100-6 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi avlopsorku hjá SEV í Vági 

Orðaskifti

Ár 2006, mikudagin 25. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1)  Hvussu stór er avlopsorkan (í oljueindum) frá el-orkuverkinum hjá SEV á idnaðarøkinum á sunnara armi av Vágsfirði?

 

2)  Hvørjir tekniskir møguleikar eru fyri at gagnnýta hesa avlopsorku til eitt nú             

                      a) (alternativa) aling

                      b) fjarhita

                      c) heilsumiðstøð

                      d) annað vinnuligt endamál

 

3)      Hvørjar mannagongdir ella treytir, ímyndar landstýrismaðurin sær, eru neyðugar at uppfylla, um vágbingar, suðuroyingar ella onnur høvdu havt áhuga í at gjørt nýtslu av einari slíkari  orkukeldu? T.d. viðvíkjandi loyvum v.m. frá SEV, kommunu, tí almenna og fíggingarstovnum?

 

Viðmerkingar

Ymsir hættir at gagnnýta avlopshita frá SEV-verkinum á Sundi vórðu umrøddir, eitt nú aling á Kaldbaksfirði, frítíðardepil (“vatnland”), heilsumiðstøð á Sundi ella fjarhiti í høvuðstaðnum. Umsíðir varð avgjørt at leggja hitarør frá SEV-verkinum til KOB á Sandvíkarhjalla til Hoyvíkar, her Fjarhitafelagið fyrst bindur í 500 og seinni kanska í 1000 hús.

 

Suðuri í Vági stendur stórt dieselorkuverk hjá SEV fáar 100 metrar frá Vágsbygd og letur dastið av el-megini til Suðuroynna.

 

Áhugavert hevði verið at vitað, hvussu stór ónýtta avlopsorkan hjá SEV-verkinum er, um hon kann og hvussu hon kann gagnnýtast.

 

Løgtingið hevur gjørt stórar íløgur í infrakervið í Suðuroy, mest í samferðslu og flutningssamband í oynni og við oynna.

 

Um suðuroyingar ella onnur ætla at keypa avlopsorku frá SEV-verkinum í Vági til eitt nú (alternativa) aling, eru mannagongdir við loyvum og fígging til hesa vinnu helst væl kendar.

 

Ætlar Vágs kommuna at brúka ónýtta avlopsorku frá SEV-verkinum til eitt nú fjarhita, eru royndirnar hjá Fjarhitafelagnum í Havn tøkar at brúka sum fyrimynd.

 

Men um suðuroyingar ætla okkurt nýtt vinnuligt átak burtur úr hesi ónýttu hitakeldu, skulu helst nýggjar og ókendar mannagongdir brúkast.

 

Kundu fólk hugsað sær at brúkt avlopsorku frá SEV-verkinum í Vági til eitt nú eina heilsumiðstøð ella frítíðarátak við t.d. “vatnlandi”, íbúðum o.ø., sum føroyingar kenna í Danmark, hevði hetta eisini verið mikið áhugavert hjá øðrum føroyingum.

 

Ein frítíðarmiðstøð við tryggari (og kanska bíligari) orku frá SEV-verkinum í Vági hevði kunnað brúkst aðrar árstíðir enn bara um summarið.

 

Hon hevði fingið fólk norðanfjørðs at vitja Suðuroynna meir. Útlendsk ferðafólk í Føroyum høvdu ivaleyst í størri tali enn higartil lagt leiðina um Suðuroyarfjørð.

 

Nýggi Smyril hevði ført fleiri ferðafólk og bilar og fingið størri inntøku enn nú.

 

Mest av øllum hevði handils- og tænastuvinnan í Suðuroy fingið gagn av slíkari heilsu- og frítíðarmiðstøð.

 

Men uttan mun til, hvat endamál avlopsorkan á SEV-verkinum í Vági hevði verðið nýtt til, hevði tað havt við sært arbeiði, virksemi, inntøkur og trivnað í oynni.

 

Tað kundi verið áhugavert, um landstýrismaðurin hevði viljað greitt Løgtinginum frá, um tankar ella ætlanir hava verið frammi um betri gagnnýstlu av hesi avlopsorkukeldu hjá SEV, hesum nú bert lutvíst brúkta tilfeingi í Vági.

 

Á tingfundi hósdagin 26. oktober 2006 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi hósdagin 7. desember 2006 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar: 

 

Svar til spurning 1

Á Vágsverkinum eru 3 motorar, sum allir brúka tungolju. Tveir motorar, M1 og M2, eru tiknir í nýtslu í 1983 og eru upp á 2,7 MW (3668 hk) hvør. Triði motorurin er tikin í nýtslu í 2003 og hevur ein mátt upp á 4,15 MW  (5638 hk). Sambært uppgerð frá SEV er tað í høvuðsheitum M3, sum koyrir, og hevur hesin millum 5000 og 6300 driftstímar um árið við eini miðal last millum 50 og 60%. Um M3 bleiv útgjørdur til at gagnnýta avlopshitan, hevði hitaframleiðslumátturin verið umleið 440 kW í miðal fyri driftstímarnar og lastina nevnda omanfyri.

 

440 kW í 5.000 tímar svarar til 2.200.000 kWh. Kundar hjá Fjarhitafelagnum gjalda í dag umleið 0,65 kr/kWh, svarandi til eitt virði upp á 1.430.000,- kr fyri 2.200.000 kWh, sum er álíkt nýtsluni hjá 70-100 húsum alt eftir orkutørvi (gomul/nýggj hús)

 

Um vit rokna kWh um til olju, so svarar 2.200.000 kWh til 185 tons av brenniolju. Tá er ikki lagt upp fyri hitamissi í oljufýringum/ketlum hjá fólki, so veruliga talið er helst nakað hægri. 185 tons av brenniolju kosta umleið 1,2 mió. kr íroknað MVG og oljugjald.

 

Sambært SEV kostar tað umleið 3 mió. kr at fyrireika Vágsverkið at lata avlopshita.

 

Svar til spurning 2

Avlopshiti kann leiðast sum heitt vatn (85 – 95 ºC) til privatan ella vinnuligan brúkara. Kostnaðurin fyri at leggja seinastu útbyggingina av fjarhitarørum í Hoyvík er sambært upplýsingum frá Fjarhitafelagnum uppgjørt til 5.753 kr/m, tvs. Út við 6 mió kr/km. Hinvegin er upplýst frá ráðgevandi verkfrøðingi, at vanliga verður mett, at tað kostar umleið 2.500 kr/m í ikki bygdum øki. So veruligi kostnaðurin fyri at leggja rørini í Vági skal helst finnast onkustaðni millum 2,5 – 5,7 mió. kr pr. km. Frástøðan frá Vágsverkinum til flakavirkisøkið mitt í bygdini er umleið 2.200 metrar. Hjá brúkara krevst íbinding til høvuðsrør og hitavekslari, sum kann taka hitan úr heita vatninum frá fjarhitaskipanini til egið brúk. Tað er galdandi fyri alla gagnnýtslu av avlopshitanum, at neyðugt er við aðrari útgerð, sum kann veita hita, tá elverkshitin ikki er tøkur, av SEV mett til umleið 3000 tímar um árið. Tað kann hugsast at verða møguligt at brúka vindmyllur (1 ella 2) til at hita vatn til fjarhitaskipanina, tá avlopshitin frá motorinum ikki er tøkur. Vindmyllurnar kunnu eisini gerast út til at veita streym til Suðuroynna annars. Mælt verður til at seta í verk nærri kanning av hesum møguleikum at greina, um fíggjarligt og tøkniligt grundarlag er fyri útbygging.

 

Svar til spurning 2a

Um her verður hugsað um alistøð ella smoltstøð á landi nærhendis elverkinum, so kann hetta møguliga fáa gagn av avlopsorkuni til upphiting av bygningum. Annars er ikki greitt, hvussu stórur tørvurin á hitaorku er til hetta virksemi, og má tað tí greinast nærri.

 

Svar til spurning 2b

Viðv. fjarhita er, sum greitt frá omanfyri, at um hiti skal leiðast inn til miðøkið í Vági, so verður kostnaðurin fyri hetta millum 8 og 15 mió. kr umframt íbinding til brúkara. Søluvirðið av hitanum er mett til at verða millum 1,2 og 1,5 mió. kr, svarandi til rentur og avdráttir fyri eitt lán uppá 15 – 18 mió. kr. yvir 20 ár við 5% rentu. Her er ikki íroknað møguligt gjald fyri avlopsorkuna til SEV ella kostnað fyri eykaútgerð at veita hita, tá avlopshitin ikki er tøkur (t.d. ein oljubrennari ella vindmyllur).

 

Svar til spurning 2c

Svimjihøllin í Tórshavn brúkar umleið 160.000 litrar (136 tons) av olju um árið. Hetta merkir, at um ein heilsumiðstøð á stødd við svimjihøllina í Havn varð løgd nærhendis elverkinum, so kundi hendan fingið nøktað sín árliga hitaorkutørv frá avlopshitanum, sum omanfyri er mettur at svara til 185 tons árliga.

 

Svar til spurning 2d

Tøka orkan er, sum omanfyri greitt frá, umleið 2.2 – 2.6 GWh (mió. kwh). Um hesar nøgdir eru hóskandi, veldst um, hvat slag av ídnaði talan er um.

 

Svar til spurning 3

Í dag er eingin serstøk lóg, sum regulerar gagnnýtsluna av avlopshita frá størri verkum. Kunngerð nr. 76 frá 5. oktober 1963 um loyvi givið interkommunala ravmagnsfelagnum SEV til nýtslu av vatnkraftini v.m. virkar sum loyvi og reglugerð hjá SEV at reka elveitingarvirksemi. § 6 í kunngerðini ásetir:

 

§ 6. Loyvishavarin, sum er undir øllum lógum, kunngerðum, reglugerðum, fyriskipanum v.m., ið galda ella sum skuldu komið at galda fyri verk og rakstur av el-verkum, er við øllum sínum verkum og rakstri teirra undir tí eftirliti, sum landsstýrið fyrisetur. Viðvíkjandi eftirlitinum við roknskaparførslu, avskrivingum v.m. verða tær gjøllari reglurnar at skipa í reglugerðini. Loyvishavarin hevur skyldu at geva landsstýrinum allar upplýsingar um viðurskifti síni. Landsstýrið kann heilt ella partvís geva tann myndugleika tað eftir hesum loyvi hevur, til el-nevndina. Loyvishavarin kann tó krevja, at avgerð tikin av nevndini verður løgd fyri landsstýrið.

 

Kunngerðin kann tí tulkast, sum um at SEV, og í síðsta enda Landsstýrið, kann áseta treytir fyri at fáa avlopshitan til høldar. Viðvíkjandi at flyta orkuna gjøgnum fjarhitarør og at binda brúkarar í skipanina, vil tað vera kommunan, sum er loyvismyndugleiki.

 

Uppskot til nýggja el-veitingarlóg ásetir, at øll elverk skulu hava serstakt framleiðsluloyvi og í hesum koma krøv at verða sett til gagnnýtsluna av avlopsorku, har tað er lønsamt.

 

Málið avgreitt.