18  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 4. oktober, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning


 

§ 1 

Í § 2 í løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 6. mai 2003, verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. 3 sett inn soljóðandi áseting:

 

Stk. 3. Flutningskostnaðurin um Suðuroyar-. Skopunar- og Kallsoyarfjørð verður javnsettur við flutningskostnaðin undir Vestmannasundi og Leirvíksfirði tó so, at eingi flutningsgjøld á verandi leiðum hjá Strandfaraskipum Landsins hækka.”

 

Verandi stk. 3 verður hereftir stk. 4. 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.

 

Kap 1. Almennar viðmerkingar

Oyggjalandið Føroyar, so sum vit kendu tað, er burtur, nú landið er skipað í einum landføstum øki, har koyrandi er hjá 86% av føroyingum, meðan tvær størri og níggju smærri bygdar oyggjar liggja eftir við sjóvegis sambandi.

 

Tá so stór, sterk og avgerandi framtøk verða framd av tí almenna, gerst kappingarførið í landfasta sambandinum munandi sterkari enn frammanundan, og munandi veikari gerst kappingarførið, har vinnan er darvað av sjóvegis sambandi. 

 

Bráðneyðugt er tí, at tað almenna, sum hevur skapt framtøkini, lagar karmarnir til, soleiðis at vinna og ferðandi fáa nøkulunda javnbjóðis umstøður at kappast undir.

 

Avtala er gjørd millum Norðoyatunnilin p/f og Vágatunnilin p/f, soleiðis at tann, ið hevur hald hjá øðrum felagnum, kann ferðast gjøgnum hin tunnilin við sama kubba og sama avsláttri.

 

Til ber at gera somu skipan um Suðuroyar-, Skopunar og Kallsoyarfjørð, so sum skotið verður upp í hesum máli.

 

Flutningurin er vorðin tvørligari og dýrari í útjaðaraum, síðani Farmaleiðir vóru avtiknar, og flutningskostnaðurin við ferjunum er vorðin enn meira kappingaravlagandi.

 

Harafturat gevur ekstremt lága túratalið um Suðuroyarfjørð hesum partinum av landinum enn størri avbjóðingar at dragast við, enn rímiligt er.

 

Ótaldar ferðir yvir eitt longri áramál er eitthvørt tjak viðvíkjandi takstpolitikki hjá Strandfarskipum Landsins endað við, at skiftandi landsstýrismenn hava upplýst løgtinginum, at stovnurin arbeiðir við eini ætlan hesum viðvíkjandi.

 

Henda ætlan er tíverri ongantíð komin á tingborð, og ongantíð er ein samlaður takstpolitikkur komin til tingsins viðger.

 

Flutningskostnaðurin um Suðuroyar-, Skopunar og Kallsoyarfjørð er munandi hægri enn undir Vestmannasundi og Leirvíksfirði, og skotið verður tí upp at javnseta henda kostnað beinanvegin við hesi ájavnt eins stóru øki mótvegis miðstaðarøkinum.

 

Sjálvsagt stendst ein ójavni ímillum, alt eftir hvussu tú ferðast, í bili ella stakur, men hesin ójavnin er eisini í verandi skipan við tunnlunum. Kortini verður dentur lagdur á, at eingi ferðaseðlagjøld á verandi leiðum hjá Strandfaraskipum Landsins hækkað. Allir ójavnar hjá ferðandi, pensionistum o.ø. eiga at verða tiknir upp til eftirmetingar við jøvnum millumbilum.

 

Hjálagdu talvurnar vísa, at vit sum skjótast noyðast at sleppa verandi kostnaðarskipan. Tað er ein ræðandi stórur kostnaðarmunur í at flyta seg runt í Føroyum, og tað ber heilt einfalt ikki til at leggja árlig okursgjøld á ein part av Føroya fólki, meðan onnur so at siga sleppa heilt undan.

 

Úr tveimum ferðum heilt upp í fimmogtjúgu ferðir dýrari er tað at ferðast yvir enn undir firðum og sundum.

 

Bilur við førara og fýra ferðandi kostar fimm ferðir so nógv við Smyrli, og tríggjar ferðir so nógv við Teistanum og Sam sum gjøgnum tunlarnar.

 

Við avslátri kostar bilur við førara og fýra ferðandi átjan ferðir so nógv við Smyrli og 10 ferðir so nógv við Teistanum og Sam sum gjøgnum tunlarnar.

 

Bussur við 40 ferðandi kostar sjey ferðir so nógv við Smyrli, og tríggjar ferðir so nógv við Teistanum og Sam, sum gjøgnum tunlarnar. 

 

Við avsláttri kostar bussur við 40 ferðandi tíggju ferðir so nógv við Smyrli, og fimm ferðir so nógv við Teistanum og Sam sum gjøgnum tunlarnar.

 

Bilur við húsvogni og fýra ferðandi kostar fimmogtjúgu ferðir so nógv við Smyrli og  fjúrtan ferðir so nógv við Teistanum og Sam sum gjøgnum tunlarnar.

 

Við avslátri kostar bilur við húsvogni tríogtjúgu ferðir so nógv ið Smyrli, og trettan ferðir so nógv við Teistanum og Sam sum gjøgnum tunlarnar

 

Last- og vørubilar kosta tvær ferðir so nógv at flyta um firðirnar.

 

Ein ferð á súkklu kostar nítifimm við Smyrli og fýratifimm við Teistanum og Sam, á motorsúkklu eitthundraðogfimtan við Smyrli og fimtifimm við Tesitanum og Sam, men ikki eina krónu gjøgnum tunlarnar.

 

Vanligur bila- og ferðafólkaflutningur er úr fimm til átjan ferðir so dýrur við Smyrli sum gjøgnum tunlarnar, og bussar við ferðafólki kosta seks til tíggju ferðir so nógv við Smyrli sum gjøgnum tunlarnar.

 

Skulu bussar og last- og vørubilar úr Suðuroy bjóða seg fram á ferðafólka- og góðsmarknaðinum skulu teir fyrst rinda ávikavíst 1.250 kr. og 2.500 kr. í flutningi um fjørðin, áðrenn teir kunna luttaka í kappingini um koyring av ferðafólki og góðsi í landfasta partinum av landinum, har øll ferðafólk og alt góðs kemur upp á land.

 

Ferðandi uttaneftir velja sjálvandi fyrst og fremst tey dýrastu støðini frá, og síggjast tí sera fá ferðafólk uttaneftir í syðra partinum av landinum.

 

Eitt ferðalag við bili og húsvogni til 5 fólk hava lítið høvuðbrýggj av, hvagar tey skulu fara. Velja tey Norðoyggjar ella Vágar er ferðakostnaðurin umvegis tunnilin 170 kr., og velja tey Suðuroynna er ferðakostnaðurin 990 kr., ella seks ferðir so stórur.

 

Ein ferð í Sandoynna við húsvogni kostar 550 kr., ella tríggjar ferðir so nógv sum til Norðoyggjar ella vestur í Vágar.

 

Ferðandi føroyingar við húsvognum, sum helst keypa sær avsláttarskipanir, rinda 40 kr. umvegis tunlarnar, men ferðast teir um Suðuroyarfjørð kostar ferðin við Smyrli 990 kr., ella fimmogtjúgu ferðir so nógv.

 

Greitt er, at fiskivinna, ferðavinna og onnur vinna er fyri ovurstórum kappingaravlagandi umstøðum, um tær seta seg niður og virka úti um oyggjarnar.

 

Hjálagt er eitt yvirlit (Skjal 1) yvir ymsar flutningskostnaðir um Suðuroyar- Skopunar og Kallsoyarfjørð samanborið við kostnaðin umvegis landføstu sambondini undir Vestmannasundi og Leirvíksfirði. 

 

Eisini eru hjálagdar prístalvurnar hjá Strandfarskipum Landsins (Skjal 2) og Vága- og Norðoya tunlinum. (Skjal 3)

 

Tjóðveldisflokkurin hevur umrøtt uppskotið og hevur á hesum øki ein greitt orðaðan politikk:

 

-         “Samfelagsliga menningin í Føroyum er kjølfest í spjaddari búseting og livandi lokalsamfeløgum kring landið alt, har virðini, vitanin og royndirnar hjá forfedrunum eru borin víðari til næstu ættarliðini.

Trivnaður og mentanarlív í oyggjum og bygdum er karmurin um at menna eitt fjølbroytt vinnulív, har lokalir myndugleikar, feløg, skúlar og vinna hava møguleika at samstarva og leggja felags ætlanir.

Tjóðveldisflokkurin leggur dent á økismenning. Bygdir og kommunur eiga at samstarva í økjum, so at alt landið kann mennast í rímiligari javnvág – vinnuliga, mentanarliga og sosialt.

Tað almenna skal veita øllum borgarum sama tænastustig innan t.d. telesamskifti, samferðslu, heilsu-, almanna- og skúlamál. Um tað almenna ikki sjálvt bjóðar tænastuna út, men letur annan røkja tænastuna, eigur tað almenna at áleggja hesum veitingarskyldu, soleiðis at tænastan verður eins góð fyri allar borgararnar.

 

-         Landið skal tryggja, at allir føroyingar hava fullfíggjaðar og nútímans samferðslu- og samskiftis-møguleikar.

Alt landið verður bundið saman í eina nútímans samferðslu- og samskiftiseind eftir eini raðfestari langtíðarætlan, sum er í samsvari við fíggjar- og búskaparorku landsins.”

 

Uppskotið hevur annars ikki verið ummælis. 

 

Kap 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Tað er sera ilt at siga, hvussu fíggjarliga myndin mótvegis landskassanum fer at síggja út. Talan verður um eina royndartíð, har roknast kann við einum ferðslulopi, so sum vit sóðu tað, tá frítt var at ferðast um firðir og sund og gjøgnum tunlarnar í eina viku.

 

Kap 3. Serligar viðmerkingar

§ 1

Ásett verður, at flutningskostnaðurin við bilferjunum um Suðuroyar-. Skopunar- og Kallsoyarfjørð verður javnsettur við flutningskostnaðin undir Vestmannasundi og Leirvíksfirði tó so, at prísurin ikki hækkar á nøkrum ferðaseðlum.  

 

Her verður serliga hugsað um ferðandi, sum ferðast uttan bil við skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins, men verður hetta ikki nærri greina í viðmerkingunum.

 

Hildið verður, at rímiligt er, at landsstýrismaðurin og umsiting hansara á økinum, gera av, hvussu henda áseting skal setast í verk.

 

§ 2

Ásett verður, at lógin fær gildi 1. januar 2007.

 

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1: Yvirlit yvir ymsar flutningskostnaðir um Suðuroyar- Skopunar og Kallsoyarfjørð samanborið við kostnaðin umvegis landføstu sambondini undir Vestmannasundi og Leirvíksfirði

Skjal 2: Prístalvurnar hjá Strandfarskipum Landsins

Skjal 3: Prístalvurnar hjá Vága- og Norðoya tunlinum.

 

1. viðgerð 26. oktober 2006. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 21. november 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 4. oktober 2006, og eftir 1. viðgerð tann 26. oktober 2006 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 14.  og 20. november 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við stjóran fyri Vága- og Norðoyatunnilin og landsstýrismannin í innlendismálum saman við strandferðslustjóranum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Ein meiriluti í nevndini (Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, Sverre Midjord, Bill Justinussen og Marjus Dam) vísir á, at innkallingarnar hava víst, at tað ber ikki til teknisk at gjøgnumføra uppskotið í verandi líki. Meirilutin er samdur um, at tað er rætt at útjavna kostnaðin, og heldur, at landsstýrismaðurin eigur at arbeiða ítøkiliga við eini ætlan á økinum og leggja eina frágreiðing fyri Løgtingið til umrøðu.

 

Meirilutin mælir tí Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Ein Minniluti (Finnur Helmsdal) tekur undir vð málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 24. november 2006. Uppskot frá Høgna Hoydal um at beina málið aftur í nevnd fall 9-1-17. §§ 1 og 2 fullu 8-0-19. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.