Politisk upplýsing

 

52  Uppskot til  løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð (riggar ikki)
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 14. januar, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing 

§ 1. Endamálið við hesi lóg er at styrkja politiska arbeiðið og politiska upplýsing við at veita fíggjarligan stuðul, sum kann verða nýttur til at reka politiskar flokkar og til politiska virksemi teirra.

§ 2. Teir flokkar, sum hava umboð á Løgtingi, fáa stuðul.
Stk. 2. Løgtingsmaður, sum er valdur uttanflokka, fær eisini stuðul.

§ 3. Stuðulin, ið verður ásettur á fíggjarlógini á hvørjum ári, verður veittur soleiðis, at

a) 30 prosent verða býtt javnt millum flokkarnar,
b) 70 prosent verða býtt millum flokkar og uttanflokkatingmenn eftir atkvøðutali á seinasta løgtingsvali.

Stk. 2. Uttanflokkatingmaður fær stuðul eftir stk. 1, litra b. Tá verða allar atkvøður, sum hann, listin og onnur valevni á listanum fingu, taldar við í uppgerðini.

§ 4. Løgtingsmaður, sum fer úr ella verður koyrdur úr tingbólki í valskeiðinum, fær part av stuðlinum hjá flokkinum eftir § 3, stk. 1, litra b.
Stk. 2. Stuðul smb. stk. 1 verður býttur frá í sama lutfalli, sum persónliga atkvøðutal hansara er í mun til allar persónligar atkvøður, sum valevni floksins ella listans hava fingið. Stuðulin, sum flokkurin fær, minkar samsvarandi.

§ 5. Landsnevndin hjá flokki, ella uttanflokkatingmaður, fær stuðulin, smb. tó § 4.
Stk. 2. Stuðul smb. hesi lóg verður veittur eftir umsókn, ið skal vera landsstýrismanni-num í hendi í seinasta lagi 3 mánaðir eftir løgtingsval. Stuðul verður síðani veittur uttan umsókn, til løgtingsval aftur er, smb. tó § 4.
Stk. 3. Stuðul verður veittur frá 1. í mánaðinum eftir, at løgtingsval hevur verið, og til endan á tí mánaði, tá løgtingsval er.
Stk. 4. Stuðul verður broyttur eftir § 4 frá 1. í mánaðinum eftir, at landsstýrismaðurin hevur fingið umsókn um hetta.

§ 6. Stuðulin verður rindaður í eins stórum mánaðargjøldum, smb. tó § 5.

§ 7. Tann, sum fær stuðul sambært hesi lóg, skal í seinasta lagi 1. apríl á hvørjum ári senda landsstýrismanninum fráboðan um, at stuðulin í álmanakkaárinum fyri er nýttur til tey endamál, sum eru nevnd í § 1.
Stk. 2. Tann, sum fær stuðul, skal í seinasta lagi 1. apríl á hvørjum ári senda landsstýrismanninum roknskap fyri undanfarna roknskaparár, sum fevnir um alt virksemið hjá flokkinum. Skrásettur grannskoðari skal hava grannskoðað roknskapin, sum skal hava grannskoðara-átekning um, hvørt roknskapurin er í samsvari við góðan roknskaparsið.
Stk. 3. Stuðul, ið er fingin av órøttum, ella sum ikki verður nýttur til endamálið sambært § 1, verður afturgoldin.

§ 8. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur viðvíkjandi fíggjarviður-skiftum flokkanna, eftirliti við teimum, roknskapi og grannskoðan.

§ 9. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2003. Samstundis fer løgtingslóg nr. 92 frá 4. juni 1996 úr gildi.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Reglurnar um stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing eru ásettar í løgtingslóg nr. 92 frá 4. juni 1996.

Eftirlitsreglurnar í lógini um stuðul til politiskt virksemi og upplýsing eru sera veikar, og

Landsgrannskoðanin hevur í skrivi 18. juli í 2002 eisini gjørt viðmerkingar um hetta. Tí verður skotið upp at herða eftirlitsreglurnar við at seta krav um, at flokkarnir lata grannskoðaðan roknskap inn.

Í mars 2000 samtykti formansskapur Løgtingsins eina reglugerð fyri floksskrivarar hjá tingmanningini, har reglan er, at hvør tingbólkur fær eina grundupphædd og síðani eina upphædd eftir tingmannatali.

Skotið verður upp at broyta lógina um stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing soleiðis:

Nýskipanin við hesum uppskoti er í høvuðsheitum lýst í punktunum beint omanfyri.

Annars hevur málið verið at fáa eina greiðari uppsetta lóg og at bøta eitt sindur um orðalagið og málburðin í mun til galdandi lóg.

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

2.1. Fíggjarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ikki fíggjarligar avleiðingar fyri land ella kommunur.

2.2. Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

Umsitingarligu avleiðingarnar fyri landið eru, at við ásetingunum í § 7, stk. 2 í uppskotinum verður frægari møguleiki fyri at hava eftirlit við, at studningurin verður nýttur sambært endamálinum.

Hetta fer at gera umsitingina meira forsvarliga, uttan tó at krevja nevnivert av meira umsiting við sær.

2.3. Avleiðingar fyri vinnuna
Uppskotið hevur ikki fíggjarligar ella fyrisitingarligar avleiðingar fyri vinnuna.

2.4. Avleiðingar fyri umhvørvið
Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri umhvørvið.

2.5. Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

2.6. Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir
Uppskotið hevur ikki sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar; men gevur smærru flokkunum lutfalsliga meira, meðan tinglimir, sum fara úr tingbólki í valskeiðinum, fáa minni part av stuðlinum, sum tingbólkurin fær, við sær, og tað fer ikki longur at bera til at býta frá til tingmann, sum framhaldandi er limur í tingbólkinum.

Fyri flokkar og einstaklingar, sum verða valdir á ting, eru treytirnar fyri at fáa stuðul til politiska upplýsing annars nakað herdar. Herdu treytirnar fara at bera við sær, at teir flokkar, sum ikki frammanundan hava skrásettan grannskoðara, fara at fáa útreiðslur av hesum.

Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri aðrar felagsskapir enn teir, sum fáa valt umboð á ting.

2.7. Millumtjóða sáttmálar
Ongir millumtjóða sáttmálar eru viðkomandi í sambandi við uppskotið.

2.8. Skyldur, álagdar fólki
Uppskotið áleggur ikki fólki skyldur, uttan at tey eyðvitað skulu lúka treytirnar í lógini, um tey skulu fáa stuðul. Ongar nevniverdar umsitingarligar avleiðingar eru av hesum.

2.9. Heimildir til annan landsstýrismann/kommunur
Uppskotið leggur ikki heimildir til annan landsstýrismann, ella til kommunur.

2.10. Atgongd til privata ogn
Uppskotið gevur ikki almennum myndugleika atgongd til privata ogn.

2.11 Talva, avleiðingar

  Fyri landið/ landsmyndugleikar Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Ja

Nei

Kap. 3. Serligar viðmerkingar 

Til. § 1.
Gamla endamálsorðingin var " Endamálið við hesi lóg er at styrkja politiska arbeiðið og politiska upplýsing við at veita stuðul úr landskassanum, sum kann brúkast til:

a) rakstur av einum politiskum flokki, herundir útvegan av fastari ogn til politiskt virksemi,
b) skeið- og fundarvirksemi um politisk/samfelagslig mál,
c) útgávu av bløðum, tíðarritum, bókum, bondum og fløgum við politiskum/samfelagsligum innihaldi, ella
d) kanning av viðurskiftum, sum hava við føroyska samfelagið at gera"

Broytingarnar í mun til galdandi lóg eru ikki ætlaðar at rúmka um endamálið sum slíkt; men einans at taka sjálva uppremsingina av, hvat er at meta sum politiskt virksemi, burtur, tí at hvat, ið er at meta sum politiskt virksemi, er ógvuliga tíðarbundið.

Landsgrannskoðanin mælir til, at ítøkiligar ásetingar fyri, hvørji úrslit/eyðkenni kunnu nýtast sum mát fyri, um endamálið er rokkið, skulu vera í viðmerkingunum til endamálsorðingarnar, tá um studningslóggávu ræður. Mett verður ikki, at tað hóskar seg, at umsitingin ger slíkar metingar í sambandi við stuðul til politiskt arbeiði og upplýsing, og lógaruppskotið er tí ikki lagað eftir hesum partinum av tilmælinum frá Landsgrannskoðanini.

Til § 2. stk 1: Broytingarnar í mun til galdandi lóg eru einans málsligar tilrættingar og at taka burtur sjálvsagdar orðingar:
"úr landskassanum" verður strokið, tí er ikki annað ásett, verður heimilaður stuðul einans veittur úr landskassanum (hetta er eisini umvegis ásett í § 3, stk. 1).
"sambært hvørjum seinasta løgtingsval" verður strokið, tí sambært stýrisskipanarlógini eru ikki onnur á tingi enn tey, sum eru vald við seinasta løgtingsval.

§ 2, stk 2: Broytingarnar eru einans málsligar tilrættingar

Til § 3, stk. 1: Eftir galdandi lóg verður stuðulin einans býttur millum flokkarnar eftir atkvøðutali.
Skotið verður upp at broyta stuðulsbýtið soleiðis, at smærru flokkarnir fáa lutfalsliga størri part av stuðlinum.
Hetta verður gjørt við ásetingini í nýggja stk. 1, litra a. Ásetingin er eftirgjørd eftir § 1, stk 2 í floksskrivarareglugerðini, sum sigur: " Hvør flokkur hevur rætt til árliga grundupphædd, sum er kr. 65.000,-." Hetta er roknað um (sí pettið "Roknistykkini, sum liggja til grund…" seinni í viðmerkingunum til hesa grein) til at svara til, at 30% av stuðlinum verða at býta javnt millum valdu flokkarnar, uttan mun til stødd.

Orsøkirnar til ætlanina at styrkja smærru flokkarnar lutfalsliga eru, at

Nýggja ásetingin í nýggja stk. 1, litra b, har 70% av stuðlinum verða at býta millum valdu flokkarnar eftir atkvøðutali frároknað meðalatkvøðutalið fyri hvønn tingmann, er eftirgjørd eftir stk. 2, í § 1 í floksskrivarareglugerðini, sum sigur: "Harumframt hevur hvør flokkur rætt til kr. 35.000,- árliga fyri hvønn tingmann meira enn ein".

Uppskotna lutfallið millum stuðul eftir litra a og litra b er skorið eftir sama leisti sum floksskrivarareglugerðin hjá Løgtinginum nýtir við teimum tillagingum, sum koma av, at floksskrivarareglugerðin einans býtir í mun til tingmannatal, ikki í mun til atkvøður.
Harafturat er býtið her í mun til fult atkvøðutal, ikki í mun til atkvøðutalið hjá hvørjum flokki, frároknað atkvøðutalið til ein meðal tinglim. Hetta hevði annars verið ein neyvari eftirgerð av floksskrivarareglugerðini, men hevði rakt teir smærru flokkarnar harðast, soleiðis at ásetingin í litra a hevði munað lítið.

Roknistykkini, sum liggja til grund fyri býtinum millum stuðul eftir litra a og b, eru soleiðis:
Hvør flokkur fær sambært § 1, stk. 1 í floksskrivarareglugerðini 65.000-kr um árið sum grundupphædd, uttan mun til stødd. Hetta eru 390.000-kr (65.000 ferðir 6), sum eru at býta uttan mun til floksstødd.
Hvør flokkur hevur harumframt rætt til 35.000- kr um árið fyri hvønn tingmann meira enn ein. Hetta eru 910.000-kr [35.000 ferðir(32 minus 6)], sum eru at býta í mun til floksstødd, tá ein tinglimur er roknaður burtur úr hvørjum tingbólki.
Lutfallið millum grundarupphædd og stuðul í mun til stødd í floksskrivarareglugerðini er sostatt 390.000/1.300.000 í mun til 910.000/1.300.000, ella sum 30% í mun til 70%.  

Talva, sum vísir verandi og broytttan stuðul fyri hvønn flokk

Tingmannatal

Atkvøður 2002

Studn. um árið

Nýtt gjald

Fólkaflokkurin

7

6.352

561.278
Lutfalsbýtt 392.894
Grundgjald 135.000 527.894
Sambandsflokkurin

8

7.954

702.834
Lutfalsbýtt 491.984
Grundgjald 135.000 626.984
Javnaðarflokkurin

7

6.378

563.575
Lutfalsbýtt 394.503
Grundgjald 135.000 529.503
Sjálvstýrisflokkurin

1

1.351

119.378
Lutfalsbýtt 83.564
Grundgjald 135.000 218.564
Tjóveldisflokkurin

8

7.229

638.771
Lutfalsbýtt 447.140
Grundgjald 135.000 582.140
Miðflokkurin

1

1.292

114.164
Lutfalsbýtt 79.915
Grundgjald 135.000 214.915
Íalt………… 32

30.556

2.700.000
Grundgjald 810.000
Til lutfalsbýti 1.890.000

Mett verður, at tað er ein fyrimunur at halda fast við, at meðan floksskrivarareglugerðin býtir í grundarupphædd og í mun til tingmannatal, er stuðulin til politiskt virksemi og upplýsing annars býttur í grundarupphædd og í mun til atkvøður, tí soleiðis verður stuðul bæði veittur í mun til neyva atkvøðubýtið og í mun til lógartilætlaða skeivbýtið, sum er í umboðanini á tingi.

Til § 3, stk. 2: Eftir stk. 2 hevur uttanflokkatingmaður rætt til stuðul eftir litra b, men ikki eftir litra a.
Hetta er ein broyting í mun til verandi lóg, har stuðulin verður býttur millum flokkar og uttanflokkatingmenn eftir atkvøðutali, men í samsvari við § 2, stk. 2 í floksskrivarareglugerðini. Hetta er tí, at grundregluliga er at vænta, at minni skal til at fíggja raksturin av politiska virkseminum hjá einstaklingi enn hjá einum politiskum flokki.

Til § 4, stk. 1: Ásetingin kemur í staðin fyri § 3, stk. 5 í galdandi lóg.
Eftir stk. 1 hevur tingmaður, sum fer úr ella verður koyrdur úr einum tingbólki í valskeiðinum, rætt til stuðul eftir § 3, stk. 1, litra b, men ikki eftir litra a.
Hetta er ætlað at endurspegla, at grundregluliga er at vænta, at minni skal til at fíggja raksturin av politiska virkseminum hjá einstaklingi enn hjá einum politiskum flokki.
Hetta er ein broyting í mun til § 3, stk. 5 í galdandi lóg, har býtt verður frá í mun til tingmannatal einans.

Til § 4, stk. 2: Eftir stk. 2, 1. pkt. hevur tingmaðurin rætt til sín part av stuðlinum, sum flokkurin, sum hann fer úr, fær eftir § 3, stk. 1, litra b. Hansara partur verður roknaður í sama lutfalli, sum er millum persónliga atkvøðutal hansara og allar persónligu atkvøðurnar, sum flokkurin ella listin hava fingið. Listaatkvøðurnar, sum júst ikki eru persónligar, verða hildnar uttan fyri frábýtið, og harvið verður tann stuðulin, sum flokkurin hevur vunnið við teimum, býttur í sama lutfalli, sum er millum persónligu atkvøðurnar.

Ætlanin við broytingunum í stk. 1 og 2 er at rætta tann skeivleikan, sum hevur verið, at tingmaður, sum fer úr einum flokki, fær part av stuðlinum til politiska upplýsing, í mun til hvussu stórur partur, hann er av tingbólki floksins, og ikki í mun til atkvøðutalið, hann sjálvur hevur fingið, sum annars helst man vera frægara myndin av, hvør undirtøka er fyri tingmanninum.

Sum grefligasta dømið um veikleikan við verandi skipan kann verða nevnt, at við verandi áseting hevði tinglimur, sum einsamallur umboðar ein flokk, havt rætt til allan stuðulin til politiska upplýsing, um hann tók seg úr flokkinum, meðan fyrrverandi flokkurin hjá honum hevði mist allan rættin til stuðul, uttan mun til hvussu stóran part av atkvøðunum hjá flokkinum, tinglimurin persónliga hevur fingið.

Viðmerkjast skal, at í § 4 er ongin áseting, sum mótsvarar § 3, stk. 6 í galdandi lóg. Hetta er tí, at mett verður ikki, at tað er í samsvari við endamálið við lógini yvirhøvur at lata upp fyri, at stuðulin til ein og sama politiska flokk kann verða býttur í fleiri partar, uttan tá onkur fer úr flokkinum.

Til § 5, stk. 1: Her eru einans framdar málsligar broytingar í mun til ásetingarnar í fyrra liði í § 3, stk. 3 í galdandi lóg.

Til § 5, stk. 2: Ásetingarnar eru broyttar í mun til seinna liðið í § 3, stk. 3 í galdandi lóg.
Umsóknirnar skulu eftir uppskotinum í seinasta lagi vera Løgtinginum í hendi 3 mánaðir eftir valið. Galdandi áseting sigur, at umsóknir skulu vera sendar í seinasta lagi 6 mánaðir eftir valið, men vanliga verður tað mett at vera greiðari at áseta, at myndugleiki skal hava fingið umsókn innan ávísa freist, heldur enn at hava ásetingar um, nær hon skal vera send, tí ilt kann vera at staðfesta, nær ella um umsókn er send.

Ásetingarnar í § 5, stk.1-3 eru annars óbroyttar í mun til § 3, stk 3 og 4 í galdandi lóg. Tilvísingarnar eru tó broyttar samsvarandi broytingunum í nýggju lógini.

Til § 5, stk. 4: Ásetingin svarar til ásetingina í seinna liðinum í fyrsta punktum í § 3, stk. 5 í galdandi lóg.

Til § 6: Ásetingin svarar til § 4 í galdandi lóg.

Til § 7: Ásetingin kemur í staðin fyri § 5 í galdandi lóg, sum ikki hevur roynst nóg væl.
Tá um almennan stuðul ræður, verður mett neyðugt, at tað altíð ber til at hava eitt ávíst eftirlit við, hvussu hann verður nýttur, og at tað í sambandi við áhaldandi óreglusemi skal bera til at krevja stuðul aftur.

Til § 7, stk. 1: Ásetingin svarar til § 5, stk 2 í galdandi lóg.

Til § 7, stk. 2: Ásetingin er eitt krav um, at tann, sum fær stuðul, skal lata roknskap inn, sum skrásettur grannskoðari hevur grannskoðað. Hervið fer at bera til at hava ávíst eftirlit við, hvussu stuðulin verður nýttur.

Ásetingin er nýggj og kemur í staðin fyri kravið um, at stuðulin skal setast á serstaka kontu smb. § 5, stk. 1 í galdandi lóg, sum ikki verður mett at hava nakran týdning fyri eftirlitið við, hvussu stuðulin verður nýttur.

Til § 7, stk. 3: Ásetingin kemur í staðin fyri § 5, stk. 3 í galdandi lóg. Sambært galdandi lóg kann stuðulin verða hildin aftur fyribils, um so er, at landsstýrismaðurin heldur, at stuðulin ikki er nýttur til tey í lógini nevndu endamál. Hendan heimildin er ikki nevnd í hesum uppskoti, men fylgir óbeinleiðis av, at heimild er at krevja av órøttum goldnan stuðul aftur.

Landsgrannskoðanin mælir til, at heimild eisini skal vera til at krevja stuðul aftur, megnar stuðulsmóttakari ikki at fullføra eina ætlan innan ásetta tíð. Mett verður ikki, at hetta er rættiliga viðkomandi, tá um stuðul til politiskt arbeiði og upplýsing ræður, og mett verður heldur ikki, at tað hóskar seg, at umsitingin ger slíkar metingar í sambandi við stuðul til politiskt arbeiði og upplýsing. Lógaruppskotið er tí ikki lagað eftir hesum partinum av tilmælinum frá Landsgrannskoðanini.

Landsgrannskoðanin mælir til, at heimild eisini skal vera til at krevja atgongd til at gera kanningar á staðnum sum part av eftirlitinum við teimum, sum fáa stuðul. Mett verður ikki, at tað hóskar seg, at umsitingin ger slíkar kanningar í sambandi við stuðul til politiskt arbeiði og upplýsing. Lógaruppskotið er tí ikki lagað eftir hesum partinum av tilmælinum frá Landsgrannskoðanini.

Til § 8: Almenna kunngerðarheimildin í § 6 í galdandi lóg er ikki tikin við, tí sum er, verður hetta ikki mett neyðugt, og tað verður ikki mett at vera góður lóggávusiður at seta alment orðaða kunngerðarheimild í lóg, uttan at ítøkilig orsøk er til tess, og uttan at lóg ella tekstviðmerkingar geva greiðar ábendingar um, hvørji øki møguligar kunngerðir skuldu reglusett; men
Landsgrannskoðanin mælir til, at ásetingar um kunngerðarheimild viðvíkjandi roknskaparhaldi eru í allari studningslóggávu.

Til § 9: Gildiskomuáseting. Ætlanin er, at lógin skal vera afturvirkandi frá ársskiftinum, soleiðis at trupulleikar ikki verða við at rokna stuðulin út.

1. viðgerð 28. januar 2003. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 21. februar 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. januar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 14. januar 2003 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 10. og 20. februar 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin, Jógvan á Lakjuni, Jógvan Arge, Niklái Petersen og Poul Michelsen, tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Heðin Mortensen, Bárður Nielsen og Kristian Magnussen) tekur ikki undir við uppskotinum og hevur hesar viðmerkingar:

Hetta uppskotið er helst fyrsta uppskotið frá nýstovnaða Løgmálaráðnum og er soleiðis teirra fyrsta veruliga íkast í føroyskt lógasamíð.

Í tí sambandinum hevur landsstýrismaðurin við lógamálum sagt alment, at dygdin á føroyskum lógasmíði eigur at hækka, og at tað er skeivt at loysa øll mál við nýggjum lógum.

Serliga orsøkin til hetta uppskotið er sambært landsstýrismanninum, at Landsgrannskoðanin hevur funnist at viðurskiftum í galdandi lóg um politiska upplýsing.

Løgtingsgrannskoðararnir hava serliga víst á spurningin, um játtanin er farin til endamálið, nevnt í grein 1 í lógini, og um hvat eftirlit er við, at játtanin verður brúkt til tað, sum hon er ætlað til. Annars vísa teir til almennu reglurnar um stuðulslóggávu og stuðulsumsiting.

Har siga løgtingsgrannskoðararnir m.a., at endamálsorðingin eigur at vera greiðari, møguleikar gevast fyri kanningum, skyldur um upplýsing og møguligar revsireglur.

Verður hugt at uppskotinum, so er bara eftirlitið tikið við. Kravt verður nú, at fráboðan skal sendast landsstýrinum um, at stuðulin er brúktur til endamálið, og at ein roknskapur, góðkendur av skrásettum grannskoðara, verður latin landsstýrinum. Annars kann spyrjast, hví ein ríkisgóðkendur grannskoðari ikki kann brúkast?

Endamálsorðingin er munandi meira almenn, enn hon er í galdandi lóg, og hini ynskini frá løgtingsgrannskoðarunum eru heldur ikki tikin við.

Men veruliga orsøkin til uppskotið er jú ein heilt onnur. Politiska upplýsingin var partur av samgongusamráðingunum, og tað hava flokkarnir eisini seinni viðgingið. Undirskrivað skjal finst, har formenninir fyri teir fýra samgonguflokkarnar gera semju um, hvussu politiska upplýsingin skal býtast. Av somu orsøk er tingviðgerðin og nevndarviðgerðin merkt av, at samgongutingmenn kenna seg bundnan av tí avtalu, sum var gjørd, meðan samráðst var um samgongu.

Alt hetta er lítið sambæriligt við eyðkennini fyri eitt løgmálaráð fyri klokkuklárar mannagongdir og treytaleyst nærlagni. Í roynd og veru er talan um politiskan rossahandil - stutt og greitt. 

Endamálið við uppskotinum er at broyta býtislykilin millum flokkarnar viðvíkjandi stuðlinum til politiska upplýsing. Eftir galdandi lóggávu fáa allir flokkar stuðul samsvarandi atkvøðutalinum við seinasta løgtingsval, men við hesum uppskotinum er ætlanin, at ein grundupphædd verður goldin til flokkarnar uttan mun til stødd, og síðani verður restin goldin eftir atkvøðutali. Eisini verður skotið upp, at krøv verða sett um eftirlit og grannskoðaðar roknskapir.

Í praksis merkir hetta, at stuðulin til teir smáu flokkarnar veksur, meðan stuðulin til teir stóru flokkarnar minkar samsvarandi.

Áðrenn uppskotið varð lagt fyri tingið, átti tað at verið víst øllum flokkunum á tingi, fyri at hesir kundu gjørt sínar viðmerkingar til uppskotið. Ella uppaftur betri, at allir flokkar viðgjørdu uppskotið og løgdu tað fram. Harvið hevði eisini verið møguligt at fingið eitt kjak um, hvat vit generelt vilja við stuðlinum í framtíðini. Men henda mannagongd varð ikki vald.

Eyðkennið fyri eitt sterkt fólkaræði er, at andstøðan hevur virkismøguleikar av teimum frægu. Men við hesum uppskoti tekur samgongan ein týðandi part av hesum møguleikum hjá andstøðuni burtur. Andstøðan hevur jú ikki somu møguleikar at venda sær til eina stóra umsiting, men noyðist sum frægast at klára seg sjálva. At alt hetta so kann enda við, at andstøðan verður avmarkað til bara at leggja uppskot til samtyktar og einføld lógaruppskot fram, ja tað styrkir so ikki um okkara fólkaræðiliga medvit. Men samgonguflokkarnir og Løgmálaráðið halda hetta vera í lagi. So vita vit tað.

Tað óhepna við býtislyklinum, sum uppskotið leggur upp til, er, at nýggir flokkar ella listar, sum ikki eru umboðaðir á tingi, hava sera smáar møguleikar fyri at blíva valdir, samanborið við flokkarnar, sum valdir eru.

Um ein flokkur manglar nakrar fáar atkvøður í at fáa umboð valt á ting, og ein annar flokkur klárar akkurát upp um sperrumarkið, so fær annar av hesum flokkunum ongan stuðul til politiska upplýsing, meðan hin kann fáa umleið 200.000 krónur um árið í 4 ár. – Valstríðið hjá báðum kostar kanska tað sama, og í báðum førum skal rokningin gjaldast.

Í hesum sambandi kann nevnast, at í Fólkatinginum fáa flokkar og einstaklingar eina ávísa upphædd pr. atkvøðu - líkamikið um viðkomandi flokkur ella einstaklingur røkkur upp um sperrumarkið ella ikki. Og hetta verður beinleiðis gjørt sum liður í einari demokratiskari tilgongd, men her hjá okkum fara vit øvugta vegin.

Afturat hesum kemur, at smáir flokkar eru lutfalsliga oftari umboðaðir í samgongu enn stórir flokkar. Tí hava teir sum samgonguflokkar atgongd til landsumsitingina, og hava tí færri útreiðslur av lógauppskotum, enn andstøðuflokkar hava.

Tá nú lógin verður endurskoðað, so kundi ein ynskt, at nakað varð tikið við um gjøgnumskygni. Í øðrum londum er tað vanligt, at flokkar skulu eisini geva upp tær inntøkur, teir hava, eisini tær, sum stava aðrastaðni frá.

Minnilutin er ikki ímóti, at teir smáu flokkarnir fáa meira í stuðli, men tekur ikki undir við, at vøksturin verður tikin frá teimum størru flokkunum. Er tað so, at teir smáu flokkarnir fáa ov lítið til politiska upplýsing, so eigur játtanin á fíggjarlógini at hækka.

Út frá hesum mælir minnilutin Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. 

2. viðgerð 25. februar 2003. Uppskot frá Heðin Mortensen um at beina málið aftur í rættarnevndina fall 12-0-14. §§ 1-9 samtyktar 14-0-12. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 27. februar 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 13-0-8. Málið avgreitt.

Ll. nr. 31 frá 06.03.2003