26 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 3. november legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 16. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)    Í § 1, nr. 4 verður eftir ”kilometrar” sett: ”,sbr. tó stk. 2”.

2)    Í § 1 verður sum stk. 2 sett:

Stk. 2. Fyri ferðing sjóvegis, loftvegis og gjøgnum undirsjóvartunlar verður stuðul veittur við eini upphædd fyri hvønn túr sær.”

 

§ 2

 

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juli 2006.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar 

4. mai 2006 samtykti Løgtingið uppskot til broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.

Endamálið við lógaruppskotinum var at dagføra og javnseta stuðulin, sum varð rindaður fólki, ið av arbeiðsávum høvdu regluliga farleið fyri hvønn arbeiðsdag.

 

Mett var ikki, at allir borgarar landsins, sum ferðaðust til og frá arbeiði, høvdu javnbjóðis stuðulsmøguleikar, tí rættiliga stórur munur var á endurgjaldinum/stuðlinum, sum borgarar fingu.

 

Tá uppskot til nýggjar reglur varð gjørt, varð av misgávum atlit ikki tikið til, at tað eftir galdandi reglum var møguligt at fáa stuðul til ferðaútreiðslur sjóvegis, hóast farleiðin ikki uppfylti kilometurkravið í lógini.

 

Tað var ikki ætlanin við uppskotinum, at hesin stuðulsmøguleiki skuldi fella burtur.

 

Fyri at umganga, at broytingin í løgtingslógini, sum fyrr í ár varð løgd fyri tingið, hevur við sær ótilætlaðar broytingar í stuðulsmøguleikunum, verður hetta uppskot lagt fyri tingið. 

 

Kap. 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum
Mett verður ikki, at uppskotið hevur við sær fíggjarligar avleiðingar av týdningi.

 

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær fyrsitingarligar avleiðingar.

 

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur avleiðingar við sær fyri umhvørvið ella í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Mett verður heldur ikki, at uppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar 

 

Til § 1 

Mælt verður til, at stuðul verður veittur fyri ferðing sjóvegis, loftvegis og gjøgnum undirsjóvartunlar við eini upphædd fyri hvønn túr sær.

 

Ásetingin er eitt undantak til vanliga kilometurkravið í lógini.

 

Til § 2 

Mælt verður til, at løgtingslógin fær afturvirkandi virknað til fyrimuns fyri borgaran.

 

1. viðgerð 15. november 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 30. november 2006 legði fram soljóðandi

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 2006, og eftir 1. viðgerð 15. november 2006 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 20., 21. og 23. november 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Nevndin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at kanna viðurskiftini hjá fólki, sum í sambandi við lærupláss ella sum í sambandi við lestur eru í starvsvenjing noyðast at ferðast. 

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 6. desember 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 8. desember 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 109 frá 13.12.2006