25 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Ferðaráð Føroya og løgtingslóg um Menningarstovu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. Broytingaruppskot til 3. viðgerð
I. 3. viðgerð
J. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2006, 3. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Ferðaráð Føroya og løgtingslóg um Menningarstovu

 


 

§ 1. Løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2001 um Ferðaráð Føroya og løgtingslóg nr. 63 frá 10. mai 2000 um Menningarstovu verða settar úr gildi.

 

§ 2. Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Kunngerð nr. 84 frá 22. oktober 2002 um stuðul til økisferðavinnufeløg verður framvegis í gildi, til hon verður sett úr gildi við kunngerð frá landsstýrismanninum.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

 

1.      Endamálið við lógini

Endamálið við lógini er at strika løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2001 um Ferðaráð Føroya og løgtingslóg nr. 63 frá 10. mai 2000 um Menningarstovu. Orsøkin til, at lógirnar verða strikaðar, er, at landsstýrismaðurin fer at virka fyri, at Menningarstovan og Ferðaráð Føroya verða løgd saman í ein vinnuframastovn.

 

Í staðin fyri lógirnar er ætlanin at gera eina reglugerð, sum nýggi stovnurin skal virka eftir. Hetta er sama skipan, sum verður brúkt fyri flestu aðrar stovnar hjá landinum.

 

Endamálið við samanleggingini er at samansjóða og skapa eitt dynamiskt umhvørvi, soleiðis at bæði tað almenna og vinnulívið, sum stovnarnir eru ætlaðir at menna, kunnu fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi, hesir stovnar ráða yvir (sí frágreiðing).

 

Missiónin hjá nýggja stovninum er at menna verandi vinnur og birta upp undir nýskapan og íverksetan og at marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðamannaland og eitt land at gera íløgur í.

 

1.1. Lýsing av nýggja stovninum

Nýggi samanlagdi stovnurin fer at virka sambært landsins til eina og hvørja tíð galdandi vinnupolitikki, og høvuðsuppgávurnar sambært hesum verða:

 

·      at birta upp undir nýskapan og íverksetan,

·      í samstarvi við aðrar myndugleikar at samskipa mannagongdir innan fyrisiting, sum hava týdning fyri íverksetarar,

·      at ráðgeva um íverksetan og gera íverksetaraportal,

·      at marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum eitt land at gera íløgur í, og

·      at menna ferðavinnuna í Føroyum og at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland.

 

Við at leggja Menningarstovuna og Ferðaráðið saman, verður uppgávan, ið er at menna føroyska vinnu, samlað í eini felags umsiting. Hetta hevur fyrimunir fyri vinnuna, sum kann venda sær til eitt stað og fáa ta hjálp, ið henni tørvar, innan áður nevndu øki, sum stovnurin kemur at arbeiða við. Samanspælið millum Vinnumálaráðið, nýggja stovnin og vinnuna verður, at meðan stjórnarráðið skapar karmar kring vinnulívið, er tað uppgávan hjá stovninum at fremja hesar í verki. Soleiðis kemur nýggi stovnurin at verða eitt slag av samstarvsfelaga hjá føroyska vinnulívinum. Aðrar uppgávur, sum stovnurin kemur at taka sær av, er millum annað at skipa fyri handilsferðum í samstarvi við føroyska vinnulívið.

 

Samstundis, sum Menningarstovan og Ferðaráð Føroya verða løgd saman í ein stovn, fella ráðini, sum hava verið myndugleikar yvir stovninum, burtur. Á hendan hátt verður frástøðan millum vinnuna og nýggja vinnuframastovnin styttri, og tað gevur møguleikar fyri einum meira dynamiskum samspæli og samstarvi.  

 

1.1.1. Javnbjóðis samanlegging

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt tilmælið um samanleggingina, hevur rátt landsstýrismanninum til, at talan verður um eina javnbjóðis samanlegging av stovnunum.

 

Stovnarnir, sum skulu leggjast saman, eru smáir og avmarkaðir í mun til tal av fólki. Á báðum stovnum er bygt upp eitt kollegialt og fakligt netverk út í heim. Hesi netverk eru av vitalum týdningi fyri virksemið frameftir hjá samanlagda stovninum, og fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at hesi ikki detta niðurfyri undir eini samanlegging.

 

1.1.2. Leiðslan á nýggja stovninum

Vinnumálaráðið fer at søkja eftir stjóra fyri nýggja stovnin.

 

Tá so nógvar og fjølbroyttar uppgávur verða lagdar til ein og sama stovn, kann ein vandi verða fyri, at summar uppgávur verða uppprioriteraðar, meðan aðrar detta niður fyri. Tað hevur stóran týdning, at nýggja leiðslan skipar stovnin soleiðis, at hvørki virksemið hjá Ferðaráðnum ella Menningarstovuni dettur niðurfyri. Hetta kann t.d. gerast soleiðis, at undir stjóranum verður settur ábyrgdarpersónur/persónar at taka sær av útvaldum øki/økjum. Serliga kann hetta hava týdning í sambandi við ferðavinnuøkið. Annars skal reglugerðin fyri nýggja stovnin áseta, hvørjar uppgávur stovnurin skal loysa. Reglugerðin verður gjørd av leiðsluni og starvsfólkinum á stovninum. Reglugerðin verður staðfest av Vinnumálaráðnum. 

 

Harumframt kann játtanin til stovnan skipast soleiðis, at tað í játtanini verður álagt stovninum, hvussu peningurin skal brúkast.

 

Nýggja leiðslan ger í samráð við starvsfólkini uppskot til bygnað og stovnsheiti, og leggur uppskotið fyri landsstýrismanninum í vinnumálum til góðkenningar.

 

2.      Høvuðsinnihaldið í lógaruppskotinum

Lógaruppskotið setur úr gildi lógirnar um Menningarstovu og Ferðaráð Føroya

 

3.      Ummæli

Lógaruppskotið hevur verið til ummælis hjá Vinnuhúsinum, Gistingarhúsfelagnum, Menningarstovuni, Ferðaráð Føroya, Ráðnum fyri Ferðaráð Føroya og Ráðnum fyri Menningarstovuna.

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landið.

 

B. Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

C. Fyri vinnuna

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Umsitingarligar avleiðingar

At leggja Ferðaráð Føroya og Menningarstovuna saman hevur positivar umsitingarligar avleiðingar. Við sama stjóra og við felags bókhaldi, journali, telefon- og skrivstovu­avgreiðslu, KT o.ø. kunnu dupultfunksjónir verða avmarkaðar. Verða arbeiðs- og hølisviður­skiftini til tað, kann fakliga umhvørvið, møguleikar at arbeiða í toymum og ymisk synergi menna arbeiðshug og arbeiðsgleði, so tað fæst eitt dynamiskt umhvørvi, sum virkið og nýhugsandi kann kanna nýggjar møguleikar hjá føroyskari vinnu við tí skjótleika, ið vinnan krevur. Samstarvsátøk við vinnu og aðrar áhugabólkar kunnu fevna breiðari og verða framd skjótari.

 

Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.


 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1:

Endamálið við at strika løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2001 um Ferðaráð Føroya og løgtingslóg nr. 63 frá 10. mai 2000 um Menningarstovu er, at landsstýrismaðurin í vinnumálum fer at virka fyri, at Menningarstovan og Ferðaráð Føroya verða løgd saman í ein vinnuframastovn. Í staðin fyri lógirnar er ætlanin at gera eina reglugerð, sum nýggi stovnurin skal virka eftir.

 

Til § 2:

Lógarheimildirnar fyri at veita stuðul og fyri kunngerð nr. 84 frá 22 oktober 2002 um stuðul til økisferðavinnufeløg verða settar úr gildi. Ætlanin er, at kunngerðin fyribils skal verða verandi í gildi. Ætlanin er at gera nýggja lóg um stuðul fyri økisferðavinnufeløg, og tá nýggju reglurnar eru gjørdar og komnar í gildi, kann kunngerðin verða tikin av.

 

Hjáløgd skjøl:

1) Frágreiðing frá arbeiðsbólkinum at kanna møguleikarnar fyri eini samanlegging av Menningarstovuni, Ferðaráð Føroya og Vinnuframagrunninum 2006 “Nývøkstur við sameindum vinnuframa”.

1. viðgerð 14. november 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 30. november 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 2006, og eftir 1. viðgerð tann 14. november 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 21., 22. og 30. november 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum.

 

Frá landsstýrismanninum í vinnumálum hevur nevndin fingið sendandi, hoyringssvar frá Vinnuhúsinum til fyriliggjandi uppskot, uppskot til reglugerð fyri vinnuframastovnin, uppskot til lóg um stuðul til økisferðavinnufeløg umframt skjal, sum vísir, hvussu játtanin skal býtast á tey ymisku økini.

 

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið soleiðis, sum tað fyriliggur.

 

Tá  ið stovnarnir báðir vórðu skipaðir í sínari tíð, var orsøkin óivað, at politiska skipanin metti, at her vóru vinnupartar í samfelagnum, sum áttu at verðið styrktir. Lógir vórðu smíðaðar samsvarandi hesum viljanum.

 

Tað er valla nakar, sum ivast í, at bæði Ferðaráð Føroya og Menningarstovan hava skundað undir eina menning í føroyska samfelagnum. Ferðaráðið í ferðavinnuni og Menningarstovan meira breitt í vinnuliga spektrinum.

 

Álit er skrivað, sum í stóran mun mælir til samanlegging av hesum stovnum. Samsvarandi hesum hevur landsstýrismaðurin lagt uppskot fram, har mælt verður til at niðurleggja báðar stovnarnar, at avtaka báðar lógirnar, og eftir tað er ætlanin at funsjónirnar onkursvegna skula virka saman sum partur av Vinnumálaráðnum. Beinleiðis undir landsstýrismanninum.

 

Minnilutin ivast í, um økini fara at verða betur røkt av hesum. Tá ið lógir, viðtøkur og ásetingar eru burtur, er eingin trygd longur fyri, at hesi bæði økini fara at fáa ta raðfesting hvør sær soleiðis, sum ætlanin altíð hevur verið. Alt verður meira ella minni givið upp til skutils hjá einum tilvildarliga valdum landsstýrismanni at gera við, sum hann vil, alt eftir hvussu sinnalagið er til eina og hvørja tíð og alt eftir, hvør situr í stólinum.

 

Tekur Løgtingið undir við hesum uppskotinum, er greitt, at tingið hevur slept málinum og frásagt sær alt ræði viðvíkjandi hesum fyri samfelagið rættiliga avgerandi stovnum. Eftir tað er eingin trygd fyri, at javnvágin, sum higartil hevur verið galdandi, verður hildin.

 

Soleiðis sum viðgerðin í nevndini er farin fram, hevur landsstýrismaðurin á ongan hátt sannført minnilutan um, at hesi virkisøkini verða betri røkt í einum stovni, ella eini undirdeild hjá landsstýrismanninum við ongum lógarkarmi soleiðis, sum ætlanin eftir øllum at døma er. Uppskotið er ein umbøn til tingið um at fáa ein blankokekk at stjórna virkisøkjunum við ongum kørmum. Svarini hjá landsstýrismanninum í nevndini hava verið rættiliga villleiðandi, serliga tá ið hann hevur róð framundir, at Vinnuhúsið, sum er annar parturin á arbeiðsmarknaðinum, skuldi gerast ein avgerandi partur av tí, sum hendan nýggja deildin undir landsstýrismanninum fór at takast við í framtíðini. Hetta er bland ímillum partar, sum als ikki kann góðtakast, og mørk sum ongantíð eiga at verða brotin niður.

 

Okkara trupulleiki er ikki, at stovnarnir verða lagdir saman. Í sær sjálvum er tað ikki nakar trupulleiki, men fyri at halda fast um javnvágina er rættast at gera nýggjan lógarkarm um samanlagdu virkisøkini og stovnarnar og greiniliga áseta, hvussu javnvágin frameftir skal verða, soleiðis at funksjónir hjá Ferðaráðnum og Menningarstovuni framhaldandi kunna virka samfelagnum, vinnuni, og fólkinum til størsta frama. Ikki fyrrenn lógaruppskot um samanlagda stovnin er greitt og samtykt, er minnilutin tilreiðar at taka undir við, at løgtingslógirnar um núverandi stovnar verða settar úr gildi. Harvið mælir minnilutin tinginum til ikki at taka undir við uppskotinum soleiðis, sum tað er framlagt av landsstýrismanninum, Bjarna Djurholm.

2. viðgerð 6. desember 2006. Uppskot frá Karsten Hansen um at beina málið aftur í nevnd fall 11-1-16. §§ 1 og 2 samtyktar 18-1-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 8. desember 2006 løgdu tingmenninir Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen og Hergeir Nielsen fram soljóðandi

Broytingaruppskot 

til 

3. viðgerð

 

Í § 1 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Treytin fyri framhaldandi játtan á løgtingsfíggjarlógini er, at landsstýrismaðurin, innan fíggjarlógin fyri 2008 verður løgd fram, leggur løgtingslógaruppskot fyri Løgtingið um, hvussu karmar og virksemi fyri samanlagda stovnin skulu skipast.”                                                        

 Viðmerkingar:

Uppskotssetararnir vísa á, at rættast er at gera lógarkarm um samanlagdu virkisøkini og stovnarnar. Tí verður broytingaruppskotið sett fram.

3. viðgerð 8. desember 2006. Broytingaruppskot frá Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen og Hergeir Nielsen til § 1 fall 10-0-20. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-10. Málið avgreitt.

Ll.nr. 113 frá 13.12.2006