100-4 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi fiskiloyvinum til Jógvan S 

Orðaskifti

Ár 2006, mikudagin 4. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

·                    Hví fekk Jógvan S fiskiloyvi?

·                    Hví bleiv hetta loyvi afturtikið?

·                    Hvørji stig fer løgmaður at taka fyri at staðfesta ábyrgdina, nú landskassin mátti gjalda milliónaupphædd, tí tað í rættinum varð staðfest, at tað var ólógligt at taka fiskiloyvi aftur?

 

Viðmerkingar

Fiskimálaráðið varð 4. juli 2006 í máli nr. BS 1283/2003 í Føroya Rætti dømt at rinda Sp/f Nakki, Klaksvík, kr 2.559.633,67 umframt rættargangsrentu fyri tíðarskeiðið 2. oktober 2003 til 1. august 2006 áljóðandi kr 515.398,02. Upphæddin skuldi rindast innan 18. juli 2006. Sp/f Nakkur kravdi 10.705 tkr í endurgjaldi frá Fiski­málaráðnum, tí Fiskimálaráðið hevði tikið fiskiloyvið aftur.

 

Upphæddin 3.076 tús. verður avgreidd við fíggjarnevndarskjali, sent fíggjarnevndini 4. august og avgreidd 14. august, sostatt verður einki orðaskifti í Løgtinginum um hetta mál.

 

Nógv hevur verið frammi um klokkuklárar mannagongdir, og at borgarar skulu hava fult innlit í øll viðurskifti. Tað má verða øllum greitt, at eitt mál av slíkum slagi, har landskassin verður dømdur at gjalda milliónaupphæddir í endurgjaldi, krevur eina neyva frágreiðing um, hvør kann ábyrgdast.  

 

Rætturin hevur staðfest, at tað var brot á rættartrygdina hjá einum borgara, at hann fekk útskrivað eitt fiskiloyvi frá tí almenna, og at loyvisgevarin síðani tekur loyvið aftur.

 

Higartil hevur hesin leikur kostað tí almenna nærum 3,1 milliónir, og er hesin peningur fingin til vega og goldin við einum fíggjarnevndarskjali. Kravið var meir enn trífelt nevndu upphædd, og er avgerðin kærd til hægri rætt. Hvat endaliga upphæddin verður, ið tað almenna skal gjalda, er enn ókent, men møguleiki er fyri, at tað enn einaferð verður neyðugt í fíggjarnevndarskjali at biðja um hægri játtan.

 

Í longum talvi eru mangir leikir, og nógvir spurningar standa ógreiðir og ósvaraðir. Landsstýris­maðurin, Jacob Vestergaard, ið tók loyvið aftur, hevði ábyrgdina av fiskivinnumálum. Hann situr ikki í hesum sessi ídag, men er landsstýrismaður í innlendismálum.

 

Løgmaður hevur ábyrgdina av, at landsstýrismenninir umsita sítt málsøki á lógligan hátt, men løgmaður hevur í øðrum førum víst á, at hann onga ábyrgd hevur av hendingum, ið farnar eru fram, áðrenn hann tók við sum løgmaður. Haldi tó ikki, at hendan undanførslan kann nýtast í hesum føri, tí umbønin við fíggjarnevndarskjali til at gjalda inntøkumissin hjá saksøkjaranum, áljóðandi 3.076 tús.kr., er, sum áður nevnt, undirskrivað av landsstýrismonnunum Bjørn Kalsø og Bárði Nielsen tann 4. august 2006.

 

Tí verður hesin skrivligi fyrispurningur settur Jóannesi Eidesgaard, løgmanni.

 

Á tingfundi týsdagin 17. oktober 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 28. november 2006 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

Til teir báðar fyrru fyrispurningarnar kann eg bert stutt svara, at svarið finst í tí drúgva tilfarinum, sum landsstýrismálanevndin fekk til vega í málinum 7.13-20030001 Felagið  Línuskip - kæra viðvíkjandi veiði- og fiskirættindum hjá fyrrverandi Ågot XPZD, sum eisini, alt sum tað er, er tøkt á heimasíðu tingsins. Eisini finst svarið uppá fyrispurningin í dómi Sorinskrivarans 30. mars 2004 í málinum Sp/f Nakkur í móti Fiskimálaráðnum.

 

Seinasti spurningurin kann sundurgreinast í ein rættarligan og ein politiskan part.

 

Rættarliga ætlar løgmaður eingi stig at taka. Hvørki at seta fram ákæru móti landsstýrismanninum við kravi um krav um revsing ella at seta fram endurgjaldskrav. Rættarliga løgmanseftirlitið sbr. stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3 fevnir bert um embætisskeiðið hjá sitandi løgmanni. At ávísar dómsavleiðingar ikki verða fyrr enn í mínum embætisskeiði ger ongan mun í hesum, tí at gerðirnar, sum hava ført til dómin, eru undan mínum embætisskeiði.

 

Politiskt telja øll sjónarmið uttan mun til hvørji, og nær tey stava frá. Tá ið eg setti Jacob Vestergaard í embæti sum landsstýrismann í innlendismálum 1. desember 2005, kendi eg dóm sorinskrivarans 30. mars 2004, har afturtøkan av fiskiloyvinum til Jógvan S. var dømd ógildug at vera. Eg metti tá ikki, at hesin dómur átti at hava politiskar avleiðingar fyri Jacob Vestergaard vegna tær serumstøður, sum høvdu verið í málinum, har landsstýrismálanevndin hevði verið inni í myndini.

Málið avgreitt.