Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
35. fundur
Ár 2006, mikudagin 6. desember, kl. 13.35, varð tingfundur settur.
Anfinn Kallsberg, løgtingsmaður, var ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
3. viðgerð av tingmáli
nr.
28/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
útbúgvingarstuðulsskipan
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
30-0-0.
Málið avgreitt.
2.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 31/2006: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av
málsøkinum tilbúgving)
Uppskotið, sum samtykt við 2.
viðgerð, endaliga samtykt
29-0-1.
Málið avgreitt.
3.
3. viðgerð av tingmáli
nr.
32/2006: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a
Uppskotið, sum samtykt við 2.
viðgerð, endaliga samtykt
30-0-0.
Málið avgreitt.
4.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 42/2006: Uppskot til
ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”forslag til lov om tilskud
til Færøernes hjemmestyre for 2007 og 2008”
Uppskotið, sum samtykt við 2.
viðgerð, endaliga samtykt
23-0-7.
Málið avgreitt.
5.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 15/2006: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Broytt
skattaprocent fyri útlendingar í FAS)
§§ 1 og 2
samtyktar
31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt
til 3. viðgerð.
6.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 26/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til
ferðaútreiðslur
§§ 1 og 2
samtyktar
31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt
til 3. viðgerð.
7.
2.
viðgerð av tingmáli
nr. 27/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt
og kommunuskatt (skattalógin)
Broytingaruppskot frá samdari
fíggjarnevnd til § 1 samtykt
30-0-0.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt
30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
8.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 29/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtings- og
ríkislógum í sambandi við kærunevndina í lendismálum
Broytingaruppskot frá
minnilutanum í rættarnevndini, Finni
Helmsdal, til §§ 1, 2, 3 og 4 fall
7-1-21. §§ 1 til og við 5 samtyktar
30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt
til 3. viðgerð.
9.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 30/2006: Uppskot til
løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum
§§ 1 til og við 4 samtyktar
30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt
til 3. viðgerð.
10.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 25/2006:
Uppskot til løgtingslóg um
at seta úr gildi løgtingslóg um Ferðaráð Føroya og løgtingslóg um menningarstovu
Uppskot frá Karsten Hansen um at beina málið aftur í nevnd fall
11-1-16. §§ 1 og 2 samtyktar
18-1-9.
Uppskotið fer
soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
11.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
33/2006:
Uppskot til løgtingslóg um
mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn
Broytingaruppskot frá
minnilutanum í vinnunevndinini,
Tórbjørn Jacobsen og
Heidi Petersen til § 5 fall
9-1-17. Broytingaruppskot
frá samdari vinnunevnd til §§ 5 og 7 samtykt
27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt
27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
12.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
1-4/2006: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2006
Málið beint í fíggjarnevndina
13.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
45/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Málið beint í trivnaðarnevndina
14.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli
nr.
21/2006: Uppskot til samtyktar um Føroyar sum eitt valdømi
Formaðurin fráboðaði
fyrispurning
nr. 100-20/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá
Heidi Petersen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi tí at Føroya Tele skal leggja fipur í hvørt hús áðrenn 2012
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 6. desember, 2006, kl. 13.30, við
hesi dagsskrá:
1. Munnligir fyrispurningar.
2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-20/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýismann í vinnumálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at Føroya Tele skal leggja fipur í hvørt hús áðrenn 2012
3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-6/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni. viðvíkjandi avlopsorku hjá SEV í Vági
4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-12/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Olav Enomoto, løgtingsmanni. viðvíkjandi ”free-pass” skipan
5. Framløga
Fundur lokin kl. 18.31
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari