Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
25. fundur
Ár 2006, mikudagin 15. november, kl. 9.30, varð tingfundur settur.
Til viðgerðar:
1.
Atkvøðugreiðsla um fyrispurning
nr. 100-8/2006
til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá
Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi Føroya Studentaskúla og
miðnámsskúlanum við Marknagil
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast
2.
Atkvøðugreiðsla um fyrispurning
nr.
100-9/2006 til Bjarna Djurholm,
landsstýrismann, frá Gerhard Lognberg,
løgtingsmanni, viðvíkjandi Skúvoynni
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast
3.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 1-3/2006:
Uppskot til
eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2006
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 1 fall
9-1-19
Broytingaruppskot frá meirlutanum til §§ 2, 6, 8, 15 og 20 samtykt
29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt
29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
4.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 26/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til
ferðaútreiðslur
Málið beint í fíggjarnevndina
Fundur
niðurlagdur kl. 12.00
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
5.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 27/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt
og kommunuskatt (skattalóg)
Málið beint í fíggjarnevndina
6.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 35/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Málið beint í fíggjarnevndina
7.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 37/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í
ymsum skattalógum (skattalætti)
Málið beint í fíggjarnevndina
8.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at uttanlandsnevndin
hevur lagt fram álit í løgtingsmáli
nr. 31/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á
málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum tilbúgving)
Formaðurin boðaði frá hesum fyrispurningum:
Nr. 100-10/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal,
løgtingsmanni, viðvíkjandi
búskaparligum
grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum
nr. 100-11/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal,
løgtingsmanni, viðvíkjandi sosialum avleiðingum og grundgevingum fyri
skattalættanum hjá landsstýrinum
Nr. 100-12/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Olav Enomoto,
løgtingsmanni, viðvíkjandi “free-pass” skipan
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 16.
november 2006, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:
1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi búskaparligum grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum
2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-11/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sosialum avleiðingum og grundgevingum fyri skattlættanum hjá landsstýrinum
3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-12/2006: til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Olav Enomoto, løgtingsmanni, viðvíkjandi "free-pass" skipan
4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur
5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtings- og ríkislógum í sambandi við kærunevndina í lendismálum
6.
1. viðgerð av tingmál
nr. 30/2006:Uppskot til løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum
Løgtingsmálini nr. 29/2006
og 30/2006 verða viðgjørd undir einum.
7. Framløga
Fundur lokin kl. 19.23
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skriivari