100-11 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi sosialum avleiðingum og grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum 

Orðaskifti (riggar fyri ein part)

Ár 2006, mikudagin 15. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvørjar eru tær sosialu grundgevingarnar fyri at veita skattalætta, sum gevur hægru miðalinntøkunum og høgu inntøkunum stóran lætta í krónum, meðan láginntøkurnar fáa lítið og onki ella enntá øktar byrður, tá avgjaldshækkingar og hækkaður kommunuskattur oman fyri 20% eru íroknað?

 

  1. Hvussu stóran skattalætta í krónum (brutto) fær ein fiskavirkisarbeiðari frá 2004 til og við 2008 við í meðal 30 tíma arbeiðsviku, sum er búsitandi í kommunu við skattaprosenti uppá 24%, og hvussu nógv er eftir, tá hækkað inngjald til AME, hækkað vektgjald á (meðal) bili og hækkað barsilsgjald er drigið frá skattalættanum í sama tíðarskeiði?

 

  1. Hvussu stóran skattalætta í krónum (brutto) fær ein ársinntøka uppá 600.000 kr. frá 2004 til og við 2008, sum er búsitandi í kommunu við kommunuskattaprosenti uppá 19,5%, og hvussu nógv er eftir, tá hækkað inngjald til AME, hækkað vektgjald á (meðal) bili og hækkað barsilsgjald er drigið frá skattalættanum í sama tíðarskeiði?

 

  1. Sambært grundgevingum, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og samgongulimir úr Javnaðarflokkinum hava ført fram, skal skattalættin eggja fólki til at arbeiða meira. Kann løgmaður greiða frá, hvør sosialpolitisk ætlan og hvørji familjupolitisk stevnumið verða rokkin við at eggja foreldrunum í tildømis barnafamiljum við miðal og hægri inntøkum at arbeiða meira?

 

  1. Er sosialpolitiska og familjupolitiska endamálið hjá løgmanni og samgonguni, at fólk skulu arbeiða meira enn eina vanliga 40-tíma viku til tess at liva eitt sámiligt lív og svara hvørjum sítt?

 

  1. Tekur løgmaður undir við uppáhaldunum um, at føroyski løntakarin arbeiðir ov lítið orsakað av ov høgum skattatrýsti?

 

Viðmerkingar

Landsstýrið hevur nú lagt lógaruppskotini fyri tingið um skattalættar fyri 2006-2008. Frammanundan hevur sitandi samgonga framt skattalættar fyri 2004 og 2005.

 

Enn er ongin saklig grundgeving løgd fram fyri hesum ógvusligu sosialpolitisku, familjupolitisku og búskaparpolitisku tiltøkum – men víst verður bert til “avtalur í samgonguni”.

 

Einastu verjurøðurnar fyri skattapolitikkinum eru komnar frá Fólkaflokkinum, formanninum í tingbólki Javnaðarfloksins og frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum – og tær byggja á avoldað høgravend og ultraborgarlig uppáhald um, at fólk ikki tíma at arbeiða orsakað av høgum skattatrýsti, og at fólk nú skulu streyma út at arbeiða fleiri tímar og harvið nøkta tørvin á arbeiðsmegi.

 

Tað er undrunarvert og harmiligt at hoyra slík fordómsfull uppáhald endurtikin í eini samgongu undir javnaðarleiðslu.

 

Hetta gongur beint ímóti tí, sum Javnaðarflokkurin hevur bygt á hugsjónarliga, og sum flokkurin enn førdi fram í valstríðnum 2004 – og tær sosialu avleiðingarnar og grundgevingarnar eru als ikki lýstar ella viðgjørdar, tá grovu inntrivini verða løgd fram og framd.

 

At skattalættin skapar grovan ójavna millum inntøkubólkar og serliga millum fólk í ymsum kommunum í landinum er longu prógvað við tølum frá landsstýrinum sjálvum.

 

Men hvat er sosialpolitiska endamálið og hvørjar eru tær politisku grundgevingarnar hjá landsstýrinum fyri hesum?

 

Í vón um at fáa løgmann at greiða hetta fyri tinginum, verða hesir spurningar settir løgmanni. 

 

Á tingfundi 16. november 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 13. desember 2006 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar

 

Til 1

Høvuðsendamálið við skattalættanum er ikki sosialpolitiskt, men talan er um eina broyting í skattastiganum, ið skal tryggja, at stóru inntøkuhækkingarnar ikki skulu elva til hægri skattatrýst orsakað av, at skattastigin er progressivur. Broytingin tryggjar, at verkafólk, handverkarar og starvsmenn ikki koma at gjalda toppskatt. Hetta hevur ikki minst týdning, um nakrar krónur verða vunnar eyka.

 

Men treyðugt so, onkrar sosialpolitiskar avleiðingar eru. Pensjónistar fáa t.d. ein skattalætta uppá umleið 1.100 kr.

 

Skattalættin skal eisini síggjast í samanhangi við broytingina í lógini um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn. Her er talan um sera stórar sosialpolitiskar broytingar, orsakað av tí stóru hækkingini í inngjaldinum. Inngjaldið hækkar úr 1 % upp í 1,75 % frá hvørjum av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er ein hækking uppá 75 %.

 

Í Arbeiðsmarknaðargrunnin verður goldið inn í mun til ta inntøku, ein hevur. Um ein persónur í 2008 hevur  eina ársinntøku uppá 1.000.000 kr., skal hann gjalda 17.500 kr. í grunnin. Er inntøkan bert 100.000 kr. skulu 1.750 kr. gjaldast inn í grunnin.

 

Tá goldið verður úr grunninum, fáa allir persónar líka, líkamikið hvussu nógv teir hava goldið inn.

 

Til 2

Seta vit inntøkuna hjá fiskaarbeiðaranum, sum arbeiðir parttíð – altso bert 30 tímar um vikuna - til 155.700 kr, so fær hann knappar 4.900 kr í skattalætta (4.894).

 

Sum øll onnur kemur hann eisini at gjalda hækkað arbeiðsmarknaðargjald og gjald til barsilsgrunnin. Og um hetta skal dragast frá skattalættanum, eru knappar 2.400 kr. (2.372) eftir av skattalættanum. Vektavgjaldið fer so við einum 1.000 krónuseðli í miðal afturat.

 

Her er vert at leggja afturat, at her er talan um fólk, sum arbeiðir tríkvart tíð í mun til 40-tímars viku, og sostatt fær hann minni ágóða av skattalættanum, enn ein sum arbeiðir fulla tíð. Hjá hesum persóni hevði loyst seg at arbeiða fulla viku. 

 

Til 3

Persónur við intøku uppá 600.000 kr. fær 29.720 kr. í skattalætta. Hann skal gjalda 9.720 kr.  meira í AM og BA. Netto liggja sostatt 20.000 kr. eftir, ella 19.000 kr. um vektavgjaldið verður íroknað.

 

Her er tó talan um persón, sum bert betalir 19,5% í kommunuskatti og við sera høgari inntøku.

 

Her er tó vert at bíta merki í, at meðan fiskaarbeiðarin, sum spurt verður um, við sínum 30 tímum betalir knappar 54.000 kr. í skatti av sínari inntøku – altso ein knappan triðing - so betalir tann við høgu inntøkuni knappar 293.000 kr. í skatti – ella knappa helvt av sínari inntøku.

 

Hevði hesin við hægri inntøkuni búð í somu kommunu sum fiskavirkisarbeiðarin,  – altso við 24% í kommunuskatti – var skattalættin 11.600 kr. Hesin skal somuleiðis gjalda 9.720 kr. meira í AM og BA. Hann kemur sostatt at gjalda 1.880 kr. minni netto. Tað merkir, at hesin fiskaarbeiðarin, sum altso bert arbeiðir 30 tímar, hevur nakrar 100 krónuseðlar meira eftir, enn hesin sera høgt lønti, um báðir búgva í kommunu við høgum skattaprosenti.  

 

Til  4, 5 og 6

Sum greitt frá undir svarinum til spurning 1 er høvuðsendamálið við skattalættanum ikki sosialpolitiskt.

 

Ætlanin við uppskotinum er heldur ikki at broyta vanligu 40 tíma arbeiðsvikuna, men tað er ein sannroynd, at nógv fólk í eitt avmarkað tíðarskeið hava áhugað í at arbeiða nakað eyka til at fíggja onkrar ávísar útreiðslur. Skattalóggávan virkar sum ein forðing hjá hesum fólkum, um meginparturin av tí upphædd, ið vunnin verður eyka, fer til skatt.

Málið avgreitt.