27 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um um landskatt og kommunuskatt (skattalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
C2 Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 3. november, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 16. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      § 1, nr. 2 verður strikað.

 

2)      Í § 1 verður sum stk. 2 og 3 sett:

Stk. 2. Feløg og grunnar o.t., fevnd av stk.1, eru fult skattskyldug í Føroyum, hóast tey eru skrásett í Danmark, Grønlandi ella øðrum landi, um veruliga leiðslan hevur sæti í Føroyum.

Stk. 3. Persónar, feløg og grunnar o.t., sum sambært tvískattasáttmála eru heimahoyrandi í Danmark, Grønlandi ella øðrum landi, kunnu bert draga frá útreiðslur, sum viðvíkja inntøkum, sum Føroyar sambært sáttmálanum kunnu skatta.”

 

3)      Í § 2, stk. 1, litra g verður aftaná “Føroyum” sett: “ella fáa avhendingarupphæddir fevndar av § 5 í kapitalvinningsskattalógini.”

 

4)      Í § 2, stk. 1, litra j verður sum 4. pkt. sett:

“1. pkt. er ikki galdandi, um talan er um inntøku frá virksemi umborð á fiskiskipi, sum siglir uttan fyri føroysku landleiðirnar, og sum fiskar av kvotum, sum reiðaríið sjálvt hevur útvegað sær.”

 

5)      § 3, stk. 2, 1. pkt. verður orðað soleiðis:

“Toll- og Skattaráð Føroya kann gera av, at persónur, sum verður skattaður eftir § 1, fær fult ella partvíst skattafrælsi, um so er, at inntøkan er fingin í sambandi við kirkjulig ella manngóð endamál í øðrum landi.”

 

6)      § 7, stk. 2 verður strikað.

 

7)      § 29a, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis:

“Toll- og Skattaráð Føroya kann eftir umsókn loyva, at persónur undir fullari skattskyldu til Føroya verður frítikin fyri inntøkuskatt av løn og aðrari samsýning, vunnin fyri arbeiði, sum stovnur, ið fremur altjóða menningarsamstarv, skipar fyri og fíggjar, um so er, at arbeiðið fyri lønina og samsýningina er gjørt í einum menningarlandi, og persónurin er útsendur av slíkum stovni.

Stk. 2. Persónur, sum verður útsendur og løntur av fyritøku, ið hevur gjørt avtalu við stovn, ið fremur altjóða menningarsamstarv, er eisini fevndur av stk. 1.”

 

8)      Aftaná § 29a verður sett:

“§ 29 b. Til skattskyldugu inntøkuna teljast ikki:

1) samsýning til dómarar, linjuverjar o.t. umframt til venjarar innan ítróttina, um samsýningin ikki fer upp um kr. 15.000 um árið, ella

2) samsýning til leiðarar, hjálparar o.t. hjá ítróttafeløgum, um samsýningin ikki fer upp um kr. 10.000 um árið.

Stk. 2. Persónar, sum fáa samsýning eftir reglunum í stk. 1, kunnu ikki samstundis fyri sama virksemi fáa skattafríar veitingar eftir § 29, nr. 7 í hesi lóg uttan so, at talan er um ferðing uttanlands í arbeiðsørindum.

Stk. 3. Tann, sum rindar út samsýning eftir reglunum í stk. 1, skal rinda samsýningina um eitt av landsstýrinum góðkent avrokningarstað eftir reglunum í § 63 í hesi lóg.”

 

9)      § 35 a verður orðað soleiðis:

Tá skattskyldug inntøka verður gjørd upp, verður sølupeningur fyri “goodwill” og aðrar immateriellar ognir, sum verða nýtt vinnuliga, tikin við sum skattskyldug inntøka søluárið.

Stk. 2. Keypspeningur fyri goodwill og aðrar immateriellar ognir jbr. stk. 1, kann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni við eins stórum upphæddum keypsárið og 9 næstkomandi árini. Fevnir ein rættur o.t. um eitt ávíst tíðarskeið, skal keypspeningurin tó verða drigin frá við eins stórum upphæddum yvir alt tíðarskeiðið.

Stk. 3. Ikki avskrivað goodwill ella aðrar immateriellar ognir sambært stk. 1 kunnu dragast frá í sølupeninginum av goodwill ella øðrum immateriellum ognum, ella dragast frá tað árið, virkið heldur uppat.

Stk. 4. Móttøka og avhending av ognarlutum sum gáva ella arvaforskot verður javnmett við keyp og sølu. Flytur skattgjaldari ognarlut frá vinnuligari nýtslu til eginnýtslu ella frá eginnýtslu til vinnuliga nýtslu, verða slíkir flutningar javnmettir við sølu. Keypspeningurin og sølupeningurin er virðið í vanligum handli um avhendingarmundið.”

 

10)  Í § 61, litra b verður aftaná “landi”, sett: “, uttan so at hesi eru skattskyldug eftir § 2, stk. 1, litra d ella stk. 3 í hesi lóg”.

 

11)  § 154, stk. 2 verður strikað.

Stk. 3 verður hereftir stk. 2.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá inntøkuárinum 2007.

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skjýtur við hesum upp fleiri broytingar í skattalógini.

 

Skotið verður upp at gera fleiri broytingar, sum eru grundaðar í alheimsgerðini av samfelagnum.

 

Ásetingin um, at persónur skal varðveita skattskylduna til Føroya 4 ár eftir, at viðkomandi er fluttur av landinum, verður strikað. Ásetingin verður mett at vera ein forðing móti alheimsgerðini.

 

Í sambandi við at Føroyar gera tvískattasáttmálar við onnur lond er eisini neyðugt at dagføra fleiri ásetingar í skattalógini.

 

Harumframt verður skotið upp at gera reglur um ávísa skattafrítøku fyri persónar, sum hjálpa ítróttafeløgum í teirra frítíðarvirksemi.

 

Í 1991  gav Líkningarráð Føroya, sum tá var ovasti líkningarmyndugleiki í Føroyum, loyvi til, at ítróttarfeløg við heimild í skattalógini § 29, nr. 7 kundu flyta ávísar upphæddir uttan um skattaskipanina.

 

Talan var um samsýningar til dómarar, linjuverjar og ungdómsvenjarar. Hesir kundu herumframt fáa endurgoldið ferðakostnað, goldnan samb. § 29, nr. 7 í skattalógini.

 

Nevndu upphæddir eru ongantíð dagførdar, og ógreiða er um skattaviðurskiftini hjá ítróttini, men við hesum uppskoti verður greidleiki skaptur um skattaviðurskiftini hjá leiðarum, hjálparum v.m. hjá ítróttafeløgum og hjá dómarum og linjuverjum.

 

Talan er her um fólk, ið brúka sína orku og frítíð upp á at leiða, venja og annars vera við til at lyfta ítróttina enn longur fram, okkara ungdómi, fólkaheilsuni annars og øllum samfelagnum at gagni, serliga í hesum tíðum tá ið vit røra okkum alt ov lítið, og her má sigast, at hesi feløgini gera eitt megnararbeiði.

 

Galdandi reglur á økinum eru ov ógreiðar, og tí hevur verið samskift millum umboð fyri ÍSF og myndugleikarnar um at fáa nýggjar og greiðar reglur á økinum, soleiðis at avvarðandi partar eru samdir um, hvussu økið skal umsitast.

 

Talan verður um skattafrítøku fyri samsýningar, sum verða útgoldnar upp til eina ásetta upphædd. Fer samsýningin upp um ásettu upphæddirnar, so verður øll samsýningin skattskyldug, tá samsýningin í hesum førum meira er at meta sum vinna enn sum hjálp í sambandi við frítíðarvirksemi hjá ítróttafeløgum.

 

Á økinum aljtóða menningarsamstarv arbeiðir landsstýrið við at skapa Føroyum (fyritøkum, einstaklingum og stovnum) møguleika at luttaka í menningararbeiði gjøgnum samstarv við altjóða stovnar.

 

Sum er, kunnu føroyingar, sum gera arbeiði gjøgnum Danida, fáa frítøku fyri at gjalda skatt í Føroyum. Skotið verður upp, at henda áseting verður víðkað til at fevna um arbeiði, sum verður gjørt gjøgnum allar stovnar, sum fremja altjóða menningarsamstarv. Soleiðis kunnu føroyingar, sum gera arbeiði fyri ein stovn, sum landsstýrið letur stuðul til, eisini verða fevndir av skattafrítøkuni.

 

Eisini verður skotið upp at gera reglur um immateriellar ognir, sum verða nýttar vinnuliga. Við hesum kunnu immateriellar ognir avskrivast. Eisini verða afturvunnar avskrivingar og vinningur við sølu av immateriellum ognum skattað. Ognir, sum koma undir hesa áseting, kunnu t.d. vera mjólkakvotur.

 

Fiskimálaráðið hevur havt broyting nr. 4 til hoyringar.

 

Í sambandi við, at skotið verður upp, at persónar verða undantiknir avmarkaðari skattskyldu í teimum førum, tá skipið siglir uttan fyri føroysku landleiðirnar og fiskar av kvotum, sum reiðaríið sjálvt hevur útvegað sær, er Fiskimálaráðið biðið um at gera viðmerkingar til hetta uppskot.

 

Í hesum sambandi viðmerkir Fiskimálaráðið generelt, at Føroyar hava tikið undir við altjóða havrættarsáttmálanum frá 1982 og sáttmála Sameindu Tjóða um fiskiskap í altjóða sjógvi frá 1995, sum áleggja londum at samstarva ímóti ólógligum fiskiskapi. Føroyar hava í millumlandafelagsskapum sum NEAFC og NAFO tikið undir við samtyktum at forða slíkum fiskiskapi.

 

Fiskimálaráðið játtar bert veiðiloyvi til fiskiskip í fremmandum sjógvi, sum er undir regulering av millumlanda fiskiveiðifelagsskapum, og Fiskimálaráðið tekur støðu til veiðiloyvi í hvørjum einstøkum føri, grundað á framlagt skjalatilfar um fiskirættindi.

 

Skipanin hevur tó ikki virkað serliga væl, og hava skipini ikki verið nóg góð til at kunna Fiskimálaráðið um loyvini. Fyri Fiskimálaráðið er tað umráðandi at tryggja, at eitt undantak, sum tað, sum nú verður skotið upp, ikki máar støðið undan skipanini við góðkenning til ítøkilig loyvi at fiska, men at samsvar/samanhangur verður millum undantak frá avmarkara skattskyldu og veiðiloyvi. Á henda hátt fær Fiskimálaráðið betur fylgt við fiskiskapinum hjá føroyskum skipum, sum ikki fiska av føroyskum fiskirættindum, til tess at tryggja, at skipini ikki fremja ólógligan fiskiskap undir føroyskum flaggi.

 

Fíggjarmálaráðið metir ikki, at tað er rætt at nýta skattalóggávuna fyri at tryggja, at skip ikki fremja ólógligan fiskiskap undir føroyskum flaggi. Tí hevur Fíggjarmálaráðið ikki broytt innihaldið í uppskotinum.

 

Kapittul 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum
Tað ber ikki til, sum er, at siga nakað ítøkiligt um, hvørjar fíggjarligar avleiðingar lógaruppskotið hevur við sær.

 

Ásetingin um immateriellar ognir kann geva eina meirinntøku til landskassan og kommunukassarnar, men tað er ómøguligt at siga, hvussu stór inntøkan fer at verða. Tað er helst ikki so tíðum, at slíkar ognir, sum verða nýttar vinnuliga, verða handlaðar, hinvegin kann talan verða um stórar upphæddir, vit kunnu eitt nú taka dømi um mjólkarkvotur.

 

Ávísar upphæddir til hjálparfólk innan ítróttina verða skattafríar, men talan er ikki um stórar upphæddir, og hetta verður ikki mett at hava stórar fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan og kommunukassarnar. Ásetingin hevur sjálvsagt týdning fyri teir persónar, sum nú kunnu fáa skattafría samsýning fyri teirra hjálpararbeiði.

 

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær stórvegis fyrsitingarligar avleiðingar fyri myndugleikar ella vinnuna.

 

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur avleiðingar við sær fyri umhvørvið ella í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Mett verður heldur ikki, at uppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Ja

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

 

Til nr. 1

Ásetingin um varðveitslu av fullu skattskylduni 4 ár eftir, at persónur er fluttur av landinum, verður sett úr gildi.

 

Til nr. 2

Skotið verður upp, at feløg og grunnar o.t. verða fult skattskyldug til Føroya, ikki bert um tey eru skrásett í Føroyum, sum ásett er í § 1, men at hesi feløg eisini verða fult skattskyldug til Føroya, um veruliga leiðslan hjá felagnum hevur sæti í Føroyum.

 

Tvískattasáttmálar hava ta fyritreyt, at tað er innanhýsis heimild at skatta feløg sum fult skattskyldug, har veruliga leiðslan í felagnum er.

 

Tvískattasáttmálar áseta, at um feløg hava heimstað í fleiri londum, so skulu tey bert verða mett at hava heimstað í tí landi, har veruliga leiðslan hevur sæti. Tað verður í hesum lógaruppskoti nágreinað, at Føroyar í slíkari støðu, tá veruliga leiðslan hevur sæti í Føroyum, kunnu skatta hesi feløg á sama hátt sum tey, sum eru skrásett í Føroyum.

 

Tá avgerast skal, um veruliga leiðslan hevur sæti í Føroyum, so verða somu atlit nýtt sum í tvískattahøpi. Ein ítøkilig meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri, har tað verður tikið atlit til veruligu viðurskiftini í sambandi við avgerðir um dagligu leiðsluna hjá felagnum.

 

Í stk. 3 verður staðfest, at tá persónar og feløg eftir einum tvískattasáttmála eru heimahoyrandi í øðrum landi, so kunnu tey bert draga frá útreiðslur, sum ganga til at vinna inntøkur, sum Føroyar sambært sáttmálanum kunnu skatta.

 

Eftir verandi lóggávu kunnu persónar og feløg vera fult skattskyldug til Føroya eftir innanhýsis reglum, men persónurin ella felagið kann eftir einum tvískattasáttmála vera heimahoyrandi í øðrum ríki. Tá hava Føroyar bert heimild til at skatta inntøkur, sum koma úr Føroyum, meðan persónurin varðveitir rættin til frádráttir eftir alheimsinntøkuprinsippinum.

 

Skotið verður tí upp at persónar og feløg bert kunnu draga frá útreiðslur, sum viðvíkja inntøkum, sum Føroyar kunnu skatta. Soleiðis verður symmetri í skattligu viðgerðini av inntøkum og útreiðslum.

 

Til nr. 3

Her verður nágreinað, at avmarkað skattskylda eisini fevnir um tær upphæddir, sum eftir § 5 í kapitalvinningsskattalógini verða viðgjørdar sum vinningsbýti. § 5 í kapitalvinningsskattalógini ásetur, at tá partabrøv o.t. verða avhendað til tað felagið, ið hevur givið út virðisbrævið – hetta er søla til egið felag – skal avhendingarupphæddin roknast fyri vinningsbýti.

 

Til nr. 4

Her verður gjørt eitt undantak frá avmarkaðu skattskylduni til Føroya. Undantakið er bert galdandi í teimum førum, tá eitt reiðarí sjálvt hevur útvegað sær kvotur at fiska av. Undantakið er ikki galdandi, um fiskað verður av føroyskum kvotum, ella av kvotum, sum Føroyar hava avtalað seg til.

 

Eftir § 2, stk. 1, litra j, 1. pkt. verða útlendingar avmarkað skattskyldugir, um teir sigla við skipum, sum eru skrásett í Føroyum.

 

Skotið verður upp, at undantaka hesar útlendingar frá skattskyldu til Føroya, hóast teir sigla við skipum, sum eru skrásett í Føroyum, um so er, at fiskiskipið siglir uttan fyri føroysku landleiðirnar, og fiskiskipið fiskar av kvotum, sum reiðarin sjálvur hevur útvegað sær. Talan kann ikki verða um at fiska av rættindum, sum Føroyar sum land hava útvegað sær.

 

Til nr. 5

Umorðingin av § 3, stk. 2 er ein fylgibroyting av, at § 1, nr. 2 verður strikað.

 

Núverandi § 3, stk. 2 ásetur, at Toll- og Skattaráð Føroya kann veita fult ella partvíst skattafrælsi til persónar, sum verða skattaðir eftir § 1, nr. 2, um so er, at intøkan er fingin í sambandi við kirkjulig ella manngóð endamál.

 

Skotið verður upp at vísa til persónar, sum verða skattaðir eftir § 1, í staðin fyri persónar, sum verða skattaðir eftir § 1, nr. 2. Eisini verður skotið upp at seta inn eina treyt um, at talan skal vera um arbeiði í øðrum landi.

 

Bert persónar, sum uppihalda sær í øðrum landi, kunnu verða skattaðir eftir núverandi § 1, nr. 2. Tað er tí ikki nøkur innihaldslig broyting at treyta skattafrælsi av, at arbeiðið fer fram í øðrum landi.

 

Tá persónar fara í annað land, t.d. sum trúboðarar, kunnu teir varðveita bústaðin í Føroyum og harvið eisini varðveita fulla skattskyldu til Føroya. Tí verður skotið upp, at tað framhaldandi skal vera ein heimild til at veita fult ella partvíst skattafrælsi fyri inntøku í sambandi við slíkt kirkjuligt ella manngott arbeiði, sum fult skattskyldugir persónar gera í øðrum landi. 

 

Til nr. 6

Í verandi § 7, stk. 2 er ásett, at reglan í § 1, nr. 2 um varðveitslu av skattskylduni 4 ár eftir, at persónur er fluttur av landinum, bert verður gjørd galdandi, tá persónurin frammanundan hevur búð í Føroyum í eitt samfelt tíðarskeið upp á minst 4 ár. Tá reglan í § 1, nr. 2 verður strikað, hevur henda áseting ongan týdning, og verður hon tí eisini strikað. 

 

Til nr. 7

Í § 29a, stk. 1 og 2 verður heimildin hjá Toll- og Skattaráð Føroya til at frítaka persónar fyri inntøkuskatt í sambandi við arbeiði, sum verður gjørt fyri Danida, víðkað til at fevna um arbeiði, sum verður gjørt fyri stovnar, ið fremja altjóða menningarsamstarv, umframt fyri fyritøkur, ið hava gjørt avtalu við slíkar stovnar.

 

Teir stovnar, sum verða fevndir av ásetingini, eru stovnar, sum gera arbeiði, sum er líkt tí, sum Danida ger. Dømi um ein stovn, sum verður fevndur av ásetingini er Mercy Corps, ið er ein altjóða NGO, ið landsstýrið læt 1 mió. til í fjør í sambandi við endurbygging av fiskivinnusamfelagnum í Banda Aceh eftir Tsunami flóðalduna.

 

Til nr. 8

Skotið verður upp sum nakað nýtt, at hjálparfólk innan ítróttina kunnu samsýnast við einari ávísari skattafríari veiting. Er tað soleiðis, at hesir persónar bert fáa ásettu upphæddirnar, sum samsýning fyri teirra arbeiði, so er hendan upphædd skattafrí. Fer samsýningin upp um ásettu upphæddirnar, so er øll samsýningin skattskyldug.

 

Er tað soleiðis, at persónur hevur fleiri arbeiði fyri eitt ítróttafelag, eitt nú venjari hjá fleiri liðum, ella at viðkomandi arbeiðir fyri fleiri ítróttafeløg ella tílíkt, so kann persónurin hóast hetta bert fáa ta einu ásettu skattafríu upphæddina. Talan kann t.d. ikki vera um at fáa 15.000 kr. skattafrítt fyri at vera venjari umframt at fáa 10.000 kr. skattafrítt fyri at vera hjálpari hjá ítróttafelagnum. Tá kann persónurin í alt bert fáa 15.000 kr. skattafrítt um árið.

 

Ásettu upphæddirnar skulu ætlandi fevna bæði um eina ávísa samsýning fyri tað arbeiði, sum viðkomandi ger, umframt at fevna um møguligar útreiðslur, ið viðkomandi hevur av arbeiðinum. Tí er ásett í stk. 2, at teir persónar, sum fáa samsýning eftir stk. 1, ikki samstundis kunnu fáa skattafríar veitingar eftir § 29, nr. 7 í skattalógini.

 

Hesir persónar kunnu sostatt ikki samstundis fáa skattafría samsýning fyri eitt nú at nýta egna telefon ella at koyra í egnum bili í sambandi við sama virksemi. Tó er undantak gjørt, tá talan er um ferðing uttanlands. Er tað soleiðis, at ein av hesum persónum ferðast uttanlands fyri arbeiðsgevaran, kann viðkomandi, umframt at fáa skattafría samsýning eftir § 29b, stk. 1, eisini fáa skattafrían dagpening o.t. sambært galdandi almennum satsum, jbr. § 29, nr. 7 í skattalógini.

 

Í stk. 3 verður ásett, at ítróttafelagið, ella tann, sum rindar samsýningarnar eftir stk. 1, hevur skyldu at rinda samsýningina um afturhaldsskipanina. Hetta verður gjørt soleiðis, at ítróttafeløgini o.t. fáa eitt serligt V-tal frá Toll- og Skattstovu Føroya at nýta, tá samsýningarnar verða fluttar um afturhaldsskipanina. Serliga V-talið ger, at eingin skattur verður tikin, um samsýningin til tann einstaka persónin ikki fer upp um skattafríu upphæddirnar.

 

Til nr. 9

Skotið verður upp, at immateriellar ognir verða settar inn í § 35 a, sum í dag bert umrøður goodwill.

 

Serligar reglur eru í dag fyri ávísar immateriellar ognir, eitt nú eru serligar ásetingar í avskrivingarlógini um veiðiloyvi, fevnd av lógini um vinnuligan fiskiskap. Hesar serásetingar ávirkast ikki av uppskotnu broytingini í § 35 a. § 35 a kemur bert at fevna um immateriellar ognir, har ongar serligar reguleringar eru.

 

Við uppskotnu broytingini skal vinningur við sølu av immateriellum ognum skattast, og immateriellar ognir kunnu eisini avskrivast, tá tær verða nýttar vinnuliga. Immateriellar ognir kunnu eins og goodwill avskrivast keypsárið og 9 næstkomandi árini.

 

Sum  nakað nýtt verður ásett, at um so er, at talan er um ein rætt, sum fevnir um eitt ávíst tíðarskeið, so kann keypspeningurin avskrivast við eins stórum upphæddum yvir alt tíðarskeiðið.

 

Í stk. 3 verður sum nakað nýtt ásett, at móttøka og avhending av goodwill og øðrum immateriellum ognum sum gáva ella arvaforskot verður javnmett við keyp og sølu. Tá skal keyps- ella sølupeningurin ásetast til virðið í vanligum handli um avhendingarmundið. Eisini um hesar ognir verða fluttar frá vinnuligari nýtslu til eginnýtslu ella øvugt, so verða slíkir flutningar javnmettir við keyp ella sølu. Eisini her verður keyps- og sølupeningurin settur til virðið í vanligum handli um avhendingarmundið.

 

Til nr. 10

Í grein 61 er ásett, at inntøka ikki verður roknað sum A-inntøka, tá hon verður útgoldin av persónum ella feløgum, sum ikki hava heimating her á landi.

 

Skotið verður nú upp, at inntøka verður roknað sum A-inntøka, um so er, at inntøkan verður útgoldin av einum persóni, felagi o.t., um viðkomandi hevur fastan rakstrarstað í Føroyum, hóast viðkomandi ikki hevur heimating í Føroyum. Hetta er bæði, um arbeiðsgevarin hevur fastan rakstrarstað, jbr. § 2, stk. 1, litra d í skattalógini, og um viðkomandi hevur fastan rakstrarstað, jbr. § 2, stk. 3 í skattalógini.

 

Løn frá persónum, sum hava fastan rakstrarstað í Føroyum, verður við hesum A-inntøka og skal tá eftir reglunum í § 63 í skattalógini rindast um afturhaldsskipanina.

 

Útlendingar, sum arbeiða fyri fastan rakstrarstað í Føroyum, eru longu avmarkað skattskyldugir av lønini fyri hetta arbeiðið, jbr. § 2, stk. 1, litra i í skattalógini. Ein trupulleiki hevur tó verið, at § 8 í ásetingarlógini vísir til, at inntøkan er A-inntøka. Við uppskotnu broytingini, har inntøkan verður til A-inntøku, er eingin ivi um, at inntøkan kann skattast við teimum 42%, sum § 8 ásetur.

 

Til nr. 11

Skotið verður upp at strika stk. 2 i § 154 í skattalógini. § 154, stk. 2 ásetur, at hjá føroyingum, sum sigla við DIS-skipum, verður samlaði inntøkuskatturin lækkaður við tí upphædd, sum luftalsliga fellur á DIS-lønarinntøkuna. Hetta er tann sokallaða "exemption"-linkingarreglan.

 

Við gildi frá 2005 eru somu reglur ásettar í protokol til norðurlendska tvískattasáttmálan.

 

Reglan í protokollini til norðurlendska tvískattasáttmálan er tann sama sum í § 154, stk. 2, tá talan er um føroyingar, sum sigla við DIS-skipum. Men í protokollini til tvískattasáttmálan verða DIS og FAS-skipanirnar javnsettar soleiðis, at danir, sum sigla við føroyskum FAS-skipum ella bareboat-leigaðum skipum, eisini koma undir "exemption"-linkingarregluna.

 

Tá reglan í dag er ásett í protokol til norðurlendska tvískattasáttmálan, so verður mett, at samsvarandi ásetingin í § 154, stk. 2 í skattalógini skal strikast. 

  

Til § 2
Mælt verður til, at løgtingslógin fær virknað frá inntøkuárinum 2007.

 

1. viðgerð 15. november 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 30. november 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 2006, og eftir 1. viðgerð 15. november 2006 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 20., 21. og 23. november 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við MBM og við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Nevndin heldur tað hava óhepnar avleiðingar, at skiftisreglur ikki eru galdandi í øllum førum. Nevndin hevur í samráð við landsstýrismannin fingið slíkar orðaðar.  

 

Heldur ikki heldur nevndin tað verða rætt at gera so stóran skilna millum ymsar bólkar av sjálvbodnu fólkunum sum hjálpa til á einhvønn hátt innan ítróttina.  

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í §1 nr. 8 verður § 29 stk. 1. orða soleiðis:

Til skattskyldugu inntøkuna teljast ikki samsýning til dómarar, linjuverjar,  umframt til venjarar innan ítróttina, og leiðarar, hjálparar hjá ítróttafeløgum, um samsýningin ikki fer upp um kr. 15.000 um árið.”

 

2) Í § 1, nr. 9 verður § 35a, stk. 3 orðað soleiðis: "Stk. 3. Keypspeningur fyri goodwill og aðrar immateriellar ognir sambært stk. 1, ið ikki er drigin frá í skattskyldugu inntøkuni, kann dragast frá í sølupeninginum av somu ognum, ella dragast frá tað árið, virkið heldir uppat. Eru ognirnar framhaldandi ogn hjá virkinum, kunnu tær dragast frá yvir 10 ár eftir reglunum í stk. 2."

 

Viðmerkingar til einstøku broytingarnar:

 

Ad. nr. 1) Við broytingini verður samsýning til leiðarar, hjálparar o.t. hjá ítróttafeløgum, ið ikki verður tald við í skattskyldugu inntøkuni, hækkað úr 10.000 í 15.000 kr.

 

Ad. nr. 2) Broytingin tryggjar, at persónar, ið hava keypt immateriel aktiv, áðrenn lógin kom í gildi, eisini fáa rætt at draga keypspeningin frá skattskyldugu inntøkuni.

 

Hetta hevur frammanundan bert verið møguligt í sambandi við sølu av ognunum ella um virkið helt uppat. Broytingin fevnir ikki bert um aðrar immateriellar ognir ið er tað lógarbroytingin snýr seg um, men eisini um goodwill.

 

Eisini er ásetingin orðað neyvari. 

 

Soleiðis broytt tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 6. desember 2006. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 1 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 8. desember 2006. Uppskotið, sum samtykt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 108 frá 13.12.2006