100-9 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi Skúvoynni  

Orðaskifti

Ár 2006, týsdagin 14. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvat ætlar man at gera fyri at bøta um samferðsluviðurskiftini í Skúvoy ?
  2. Hvat var/er ætlanin við havnaprojektinum í Skúvoy ?
  3. Kann hugsast, at peningurin til infrakervið í útoyggj, sum ikki verður brúktur, verður lagdur afturat játtanini næsta ár?
  4. Hevur landsstýrismaðurin tosa við landsstýrismannin í innlendismálum um at fáa busrutu í samband við skúvoyarleiðina?

 

Viðmerkingar:

Skúvoyingar hava eitt ferðamannaskip, sum ikki hoyrir nútíðini til. Eitt skip, sum siglur uml. 5 míl, og hevur verið ein ring loysn frá byrjan av.

 

Nevnast kann eisini, at hvørki  hestfólk ella nólsoyingar eru nøgd við ta tænastu, ið tey hava á samferðsluøkinum.

 

At skifta “Sildberan” út, er sum er snøkt sagt ógjørligt, tí havnalagið í Skúvoy er út av lagi vánaligt. Uttan mun til um veðrið er gott ella ringt, so má fólk nærum tveitast í land ella øvugt, helst við línu um miðjuna.

 

Legði til merkis undir viðgerðini av fíggjarlógini, at úti við 3 mió. til infrakervið á útoyggj vóru óbrúktar. Vinnunevndin gjørdi vart við hetta og vísti á tørvin at betra um havnaviðurskiftini í Skúvoy. Arbeiðið at gera havnina í Skúvoy nýtiliga er mett at kosta uml. 22 mió., og um vit játtaðu hesar 3 mió. til infrakervið í útoyggj í eini  3 ár, so var hetta nærum helmingurin av kostnaðinum.

 

Hoyri ofta tingmenn tosað um, at lata skúvoyingar (útoyggjafólk) sigla ókeypis. Álvaratos, hvør hjálp er í tí, snøkt sagt eingin.

 

Vit siga mangan, at útoyggjarnar eru perlur fyri samfelagið, tí har er alt so óspilt. Møguliga er hetta so, men vit eiga at bera so í bandi, at møguleiki er hjá heimafólki at liva eitt nøkurlunda vanligt lív á hesum klettum.

 

Eg kundi valt at lagt uppskot fyri tingið um at játta pening fyri at bøtt um hesi viðurskifti, men velji við hesum fyrispurningi at geva landsstýrismanninum møguleika fyri at gera hetta sjálvur.

 

Á tingfundi 15. november 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast. 

 

Á tingfundi 12. desember 2006 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar: 

Til 1

Samferðsluviðurskiftini til Skúvoyar verða í hesum døgum og í komandi framtíð viðgjørd í sambandi við samferðsluætlanina. Kannað verður millum annað, hvussu sjóvegis- og tyrluflutningur kunnu samskipast, soleiðis at tænastan fæst best møgulig. Hetta er eitt útgreiningararbeiði, sum Strandferðslan (SSL) er í ferð við. Sum eg havi skilt tað, mælir SSL í sambandi við samferðsluætlanina til, at ferjurnar á teimum fýra smærru sjóvegis farleiðunum verða skiftar út. Hesar leiðir eru Nólsoyar-, Kalsoyar, Fugloyar-/Svínoyar- og Skúvoyarleiðin. Sum skilst mælir SSL til, at ”Másin” á Fugloyar-/Svínoyarleiðini verður skiftur út áðrenn Sildberin á Skúgvoyarleiðini - tað vil siga í 2008. Í sama viðfeingi mæla SSL til, at ”Sildberin” á Skúvoyarleiðini verður skiftur út skjótast gjørligt. Tá ið ein loysn er funnin í Fugloy/Svínoy, verður tikin støða til, hvussu samferðslutrupulleikin í Skúvoy verður loystur. Roknast má við, at eitt møguligt havnaarbeiði í Skúvoy verður gjørt sum eitt framhald av havnaarbeiði í Svínoy.

 

Til 2

Neyðugar kanningar eru gjørdar og projekteringin er stórt sæð liðug. Kostnaðurin er mettur til uml. kr. 30 mió.

 

Til 3

Góðir 2/3 av játtanini til infrakervið á útoyggj verða væntandi nýttir í ár. Roknast kann ikki við, at eitt avlop verður flutt til 2007.

 

Til 4

Landsstýrismaðurin hevur ikki tosað við landsstýrismannin í innlendismálum um at fáa bussrutu í sambandi við skúvoyarleiðina.

Málið avgreitt.