Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
37. fundur
Ár 2006, fríggjadagin 8. desember, kl. 9.30, varð tingfundur settur.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 15/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av
skatti (Broytt skattaprocent fyri útlendingar í FAS)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga
samtykt
23-0-0.
Málið avgreitt.
2.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 25/2006: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um
Ferðaráð Føroya og løgtingslóg um Menningarstovu
Broytingaruppskot frá
Heidi Petersen,
Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen og
Hergeir Nielsen til § 1 fall
10-0-20. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
20-0-10.
Málið avgreitt.
3.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 26/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til
ferðautreiðslur
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
30-0-0.
Málið avgreitt.
4.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 27/2006: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(skattalógin)
Uppskotið, sum samtykt við 2.
viðgerð, endaliga samtykt
30-0-0.
Málið avgreitt.
5.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 29/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtings- og
ríkislógum í sambandi við kærunevndina í lendismálum
Uppskotið, sum samtykt við 2.
viðgerð, endaliga samtykt
27-1-2.
Málið avgreitt.
6.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 30/2006: Uppskot til løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum
Uppskotið, sum samtykt við 2.
viðgerð, endaliga samtykt
30-0-0.
Málið avgreitt.
7.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 33/2006: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til
útróðrarmenn
Uppskotið, sum samtykt við 2.
viðgerð, endaliga samtykt
30-0-0.
Málið avgreitt.
8.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
48/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um kommunulæknaskipan
Málið beint í trivnaðarnevndina.
9.
1. viðgerð
av tingmáli
nr. 49/2006:
Uppskot til
løgtingslóg um broyting í lóg um almenna
forsorg(forsorgarlógin)
Málið beint í trivnaðarnevndina.
10.
1. viðgerð
av tingmáli
nr. 46/2006: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um
arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
Málið beint í vinnunevndina.
Fundur
niðurlagdur kl. 13.05
Fundur uppafturtikin kl. 13.45
11.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli
nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð
móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”), og at mentanarnevndin
hevur lagt fram álit í tingmáli
nr. 47/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om
folkekirkens økonomi”
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 12. desember, 2006, kl. 13.30, við
hesi dagsskrá:
1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om folkekirkens økonomi”
2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2006: Uppskot til samtyktar um Føroyar sum eitt valdømi
3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-9/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skúvoynni
4. Svar upp á fyrispurningi nr. 100-10/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi búskaparligum grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum
5. Svar upp á fyrispurningi nr. 100-11/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sosialum avleiðingum og grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum
6. Framløga
Fundur lokin kl. 13.48
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari