100-34 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi avtalu millum Føroyar og Ísland um sínámillum fiskiveiðu og avtalu millum Danmark og Ísland um føroyskt loftrúm 

Orðaskifti

Ár 2007, fríggjadagin 13. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Er samanhangur millum øðrumeðin loftrúmsavtaluna, har Ísland fær ræði á føroyskum loftrúmi, og hinumegin sínámillum fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Ísland frá 20. mars 1976, har Føroyar fáa botnfisk í íslendskum sjógvi?
  2. Kann løgmaður útvega Løgtinginum avtaluna millum Danmark og Ísland - eisini møgulig undirskjøl - har Ísland fær rættin at umsita føroyskt loftrúm?
  3. Var landsstýrið við at gera avtaluna um loftrúmið?
  4. Er landsstýrið við í samráðingunum millum Danmark og Ísland, har Ísland ynskir at seta loftradara upp í Føroyum,og ætlar landsstýrið at viðmæla hesum?
  5. Hvussu nógv flogfør flúgva í Føroyskum loftrúmi árliga, og hvussu nógv rinda hesi fyri tað?
  6. Er fiskiveiðiavtalan ein avtala, har Føroyar fáa staðfest søgulig rættindi í íslendskum sjógvi móti at góðkenna íslendskt 200 fjórðinga fiskimark?
  7. Hvussu er javnvágin í krónum (toskavirði)  fyri 2006 í sínámillum fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Ísland, tvs. Hvussu nógv fiska vit hjá hvørjum øðrum í krónum.

 

 

Viðmerkingar:

20. mars 1976 gera Føroyar og Ísland rammuavtalu um sínámillum fiskiveiði. Um somu tíð gera Danmark og Ísland avtalu um, at Ísland fær rættin av umsita føroyskt loftrúm. Lítið er at ivast í, at peningur er í báðum avtalum, og tí er hugsandi, at hesar avtalur eru tengdar saman, uttan at føroyingar hava vitað tað. Tí verður spurningur settur løgmanni, um landsstýrið kennir til alt grundarlagið fyri avtalunum.

 

Í Føroyum hevur spurningurin ofta verið settur um, hvussu nógv flogfør og hvussu nógv rinda hesi fyri at flúgva gjøgnum føroyskt loftrúm. 3-siffrað millióna upphæddir hava verið nevndar, men enn er veruliga talið ikki komið fram.

 

Føroyska flogfelagið Atlantic Airways rindaði í 2006 íalt kr. 21,1 mió. kr fyri loftrúm, harav 11,3 mió. kr vóru fyri rutunetið hjá felagnum. Partur av loftrúmsgjaldinum hjá Atlantic Airways er sjálvandi fyri “føroyskt loftrúm”.  Í heimshøpi er Atlantic Airways eitt lítið flogfelag, og er eingin ivi um, at upphæddirnar, sum verða rindaðar fyri loftrúm, eru sera stórar. Men enn er dult, hvussu nógv heimsins flogfør rinda fyri føroyskt loftrúm.

 

Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland frá 20. mars 1976 gav føroyingum rætt at fiska 17.000 tons av botnfiski, harav toskur í mesta lagi kundi vera 8.000. Íslendingar fingu einki í býti uttan tað, at Føroyar/Danmark samstundis góðtóku íslendska 200 fjórðinga fiskimarkið. Eitt mark, sum Ísland tá lá í stríði við Bretland um, sonevnda Toskakríggið.

 

Í Føroyum var hildið, at hetta vóru søgulig rættindi, vit áttu. Síðan er botnfiskakvotan hjá føroyingum í Íslandi minkað niður í 5.600 tons, har bert góð 1.000 tons kunnu vera toskur. Ein munandi størri minking, enn íslendingar veiða við sínum egnu skipum.

 

4. februar 1977 verður fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland víðkað. Tá fáa 15 føroysk skip rætt at fiska 25.000 tons av lodnu undir Íslandi, tó í mesta lagi 8 skip ísenn, meðan í mesta lagi 15 íslendsk skip fáa loyvi at veiða 25.000 tons av svartkjafti undir Føroyum. Ein ískoytisavtala sum javnvigar.

 

Seinnu árini eru lodna og svartkjaftur ikki tengd saman meira. Í 2006 høvdu føroysk skip  loyvi at fiska 30.000 tons av lodnu. Við svartkjafti var frítt at fiska hjá hvør øðrum. Svartkjafturin er mest í føroyskum sjógvi, og var avtalan við svartkjaftinum til stóran fyrimun fyri Ísland. Í Føroyum hevur verið hildið, at flestu árini hava Føroyar fingið meir frá Íslandi, og tí er rímiligt, at Ísland seinastu árini hava fingið meira frá okkum.

 

Hetta kann møguliga verjast, um vit als ikki eiga søgulig rættindi í Íslandi, og at als einki samband er millum fiskiveiðiavtaluna og loftrúmsavtaluna frá 1976.

 

Men er hinvegin talan um søgulig rættindi og/ella samband við loftrúm, eiga avtalurnar at endurskoðast.

Á tingfundi sama dag varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 29. mai 2007 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar: 

Ad. 1. Ísland hevur ikki “ræði” á føroyskum loftrúmi. Ísland hevur frá ICAO fingið til uppgávu at leiða sivilu loftferðsluna gjøgnum eitt øki (FIR), sum eisini fatar um føroyskt loftrúm. Tískil er einki samanhang millum loftrúmsavtaluna millum Danmark og Ísland, har Ísland fær ræði á loftrúminum, og sínámillum fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Ísland frá 20. mars 1976 um botnfisk í íslendskum sjógvi. Føroyskt loftrúm í trongari merking fevnir um loftrúmið yvir land- og sjóumveldinum (12 fj.), meðan loftferðsluøkið (Flight Information Region) er munandi víðari. 

Ad. 2. Sambært skrivi frá danska Flutnings- og orkumálaráðnum dagsett hin 10. apríl 2007 finst  eingin slík avtala fyri føroyskt loftrúm. Danmark hevur staðfest ICAO- sáttmálan í 1947. ICAO er altjóða loftferðslustovnur (International Civil Aviation Organization) og heldur til í Montreal í Kanada. Loftrúmið er býtt upp soleiðis, at Ísland hevur ábyrgdina av sivilu loftferðsluni frá breiddarstigi 610  N til Norðpólin og frá longdarstigi 00 til grønlendsku vesturstrondina. Tað er hetta økið, sum íslendska flúgvileiðslan “Reykjavik FIR” hevur fingið ábyrgdina av. (Skjølini eru hjáløgd).

Ad. 3. Á fundi í Keypmannahavn í døgunum 30. apríl og 1. mai 1974 hevur ein arbeiðsbólkur í ICAO “North Atlantic System Planning Group” mælt til, at loftferðslutænastur yvir Grønland koma undir “Reykjavik Oceanic Control”, sum upplýst undir 1 og 2 fevndi um Føroyar. Landsstýrið hevur tískil ikki luttikið í hesum arbeiði. 

Ad. 4. Landsstýrið fylgir gongdini og fær støðuyvirlit frá danska Verjumálaráðnum og Flutnings- og orkumálaráðnum. Haraftrat hava umboð fyri Uttanlandsdeildina luttikið á tøkniligum fundum. Landsstýrið fer at viðgera ætlanina og seinastu fráboðanina frá Flutnings- og orkumálaráðnum. Løgmaður fer at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina í hesum máli. Haraftrat mugu ymisk loyvir útvegast frá viðkomandi føroyskum myndugleikum. 

Ad. 5. Tað er torført at svara hesum nágreiniliga. Á íslendsku heimasíðuni hjá “Flugmálastjórn Íslands” www.caa.is finnast hagtøl um flúgving í loftrúminum, sum Ísland hevur eftirlit við.

Ad. 6. Fiskiveiðiavtalan frá 1976 og seinni avtalur eisini um uppsjóvar fiskasløg er eitt úrslit av samráðingum millum Føroyar og Ísland, sum eru á hvørjum ári. Tað ber ikki til at siga, at Føroyar eiga staðfest søgulig rættindi í íslendskum sjógvi móti at góðkenna íslendska 200 fjórðinga fiskimarkið. Søgulig rættindi hava onga heimild í altjóða havrættinum. Tað er ein samráðingarspurningur, hvussu lond gera semjur sínámillum innanfyri karmarnar í havrættinum. Føroyar og Ísland gjørdu eisini avtalur í 1958 og 1972, tá fiskimørkini hjá Íslandi vóru flutt út á ávikavist 12 fjórðingar og 50 fjórðingar. Umframt rammuavtaluna frá 1976 kann her verða víst til frágreiðing um fiskimarkið eftir Dánjal Nolsøe, dómara, skrivað í februar 1964, frágreiðing frá løgmanni á tingi 4. juni 1958, løgtingsmál nr. 34 frá 1973 og løgtingsmál nr. 18 frá 1975 um fiskirættindi føroyinga undir Íslandi.

Ad. 7. Tað eru ymiskir hættir at rokna eitt samráðingarúrslit. Toskavirði ella søluvirði kann nýtast. Fyri uppsjóvarfiskasløg sum svartkjaftur og norðhavssild kann verða brúkt virði á atgongd. Sum heild hevur føroyska botnfiskakvotan undir Íslandi viðført, at avtalan mett í toskavirði hevur givið Føroyum fyrimun. Seinnu árini kann tó sigast, at virðið av íslendska fiskiskapinum í føroyskum sjógvi. serstakliga í 2005 og 2006 var størri enn virðið av føroyska fiskiskapinum í íslendskum sjógvi. Orsøkin til hetta er økti uppsjóvarfiskiskapurin eftir svartkjafti og sild í føroyskum sjógvi. Spurningurin má metast sum ein samráðingarspurningur eftir givnum fortreytum.  

Málið avgreitt.