100-8 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, viðvíkjandi Føroya Studentaskúla og miðnámsskúlanum við Marknagil 

Orðaskifti

Ár 2006, týsdagin 14. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1.      Heldur landsstýrismaðurin, at hølisviðurskiftini hjá Føroya Studentaskúla eru nøktandi?

a.       Um nei: Hvør er trupulleikin við verandi hølisviðurskiftum, og
hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við hetta?
 

2.      Er ætlanin at um- og útbyggja Føroya Studentaskúla?

a.       Um ja: Nær verður farið í gongd?

b.      Hvat væntar landsstýrismaðurin, at hendan um og útbygging kemur at kosta samlað?

c.       Nær væntar landsstýrismaðurin, at Føroya Studentaskúli hevur fingið nøktandi hølisviðurskifti?
 

3.      Nær verður farið undir at byggja skúladepilin við Marknagil?
 

4.      Væntar landsstýrismaðurin at depilin við Marknagil kemur at kosta á leið 150 mió. kr, tá ið hann er liðugur, og at tíðarætlanin kemur at halda?

 

Viðmerkingar:

Teir tríggir miðnámsskúlarnir í Suðurstreymoy  hava leingi havt trongar og ótíðarhóskandi hølisumstøður, og tey seinnu árini hevur verið arbeitt við fleiri ymiskum uppskotum til at bøta um viðurskiftini hjá skúlunum. Í 1998 kom landsstýrismaðurin til ta niðurstøðu, at byggiætlanirnar áttu at verðið samskipaðar í ein felags skúladepil, og á heysti í 1999 varð útskrivað hugskotskapping um tílíka bygging við Marknagilsvegin í Havn. Hesa ætlan valdi landsstýrismaðurin at skúgva til viks og kom í staðin við einum lógaruppskoti um eitt rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn. Í lógini er tilskilað, at byggingin umfatar Tekniska Skúla í Tórshavn og Føroya Handilsskúla. T.v.s. ikki Føroya Studentaskúla.

 

Um tað ikki finst onkur betri loysn fyri Føroya Studentaskúla enn at flyta hann niðan í ein depil við Marknagil, skal verða ósagt. Men tað tykist óforsvarligt av landsstýrismanninum at vraka ta ætlanina uttan at seta nakra aðra ístaðin.

 

I farnu viku søgdu  rektarin og tveir deildarleiðarar upp. Og sum skilst, var orsøkin til uppsagnirnar manglandi viljin hjá politiska myndugleikanum at skera í gjøgnum í sambandi við hølisviðurskift­ini hjá Føroya Studentaskúla. 

 

At leggja skuldina á einstakar lærarar og á ein samgongutingmann er undanstøkking. Landsstýris­maðurin í skúlamálum hevur ábyrgdina av hølisviðurskiftunum hjá Føroya Studentaskúla, og eigur tí at koma við eini ætlan fyri hendan skúla.  Megnar hann ikki tað, er tað landsstýrismaðurin sum hevur ein trupulleika, og ikki hesin eini samgongutingmaðurin, sum sipað hevur verið til eisini alment, ella teir einstøku lærararnir.

 

Um landsstýrismaðurin hevði hildið fram við tí ætlan, sum undanfarna samgonga arbeiddi við, so vóru allir tríggir skúlarnir bygdir í ein depil við Marknagil við hvør sínari leiðslu og fyrisiting, og var tann ætlanin fylgd, so hevði øll verkætlanin kostað knappar 300 mió. kr. (eftir 2003 krónum), og verkætlanin hevði verið liðug í 2009.

 

Men í staðin fyri at halda fram, har undanfarna samgonga slepti, hevur verið drálað við nakrari loysn, og eru vit nú komin í eina tíð, har virksemið í samfelagnum er størri enn nakrantíð, og har tað eisini stendur á at fáa handverkarar til arbeiði,  sum vilji er til at fáa gjørt. Og tá ið eftirspurningurin eftir handverkarum økist, kann roknast við dýrkandi útboði, tí hevði verið áhugavert at fingið at vita, um hetta hevur ávirkað tíðarætlan og kostnaðarmetingina fyri miðnámsskúlan við Marknagil.

 

Sambært løgtingslóg um rentu og avdráttarfrítt stuðulslán til at byggja skúladepil við Marknagil  frá 2006 sær kostnaðarmetingin soleiðis út:

 

Samlaði kostnaðurin er mettur til 150 mió. kr. Metingin er gjørd í 2006 við støði í mettum fermetrakostnaði í mun til bygging av hesum slagi. Mett verður, at útreiðslurnar í mió. kr. í sambandi við byggingina fara at falla soleiðis komandi árini:

 

Ár

2006

2007

2008

2009

2010

Útreiðslur

1,5

23,5

50,0

50,0

25,0

 

Á tingfundi 15. november 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast. 

 

Á tingfundi 14. desember 2006 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar

 

Ad. 1.: Eingin ivi er um, at hølisviðurskiftini hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum kundu verið nógv betri, og at tey ikki eru nøktandi. Trupulleikarnir við verandi hølisviðurskiftum eru m.a., at tey ikki lúka ávís myndugleikakrøv, og at tey á mangan hátt eru ótíðarhóskandi til ein nýmótans miðnámsskúla – ikki minst, tá ið hugsað verður um tær námsfrøðiligu broytingar, sum eru farnar fram í londunum rundan um okkum tey seinastu árini.

 

Arbeitt verður við at gera neyðugar íløgur í sambandi við myndugleikakrøv frá Brunaumsjón Landsins og Arbeiðseftirlitinum, og harumframt er ætlanin at fyrireika neyðugar ábøtur og umbyggingar í Hoydølum. 

 

Ad. 2.: Sum nevnt, verður arbeitt við at uppfylla krøv frá Brunaumsjón og Arbeiðseftirliti, men áðrenn støða verður tikin til at um- og útbyggja Føroya Studentaskúla, er neyðugt at gera eitt bygningssýn í Hoydølum.

 

Eitt óheft bygningssýn eigur av verða gjørt fyri at staðfesta, hvørjum standi bygningarnir eru í, hvussu útbyggingarmøguleikarnir eru í mun til tað virksemi, sum er í bygningunum í dag, umframt við atliti at ókendum faktorum, sum gera tað trupult at áseta ein veruligan útbyggingarkostnað. Harumframt eigur eitt tílíkt bygningssýn at umfata eina heildarmeting av, um bygningarnir eru egnaðir og lúka dagsins krøv til ein slíkan skúla. Eisini er neyðugt at fáa kannað, hvussu virksemið í Hoydølum kann halda fram, samstundis sum ein møgulig um- og útbygging fer fram. Ikki fyrr enn greiða er fingin á hesum, ber til at taka støðu til, um tað er ráðiligt at um- og útbyggja skúlan.

 

Tí er ógjørligt í dag at siga, hvat ein um- og útbygging fer at kosta, og nær Føroya Studentaskúli hevur fingið nøktandi hølisviðurskifti. 

 

Ad. 3.: Løgtingslógin um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn varð samtykt á Løgtingi í vár, og síðani tá hava Mentamálaráðið, Landsverk og stýrini fyri Tekniska Skúla í Tórshavn og Føroya Handilsskúla fyrireikað arbeiðið. Í næstum fara stýrini at seta bygginevnd, sum skal tryggja, at áhugamálini hjá skúlunum verða røkt á fullgóðan hátt. Nevndin skal ráðgeva stýrunum og Landsverki og gera tilmæli um byggingina. Mett verður, at prosjekteringin fer at taka umleið eitt ár, og at farið verður undir sjálva byggingina á vári í 2008. 

 

Ad. 4.: Byggikostnaðurin skal í mesta lagi vera 150 mió., og skal skúlin byggjast innan fyri fíggjarkarmin. Væntandi verður miðnámsskúlin í Marknagili liðugur í 2010.

 

Málið avgreitt.