100-5 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi Serdagstovninum á Argjum o.a. 

Orðaskifti

Ár 2006, týsdagin 17. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá tingmonnunum Finni Helmsdal og Bill Justinussen, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hví tosar landsstýrismaðurin við Sosialin 14. september 2006 um, at 839.652 krónur tá eru nýttar upp á Serdagstovnin á Argjum, tá veruliga talið, sum var bókað pr. 14.09.06 á stovnsnummarið hjá Serdagstovninum á Argjum, var 1.633.000 krónur sambært leiðslukunningarskipanini? Hví hevur landsstýrismaðurin ikki kunnað um veruligu upphæddina, sum er nýtt?
  2. Kann landsstýrismaðurin siga tinginum, hvør útbúnaður og hvørjar tænastur vórðu keyptar í 11. tíma í desember 2005 ella januar 2006 fyri 592.000 krónur. Tá eingi børn vóru á stovninum og heldur eingi høli tøk?
  3.  Hvat er tað fyri trýst, landsstýrismaðurin sigur er lagt á Almannastovuna soleiðis, at tað ikki hevur borið til at avgreiða málið skjótari? Her verður m.a. hugsað um, at tingið longu gav grønt ljós fyri stovninum á vári 2005?
  4. Hvussu ber tað til, at leiðarastarvið á einum vanligum sosialpedagogiskum stovni er normerað í 36. lønarflokki ella hægri. Hvør er heimildin fyri slíkari lønaráseting?
  5. Hvat er lønarlagið annars á stovninum?
  6. Hvør, heldur landsstýrismaðurin, er orsøkin til, at eingin barnaverndarumsiting enn hevur søkt um pláss á stovninum?
  7. Hvørjar avleiðingar fær tað fyri stovnin, um hann ikki verður nýttur til tey børnini, hann er ætlaður til?
  8. Hvørji børn er ætlanin at nýta stovnsplássini til ístaðin?
  9. Hvørjar fíggjarligar avleiðingar fær tað fyri ta skipanina, sum hesi børnini koma frá. Verður talan um sparingar har?
  10. Tá starvsfólkini á Dagstovninum á Argjum hava arbeitt á Slóðini, tí tað ikki bar til at seta normeraðu størvini har, hvussu ber tað so til, at játtanin til Slóðina er brúkt upp gott og væl? (spyrjarin gongur út frá, at starvsfólkin á Serdagstovninum framvegis vóru lønt av játtanini til Serdagstovnin).

 

Viðmerkingar

Tingið samtykti í mars 2005 at játta Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, at fara undir at reka ein serdagstovn til atferðartrupul børn. Málið kom upp í samband við málið um lítla Petur. Nógv tingfólk hildu, at okkurt munagott mátti gerast soleiðis, at atferðartrupul børn  ikki longur skuldu sendast til Danmarkar. Hetta endaði sum sagt við, at tingið játtaði landsstýrismanninum at stovnseta og síðan reka ein serdagstovn til 8 atferðartrupul  børn. Orsøkin til, at talan bleiv um ein dag- heldur enn døgnstovn, var tann, at ein arbeiðsbólkur mælti til hetta. Andstøðan í Trivnaðarnevndini vísti á, at tilboðið,  nevndi arbeiðsbólkur mælti til, á ongan hátt var egnað til børn sum lítla Petur. Andstøðan fekk ongantíð veruligt svar upp á hesa ávísing, bert eina ógreiða frágreiðing um, at serdagstovnurin varð ætlaður teimum, sum trongdu mest til tilboðið. Til atferðartrupul børn.

Næsta vit frætta um Serdagstovnin á Argjum, heitið kemur av, at hann skal liggja á Argjum, er, at enn er einki barn komið inn á hann í september 2006. Hetta hóast leiðari, løntur í  36. lønarflokki ella hægri, varð settur í starv í  2006, og fleiri starvsfólk eru síðan sett í starv umleið 1. mai 2006, sjálvt um viðkomandi myndugleikar væl vistu av, at leigusáttmálin ikki eingang var undirskrivaður. Tað undrar, at Hans Pauli Strøm hevur fingið Fíggjarmálaráðið at ganga við til, at eitt leiðarastarv á einum vanligum sosialpedagogiskum stovni verður lønt í 36. lønarflokki ella hægri. Sama Fíggjarmálaráð hevur kategoriskt noktað fyri at løna akademikarum, sum koma í starv á sosialpedagogiskum stovnum, sambært teirra sáttmálum. Men ein landsstýrismaður kann kanska fáa ein annan landsstýrismann til hvat sum helst. Og so leggja teir vertin á lógir, reglur og siðvenjur. Leigusáttmálin er nú komin undir land, men var enn einki gjørt við húsini í september.  Tilsamans vóru 1.633.000 krónur bókaðar á stovnsnummarið 1. september 2006,  brúktar til lønir, húsaleigu o.a. Spurningurin er, hvat hava vit fingið aftur fyri tær.

 

Málið verður ikki minni løgið, tá hugsað verður um, at landsstýrismaðurin var í fíggjarnevndini við umbøn um eykajáttan, tí tað hevði so øgiligan skund.

 

Í samrøðu við Sosialin 14. september sigur landsstýrismaðurin, at tað er einki minni enn ein gøla, at so nógvur peningur er brúktur, uttan at stovnurin er farin at virka. Løgna við hesi blaðsamrøðu er tó, at tosað verður um 840.000 krónur, sum eru brúktar og ikki veruliga talið, nevniliga 1.633.000.  Hans Pauli Strøm heldur tó, at hendingin ongar avleiðingar skal fáa fyri nakran. Tað undrar sjálvandi ikki, tí einki hevur enn fingið avleiðingar á soaiala økinum í hesum valskeiðnum. Men tað undrar, at landsstýrismaðurin fer so langt í nevndu blaðsamrøðu, at hann í veruleikanum sigur øll onnur enn hann sjálvur og Almannastovan hava ábyrgdina av, at málið er farið so nógv av leið. Tí so hart trýst hevur verið lagt á, at Almannastovan hevur einki kunnað gjørt við málið hesar  19 mánaðirnar. Nú veit spyrjarin ikki, hvat trýst landsstýrismaðurin sipar til. Avvarðandi og feløg teirra løgdu trýst á fyri at fáa eitt tilboð til lítla Petur í Føroyum, hetta varð ikki eftirlíkað. Síðan trýstu tey ikki meira. Politikarar vildu hava Hans Paula Strøm at gera nakað munagott soleiðis, at tilboð kundu veitast atferðartruplum her á landi. Landsstýrismaðurin avgjørdi eina og aleina, hvør stovnur skuldi koma. Hann fekk sín vilja, og síðan hevur eingin politikari lagt nakað trýst á, í hesum máli. Ikki uttan so, at landsstýrismaðurin metir tað sum trýst, at undirritaði hevur spurt eftir stovninum nakrar ferðir. Tí kundi tað verið áhugavert at vita, hvat trýst Hans Pauli Strøm sipar til í blaðnum 14. september 2006.

 

592.000 nýttar í skundi

Hans Pauli Strøm fekk 1.000.000 krónur til stovnin 2005, men vóru seinni 400.000 krónur tiknar av aftur. Hinar umleið 600.000 krónurnar blivu brúktar seinast í 2005 ella fyrst í 2006, eru allar bókaðar í 13. umfari. Tær standa at vera nýttar til innbúgv og tænastur. Spurningurin er bert, hvussu ein kann nýta so nógvar pengar til slíkt, tá man hvørki hevur hús ella børn. Man kláraði at nýta góðar 600.000 krónur til Dagstovnin á Argjum 2005.

 

Higar til í ár eru bókaðar 1.229.000 krónur á stovnsnummarið hjá dagstovninum. Tað vil siga, at higartil eru brúktar 1.839.000 krónur upp á Dagstovnin á Argjum. Uttan at eitt einasta barn hevur sett fót sín inn um gáttina har. Umvælingin av húsunum, sum ætlanin er at nýta til endamálið, er bert so dánt byrjað.

 

Eingi børn til stovnin

Í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini fyri 2007 hevur trivnaðarnevndin spurt Hans Paula Strøm nakrar spurningar um Serdagstovnin á Argjum. M.a. um hvar børnini eru, sum stovnurin er ætlaður til,  hvat starvsfólkini hava gjørt hesa tíðina og um framtíðarætlanirnar fyri stovnin.

Landsstýrismaðurin hevur svarað trivnaðarnevndini, at enn eru eingi børn aktuell til stovnin, einfalt tí eingin barnaverndarumsiting hevur søkt um pláss fyri nakað atferðartrupult barn. Hetta ljóðar løgið, tí arbeiðabólkurin, sum mælti til at seta Serdagstovnin á stovn metti, at tað minst eru 20 børn í landinum, sum kundu koma á Serdagstovnin. Av tí at eingin umsókn er komin inn, er ætlanin at nýta stovnin til onnur børn, sum hava serligan tørv, og sum eru í aðrari skipan í dag.

Landsstýrismaðurin segði fyri Trivnaðarnevndini, at starvsfólkini høvdu nýtt tíðina til fyrireikingar. Tey høvdu starvast á Slóðini, sum er samdøgurstovnur fyri børn og ung í aldrinum 13-18 ár, og sum hevði ilt við at fáa normeraðu størvini sett. Starvsfólkini høvdu eisini verið í samband við stuðulstænasturnar. Hetta ljóðar bæði gott og skilagott, men undrar tað, at Slóðin hevur havt ilt við at fáa fólk sett í starv, tí nýtsla teirra vísir, at øll játtanin og meira enn verður nýtt 2006.

 

Á tingfundi mikudagin 18. oktober 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi fríggjadagin 1. desember 2006 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

 

1.        Hví tosar landsstýrismaðurin við Sosialin 14. september 2006 um, at 839.652 krónur tá eru nýttar upp á Serdagstovnin á Argjum, tá veruliga talið, sum var bókað pr. 14.09.06 á stovnsnummarið hjá Serdagstovninum á Argjum, var 1.633.000 krónur sambært leiðslukunningarskipanini? Hví hevur landsstýrismaðurin ikki kunnað um veruligu upphæddina, sum er nýtt? 

Almannastovan hevur í skrivi 12. september 2006 svarað fyrispurningi frá Sosialinum viðvíkjandi serdagstovninum, har spurt varð um, hvussu nógv verkætlanin hevur kostað higartil í leigu, umvælingum og lønum til starvsfólk og leiðara. Sosialurin skrivaði grein, ið endurgav upphæddirnar, ið eru nýttar til húsaleigu og lønir, og er hendan upphæddin 839.652 kr. Tað er altso ikki landsstýrismaðurin, sum hevur upplýst hetta, men Almannastovan. Og Almannastovan hevur svarað einum konkretum spurningi. Upphæddin 1.633.000 kr. svarar umleið til tær samlaðu upphæddirnar, ið eru nýttar til serdagstovnin í 2005 og fram til september í ár. Tað vil siga, eisini til keyp av útgerð o.a. Av hesum vórðu 610 tkr. nýttar í 2005. 

 

2.        Kann landsstýrismaðurin siga tinginum, hvør útbúnaður og hvørjar tænastur vórðu keyptar í 11. tíma í desember 2005 ella januar 2006 fyri 592.000 krónur. Tá eingi børn vóru á stovninum og heldur eingi høli tøk?  

Tað er heilt vanligt, at útbúnaður verður keyptur til ein stovn, áðrenn stovnurin letur upp. Í hesum føri er talan um keyp av skrivstovulutum, bókum, leikum, búnýtum, reinførisvørum, teldubúnaði og edv-menning, skrivstovuútbúnaði, bili og innbúgvi. 

 

3.        Hvat er tað fyri trýst, landsstýrismaðurin sigur er lagt á Almannastovuna soleiðis, at tað ikki hevur borið til at avgreiða málið skjótari? Her verður m.a. hugsað um, at tingið longu gav grønt ljós fyri stovninum á vári 2005? 

Tað trýst, ið landsstýrismaðurin tosar um, er, at málið í sær sjálvum er eitt mál, ið var/er ógvuliga politiskt og alment uppøst, bæði av fyrispurningum í tinginum, framferðum hjá avvarðandi o.ø. og ikki minst viðgerðini í fjølmiðlunum. Tá eitt slíkt trýst kemur uttanífrá – nakað sum ikki er vanligt – so kann ikki umgangast, at hetta onkursvegna ávirkar ella órógvar málsviðgerðina.

 

Orsakað av hesum trýsti uttanífrá, varð alt sett í gongd fyri at seta serdagstovnin á stovn skjótast gjørligt. Tískil varð roynt at finna egnað høli og starvsfólk, ið kundu byrja, tá hølini væntandi vóru klár. Hevði hetta trýst uttanífrá ikki verið, er møguligt, at fari hevði verið øðrvísi fram.

 

Spyrjarin sigur, at tingið gav grønt ljós fyri stovninum á vári 2005. Hóast hetta, so fekk landsstýrismaðurin ikki heimild til at stovnseta og reka serdagstovnar fyrr enn 1. november 2005, tá løgtingslóg nr. 134 frá 9. desember 2005 um broyting í løgtingslóg um barnavernd kom í gildi. Tískil hevur einki ítøkiligt kunna verðið gjørt fyrr enn frá hesum degi, um enn fyrireikingarnar byrjaðu um miðjan august 2005.

 

Annars kann upplýsast, at tað hevur tikið drúgva tíð at finna egnað høli og at viðgera leigusáttmálan. Eisini hevur verið trupult at finna handverkarar at gera neyðugu broytingarnar í húsunum, eftir at leigusáttmálin var undirskrivaður av øllum pørtum. Hetta hevur tó eydnast, og verða miðhæddin og loftið klár at taka í nýtslu umleið 15. november 2006. Kjallarahæddin verður væntandi liðug 1. desember 2006. Enn er einki gjørt við økið uttan um húsini, tó eru ætlanir og tekningar gjørdar, men tað hevur víst seg, at bíðitíðin eftir at fáa fólk at gera økið er sera long. 

 

4.        Hvussu ber tað til, at leiðarastarvið á einum vanligum sosialpedagogiskum stovni er normerað í 36. lønarflokki ella hægri. Hvør er heimildin fyri slíkari lønaráseting?  

Í álitinum frá juli 2005, ið latið varð landsstýrismanninum, stendur um leiðarastarvið: ”Semja er um, at hesin dagstovnurin krevur ein leiðara, sum fakliga er førur fyri at leggja eitt stevnumið fyri stovnin, ið tryggjar, at tey børn, sum verða innskrivað, fáa ta viðgerð og menning, sum teimum tørvar. Tí skal leiðarin verða útbúgvin sálarfrøðingur.”

 

Leiðarin, ið er sálarfrøðingur, varð settur sambært sáttmálanum millum Magistarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. 

 

5.        Hvat er lønarlagið annars á stovninum?  

Hini starvsfólkini á serdagstovninum eru, eins og leiðarin, lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Her er talan um: Magistarafelag Føroya, Sjúkrarøktafrøðingafelag Føroya og Føroya Pedagogfelag. 

 

6.        Hvør, heldur landsstýrismaðurin, er orsøkin til, at eingin barnaverndarumsiting enn hevur søkt um pláss á stovninum? 

Høvuðsbarnaverndarnevndin hevur júst innskrivað eitt barn til samdøgursumlætting á Serdagstovninum. Hetta merkir, at Serdagstovnurin nú fer til verka eftir upprunaligu ætlanini, og mett verður, at tað fer at hava við sær, at barnaverndartænasturnar fara at byrja at leggja mál fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina.

 

Ein møgulig orsøk til, at barnaverndar umsitingarnar ikki hava søkt um pláss á stovninum, kann vera, at nýggja barnaverndarskipanin ikki virkar heilt enn. Tí verður dentur lagdur á at kunna um stovnin.

 

Tann 7. september 2006 vóru umboð fyri Almannastovuna og Serdagstovnin, Bústovnin fyri ung “Slóðin”, Rókina og Føroya Barnaheimi á fundi á Barnaverndarstovuni saman við barnaverndartænastunum, har greitt var frá um endamálið og virksemið hjá hvørjum stovni sær.

 

Harumframt fer stovnsleiðarin á Serdagstovninum saman við stovnsleiðarunum á hinum stovnunum undir Almannastovuni á fundir við Barnaverndarnevndirnar kring landið at kunna um Serdagstovnin og hinar stovnarnar. Nakrar avtalur eru fingnar í lag, og væntandi verða allir fundirnir hildnir í næstum. 

 

7.        Hvørjar avleiðingar fær tað fyri stovnin, um hann ikki verður nýttur til tey børnini, hann er ætlaður til?  

Sambært álitinum, ið varð handað landsstýrismanninum í juli 2005, varð mett, at eini 20 børn í aldrinum 0-7 ár høvdu so álvarligar atferða- og tilknýtingartrupulleikar, at neyðugt var við einum serligum tilboði.

 

Tí meti eg, at tørvur er á einum slíkum stovni.

 

1. januar 2006 kom ein nýggj barnaverndarlóg í gildi, og nýggjar barnaverndartænastur vórðu settar. Mett verður, at henda nýggja lóg ikki rættiliga er komin at virka enn, og at 2006 er at roknað sum eitt innkoyringarár fyri hesi nýggju lógini. Um tað vísir seg, at fyritreytirnar, ið vórðu greinaðar í álitinum, eru broyttar, verður málið tikið upp til nýggja viðgerð. Tað er tó ov tíðliga at siga nakað um tað.

 

Stórur tørvur er á stovnum fyri børn, ið hoyra til barnaforsorgarøkið. Vísir tað seg, at tørvurin á einum dagstovni ikki er tann sami, sum mett varð, tá álitið varð skrivað, er ein møguleiki at víðka virksemi á serdagstovninum, so hann kann vera við til at nøkta tørvin, sum er á stovnsplássum.

 

8.        Hvørji børn er ætlanin at nýta stovnsplássini til ístaðin?  

Serdagstovnurin og Stuðulsfólkaskipanin fyri børn eru farin at samstarva, soleiðis at nøkur børn um 12 ára aldur fáa eitt pedagogiskt tilboð á Serdagstovninum hvønn gerandisdag eftir skúlatíð. Samstarvið er ætlað at virka fram til summarfrítíðina 2007, ella til børn í rætta málbólkinum verða innskrivað á Serdagstovnin. Tað er ein góð loysn til ein akuttan tørv, men tó eingin varandi loysn fyri virksemi stovnsins. 

 

9.        Hvørjar fíggjarligar avleiðingar fær tað fyri ta skipanina, sum hesi børnini koma frá. Verður talan um sparingar har?

Stuðulsfólkaskipanin hevur havt eina minni útreiðslu, tí Serdagstovnurin fyri børn hevur havt møguleika at hjálpt til í eini royndarverkætlan til 3 dreingir, sum bæði bera brek og eru atferðartruplir. Av hesum sparir stuðulsfólkaskipanin o.u. 200 tkr.

Slóðin hevur havt vikarar frá Serdagsstovninum, sum hava tikið vaktir, tí Serdagsstovnurin hevur havt møguleika fyri at hjálpa í einum tíðarbili. Hetta hevur havt við sær, at Slóðin hevur spart umleið 50 tkr. 

 

10.    Tá starvsfólkini á Dagstovninum á Argjum hava arbeitt á Slóðini, tí tað ikki bar til at seta normeraðu størvini har, hvussu ber tað so til, at játtanin til Slóðina er brúkt upp gott og væl? (spyrjarin gongur út frá, at starvsfólkini á Serdagstovninum framvegis vóru lønt av játtanini til Serdagstovnin) 

Slóðin hevur verið í fíggjarligari trongstøðu í 2006, av tí at neyðugt hevur verið at seta vakjandi náttarvakt. Av tí at játtanin fyri 2006 ikki megnaði at dekka hesa útreiðslu, gjørdi fyrrverandi leiðarin á Slóðini av, at stovnurin skuldi vera stongdur annað hvørt vikuskifti, umframt tríggjar vikur í summarferiuni og á páskum og jólum.

                               

Almannastovan metti ikki, at hendan avgerð var forsvarlig, og søkt varð í august mánaði um eykajáttan til Slóðina soleiðis, at Slóðin kundi hava opið alt samdøgrið – alt árið.

 

Eykajáttanin er ikki samtykt enn, og nú árið er um at vera liðið, má spurningurin reisast, um Almannastovan framvegis metir, at neyðugt er við eini eykajáttan á tkr. 500.

 

Almanna- og heilsumálaráðið og Almannastovan kanna í løtuni avleiðingarnar av hesum avtalunum í mun til metingarnar fyri játtanina til høvuðskontuna Børn og ung fyri 2006.

 

Málið avgreitt.