101-4  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum

Framløga
Aðalorðaskifti


Ár 2007, 20. apríl, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum leggur við hesum “Álit um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum” til aðalorðaskiftis.

 

Tað var í 2003, at Bill Justinussen, fyrrverandi landsstýrismaður, orðaði ein arbeiðssetning til ein arbeiðsbólk við umboðum frá stjórnarráðnum og sjúkrahúsleiðslunum, ið varð settur at endurskoða virksemið í sjúkrahúsverkinum. Arbeiðið helt áfram, tá ið nýtt landsstýrið kom til í byrjanini av 2004. Av fleiri orsøkum hevur arbeiðið tikið nógv longri tíð enn ætlað – m.a. tí umskipanir hava verið innan stjórnarráðið, og skifti hevur verið í starvsfólki, umframt at bólkurin hevur lagt dent á at koma við eini felags niðurstøðu. Úrslitið av hesum drúgva arbeiði er so umsíðir komið á tingborð.

 

Tað hava gjøgnum árini verið skrivað fleiri álit um føroyska heilsuverkið ella partar av tí. Onkur teirra eru farin út á gloymskunnar hav, millum annað tí mótstøðan hevur verið ov stór, meðan onnur í størri ella minni mun hava verið sett í verk – m.a. álit um leiðslubygnað á Landssjúkrahúsinum fyri nøkrum árum síðani – tann sokallaða DIOS frágreiðingin. Tað skerst tó ikki burtur, at nógv av orðaskiftinum í sambandi við álit um sjúkrahúsverkið, ella politiskt orðaskifti um hesi viðurskifti yvirhøvur – m.a. í sambandi við fíggjarlógarviðgerð á hvørjum ári – endar við at snúgva seg um býtið av peningi millum sjúkrahúsini, býtið av sjúklingum, býtið av uppgávum o.a.

 

Tað er í øllum førum hugvekjandi, at sonevnda ”Varder-rapportin”, sum kom í 1993, setir nógvar av júst teimum somu spurningum, sum settir vórðu í arbeiðssetninginum hjá landsstýrismanninum í 2003, og kann hetta tykjast sum ein ábending um, at natúrliga tillagingin og menningin av føroyska sjúkrahúsverkinum á ein hátt var støðgað upp.

 

Í grannalondum okkara eru longu fleiri ár síðani, farið varð undir at tilevna heilsu- og sjúkrahúsreformar, og at fremja tær strukturbroytingar, sum eru so týðandi fyri leiklutin hjá framtíðarinnar heilsuverkinum sum partur av vælferðartænastuøkinum. Eisini í hesum londum hevur orðaskiftið ofta verið harðligt um niðurlegging ella flyting og savnan av virkseminum, og tað er væl skiljandi. Men tað broytir ikki uppá tann veruleikan, at tillagingar eru neyðugar, tí framtíðarrinnar avbjóðingar fyri heilsuverkið eru stórar, ið eisini hetta álit, sum nú verður lagt fram, vísur.

 

Talið av eldri er vaksandi, talið av kroniskum sjúkum er vaksandi, broytingar henda innan umfarssjúkur, tøknin og viðgerðarmøguleikar broytast við rúkandi ferð, og stórar broytingar standa fyri framman í sambandi við broytt útbúgvingarmynstur við øktum serkunnleika á sjúkrahúsøkinum, samstundis sum stórur partur av serlæknahópinum í Føroyum fer frá vegna aldur komandi árini.

 

Tí sleppa vit í Føroyum heldur ikki undan at taka støðu til hesi viðurskifti út frá einum samfelagsligum sjónarhornið, um vit í framtíðini skulu hava eitt dygdargott sjúkrahúsverk. Komandi orðaskifti um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum má lyftast uppum trætur um strikur á landakortinum, og má ístaðin snúgva seg um ein reform fyri sjúkrahúsverkið, tí ein heildarloysn fæst ikki bert við at flyta strikur á landakortinum og pening frá einum stað til eitt annað men við samskipan og samstarvið í øllum liðum – eisini tá talan er um, at mørk verða flutt millum fakbólkar, og tá uppgávur verða umskipaðar millum sjúkrahús.

 

Høvuðsboðskapurin í álitinum

Dygdin innan heilsutænasturnar er eitt av teimum mest týðandi evnunum, sum verða viðgjørd í sambandi við tilrættaleggingina av heilsuverkum í londum rundan um okkum. Arbeiðsbólkurin hevur tí eisini valt at nýta dygdarhugtakið sum eina yvirskipaða tilgongd í álitinum. Hetta er samstundis eisini felagsnevnarin fyri politisku málsetningarnar í arbeiðssetninginum, sum arbeiðsbólkurin hevur fingið, nevniliga at tryggja, at dygdin á veitingunum, ið verða veittar í einum framtíðar føroyskum sjúkrahúsverki, er so høg sum gjørligt, og at mest møguligt, í týdninginum best møguligt, fæst burturúr tilfeinginum innan fyri teir givnu karmarnar.

 

Arbeiðsbólkurin hevur, umframt at viðgera og lýsa verandi støðu í sjúkrahúsverkinum, valt at viðgera tann meira framtíðarrættaða partin við at býta hendan upp í 4 høvuðstættir, nevniliga “sjúklingurin”, “starvsfólkatilfeingið”, “fíggjarstýring” umframt “bygnaður og virksemi”.

 

Innan fyri hesar høvuðstættir verða heili 30 áhugaverd tilmæli gjørd, ið skulu verða við til at tryggja dygdina í einum framtíðar sjúkrahúsverki í Føroyum.

 

Sjúklingurin

Har útgangsstøði er tikið í sjúklinginum, hevur bólkurin hugt nærri at framtíðar sjúklingasamanseting og viðgjørt, hvussu rættindini og nøgdsemið kunnu betrast hjá sjúklinginum. Í høvuðsheitum mælir bólkurin til:

 

·        At sjúklinginum verður tryggjað eina nøtandi kunning.

·        At heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk verða sett í verk.

·        At tænastumál og viðgerðartrygd verða formaliserað í sjúkrahúsverkinum.

·        At yvirskipaðar viðgerðarvirkisætlanir verða settar í verk.

·        At sjúklinganøgdsemiskanningar verða gjørdar afturvendandi annaðhvørt ár. 

 

Starvsfólkatilfeingið

Har útgangsstøði er tikið í starvsfólkunum, hevur bólkurin viðgjørt, hvussu vit útvega og førleikamenna starvsfólk og varðveita vitan. Í høvuðsheitum mælir bólkurin til:

 

·        At spesialiseraðar sergreinir verða savnaðar, og yvirskipað avgerð verður tikin um, hvørjar serlæknatænastur, føroysku sjúkrahúsini skulu bjóða.

·        At samstarvsavtalur verða gjørdar við sjúkrahús uttanlands, ið skulu fevna um eftirútbúgving, gransking og útveksling av starvsfólkum v.m.

·        At fakmørkini í sjúkrahúsverkinum verða flutt fyri betri at gagnnýta starvsfólkatilfeingið.

·        At felags starvfólkafyrisiting verður sett í verk í sjúkrahúsverkinum, ið millum annað skal arbeiða við at útvega, gagnnýta, menna og varðveita røttu starvsfólkini.

 

Fíggjarstýringsskipan

Við útgangsstøði í fíggjarstýring, herímillum hvussu vit kunnu gagnnýta fíggjarliga tilfeingið best møguligt, mælir bólkurin í høvuðsheitum til:

 

·        At ein sáttmáli um mál- og avriksstýring eigur at áseta rammustýrdu grundfíggingina til tað einstaka sjúkrahúsið og áseta vavið av virkseminum.

·        At ein DRG takststýringsskipan verður sett í verk, har sjúklingarnir verða bólkaðir eftir viðgerðartyngd, og sum skal vera við til at fíggja tað virksemið, ið ikki er rammustýrt.

·        At tættari samband eigur at verða millum kontuna til serviðgerð uttanlands og sjúkrahúsjáttanir.

Bygnaður og virksemi

Har útgangsstøði er tikið í bygnaði og virksemi, hevur bólkurin viðgjørt, hvussu vit í størri mun samskipa virksemið í føroyska sjúkrahúsverkinum, og hvørjar funktiónir kunnu hugsast at vera á ávikavist Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi. Í høvuðsheitum mælir bólkurin til:

 

·        At skipa eitt Heilsuverk undir einum stjóra. Undir heilsuverkinum skulu umframt sjúkrahúsini eisini vera økini Serviðgerð uttanlands, Kommunlæknaskipanin, Talgilda heilsuskipanin (THS) og Barnatænastan.

·        At samskipanin av virkseminum millum tey 3 sjúkrahúsini verður grundað á avtalur innan  tvørgangandi funktiónsberandi samstarvsøki. Stjórin fyri Heilsuverkið skal tryggja, at slíkar samstarvsavtalur verða gjørdar, og sjúkrahússtjórarnir hava saman við sjúkrahúsleiðslunum ábyrgdina av, at avtalurnar verða hildnar.

·        At Suðuroyar sjúkrahús varðveitir núverandi funktiónir umframt nýtt virksemið, t.d. innan upp- og viðlíkahaldsvenjing, umframt  smærri kirurgisk øki, t.d. æðrakirurgi.

·        At Klaksvíkar sjúkrahús í størri mun verður eitt nærsjúkrahús fyri partar av Eysturoynni, tá tað t.d. kemur til vanligar røntgen- og rannsóknarstovukanningar, skaðastovu v.m. og hevur ein virknari leiklut, tá talan er um upp- og viðlíkahaldsvenjing.

·        At tá ið Eysturoyartunnilin væntandi verður tikin í nýtslu um 5-10 ár, kann býtið av uppgávum millum Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar sjúkrahús skipast øðrvísi. Klaksvíkar sjúkrahús kann tá gerast sersjúkrahús fyri dagkirurgi og annað planlagt dagvirksemi, meðan Landssjúkrahúsið kann verða bráðfeingis sjúkrahús fyri alt meginøkið, soleiðis at tilbúgvingin við nógvum serlæknum á vakt verður betri gagnnýtt og fleiri fáa gleði av henni.

·        At prehospitala tilbúgvingin í meginøkinum verður skipað soleiðis, at sjúkraflutningstænasta og prehospitaltilbúgving annars verður samskipað.

·        At tað eigur at verða umhugsað at knýta føroyska heilsuverkið at eini viðurkendari akkrediteringsskipan (góðskustýringsskipan) sum t.d. “Den danske kvalitetsmodel”. Onkrar tillagingar skulu helst gerast fyri serføroysk viðurskifti, men ein slík skipan kundi verið við til at strukturera uppgávuna og tryggja, at málini og kósin støðugt verða eftirmett.

 

Hetta eru bert partar av teimum tilmælum, ið arbeiðsbólkurin er komin við. Øll hesi tilmæli umframt fleiri onnur eru nærri útgreinað og lýst í álitinum.

 

Samanumtøka

Spurningurin er so, um hetta álit verður eitt av teimum, sum endar á gloymskunnar havi, ella um tað kemur at verða grundarlag fyri einum komandi sjúkrahúsreformi, ið eg meti er neyðugur at fremja.

 

Eg meti, at munurin millum hetta álitið og øll hini álitini, ið eru skrivað um heilsuverkið ella partar av tí, er, at hetta álitið er ikki skrivað av útlendskum serfrøðingum, ið ikki kenna nakað til føroysk viðurskifti. Tvørturímóti er hetta álitið skrivað av umboðum fyri ovastu leiðslunum í sjúkrahúsverkinum, ið kenna til viðurskiftini innanífrá, og tað er ein samdur bólkur, ið hevur handað mær álitið.

 

Eg ætli mær so at brúka hetta álit, saman við niðurstøðunum frá orðaskiftinum í Løgtinginum, sum grundarlag fyri at fara undir fyrireikingarnar at fremja tillagingar í sjúkrahúsverkinum skjótast gjørligt eftir aðalorðaskiftið. Hetta fyri at tryggja, at vit í framtíðini hava eitt so dygdargott sjúkrahúsverk sum yvirhøvur gjørligt til gleði fyri fyrst og fremst teir føroysku sjúklingarnar, men eisini fyri tey starvsfólk, ið starvast innan sjúkrahúsverkið.

 

Tí megna vit ikki at seta okkum greið mál og gjøgnumføra neyðugar tillagingar – eisini tær, sum eru truplar – kunnu vit einaferð í framtíðini standa eftir við einum ”sjúkum” sjúkrahúsverkið, sum í ringasta føri ikki kemur at virka sum annað enn ein transithøll, sum í størri og størri mun kemur at senda sjúklingar til viðgerðar uttanlands, og tað ynskja ongir føroyingar.

 

Við hesum orðum vóni eg, at vit fáa eitt gott, mennandi og framskygt orðaskifti um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum.

26. apríl 2007 var aðalorðaskifti á tingi um frágreiðingina. Málið avgreitt.