100-12 Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstżrismann, višvķkjandi "free-pass" skipan  

Oršaskifti

Įr 2006, mikudagin 15. november, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Olav Enomoto, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur   

  1. Er landsstżrismašurin sinnašur at seta eina “free pass” skipan ķ gildi fyri Fųroyar ?

 

  1. Nęr metir landsstżrismašurin, at ein tķlķk skipan ķ fyrsta lagi kundi veršiš sett ķ gildi ?

 

  1. Metir landsstżrismašurin, at neyšugt veršur viš stórum forarbeiši, įšrenn ein tķlķk skipan kann verša sett ķ verk ?

 

  1. Hvussu nógv metir landsstżrismašurin, at eitt tķlķkt “free pass” mį kosta, um landiš ikki skal missa pening av skipanini ?

 

Višmerkingar:

“Free pass” skipanin er ein skipan, sum gevur feršafólki mųguleika at keypa ein feršasešil, sum er galdandi fyri allar almennar farleišir ķ landinum ķ eitt avmarkaš tķšarskeiš. Endamįliš viš skipanini er, at feršafólk viš henni kunnu koma runt ķ ųllum landinum, uttan at noyšast at hugsa um kostnašin av hvųrjari einstakari farleiš. Sostatt hevši ein tķlķk skipan gjųrt Fųroyar til eitt meira feršafólkavinarligt staš at feršast ķ.

 

Henda skipan veršur millum annaš brśkt ķ Japan, har fólk kunnu velja ķmillum 7, 14 ella 21 daga pass. Passiš skal vera keypt, įšrenn tann feršandi kemur til landiš.

 

Harumframt eru eisini ašrar treytir, sum ķ okkara fųri hųvdu veriš:

 

Um henda skipanin hevši veriš sett ķ gildi ķ Fųroyum, hevši hon uttan iva veriš til stóran fyrimun fyri feršavinnuna, serliga ķ śtjašaranum. Tķ kundi veriš įhugavert at fingiš at vita, um landsstżrismašurin er sinnašur at seta eina slķka skipan ķ verk.

 

Į tingfundi 16. november 2006 varš uttan atkvųšugreišslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Į tingfundi hósdagin 7. desember 2006 svaraši Jacob Vestergaard, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar

 

Free-pass skipanin, sum spyrjarin nevnir ķ fyrispurningi sķnum, tykist at svara til "Travel Card" skipanina hjį Strandfaraskipum landsins. Hesa tęnastu hevur Strandfaraskip Landsins havt ķ ręttuliga nógv įr. Skipanin veršur m.a. marknašarfųrd į  heimasķšuni hjį Strandfaraskipum Landsins.

 

“Travelcard” er serliga  ętlaš śtlendsku feršafólkunum, men ųll kunnu keypa taš. Kortiš er galdandi ķ 4 ella 7 dagar og kostar 400 ella 600 krónur og bųrn hįlvan prķs.

Kortiš gevur rętt til at feršast kring alt landiš viš Oyggjaleišum og Bygdaleišum. Travel Card hevur eisini veriš kallaš Tourist Travel Card og Visitor Travelcard. Fyrr skuldi passnummar skrivast į.

 

Prķsirnir eru broyttir ķ fleiri umfųrum, seinast ķ įr. Taš var 28. aprķl, at prķsirnir fóru śr 600/900 kr. nišur ķ 400/600 kr.

 

Sųlan seinastu trż įrini hevur veriš: 114 tkr ķ 2004, 112 tkr ķ 2005 og  uml. 103 tkr. ķ 2006 . 

Mįliš avgreitt