Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

86.  fundur

 

Ár 2007, hósdagin 26. apríl, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

 

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:
 

1.      Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-4/2006: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.20
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

      Málið avgreitt.

 

2.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álít í tingmálunum nr. 1-10/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-3, og nr. 1-11/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-4


Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 27. apríl 2007, kl.

13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 71/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (rættarreglur)

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 75/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um mál, ið hoyra undir fasta gerðarrættin

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 82/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (foreldragjald)

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 91/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í “lov for Færøerne om rettens pleje”

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 110/2006: Uppskot til løgtingslóg um kapping

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-13/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2007

8.      1. viðgerð av tingmáli nr. 114/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg)
Málið verður beint í uttanlandsnevndina

9.      1. viðgerð av tingmáli nr. 115/2006: Uppskot til samtyktar um at seta stjórnarskipanarnevnd (seinna stjórnarskipanarnevndin)
Málið verður beint í rættarnevndina

10.  Framløga

 

Fundur lokin kl. 15.55 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein 
skrivari