógaruppskotið heimild til, at landsstýrismaðurin kann samráðast og í síðsta enda krevja, at átøk viðvíkjandi netvirksemi verða framd, sum kunnu føra til, at parturin úr varandi orku, ið verður flutt um netið, kann økjast. Um tørvur er á at styrkja netið, skal samlaða netvirksemið bera kostnaðin av hesum.

 

          4.4  Veitingartrygd

 

At hava eina nøktandi veitingartrygd til eina og hvørja tíð er ein høvuðsuppgáva og ábyrgd serliga hjá netfelagnum, t.e. SEV, men eisini hjá landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin skal í sínum arbeiði mótvegis SEV ikki seta krøv, sum kunnu koma veitingartrygdini í vanda. SEV hevur skyldu til at samstarva við landsstýrismannin, herundir at viðgera spurningar um veitingartrygd og at viðgera spurningar um, hvussu ítøkilig mál kunnu setast fyri, at veitingartrygdin verður hildin á einum hóskandi støði.

 

Tá lógaruppskotið fær gildi, og vit fara frá verandi skipan til eina skipan, har roknskaparligt býti er millum framleiðslu- og netvirksemi, umframt at tað sum frálíður kunnu verða fleiri framleiðarar, ið verða ymiskir í stødd, og sum nýta ymiskar orkukeldur, má vissa vera fyri, at neyðugur máttur er tøkur til eina og hvørja tíð. Umframt at sáttmálar verða gjørdir við hvønn einstakan framleiðara um samlaða framleiðslu hjá viðkomandi, verða eisini sáttmálar gjørdir, har framleiðari bindur seg til altíð at hava mátt tøkan soleiðis, at nøktandi veiting altíð er tøk. Hesir framleiðarar hava sostatt eina veitingarskyldu og fáa nøktandi samsýning fyri at hava avtalaðan mátt tøkan. Í dag ber bert til at knýta veitingarskyldu til motor- og vatnorkuverkini hjá SEV. 

 

          4.5  Eftirlit og kæra

 

Eftirlitsuppgávurnar sambært lógaruppskotinum eru at tryggja, at loyvishavarar við framleiðsluloyvum lúka skyldur sínar sambært loyvinum, at viðvirka til, at SEV altíð hevur ein tryggan og effektivan rakstur, sum røkkur settum málum fyri veitingartrygd, og at SEV hevur eina rættvísandi mynd av kostnaðarstøðinum fyri raksturin. Harumframt skal eftirlitið tryggja, at SEV ikki misnýtir sína marknaðarstøðu mótvegis øðrum framleiðarum.

 

Landsstýrismaðurin skal hava eftirlit við, at SEV røkir sínar skyldur viðvíkjandi flutningi av ravmagni frá framleiðslustaði til brúkaran, at hetta fer fram á ein hátt, soleiðis at veitingartrygdin og streymgóðskan ikki koma í vanda, at SEV útinnur tær skyldur, sum verða álagdar um at flyta mest møguliga varandi orku og viðvíkjandi munadyggum rakstri annars. Sum part av hesum arbeiði, skal landsstýrismaðurin eisini hava eftirlit við, at prísirnir fyri flutning av ravmagni eru hóskandi til, at SEV fær dekkað sínar útreiðslur og gjørt neyðugar íløgur. Eftirlit skal eisini vera við, um SEV heldur skyldur sínar um roknskaparførslu soleiðis, at greiður skilnaður er millum netvirksemi og framleiðsluvirksemi.

 

Um landsstýrismaðurin leggur lógina til almennan stovn at fyrisita, skal hann samstundis seta kærunevnd, ið partar, sum eru fevndir av lógini, kunnu kæra avgerðir eftirlitsmyndugleikans til. 

 

5.      Ummæli

 

Upprunaliga uppskotið til elveitingarlóg varð sent til til hoyringar 22. desember 2006. Freistin at koma við viðmerkingum varð sett til 29. januar 2007. Hoyringssvar kom frá SEV, Vinnuhúsinum, Kappingarráðnum, Røkt, Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya.

 

Í stuttum mæltu kommunufeløgini og SEV til, at lógaruppskotið varð tikið aftur, og at samskifti skuldi vera millum landsstýrið og SEV/kommunurnar um, hvønn leiklut SEV og kommunurnar skulu hava í sambandi við elveitingarøkið í framtíðini. 

 

Vinnuhúsið vísti á, at prísurin skal lækka munandi, og at hetta gerst best við at varðveita monopolskipanina, men undir nógv strangari eftirliti enn í dag og við kravi um munandi príslækkingar. Vinnuhúsið metti ikki, at kapping kann fáast at virka á føroyska elmarknaðinum.

 

Røkt mælti til, at elflutningur og framleiðsla verða skipað í sjálvstøðug feløg fyri at forða fyri, at mismunur verður gjørdur millum framleiðslu hjá SEV og øðrum feløgum.

 

SEV vísti á, at flestu heimildir sambært lógaruppskotinum verða fluttar til landsstýrismannin, meðan SEV situr eftir við øllum skyldum, herundir veitingarskyldu og fíggjarligari ábyrgd.

 

Til ásetingina um, at landsstýrismaðurin eftir samráðingar kann seta treytir um framleiðslu og netvirksemi, vísir SEV á, at hesi viðurskifti áttu at verið avgreidd, áðrenn lógaruppskotið fær gildi.

 

Viðvíkjandi ásetingini í uppskotinum um, at netvirksemið fíggjarliga skal hvíla í sær sjálvum, setti SEV spurnartekin við, um tað ikki hevði verið rætt, at netvirksemið kann geva eitt hóskandi avkast, um leisturin í lógaruppskotinum um at skipa elorkuøkið í kapping skal fylgjast. Kappingarráðið vísti á, at vinningur er treyt fyri, at netfelagið/SEV kann einskiljast.

 

Kappingarráðið var av tí áskoðan, at prísásetanin skal leggjast undir málsræðið hjá Kappingarráðnum, ella at landsstýrismaðurin skal ráðføra seg við Kappingarráðið viðvíkjandi treytum fyri prísáseting og øðrum marknaðarviðurskiftum.             

 

Víðari tilgongd

Fundir hava eftirfylgjandi verið millum umboð fyri SEV, kommunurnar, Vinnumálaráðið og Jarðfeingi um endamálið við uppskotinum um elveitingarlóg, og um hvussu ásetingarnar í uppskotinum kunnu orðast øðrvísi.

 

Broyttu orðingarnar hava tikið støði í tí staðfesting, at SEV verður roknað sum ein myndugleiki, og at kommunurnar eru eigarar av SEV, og at ætlanin við lógaruppskotinum skal fremjast í samstarvi millum lands- og kommunumyndugleikar.

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum 

 

Fíggjarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið

Útreiðslurnar til umsiting av lógini verða mettar at verða ájavnt 1-2 ársverk. Eftir § 17, stk. 2 kann landsstýrismaðurin áseta neyvari reglur um gjald fyri veitan av loyvi, umframt reglur um gjald fyri eftirlit við virksemi loyvishavarans og fyri viðgerð av kærum. Meginparturin av útreiðslunum til umsitingina av lógini verða sostatt fíggjaðar av teimum, sum hava fingið framleiðslu – ella netloyvi eftir lógini.

 

B. Fyri kommunurnar og SEV

Gjald til landsumsiting og økta umsiting hjá SEV, sum tó verður kravt inn aftur frá brúkarum. Tað verður ikki kravt í lógaruppskotinum, at kommunurnar sum eigarar av SEV átaka sær eyka útreiðslur í mun til í dag.

 

C. Fyri vinnuna

Víst verður til viðmerkingarnar undir pkt. A omanfyri. 

 

Umsitingarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið

Tørvur verður á at seta 1-2 fólk afturat hjá Jarðfeingi. Tað snýr seg um fólk við hægri útbúgving. Harumframt skal skipast kærunevnd, og skal kærunevndin hava sekretariatshjálp til sítt virksemi. Hetta nýtist ikki at verða fulltíðarstarv, men kann skipast í samstarvi við annan stovn ella verða keypt uttanhýsis.

 

B. Fyri Kommunurnar og SEV

Uppskotið mælir til, at netvirksemið og framleiðsluvirksemið hjá SEV verður roknskaparliga sundurbýtt, og fer hetta eins og broytta skipanin annars at hava umsitingarligar avleiðingar fyri SEV.

 

C. Fyri vinnuna

Sum avleiðing av lógaruppskotinum verður umsitingin styrkt, og hevur hetta økta útreiðslu við sær. Hinvegin leggur uppskotið upp til størri effektivitet í framleiðslu- og flutningspartinum, sum eigur at kunna føra til eina lækking í kostnaðinum.

 

Ein møgulig broytt prísskrá kann fáa avleiðingar fyri ymsu vinnugreinarnar. 

 

Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur ongar beinleiðis umhvørvisavleiðingar, men eitt av endamálunum við lógaruppskotinum er, at oljunýtslan til streymframleiðslu skal minkast, og fer hetta at hava eina positiva ávirkan á umhvørvið.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar beinleiðis avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur. Tó kann endamálið við uppskotinum um at økja gagnnýtsluna av varandi orkukeldum viðvirka til, at útlát av vakstrarhúsgassum verður minkað.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar. 

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar og SEV

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja. Meirútreiðslur til umsiting,sum tó eru fíggjarliga neutralar, tí loyvishavarin  rindar

Ja. Gjald til landsumsiting sum tó verður kravt inn aftur frá brúkara.

Nei

Nei

Ja, umsiting styrkjast, prísskrá møg. broytast og effektivitetsfremjandi tiltøk setast í verk

 

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Ja

Roknskaparlig sundurskiljing o.a.

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar


Til § 1
 

Stk. 1
Lógaruppskotið er galdandi fyri framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni. Við framleiðslu av ravmagni verður skilt framleiðsla, sum ætlandi skal flytast á elnetinum og seljast til brúkarar. Við flutning av ravmagni skilst flutningur frá framleiðslustaði gjøgnum elnetið til brúkaran. Harumframt verður ásett, at lógin fevnir um veiting av ravmagni. 

 

Stk. 2

Lógaruppskotið er landafrøðiliga galdandi á føroyskum land-, sjó, hav- og landgrunsøki. Orsøkin til, at lógin skal vera galdandi eisini á føroyskum havøki, er, at møguleikin fyri kaðali til flutning av ravmagni millum lond ikki kann útihýsast. Harumframt kann í framtíðini koma upp á tal at nýta framleiðslueindir, sum verða lagdar út á sjógv, t.d. til framleiðslu úr alduorku, streymorku (flóð og fjøra) og kanska eisini av vindorku.

 

Stk. 3

Lógaruppskotið skal ikki vera galdandi fyri skip og fyri havstøðir, sum reka virksemi sambært løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi. Tað verður ikki mett neyðugt, at skip skulu søkja um loyvi til egna framleiðslu umborð. § 3, stk. 2 í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi ásetir, at føroyskur rættur annars er galdandi fyri havstøðir á landgrunninum og trygdarøkið rundanum, um ikki annað er ásett í aðrari lóggávu ella í reglum, ásettum av landsstýrinum. Um ikki ítøkiligt undantak varð gjørt í hesum uppskoti, høvdu havstøðir, ið fremja leiti- og framleiðsluvirksemi sambært lógini um kolvetnisvirksemi, skula søkt um loyvi til at framleiða tað ravmagn, sum havstøðini tørvar í virksemi sínum. Tað verður ikki mett neyðugt ella skilagott at krevja, at serstakt loyvi skal fáast til framleiðslu av ravmagni umborð á tílíkum havstøðum.

 

Til § 2

 

§ 2 ásetir rættin hjá brúkaranum at fáa atgongd til elorku. 

 

Til § 3

 

Kommunur reka í dag elveitingarvirksemi gjøgnum interkommunala felagsskapin SEV. Sambært kommunulógini hava kommunur ikki loyvi at reka vinnuligt virksemi við vinningi fyri eyga. Í sambandi við at elveitingarøkið verður partvís liberaliserað (frælsisgjørt), er tørvur á, at leikluturin hjá kommunum í vinnuliga partinum av virkseminum eftir hesum lógaruppskoti, t.e. elframleiðsla, verður loyvdur. Ásetingin skal ikki avmarka møguleikarnar hjá kommununum og SEV at reka annað orkuvirksemi. 

 

Til § 4

 

Stk. 1

Her er ásett, at loyvi krevst frá landsstýrismanninum, áðrenn farast kann undir framleiðslu av ravmagni, um framleiðslan skal flytast á elnetinum, ið verður rikið sambært loyvi, givið eftir § 9.

 

Stk. 2

Loyvi til framleiðslu av ravmagni kann bert veitast fyri eitt tíðarskeið í upp til í mesta lagi 20 ár, og hetta tíðarskeiðið kann síðani verða longt við í mesta lagi 20 árum í senn. Longdin á einstaka loyvisskeiðinum kann hugsast at vera ymisk frá loyvi til loyvi, m.a. grundað á slag av framleiðslu. Eitt loyvi til framleiðslu av ravmagni úr vatnorku kann, orsakað av stóru íløgunum og langa avskrivingarskeiðinum, verða longri enn eitt loyvi til framleiðslu av ravmagni úr vindmegi.

 

Stk. 3

Tá loyvi verða givin, skal dentur leggjast á, at umsøkjarin kann skjalprógva at hava neyðugan sakkunnleika, førleika og fíggjarorku til virksemið, sum skal fremjast sambært loyvinum. Umsøkjarin kann t.d. hava útvegað sær neyðugan sakkunnleika og førleika frá uttanhýsis ráðgevum, ið verða knýttir at framleiðslufelagnum gjøgnum sáttmálar. Loyvi kann, umframt at verða latið til eitt felag, eisini latast til eitt samtak av feløgum.

 

Stk. 4

Um ætlanir eru um framleiðslu av ravmagni í sambandi við menning og gransking í nýggjari tøkni, kann landsstýrismaðurin geva loyvi til hesa framleiðslu og eisini í samráð við SEV gera avtalu um, at framleiðslan kann seljast SEV. Tað verður hildið at vera skilagott, at royndarverkætlanir innan varandi orku kunnu fremjast við heimild í lógini, og at møgulig framleiðsla kann avtakast og á henda hátt betra um fíggjarliga grundarlagið fyri verkætlanini. 

 

Til § 5

 

Stk 1

Sum partur av viðgerð av umsókn um loyvi at fara undir elframleiðslu úr olju ella vatni skal landsstýrismaðurin altíð hava atlit til orkupolitikk landsins og í hvønn mun tørvur er á útbyggingum. Tá umsóknir koma frá øðrum enn SEV, skal landsstýrismaðurin harumframt ráðføra seg við SEV til tess at tryggja, at ætlanirnar ikki ganga ímóti rættinum hjá SEV at gagnnýta vatnorku. Endamálið við hesi áseting er, at ætlanir um at byggja út framleiðsluverk, ið nýta jarðrunnin brennievni, bert kunnu loyvast í teimum førum, har landsstýrismaðurin, eftir at hava ráðført seg við SEV, metir at hesar eru neyðugar fyri ikki at koma veitingartrygdini í vanda. Viðvíkjandi framleiðslu av ravmagni úr vatnorku hevur SEV rætt til gagnnýtslu av vatnkraftini í Vágum, Streymoy, Eysturoy og Suðuroy fram til 2013. Tá landsstýrismaðurin viðger umsókn um loyvi til ravmagnsframleiðslu úr vatnorku, skal hann somuleiðis hava atlit til rættindi SEV’s á vatnorkuøkinum.

 

Stk 2

Landsstýrismaðurin skal lýsa alment eftir umsóknum, áðrenn nýggj loyvi til framleiðslu av ravmagni úr vindorku verða veitt. Endamálið við hesi áseting er at geva øllum møguleika at bjóða seg fram at framleiða ravmagn úr hesi orkukeldu, og á henda hátt fáa kapping á framleiðsluøkinum. Fyri at tryggja, at útbjóðingar eru í samsvari við tørvin á elmarknaðinum og við fyriliti fyri tøkniligum avmarkingum er ásett, at landsstýrismaðurin skal ráðføra seg við SEV, áðrenn avgerð verður tikin um at skipa fyri eini útbjóðing. Fyri at røkja hesa uppgávu á nøktandi hátt er neyðugt, at orkumyndugleikin mennir fakliga førleikan at gera sjálvstøðugar metingar um hesi viðurskifti.

 

Stk. 3

Landsstýrismaðurin er ikki bundin at veita loyvi, sjálvt um lýst hevur verið alment eftir umsóknum. Tað kann hugsast, at umsóknirnar, ið koma inn, ikki eru nøktandi, ella at onnur atlit tala ímóti at veita loyvi í ítøkiliga førinum.  

 

Til § 6

 

Nærri reglur skulu ásetast í loyvinum um, hvørjar treytir loyvishavari við loyvi til framleiðslu av ravmagni skal ganga undir.

 

Hvørt loyvi sær skal innihalda treytir fyri, úr hvørjari orkukeldu – t.d. olju, vatnorku, vindorku o.a. – loyvishavarin hevur loyvi at framleiða ravmagn. Hesar treytir verða m.a. settar út frá samráðingum við umsøkjara og, um talan er um útbjóðing, eisini við støði í útbjóðingartilfarinum og umsóknini hjá tí einstaka umsøkjaranum. Treytirnar í loyvinum skulu eisini innihalda ásetingar um, at framleiðarin hevur skyldu at veita avtalaðu árligu orkuna.

 

Fyri øll framleiðsluloyvini verður avtalað, hvussu stór árliga framleiðslan skal verða. Loyvi til framleiðslu av vindorku fara ikki at fevna um fulla kapasitetin hjá vindmyllunum, men um t.d. 60-70% av møguligu árligu framleiðsluni. Avtala kann gerast við SEV um, hvussu framleiðsla oman fyri nevnda mark kann seljast. 

 

Landsstýrismaðurin kann eisini seta nærri treytir í loyvið um tøka framleiðslumáttin hjá tí einstaka loyvishavaranum. Um fleiri framleiðarar av ravmagni eru, verður neyðugt við einari yvirskipaðari tilrættisleggjan av tí mátti, sum framleiðari skal hava tøkan, soleiðis at veitingartrygdin ikki kemur í vanda.

 

Í hvørjum einstøkum loyvi skulu vera nærri treytir um, hvussu bindast skal í netið hjá SEV. Sum útgangsstøði skal framleiðarin gjalda fyri íbinding til nærmasta hóskandi íbindingarstað. SEV ger generellar reglur fyri, hvat hóskandi íbindingarstaður er. Um SEV ynskir, at íbindingin heldur skal gerast á øðrum staði, sum er longri burtur, skal SEV gjalda møguligan eykakostnað, ið stendst av hesum kravi.

 

Fyri hin einstaka framleiðaran av ravmagni verður eisini avgerandi, hvønn prís viðkomandi framleiðari kann fáa fyri ravmagn, og hetta er orsøkin til, at treytir um prísáseting, avrokning o.a. millum framleiðaran og SEV skulu vera í loyvinum. Prísur fyri ravmagn verður eitt høvuðsparametur, tá veljast skal millum umsóknir í sambandi við útboð av nýggjari orku.

 

Frá framleiðslu av ravmagni úr olju stendst avlopshiti, og tí er mett skilagott, at landsstýrismaðurin kann seta treytir í loyvið um, at tílíkur avlopshiti skal nýtast, og hvussu avlopshiti og avlopsorka annars skulu fáast til høldar t.d. í fjarhitaskipanum. Útgangsstøðið eigur greitt at vera, at framleiðarin sjálvur skal taka stig til at fáa avlopsorku til høldar, um hetta kann gerast fíggjarliga skilagott. Landið eigur bert at seta treytir hesum viðvíkjandi, um ikki framleiðarin sjálvur tekur neyðugu stigini.

 

Loyvishavarin hevur skyldu at lata landsstýrismanninum ymsar upplýsingar. Fíggjarligar og roknskaparligar upplýsingar eru m.a. ársroknskapur, ársfrágreiðing, fíggjarætlanir og ætlanir um framtíðarvirksemi, sum viðkomandi loyvishavari ætlar sær undir. Hetta eru upplýsingar, sum kunnu geva myndugleikanum kunnleika um viðurskifti hjá loyvishavaranum, ið hava týdning fyri eftirlit og tilrættalegging av elframleiðsluni, og landsstýrismaðurin kann eisini á hendan hátt fáa til vega upplýsingar um fíggjarorkuna hjá einstaka loyvishavaranum. Landsstýrismaðurin hevur eisini møguleika at geva loyvishavaranum nærri boð um, at upplýsingarnar skulu latast inn á ein serligan hátt, t.d. í elektroniskum líki og í ávísum formati.

 

Landsstýrismaðurin fær eisini heimild at seta tíðarfreistir fyri, nær farast skal undir at byggja framleiðslueindir, eins og tíðarfreistir kunnu setast fyri, nær hesar framleiðslueindir skulu vera klárar at taka í nýtslu. Treytir kunnu í hesum sambandi setast í loyvini um, at loyvi til framleiðslu fella burtur, um hesar tíðarfreistir ikki verða hildnar.

 

Treytir kunnu verða settar loyvishavaranum um, hvussu útbúnaður skal setast upp og eisini frágangast, tá framleiðsluskeiðið er runnið, soleiðis at landið skal hava møguleika fyri at fylgja við í og góðkenna, hvussu farið skal verða frá útbúnaði, sum hevur verið nýttur til framleiðslu av ravmagni. Støða skal m.a. takast til, um útbúnaður skal takast niður. Í summum førum kann tó hugsast, at burturbeining av útbúnaði fer at vera so kostnaðarmikil, at tað út frá samfelagsbúskaparligum og øðrum atlitum fer at loysa seg betri at lata útbúnaðin vera standandi.

 

Harumframt kunnu nærri reglur verða ásettar í loyvinum um treytir, sum skulu tryggja, at umhvørvið, har virksemið sambært lógini verður framt, verður ávirkað sum minst. Treytirnar viðvíkjandi umhvørvi, sum kunnu verða ásettar í einstøku loyvunum, fara m.a. at verða settar út frá teimum umhvørvisárinsmetingum, sum skulu gerast sambært § 16 í lógini. 


Til § 7
 

Stk. 1

Í hesi ásetingini eru reglur um heimildina hjá SEV at geva framleiðarum av ravmagni boð um ymisk týdningarmikil viðurskifti. SEV hevur m.a. ábyrgd av elgóðskuni, umframt at SEV skal tryggja veitingartrygdina. Hetta merkir, at SEV má hava víðar heimildir at geva teimum, ið framleiða ravmagn inn á netið hjá SEV, boð um, hvussu framleiðsluvirksemið skal leggjast til rættis. SEV má í hesum sambandi eisini hava rætt til at kobla framleiðslueindirnar frá netinum, um tørvur er á hesum. Ásetingin leggur eina skyldu á feløg, sum hava loyvi at framleiða ravmagn, til at fylgja boðum frá SEV um m.a. broytingar í framleiðsluni, tá tílík boð verða givin við tí endamáli at tryggja tey atlit, ið verða nevnd, nevniliga eina munadygga nýtslu av netinum, veitingartrygdina og elgóðskuna. Hendan regla er fyrst og fremst sett í lógina fyri at geva SEV møguleika at tryggja elgóðskuna á netinum til einhvørja tíð. SEV eigur at hava mannagongdir fyri, hvussu samstarv við framleiðarar skal skipast.

 

Stk. 2

Endamálið við hesi ásetingini er í mest møguligan mun at tryggja SEV møguleika fyri at hava yvirlit yvir og eftirlit við allari framleiðslu inn á netið hjá SEV. Hendan áseting áleggur m.a. einum framleiðara av ravmagni at boða SEV frá, um broytingar verða í framleiðsluni hjá viðkomandi framleiðara, eitt nú orsakað av viðlíkahaldi av framleiðslueindunum. SEV setir, sum partur av samlaðu mannagongdunum, sum eru nevndar omanfyri, freist fyri tílíkari fráboðan. 

 

Til § 8
 

Stk. 1

Fyri at loyvishavarin og landsstýrismaðurin skulu hava góða tíð at leggja framhaldandi framleiðslu til rættis, er ásett, at loyvishavari skal søkja um leinging av loyvi í minsta lagi 2 ár undan, at loyvi til framleiðslu rennur út.

 

Stk. 2

Ætlar ein loyvishavari at gevast við virksemi sínum eftir hesi lóg, kunnu viðurskifti gera seg galdandi soleiðis, at landsstýrismaðurin í samráð við SEV kann meta tað vera skilabetri, at virksemið ikki steðgar. Landsstýrismaðurin hevur tá heimild at taka avgerð um, at virksemið skal halda fram. Loyvishavari hevur tá rætt til endurgjald fyri fíggjarligt tap, men støðan kann eisini verða tann, at loyvishavarin, við at gevast í úrtíð, brýtur sína framleiðsluskyldu, og at hann tí kann verða endurgjaldskyldugur. Hesi viðurskifti eiga at verða nágreinað í framleiðsluloyvinum. 

 

Til § 9
 

Av tí, at virksemið hjá SEV hevur alstóran týdning fyri føroyska elmarknaðin og harvið føroyska samfelagið sum heild, eiga treytir at verða settar SEV fyri teirra virksemi. SEV rekur flutning og veiting av ravmagni, og tí verður loyvi at reka netvirksemi, eftir at lógaruppskotið er komið í gildi, latið SEV.

 

Stk. 1

Fyri at kunna reka netvirksemi krevst loyvi frá landsstýrismanninum. Í loyvið skulu treytir setast, sum hava týdning fyri veitingartrygd, búskap og umhvørvi.

 

Stk. 2

SEV fær loyvi frá landsstýrismanninum at reka netvirksemi við treytum sambært stk 1. Hesar treytir verða m.a. settar út frá samráðingum við SEV. Tað er ikki ætlanin at virka fyri, at fleiri netfeløg verða sett á stovn. Hinvegin forðar lógaruppskotið ikki fyri, at netvirksemið ella partar av tí kunnu rekast í einum øðrum felag, um tað seinni verður mett skilagott av eigarunum. Ásetingarnar forða heldur ikki fyri, at onnur søkja um loyvi at reka netvirksemi. Sett verða somu krøv til netvirksemi, uttan mun til hvør stendur fyri rakstrinum av hesum, t.d. at netvirksemi fíggjarliga skal hvíla í sær sjálvum.

 

Stk. 3

Framleiðarin skal gjalda fyri íbinding til nærmasta hóskandi íbindingarstað, sum ávíst av SEV. SEV ger generellar reglur fyri, hvat hóskandi íbindingarstaður er. Um SEV ynskir, at íbindingin heldur skal gerast á øðrum staði, sum er longri burtur, skal SEV gjalda møguligan eykakostnað, ið stendst av hesum kravi.

 

Stk. 4

SEV hevur skyldu at binda allar brúkarar, sum lúka krøvini í streymveitingartreytunum hjá SEV, í netið. Sum meginregla merkir hetta, at brúkarin ber kostnaðin av heimleiðingini fram til tað av SEV ávísta nærmasta hóskandi íbindingarstað. Frávik kunna gerast, tá heilt serligar umstøður gera seg galdandi. Ætlanin er ikki at broyta verandi siðvenju, har serlig avtala verður gjørd um veiting til avsíðisliggjandi støð.

 

Stk. 5

Ásetingin sigur einans, at tá SEV ásetir prísir, skal munur ikki gerast á, hvar brúkari býr.

 

Til § 10

 

Stk. 1

Kostnaðurin av at flyta ravmagn eigur ikki at vera hægri enn neyðugt, og hetta er orsøkin til, at kravt verður, at virksemið hjá SEV fíggjarliga skal hvíla í sær sjálvum, soleiðis at inntøkurnar eru hóskandi til at gjalda fyri rakstur og neyðugar íløgur. Tað er SEV, sum fyrst og fremst ger av, hvørjar íløgur eru neyðugar, og ætlanin við hesi áseting er á ongan hátt at forða SEV at taka hesar avgerðir. Talan er tí fyrst og fremst um eina áseting, sum áleggur SEV at miða eftir, at prísirnir á ravmagni kunnu verða so lágir sum gjørligt.

 

Stk. 2

Netvirksemi verður ein partur av virkseminum hjá SEV. Fyri at eftirlitsmyndugleikin og aðrir framleiðarar av ravmagni og samfelagið annars skulu hava møguleika fyri at skyna á virkseminum hjá SEV, sum hevur við framleiðslu av ravmagni at gera, og virkseminum hjá SEV sum netfelag, er ásett, at SEV skal hava serstakan roknskap fyri netvirksemið. Endamálið við hesum er at tryggja gjøgnumskygni á elmarknaðinum, og at betra um møguleikarnar fyri at fáa øðrum framleiðarum atgongd til netið. Kravt verður ikki, at SEV leggur framleiðslupartin av virksemi sínum í eitt felag fyri seg. Hinvegin forðar lógaruppskotið ikki fyri, at eigararnir av SEV velja at leggja partar av virkseminum í eitt sjálvstøðugt felag við sjálvstøðugari leiðslu.

 

Stk. 3

Landsstýrismaðurin kann samráðast við SEV og eftir slíkar samráðingar krevja, at SEV setir tiltøk í verk, sum t.d. kunnu betra um netvirksemið og stuðla upp undir at orkupolitikkur landsins verður rokkin. Tiltøk, sum talan kann verða um, eru m.a. at tryggja, at netvirksemið ikki er dýrari enn neyðugt, og at krøv kunnu setast um ábøtur á netið fyri at loyva meira varandi orku á netið. 

 

Til § 11
 

Stk. 1

Virksemið hjá SEV hevur alstóran týdning fyri veitingartrygdina á føroyska elmarknaðinum. SEV skal eisini tryggja ásettu veitingartrygdina. Harumframt skal SEV tryggja, at ravmagn, ið verður veitt gjøgnum netið, hevur ta góðsku, ið tað frammanundan er ásett, at ravmagn skal hava. Tað er neyðugt, at SEV hevur ásetingar um, á hvørjum støði veitingartrygdin og elgóðskan skulu vera, og hvussu hesi viðurskifti verða máld og skjalfest.

 

Stk. 2

Eisini í Føroyum hevur verið roynt at økja um tann partin av elframleiðsluni, sum kemur úr varandi orkukeldum. Fyri at styrkja um hesa gongdina skal SEV arbeiða fyri, at størst møguligi parturin av elframleiðsluni kann koma úr varandi orkukeldum, grundað á tey framleiðsluverk, ið til eina og hvørja tíð eru virkin. Tiltøk, ið verða mett neyðug fyri at kunna økja um nøgdina av varandi orku, skulu vigast ímóti møguligum kostnaði. Ætlanin er ikki, at SEV við hesi skyldu síni skal seta atlit fyri veitingartrygdini lægri.

 

Stk. 3

Tørvurin á ravmagni fer ivaleyst at økjast, og neyðugt verður eisini við útbyggingum av netinum. Tað er álagt SEV í samráð við landsstýrismannin at meta um framtíðar orkutørv og framtíðar útbyggingar. Støðugt samskifti eigur at vera millum SEV og landsstýrismannin um elmarknaðin, m.a. um hvussu hesin mennist, og hvør tørvur er á útbyggingum bæði á framleiðsluverkum og innan netið.

 

Stk. 4

Fyri at kunna hava eftirlit við marknaðinum og fyri at kunna leggja framtíðar útbyggingar o.a. til rættis, er neyðugt at hava neyvt yvirlit yvir framleiðslu og nýtslu av ravmagni. Nr. 1), ásetir, at SEV skal máta elnøgdirnar, sum verða framleiddar og seldar.

 

Fyri at gera tað møguligt hjá landsstýrismanninum at fremja eftirlitið sambært uppskotinum til elveitingarlóg, er ásett í nr. 2), at  SEV skal samstarva við myndugleikan í sambandi við eftirlitið.

 

Stk. 5

SEV hevur heimild at geva framleiðara boð um broyting í framleiðslu ella um neyðugt at kobla framleiðslueind frá netinum soleiðis, at SEV á tryggan hátt kann lúka skyldur sínar um veitingartrygd.  

 

Til § 12
 

Stk. 1

SEV hevur skyldu at keypa tær elnøgdir, sum eru ásettar í loyvinum hjá einstaka framleiðaranum.

 

Stk. 2

Tá SEV í sínum netvirksemi ger av, hvørjum framleiðara, ið framleiðsla verður tikin frá,  skal avgerðin takast við atliti til veitingartrygd, umhvørvi og búskap. SEV skal í hesum atlitum ikki hava serlig atlit til egið framleiðsluvirksemi, men javnseta alla framleiðslu av sama slagi. Saklig atlit skulu til eina og hvørja tíð leggjast til grund fyri, hvørjar framleiðslueindir SEV koblar inn á ella av netinum.

 

Stk. 3

Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri at tryggja, at treytirnar í hesum kapitli verða loknar.

 

Stk. 4

Landsstýrismaðurin kann krevja, at partur av virkseminum í SEV fær sjálvstøðuga leiðslu, ella at sjálvt netvirksemið verður lagt í eitt sjálvstøðugt felag. Hetta kann tó bert verða gjørt, um SEV brýtur ásetingarnar um sundurskildan roknskap, misnýtir marknaðarstøðu sína, ella um tað av serligum samfelagsligum orsøkum verður mett neyðugt. Tá nevnt verður, at partur av virkseminum kann verða lagdur undir sjálvstøðuga leiðslu, verður her hugsað um lyklafunktiónir, sum t.d. systemoperatørurin, sum óheftur skal virka fyri, at netið er støðugt, samstundis sum atlit verða tikin til galdandi framleiðsluavtalur. Rakstur av og atgongd til netið hava alstóran samfelagsligan týdning, og tí er neyðugt, at landssýrismaðurin kann tryggja, at hesi viðurskifti ikki koma í vanda.
 

Til § 13
 

Stk. 1

Tað kann koma fyri, at tørvurin á ravmagni á marknaðinum verður størri enn nøgdin, sum til einhvørja tíð verður framleidd. Hetta kann m.a. koma fyri í førum, har ein størri partur av framleiðsluverkunum eru óvirkin, eitt nú orsakað av tekniskum breki, verkfalli ella øðrum viðurskiftum, sum SEV ikki hevur ræði á.

 

Í førum av hesum slagi kann vera neyðugt hjá SEV at skamta veiting av ravmagni. Tað hevur stóran týdning fyri brúkarar at fáa kunning um, nær teirra ravmagnsveiting verður avbrotin. Tí eigur at verða roynt at leggja slíkar skamtanir so greitt til rættis, sum til ber, eftir einari skipan, ið frammanundan er góðkend av landsstýrismanninum. Tað er týdningarmikið, at ein slík ætlan fyriliggur, tí tørvurin at skamta kann koma brádliga á. Hendan ætlan eigur at verða gjørd beinanvegin eftir, at lógin er komin í gildi.

 

Stk. 2

Tá ein ætlan fyri skamtan er gjørd av SEV og góðkend av landsstýrismanninum, hevur SEV heimild at skamta elveitingina sambært hesi ætlan. 

 

Til § 14
 

SEV eigur at gera almennar treytir fyri veiting av ravmagni, soleiðis at bæði brúkarar og landið vita, hvørjar treytir eru galdandi fyri viðurskiftini hjá ymsu brúkarabólkunum. Landsstýrismaðurin skal góðkenna treytirnar. Tað verður mett týdningarmikið fyri eftirlitið hjá landsstýrismanninum við virkseminum hjá SEV, at landsstýrismaðurin hevur møguleika fyri at fáa slíkar treytir eins og broytingar í tílíkum treytum til góðkenningar.  

 

Til § 15
 

Loyvi skal fáast til vega at leggja háspenningslinjur til transmissjón av ravmagni. Her verður ikki hugsað um háspenningslinjur í bygdum øki, sum í dag bera spenning frá 20 kV og niðureftir, men um háspenningslinjur millum bygd øki, yvir fjøll, yvir firðir ella eftir havbotni. Tað er eisini møguligt, at ynski verður um at leggja elkaðal gjøgnum føroyskt sjó- og/ella havøki, og tí er neyðugt, at landsstýrismaðurin kann ávirka hesa tilgongd og seta neyðugar treytir, m.a. um verju av umhvørvinum og lendisnýtslu. 

 

Til § 16
 

Fyri á bestan hátt at geva umsøkjarum um loyvi til framleiðslu neyðuga vitan um, í hvønn mun virksemi teirra kann metast at ávirka umhvørvið, og fyri at geva landsstýrismanninum neyðugu amboðini til at hava eftirlit við, at fyrilit verða tikin fyri umhvørvinum, eru reglur settar í uppskotið til elveitingarlóg um krav um umhvørvisárinsmetingar. Tað er mett, at neyðugt er við áseting um umhvørvisárinsmetingar, tí tað ikki eru samsvarandi ásetingar í aðrari lóggávu.

 

Stk. 1

Metingar skulu gerast um fylgjurnar fyri umhvørvið, áðrenn loyvi til framleiðslu av ravmagni og loyvi til netfelagsvirksemi og útbygging í hesum sambandi verða veitt. Tað kann hugsast, at niðurstøðan av einari ítøkiligari meting av umsóknini og umhvørvisárinsmetingini kann vera, at tað er neyðugt at gera serstakar fylgjumetingar, eitt nú fyri at útvega upplýsingar, ið ikki eru at finna í upprunaligu umsóknini.

 

Í nøkrum førum kunnu umhvørvisárinsmetingarnar verða grundaðar á vitan, ið longu er til taks. Í øðrum førum verður neyðugt at gera ískoytiskanningar fyri at útvega neyðuga grundarlagið til umhvørvisárinsmetingina.

 

Tað er ein treyt fyri veitan av loyvum sambært § 4, at landsstýrismaðurin hevur góðkent úrslitið av metingini.

 

Tað kann eisini hugsast, at vitan um umhvørvi, ið kann nýtast í sambandi við støðutakanina til umhvørvisárinsmetingina, fæst í sambandi við hoyring, ið skal vera gjørd, áðrenn loyvi verða veitt, ella góðkenning verður givin.

 

Stk. 2

Landsstýrismaðurin hevur heimild til at gera nærri reglur fyri, hvussu metingarnar skulu snikkast til, og um hvør skjalprógvan skal fylgja við umsóknini. Landsstýrismaðurin kann eisini gera reglur í kunngerð um, hvussu hoyringin nærri skal leggjast til rættis. 

 

Stk. 3

Landsstýrismaðurin fær heimild at veita undantak frá kravinum um umhvørvisárinsmeting og hoyring. Tað er ásett í regluni, at heilt serligar umstøður skulu gera seg galdandi, áðrenn undantaksloyvi kemur upp á tal. Undantaksloyvi skal ætlandi bert veitast í førum, har tøka vitanin, her undir fyrr gjørdar kanningar, heilt greitt kann metast at veita neyðuga grundarlagið fyri at taka støðu eftir § 16, stk. 1.  

 

Til § 17

 

Stk. 1

Umsitingin hjá landsstýrismanninum, ið ætlandi verður Jarðfeingi, skal hava eftirlit við lógini, ásetingum, settum sambært lógini, og við, at treytir, settar í loyvunum, verða hildnar.

Stk. 2
Landsstýrismaðurin hevur heimild til at gera reglur fyri, at arbeiðið í sambandi við loyvisveitan og eftirlit skal gjaldast av teimum, sum fáa loyvi, og verða fevnd av eftirlitinum. Hetta er í samsvari við aðra lóggávu, sum t.d. ásetir, at tey, sum eru undir eftirliti, gjalda tað, ið eftirlitið kostar. Eftirlitið skal ikki verða óneyðuga dýrt.
 

Til § 18

 

Ætlanin er, at Jarðfeingi skal umsita lógina. Uppgávurnar hjá Jarðfeingi verða m.a.:  

 

Umframt hetta er ætlanin, at  skipast skal ein kærumyndugleiki, hagar avgerðir, sum Jarðfeingi hevur tikið, kunnu kærast. Avgerðir, sum kærunevndin hevur tikið, kunnu ikki leggjast fyri landsstýrismannin ella annan fyrisitingarligan myndugleika, men kunnu leggjast fyri rættin. Kærunevndin verður skipað við 3 limum: Einum serkønum á eløkinum, einum búskaparfrøðingi og einum løgfrøðingi, sum skal vera formaður í nevndini. Nevndin skal kunna søkja sær aðra serkøna hjálp. 

 

Til § 19

 

Stk. 1

Landsstýrismaðurin skal hava møguleika at útinna uppgávu sína sambært lógini, m.a. at hava eftirlit við, at lógin og treytir, ásettar í loyvum sambært lógini, verða hildnar.

 

Stk. 2

Fyri at gera tað møguligt hjá eftirlitsmyndugleikanum at fremja eftirlitið sambært uppskotinum til elveitingarlóg, skulu bæði SEV og onnur feløg, sum hava loyvi, samstarva við myndugleikan í sambandi við eftirlitið. 

 

Til § 20

 

At loyvi eftir elveitingarlógini eru undantikin rættarsókn merkir, at úttøka ikki kann verða gjørd í loyvum, og at loyvi ikki koma undir trotabúsviðgerð. Um loyvishavari boðar frá gjaldsteðgi,  fer á húsagang ella í likvidasjón ella kemur í líknandi støðu, kann loyvi verða tikið aftur.

 

Endamálið við kravi um góðkenning av avhendingum er at tryggja, at loyvi bert verður avhent til fyritøkur, sum verða mettar at lúka krøvini, sum verða sett loyvishavarum sambært lógini. At loyvi hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu verða avhend uttan samtykki frá landsstýrismanninum merkir, at ikki bert avhendingar, ið formliga líkjast avhendingum, krevja loyvi. Avhendingar kunnu eisini verða gjørdar óbeinleiðis, eitt nú sum avhendingar av partabrøvum, ið kunnu geva avgerandi ávirkan í felagnum, ið hevur loyvi. Eisini kunnu hugsast aðrar avtalur, ið hava somu avleiðingar. Reglan er eisini galdandi fyri innanhýsis avhendingar millum fleiri, sum hava eitt loyvi í felag.

Til § 21

 

Loyvi til framleiðslu av ravmagni verða væntandi givin fyri long tíðarskeið. Tað er greitt, at loyvishavarar í flestu førum fara at hava tørv á longum skotbrái at reka virksemi sítt, m.a. út frá atlitum um fígging av íløgunum, sum í flest øllum førum verða stórar.

 

Av tí at loyvini verða givin fyri so long tíðarskeið, kann hinvegin eisini hugsast, at tørvur verður á at samráðast av nýggjum, um ávísar treytir í loyvinum um óvanlig viðurskifti gera seg galdandi.

 

Landsstýrismaðurin hevur heimild til 5 ár eftir at loyvið er veitt og við 1 árs fyriboðan at áseta nýggjar treytir í einum loyvi. Treytin er, at samráðingar hava verið við avvarðandi loyvishavara. Heimildin er bert ætlað at verða nýtt, um rættiliga avgerandi fyrilit tala fyri hesum. 

 

Til § 22

 

Eftir stk. 1, nr. 1 kann loyvið verða tikið aftur, um talan er um groft brot á lógina, á reglur, settar sambært lógini, ella á treytir og boð, givin sambært lógini. Eftir stk. 1, nr. 2 kann loyvið verða tikið aftur, um skeivir ella villleiðandi upplýsingar eru givnar í umsókn um loyvi. Eftir stk. 1, nr. 3 kann loyvið verða tikið aftur, um loyvishavarin boðar frá gjaldsteðgi ella kemur í konkursstøðu.

 

Um eitt loyvi er givið fleiri feløgum saman, verður afturtøkan av loyvinum galdandi fyri øll feløgini.

 

Eftir stk. 2 kann landsstýrismaðurin, áðrenn avgerð um at taka loyvið aftur verður tikin, geva boð um at fáa viðurskiftini í rættlag og seta eina freist fyri hesum. Loyvið verður tikið aftur, um boðini ikki verða fylgd.

 

Ásetingin í stk. 3 skal tryggja, at veitingartrygdin hjá borgarunum ikki kemur í vanda í tí støðu, at loyvið verður tikið aftur av teimum grundum, sum nevndar í stk. 1. Ásetingin tryggjar samstundis eftirlitinum undir gjaldsteðginum ella kurator møguleikan at fráboða, at framleiðsluskylduga fyritøkan verður rikin víðari, um loyvið ikki verður tikið aftur. 

 

Til § 23

Greinin inniheldur reglur um revsing fyri brot á elveitingarlóggávuna og loyvi o.a. sambært lógini.  

 

Til § 24

Ásetir gildiskomu fyri lógina. 

 

Til § 25

 

Neyðugt er at hava eina skiftistíð, lutvíst av teirri orsøk, at tað tekur tíð at tilevna reglur, ið lógaruppskotið leggur upp til, og at samráðast um tær treytir, ið skulu verða galdandi fyri loyvini, sum fara at verða givin til verandi elframleiðarar og til netvirksemið hjá SEV. Eisini tekur tað tíð hjá SEV at tillaga síni roknskaparviðurskifti til ásetingar í lógaruppskotinum.

 

Stk. 1

Fram til 1. januar 2009 verður ikki kravt, at SEV skal hava loyvi til framleiðslu av ravmagni, sum annars ásett í § 4 í uppskotinum. Heldur ikki verður kravt, at SEV innan hesa freist skal hava útvegað sær loyvi at reka netvirksemi, sum annars ásett í § 9, ella lúka ásetingarnar um sundurskildan roknskap sambært § 10, stk. 2.

 

Stk. 2

Eftir 1. januar 2009 hevur SEV rætt til at fáa loyvi eftir § 4, stk. 1 til tey framleiðsluverk, ið felagsskapurin hevur, tá lógin fær gildi. Loyvi verður latið fyri hvørt framleiðsluverk sær. Eisini hevur SEV rætt til at fáa loyvi eftir § 9, stk. 1 til netvirksemi, tá skiftistíðin er farin. Nevndu loyvi verða latin eftir treytum sambært § 6 og § 9.

 

Rætturin at fáa loyvi til tey verk, ið SEV hevur, tá lógin fær gildi, fevnir eisini um vatnorkuútbyggingar við tilknýti til verandi verk, sum eru byrjaðar, tá lógin fær gildi. Her verður hugsað um Eiði II vatnorkuútbyggingina, ið er partur av heildarætlan um vatnorkuútbygging í Eysturoynni. Verkætlanin hevur fingið neyðug loyvi frá kommununum og er til viðgerðar hjá  friðingarmyndugleikunum. Tá loyvi sambært § 4, stk. 1 verður latið Eiðisverkinum, verður Eiði II verkætlanin fevnd av hesum loyvi, treytað av, at góðkenning fæst frá friðingarmyndugleikunum,

 

Stk. 3

Onnur feløg, ið framleiða streym inn á netið, tá lógin fær gildi, kunnu eisini reka hetta virksemið uttan loyvi eftir hesi lóg fram til 1. januar 2009. Eftir hesa freist fáa eisini hesi feløg loyvi eftir § 4 við teimum treytum, ið verða ásettar sambært § 6.

 

Lógin verður annars galdandi fyri SEV, tá hon kemur í gildi. Hetta merkir t.d., at SEV – sum netfelag – fær skyldu til at keypa ravmagn frá øðrum framleiðarum av ravmagni, ið hava loyvi frá landsstýrismanninum, smb § 4, ella eru fevnd av § 25, stk. 3.

 

Skjøl

1. Hoyringssvar frá SEV

2. Hoyringssvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

3. Hoyringssvar frá Kappingarráðnum

4. Hoyringssvar frá Kommunusamskipan Føroya

5. Hoyringssvar frá Føroya Kommunufelag

6. Hoyringssvar frá Sp/f Røkt

7. Hoyringssvar frá Náttúrugripasavninum

 

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Óli Breckmann Sverre Midjord Vilhelm Johannesen
Johan Dahl Poul Michelsen John Johannessen
Kaj Leo Johannesen Lisbeth L. Petersen Heðin Zachariasen
Alfred Olsen Andrias Petersen Anfinn Kallsberg
Olav Enomoto Henrik Old Gerhard Lognberg
Kristian Magnussen Jørgen Niclasen  

1. viðgerð 12. apríl 2007. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 29. mai 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt uppskotið fram 27. mars 2007, og eftir 1. viðgerð 30. mars 2007 varð tað beint vinnunevndini.

 

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundum 24. og 29. mai 2007.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini  havt fund við SEV, Sp/f Røkt, Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Maritu Hentze v.fl. og landsstýrismannin í vinnumálum.   

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og 2 minnilutar.

 

Meirilutin (Henrik Old, Johan Dahl, Heðin Zachariasen og  Kjartan Joensen ) førir fram, at lógaruppskotið er eitt stig á vegnum at fáa ein orkupolitikk í Føroyum, ein politikk, sum tekur mest møguligt fyrilit fyri, at tær varandi orkukeldurnar verða nýttar í størst møguligan mun, men at eisini atlit verða tikin fyri árininum á  náttúruna.

 

Sambært uppskotinum verður øllum borgarum og virkjum v.m. meira tryggja elframleiðsla  til ein prís, sum er tann sami uttan mun til, hvar brúkarin býr. Sum er, er tað tó soleiðis, at avsláttur verður veittur brúkarum, sum brúka stóra nøgdir av streymi, eins og ávís vinnuvirki fáa serprís. Nevndin leggur stóran dent á, at hesar skipanir verða varðveittar, og hevur landdstýrismaðurin upplýst fyri nevndini, at tað ikki er nøkur forðing í uppskotinum at so kann verða.

 

Í seinastuni hevur nógv tos verið um leiklutin hjá Kappingarráðnum í sambandi við prísásetingina fyri streym. Hetta eftirlit verður eftir kap. 5 í uppskotinum flutt til landsstýrismannin ella tann stovn, hann setir at hava eftirlit sína vegna, og eina kærunevnd.  Nevndin sær ongan vanda í hesum, og hevur landsstýrismaðurin eisini upplýst fyri nevndini, at um mál skuldi tikið seg upp, sum ikki er fevnt av ásetingunum í kap. 5, so er kappingarlógin galdandi, hvat tí viðvíkur.

 

Uppskotið letur upp fyri, at  fleiri kunnu fáa loyvi at framleiða ravmagn, bæði úr varandi orkukeldum og úr termiskari orku.  Nevndin roknar við, at hetta fer at hava við sær størri fjølbroytni í orkuframleiðsluni til frama bæði fyri umhvørvið og brúkaran.

 

Í § 5 í uppskotinum verður víst á, at SEV hevur einkarætt til at gangnýta vatnorkuna. Hesin einkarættur gongur út um 6 ár t.e. í 2013, nevndin heldur, at landsstýrismaðurin innan ov langa tíð ger greitt, hvørjar ætlanirnar eru á hesum øki.

 

Undir viðgerðini hevur verið frammi, í hvønn mun framleiðarar, sum seta vindmyllur upp til egna nýtslu t.d. í sambandi við húsabyggingar, kunnu koma inn á netið. Tá tað snýr seg um at taka móti møguligari avlopsorku, so letur hetta seg gera innan lógarinnar karm, men tá tað snýr seg um at brúka netið til flutning, kann hetta bara gerast eftir almennari lýsing. Hetta fyri at tryggja trygga veiting á netinum.

 

Undir viðgerðini er komið fram, at tá tað í framtíðini koma at verða fleiri framleiðarar av ravmagni, hevði tað fyri at optimera framleiðsluna verið skilagott, at loyvishavarar samstarvaðu um útbúnað og um savningarøki. Landsstýrismaðurin førdi fram á fundinum, at slíkt samstarv kann ásetast í loyvunum, og tað tí ikke er neyðugt við lógaraseting hesum viðvíkjandi. Meirilutin heldur, at tað fyri greidleikans skyld er betri, at fáa so nógv sum møguligt ásett í lógini og setir tí fram soljóðandi:

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t:

 

1) Í § 4 verður nýtt stk. 5 orðað soleiðis: “Stk 5. Landsstýrismaðurin kann í sambandi við veitan av loyvi ella seinni seta krav um, at loyvishavarar samstarva um útbúnað og savningarøki. Um loyvishavararnir ikki finna semju um samstarv, kann landsstýrismaðurin taka avgerð hesum viðvíkjandi.”

 

Ein minniluti í nevndini (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) tekur undir við málinum, men hevur hesar viðmerkingar.

 

Tjóðveldisflokkurin hevur sum greitt stevnumið, at tað almenna hevur skyldu at tryggja øllum borgarum somu atgongd og somu møguleikar til grundleggjandi infrakervi í landinum – bæði tá talan er um vegakervi, elektroniskt samskiftisnet, postflutning, elnet og elveiting.

 

Somuleiðis hevur Tjóðveldisflokkurin sum greitt politiskt mál, at orkuframleiðslan og orkunýtslan í Føroyum skal byggja á varandi orkukeldur, so at Føroyar frá at vera eftirbátur, tá ræður um umhvørvismál, gerast eitt land, ið gongur undan í umhvørvisatlitum og at troyta náttúrukeldur burðardygt.

 

Tískil var tað fyri Tjóðveldisflokkin kærkomið, at farið varð undir at smíða uppskot til el-veitingarlóg, ið sambært sínum arbeiðssetningi skuldi miða móti omanfyrinevndu málum.

 

Men í arbeiðinum hevur frá byrjan ligið tann stóri óloysti politiski spurningurin: Nevniliga uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur og harvið eisini samsvarið millum fíggjarliga ábyrgd og avgerðarrætt, ognarviðurskifti og annað, tá ræður um orkupolitikk og elveiting.

 

Kommunurnar hava umvegis SEV átikið sær ta fyri eitt land so grundleggjandi uppgávu at tryggja bæði elnet og elveiting til allar partar av landinum. Meðan landið bert hevur latið staðið til ella runnið undan síni ábyrgd á økinum.

 

Fyrsta uppskotið frá arbeiðsbólkinum um elveitingarlóg, ið varð sent til hoyringar í desember 2006, rendi seg tískil beinanvegin í stórar trupulleikar, hóast politisku miðini vóru skilagóð. Nú skuldi landsstýrismaðurin hava avgerðarrættin, meðan SEV og kommunurnar skuldu gjalda og hava ábyrgdina.

 

Kommunurnar og SEV mótmæltu, at landið ætlaði at fremja broytingar uttan at hava tikið fyrilit fyri ognarviðurskiftum, fíggjarligum skyldum og ábyrgdum. Síðani fór ein samráðing fram, har SEV hevur fingið sett ymisk krøv inn til broytingar í lógaruppskotinum, so at ein semja fekst.

 

Úrslitið er nú ein lóggáva, ið lítið og einki broytir í veruleikanum, men sum kann sigast at hava góðar ætlanir og orðingar fyri orkupolitisku málini.

 

Tjóðveldisflokkurin ásannar, at tað ber ikki til í hesum umfari hjá andstøðuumboðum at mæla til størri broytingaruppskot, ið viðvíkja uppgávu- og ábyrgdarbýtinum, ognarviðurskiftum og øðrum, tí til tess krevjast neyvar samráðingar millum kommunur og landsmyndugleikar.

 

Men Tjóðveldisflokkurin mælir landsstýrinum til – heldur enn at gera lóggávu, ið bert skal sýnast sum broytingar – at taka upp samráðingar við kommunurnar um, hvussu el-netið kann tryggjast sum eitt alment net, har landið eisini átekur sær ábyrgd og fíggjarligar skyldur í mun til tey krøv, ið verða sett SEV og øðrum orkuframleiðarum. Hesar samráðingar eiga eisini at fevna um onnur uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur innan orku- og umhvørvi, harundir ábyrgdina av brennistøðum. 

 

Ein annar minniluti (Gerhard Lognberg) tekur støðu í tingsalinum.

 

2. viðgerð 31. mai 2007. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Johan Dahl, Heðin Zachariasen og Kjartan Joensen til § 4 samtykt 23-0-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

Á tingfundi 1. juni 2007 løgdu tingmenninir Heidi Petersen, Hergeir Nielsen, Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

til 

3. viðgerð

 

§ 11, stk. 5 verður strikað.         

         

Viðmerkingar 

Uppskotssetararnir mæla at strika ásetingina, og at tað verður nágreinað í loyvinum, hvussu man skal gera í- og úrkoblingar.

Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Heidi Petersen, Hergeir Nielsen, Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk fram soljóðandi

b r  o y t i n g a r u p p s k o t 

til

3. viðgerð  

         

Í § 25 verður nýtt stk. 4 orðað soleiðis: “Stk. 4. Innan 1. januar 2009 skal landsstýrismaðurin leggja uppskot fyri Løgtingið um at leggja netvirksemið í sjálvstøðugt felag.

         

Viðmerkingar 

Uppskotssetararnir halda, at upprunaliga ætlanin um, at netvirksemið skuldi vera í sjálvstøðugum felag, var skilagóð, men skilir, at hetta varð slept, tí tær neyðugu fyrireikingarnar ikki vóru  gjørdar. Flokkurin skjýtur tí upp, at landsstýrismaðurin kann taka upp samráðingar við SEV og kommunalu myndugleikarnar um, hvussu ognarviðurskiftini, fíggjarliga ábyrgdin og skyldurnar viðvíkjandi ravmagnsnetinum frameftir skulu skipast millum landsmyndugleikarnar og kommunurnar, og at hesar eru lidnar, so málið kann leggjast fyri tingið næsta ár.

 

Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Henrik Old, Jørgen Niclasen, Johan Dahl og Kjartan Joensen fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

til 

3. viðgerð

 

1)  § 5, stk. 2 verður orðað soleiðis:” Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann veita loyvi til, at avlopsorka frá øðrum virksemi kann leiðast inn á elnetið. Landsstýrismaðurin ásetir í loyvinum og/ella í kunngerð nærri treytir fyri hetta virksemið. Áðrenn landsstýrismaðurin veitir loyvi eftir stk. 2, skal hann ráðføra seg við SEV.”

         

         2)  § 12, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3 Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur við tí endamáli at tryggja, at treytirnar í og endamálið við hesum kapitli verða lokin, herundir reglur um, hvussu prísur til brúkara skal roknast, hvussu nøktandi veitingartrygd og el-góðska kann verða hildin, gerð av serstøkum roknskapi, upplýsingarskyldur mótvegis brúkarum, loyvishavarum og landsstýrismanni, gagnnýtslu av varandi orkukeldum, reglur um at seta í verk virknisfremjandi tiltøk o.a.”

         

Viðmerkingar 

Í álitinum førir meirilutin fram, at avlopsorka frá privatum vindmyllum hevur rætt at koma inn á netið.

Ivið hevur stungið seg upp um hetta, og verður tí skotið upp, at sett verður í lógina, at um avlopsorka er tøk frá øðrum virksemi, ið liggur uttan fyri hesa lóg, kann søkjast um, at avlopsorka kann latast inn á elnetið. Áðrenn landsstýrismaðurin veitir loyvi eftir hesum stk., skal hann ráðføra seg við SEV.         

 

Av tí, at virksemið hjá netfelagnum (SEV) er av alstórum týdningi fyri samfelagið, gevur stk..3 landsstýrismanninum heimild til at seta nærri reglur um, hvussu prísur til brúkara skal roknast, og hvussu nøktandi veitingartrygd og el-góðska kunnu verða hildin. Harumframt ásetir stk. 3, at landsstýrismaðurin kann gera nærri reglur um, hvussu serstakir roknskapir fyri netvirksemi skulu gerast, reglur fyri upplýsingarskyldur hjá netfelagnum (SEV), reglur um virknisfremjandi tiltøk og onnur viðurskifti, ið kunnu hava týdning fyri, at málsetningurin við lógini verður rokkin.

3. viðgerð  1. juni 2007. Broytingaruppskot frá Heidi Petersen, Hergeir Nielsen, Finni Helmsdal og Annitu á Fríðriksmørk til § 11 fall 8-1-18. Broytingaruppskot frá Heidi Petersen, Hergeir Nielsen, Finni Helmsdal og Annitu á Fríðriksmørk til § 25 fall 9-0-18. Broytingaruppskot frá Henrik Old, Jørgen Niclasen, Johan Dahl og Kjartan Joensen til §§ 5 og 12 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-1-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 59 frá 07.06.2007