35 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 3. november, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar: 

 

1)      Í § 2 verða stk. 1 og 2 orðað soleiðis:

“Stk. 1. Fæ grunsins verður fingið til vega við, at allir persónar árliga rinda grunninum ein prosentpart av teirri inntøkuni, sum myndar grundarlagið undir skattaútrokningini, og allir arbeiðsgevarar árliga rinda grunninum ein prosentpart av útgoldnum A-inntøkum. Fyri persónar og arbeiðsgevarar er ásetti prosentparturin í tíðarskeiðnum 1. januar 2007 til 31. desember 2007: 1,5 %, og frá 1. januar 2008: 1,75 %.

Stk. 2. Persónar, sum eru 67 ár ella eldri, rinda einki í grunnin. Arbeiðsgevarar, sum eru 67 ár ella eldri og hava fólk í vinnu, rinda tó árliga ein prosentpart av útgoldnum A-inntøkum. Arbeiðsgevarar rinda ikki gjald fyri løn hjá útlendingum undir FAS skipanini, ella fyri løn hjá útlendingum umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá. Ásetti prosentparturin  er í tíðarskeiðnum 1. januar 2007 til 31. desember 2007: 1,5 %, og frá 1. januar 2008: 1,75 %.

2)      Í § 5, stk. 1 verður “í seinasta lagi 1. oktober” strikað, og aftaná 1. punkt verður sett:

“Stýrið kann broyta veitingina, um  fyritreytirnar fyri ásetingini av veitingini broytast. Ein broyting av veitingini sambært 2. pkt. hevur virknað frá fyrsta í mánaðinum eftir, at stýrið hevur ásett broyttu veitingina.”  

 

§ 2

 

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.

Stk. 2. Broytingin í § 1, nr. 2 fer úr gildi 1. apríl 2007.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Uppskotið til broyting í løgtingslóg um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin er ein liður í ætlanunum hjá samgonguni at endurnýggja pensjónsskipanina í Føroyum og at tryggja pensjónistum eitt betri pensjónsgrundarlag.

 

Løgtingslógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin varð sett í gildi í 1991 við tí endamáli at tryggja øllum íbúgvum landsins eina arbeiðsmarknaðareftirløn. Sambært upprunaligu lógini skuldu allir persónar undir 67 ár rinda grunninum 0,5 % av inntøkuni, og arbeiðsgevarar skuldu somuleiðis rinda 0,5 % av útgoldnum A-inntøkum. Við Ll. nr. 87 frá 20. desember 2004 hækkaði inngjaldið frá bæði arbeiðsgevara og arbeiðstakara upp í 0,75 % frá 1. januar 2005, og við Ll. nr. 135 frá 12. desember 2005 hækkaði inngjaldið frá arbeiðsgevara og arbeiðstakara upp í 1 % frá 1. januar 2006.

 

Við hesum uppskoti hækkar inngjaldið frá hvørjum parti úr 1 % upp í 1,5 % frá 1. januar 2007 og úr 1,5 % til 1,75 % frá 1. januar 2008. Tey hækkaðu inngjøldini geva møguleika fyri hækkaðum útgjøldum úr grunninum. 

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri 2007:

At inngjaldið hækkar hevur við sær, at lønarútgjaldingarnar hjá landinum, kommununum og privata arbeiðsmarknaðinum hækka samsvarandi viðvíkjandi teimum 0,5 %, sum arbeiðsgevarar skulu rinda meira av útgoldnum A-inntøkum. Fyri kommunurnar, sum í 2007 væntast at hava lønarútreiðslur upp á uml. 500 mió. kr., merkir broytingin eina hækking í lønarútgjaldingunum upp á umleið 2 mió. kr.

 

Fyri landið, sum sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007 hevur lønarútreiðslur upp á 1,9 mia. kr., verður hækkingin í lønarútgjøldunum umleið 10 mió. kr.

 

Privati arbeiðsmarknaðurin væntast í 2007 at hava lønarútgjaldingar upp á góðar 4,2 mia. kr., og væntast hækkingin í inngjaldinum til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin at hava við sær, at lønarútgjaldingarnar hækka við góðum 21 mió. kr. í 2007.

 

Hækking í lønarútgjaldingum 2007

Kommunur

 2 mió. kr.

Landið

 10 mió. kr.

Privati arbeiðsmarknaðurin

 21 mió. kr.

 

Tað er stýrið fyri grunnin, sum í seinasta lagi 1. oktober á hvørjum ári ásetur árligu veitingina, galdandi fyri árið eftir. Útgjaldið í 2006 er 1.185 kr. um mánaðin til hvønn persón. Við verandi skipan – tað vil siga við óbroyttum inngjaldi og somu fyritreytum fyri útgjaldi sum í 2005 – hevði útgjaldið í 2007 verið ásett til 1.225 kr. Tað hevur stýrið fyri arbeiðsmarknaðareftirlønar-grunnin nýliga kunngjørt.

 

Mett verður, at við hækkaða inngjaldinum í 2007 kann útgjaldið hækkast við umleið 675 kr. um mánaðin í mun til útgjaldið í ár. Tað vil siga, at mánaðarliga útgjaldið úr grunninum til hvønn persón verður umleið 1.860 kr. í 2007, svarandi til eina hækking upp á góð 50% í mun til, hvat útgjaldið annars hevði verið í 2007.

 

Eftir verandi skipan skal ein vanligur arbeiðsmaður, ið arbeiðir fulla tíð, gjalda umleið 168 kr. um mánaðin til grunnin, meðan inngjaldið eftir hækkingina verður umleið 255 kr. um mánaðin – tað vil siga ein hækking upp á 87 kr.

 

Fíggjarligar avleiðingar í 2008:

Við líknandi fyritreytum um lønarútgjaldingar á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum í 2008 sum í 2007 økjast lønarútgjaldingarnar í 2008, sum víst í hesi talvuni:

 

Hækking í lønarútgjaldingum 2008

Kommunur

 1 mió. kr.

Landið

 5 mió. kr.

Privati arbeiðsmarknaðurin

 11 mió. kr.

 

Mett verður, at við hækkaða inngjaldinum í 2008 kann útgjaldið hækkast við umleið 340 kr. um mánaðin sammett við metta útgjaldið í 2007. Tað vil siga, at mánaðarliga útgjaldið úr grunninum til hvønn persón verður umleið 2.200 kr. í 2008, svarandi til eina hækking upp á góð 16% í mun til, hvat útgjaldið annars hevði verið í 2008.

 

Eftir metingini fyri 2007 skal ein vanligur arbeiðsmaður, ið arbeiðir fulla tíð, gjalda umleið 255 kr. um mánaðin til grunnin, meðan inngjaldið eftir hækkingina í 2008 verður umleið 300 kr. um mánaðin – tað vil siga ein hækking upp á 45 kr.

 

Fyritreytirnar fyri metingini

Fyritreytirnar fyri útgjaldinum eru, at grunnurin ikki skal koma út fyri at lækka útgjaldið. Gjørdar eru framrokningar fram til ár 2036, har roknað verður við eini miðal inflasjón upp á 2,5% um árið. Roknað verður við einum miðal realvøkstri upp á 0,8% um árið.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki umsitingarligar avleiðingar við sær.

 

Umhvørvisligar avleiðingar og avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar

Uppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar ella avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar við sær.

 

Sosialar avleiðingar

At inngjaldið hækkar merkir, at útgjaldið til allar persónar yvir 67 ár kann hækka, og sostatt betrast fíggjarstøðan hjá tí einstaka.  

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Ja

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

 

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Skotið verður upp, at inngjaldið til grunnin frá 1. januar 2007 hækkar við 0,5 %, soleiðis at allir persónar undir 67 ár rinda grunninum 1,5 % av inntøkuni, og allir arbeiðsgevarar somuleiðis rinda 1,5 % av útgoldnum A-inntøkum.

 

Harumframt verður skotið upp at hækka inngjaldið við 0,25 % frá 1. januar 2008. Hervið koma  allir persónar undir 67 ár at rinda grunninum 1,75 % av inntøkuni, og allir arbeiðsgevarar somuleiðis at rinda 1,75 % av útgoldnum A-inntøkum frá 1. januar 2008.

 

Skotið verður upp at gera broytingina í nr. 2, fyri at eftirlønartakarar skulu fáa fyrimun av hækkaða inngjaldinum longu í 2007.

 

Í sambandi við at inngjaldið í arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin verður hækkað, eru fyritreytirnar fyri ásetingini av árligu veitingini til eftirlønartakarar munandi broyttar, galdandi frá 1. januar 2007. Sum § 5 í lógini um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn er orðað, er freistin fyri at áseta árligu veitingina farin tann 1. oktober 2005. Stýrið hevur ásett veitingina fyri 2007 út frá teimum fortreytum, sum vóru galdandi 1. oktober 2006.

 

Av tí at ivi kann verða um, um stýrið nær at broyta ásettu veitingina í 2006, verður skotið upp, at stýrið fær møguleika fyri at broyta veitingina fyri 2007 fram til 1. apríl 2007. Broyting av veitingini kann ikki fremjast, fyrr enn lógaruppskotið er samtykt í Løgtinginum og kunngjørt í Kunngerðablaðnum. Hetta kann merkja, at veitingin fyri januar 2007 longu er útgoldin, tá stýrið fær heimild til at broyta veitingina. Tí verður skotið upp, at stýrið fær heimild til at broyta veitingina við virknaði frá 1. í mánaðinum eftir, at veitingin er broytt.  

 

Til § 2:

Gildiskomuregla.

 

Sambært stk. 2 fer broytingin í § 1, nr. 2 úr gildi 1. apríl 2007. Hetta merkir, at broytingin av veitingini fyri 2007 skal verða framd áðrenn 1. apríl 2007. Áseting av veitingini fyri álmanakkaárið 2008 og frameftir skal verða framd í seinasta lagi 1. oktober árið frammanundan.

1. viðgerð 15. november 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 19. desember 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 2006, og eftir 1. viðgerð 15. november 2006 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 21. og 23. november 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Trivnaðarnevndin hevur í tveimum førum áður, bæði í 2004 og 2005, tá broytingar hava verið í lógini, í álitinum sett fram ynski um, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum  kannaði, um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin er í samsvari við meginreglu Norðurlandaráðsins um at beina burtur forðingar hjá norðbúgvum at búseta seg hvør hjá øðrum. Trivnaðarnevndin hevur ikki fingið svar.

 

Í einum munnligum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard til landsstýrismannin í fíggjarmálum var hesin ivi enn einaferð reistur. Landsstýrismaðurin gav spyrjaranum rætt í, at tað kundi ikki avvísast, at væntandi samsvar var millum lógina um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn og ”nordisk konvention om social sikring”

 

Eins og trivnaðarnevndin ivast nevndin í, um lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn er í samsvar við norðurlendskar reglur. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sagt seg samdan við nevndini í hesum.

 

Nevndin heldur tað vera sera óheppið, at lógin ikki uppfyllir ”nordisk konvention om social sikring”, og hetta serliga, tá útgjaldið nú gerst ein týðandi partur av tí almennu pensjónsskipanini. Nevndin heldur, at útgjaldið átti at komið undir somu reglur sum fólkapensjónin, ið gjøgnum skipanina við brøkpensjón lýkur treytirnar í ”nordisk konvention om social sikring”.

 

Landsstýrismaðurin hevur greitt nevndini frá, at hann ætlar at fáa hetta væntandi samvar við skipanina og norðurlenskar reglur í rættlag í samband við arbeiðið við einum pensjónsreformi.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 21. desember 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð. Frávik frá tíðarfreist millum 2. og 3. viðgerð samtykt 26-0-0.

 

3. viðgerð 21. desember 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 129 frá 28.12.2006