15  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Broytt skattaprocent fyri útlendingar í FAS)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 28. september, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslógum broyting í løgtingslóg um áseting av skatti

(Broytt skattaprocent fyri útlendingar í FAS)


 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum m. a. broytt við løgtingslóg nr. 17 frá 20. februar 2003, og sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 15. desember 2005, verður gjørd henda broyting:

 

Í § 8, stk. 1, 2. pkt. verður í staðin fyri “42% av inntøkuni, uppgjørd eftir § 25 a, stk. 7, jbr. § 33, nr. 17 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt”, sett: “35% av bruttoinntøkuni”.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.

 

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar
Við hesum lógaruppskoti mælir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum til, at FAS-reglurnar verða broyttar soleiðis, at útlendingar í FAS skipanini rinda ein bruttoskatt á 35%. Útlendingar í hesum sambandi eru persónar, sum eru undir avmarkaðari skattskyldu.

 

Henda broyting er ein liður í ætlanini hjá landsstýrinum at gera FAS-skipanina meira kappingarføra.

 

Í januar 2006 var álit um Føroyska Altjóða Skipaskrá (FAS) latið landsstýrinum. Fyri at verandi skip í FAS ikki skulu flagga út, var sum eitt ávegis tilmæli mælt til, at skatturin hjá avmarkað skattskyldugum undir FAS beinanvegin verður broyttur til ein bruttoskatt á 35%.Útlendingar umborð á skipum í FAS skipanini verða í dag skattaðir við 42% eftir ein frádrátt á 14%. Hetta gevur ein skatt á 36,12%. Skatturin verður við hesum lógaruppskotið broyttur til ein bruttoskatt á 35%.

Umframt at lækka skattin hjá útlendingum í FAS-skipanini er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at hækka afturberingina til reiðaríini úr 28% uppí 30%. Afturberingarprosentið er ásett í kunngerð, og skal kunngerðin ætlandi broytast soleiðis, at hon kemur í gildi 1. januar 2007, eins og henda lógarbroyting.

 

Uppskotið hevur ikki verið til ummælis hjá almennum stovnum ella hjá vinnuni.

 

Kapittul 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum
Fíggjarligu avleiðingarnar av at broyta skattin hjá avmarkað skattskyldugum í FAS-skipanini til 35% verða mettar at vera 1,2 mió kr. árliga. Útrokningin er gjørd út frá fyrstu 8 mánaðunum í 2006.

 

Henda broyting hevur bert avleiðingar fyri landskassan, tá skatturin hjá avmarkað skattskyldugum í FAS-skipanini fer 100% í landskassan. Sostatt hevur broytingin ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunur.

 

Mett verður, at lógaruppskotið hevur við sær fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna. Hetta er grundað á, at reiðaríini ofta rinda útlendsku manningini eina fasta nettoupphædd. Harafturat skulu reiðaríini avrokna skattin av útgoldnu lønini til myndugleikarnar.

 

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær fyrsitingarligar avleiðingar.

 

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur avleiðingar við sær fyri umhvørvið ella í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Mett verður heldur ikki, at uppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Skotið verður upp at broyta skattin hjá avmarkað skattskyldugum persónum undir FAS-skipanini frá at vera 36,12% til at vera 35%.

 

Sum nú er, er skatturin ásettur til at vera 42% av inntøkuni eftir ein frádrátt á 14%. Hetta gevur ein skatt á 36,12%. Viðmerkjast skal tó, at 14% frádrátturin bert verður roknaður av inntøku upp til 470.000 kr. Er inntøkan hægri, verður skattaprosentið tí eisini hægri enn 36,12%.

 

Teir persónar, sum verða fevndir av hesi broyting, eru útlendingar, sum sigla við skipum, sum eru skrásett í føroysku altjóða skipaskránni FAS, umframt útlendingar, sum sigla við bareboat leigaðum skipum. Hetta eru skip, sum eru skrásett í øðrum landi, og sum við ongari manning verða leigað av føroyskum reiðaravirki, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í løgtingslóg um FAS.

 

Til § 2
Mælt verður til, at løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2007.

 

1. viðgerð 25. oktober 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 30. november 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 28. september 2006, og eftir 1. viðgerð 25. oktober 2006 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 2., 20., 21. og 23. november 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fískivinnumálum og við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Við hesum lógaruppskoti er ætlanin at gera FAS-skipanina meira kappingarføra. Broytingin viðførir, at útlendingar í FAS skipanini rinda ein bruttoskatt á 35%, og samstundis hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at hann ætlar at hækka afturberingina til reiðaríini úr 28% uppí 30% frá 1. januar 2007.

 

Landsstýrismaðurin hevur fyri nevndini gjørt tað sannlíkt, at FAS skipanin við hesum broytingum framvegis er inntøkugevandi fyri føroyska samfelagið.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 6. desember 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 8. desember 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 107 frá 13.12.2006