Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
30. fundur
Ár 2006, fríggjadagin 24. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.
Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
Atkvøðugreiðsla um fyrispurning
nr. 100-14/2006 til Jógvan
á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P.
Højgaard, løgtingsmanni, víðvíkjandi lesi- og skriviveikum (orðblindum)
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at
fyrispurningurin skal svarast.
2.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
18/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og
farmaflutning
Uppskot frá Høgna Hoydal um at beina
málið aftur í nevnd fall
9-1-17.
§§ 1 og 2 fullu
8-0-19. Uppskotið sostatt
fallið.
Málið avgreitt.
3.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
34/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av
skatti (Barnafrádráttur)
Málið beint í fíggjarnevndina.
Fundur
niðurlagdur kl. 13.03
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
4.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður,
svaraði
fyrispurningi
nr. 100-2/2006 frá Bill Justinussen,
løgtingsmanni, viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum
Málið
avgreitt.
5.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
Bárður Nielsen,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál
nr. 44/2006: Uppskot til løgtingslóg um sínámillum umsitingarliga hjálp í
málum um beinleiðis og óbeinleiðis skattir millum lond, sum eru limir í
Europaráðnum ella OECD, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli
nr. 19/2006: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um
almannapensjónir o.a.
Formaðurin
fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-15/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá
Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi skyldum Føroya í altjóða
sáttmálum, ið eru settir í gildi fyri Føroyar umvegis Danmark
nr. 100-16/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattatrýsti, almennu skattainntøkuni og býti millum inntøkubólkar av skattabyrðuni
nr. 100-17/2006 til Bárð Nielsen landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum millum útbúgvingar og lønarflokkingar
nr. 100-18/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi ónøgdini viðvíkjandi miðfyrisitingini
1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-15/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi skyldum Føroya í altjóða sáttmálum, ið eru settir í gildi fyri Føroyar umvegis Danmark
2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-16/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattatrýsti, almennu skattainntøkuni og býti millum inntøkubólkar av skattabyrðuni
3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-17/2006 til Bárð Nielsen landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum millum útbúgvingar og lønarflokkingar
4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-18/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi ónøgdini viðvíkjandi miðfyrisitingini
5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om forældremyndighed og samvær”
6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 23/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog
7.
1. viðgerð
av tingmáli
nr.
40/2006: Uppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
Málið verður beint í mentunarnevndina
8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-4/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi fiskiloyvinum til Jógvan S
9. Svar upp á fyrispurningur nr. 100-5/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá løgtingsmonnunum Finni Helmsdal og Bill Justinussen viðvíkjandi Serdagstovninum á Argjum o.a.
10.Framløga
Fundur lokin kl. 16.50
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari