Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

72. fundur

 

Ár 2007, mikudagin 21. mars, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

 

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:
 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-1
Málið beint í fíggjarnevndina
 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-2
Málið beint í fíggjarnevndina
 

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-3
Málið beint í fíggjarnevndina
 

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 1-11/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-4
Málið beint í fíggjarnevndina

Málini nr. 1-8/2006, nr. 1-9/2006, nr. 1-10/2006 og nr. 1-11/2006 vórðu viðgjørd undir einum.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.31
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2006: Uppskot til samtyktar um samskatting av hjúnum
Málið beint í fíggjarnevndina
 

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 108/2006: Uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung
Málið beint í mentanarnevndina
 

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Málið beint í trivnaðarnevndina

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 22. mars 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 85/2006: Uppskot til samtyktar um skipanina fyri Sendistovu Føroya í Íslandi
Málið verður beint í uttanlandsnevndina

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 104/2006: Uppskot til samtyktar um undirstøðukervi í Svínoy
Málið verður beint í vinnunevndina

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2006: Uppskot til samtyktar um berghol millum bygdirnar Funning og Gjógv
Málið verður beint í vinnunevndina.

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2006: Uppskot til løgtingslóg um keyp av nýggjari kt-heildarskipan til Almannastovuna
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)
Málið verður beint í fíggjarnevndina

6.        Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.40 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður
 

/Marius Rein 
skrivari