Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2002 |
54. fundur |
Týsdagur 25. februar 2003 |
kl. 10.00 |
Ár 2003, týsdagin 25. februar kl. 10.00, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Henrik Old, Jógvan við Keldu, Jógvan á Lakjuni og Poul Michelsen
vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
63/2002: Uppskot til løgtingslóg um landbúnaðarstuðul.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 52/2002:
Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska
upplýsing.
Uppskot frá Heðin Mortensen um at beina málið aftur í nevnd fall 12-0-14.
§§ 1 9 samtyktar 14-0-12.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
Fundur niðurlagdur kl. 11.50
Fundur uppafturtikin kl. 13.40
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 55/2002:
Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
Broytingaruppskot til § 52 fall 6-0-19. Uppskot
til ríkislógartilmæli fall 6-0-19.
Málið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
- Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-2/2002:
Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4 í tingskipanini frá Annlis Bjarkhamar,
landsstýrismanni, um "Tilmæli um sernámsfrøði".
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at løgtingsgrannskoðararnir hava lagt fram tingmálini nr. 71-1/2002:
Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2001, nr. 71-2/2002:
Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri
fíggjarárið 2001, nr. 71-3/2002:
Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið
2001, nr. 71-4/2002:
Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið
2001 og nr. 71-5/2002:
Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu
fyri fíggjarárið 2001, og at Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmaður, vegna
Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr.
72/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av rættinum til likamliga at
revsa børn.
Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-32/2002 til
Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi
ferðslulógini.
Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2002: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan og 1.
viðgerð av tingmáli nr. 67/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 26. februar 2003 kl. 13.30 við hesi
dagsskrá:
- Munnligir fyrispurningar.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-32/2002
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni,
viðvíkjandi ferðslulógini
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2002:
Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2002:
Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til
landskassan.
Málið verður beint í fíggjarnevndina
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/2002: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
Málið verður beint í fíggjarnevndina
Tingmálini nr. 66/2002 og 67/2002 verða viðgjørd undir einum.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2002:
Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul at útbyggja
havnina í Vági.
Málið verður beint í vinnunevndina.
- Framløga
Fundur lokin kl. 17.30
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Armgarð Godtfred
skrivari