Roknskapur - Íbúðagrunnurin

 

 

71-2  Uppskot til  samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá Íbúðagrunninum fyri fíggjarárið 2001

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 25. februar, legði Bárður Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Íbúðagrunninum fyri fíggjarárið 2001 við hesum viðmerkingum.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag

Lógargrundarlagið fyri Íbúðagrunnin er Ll. nr. 118 frá 18. juni 1997 "um Húsalánsgrunn o.a.". Við heimild í lógini lýsti Landsstýrið 28. apríl 1998 kunngerð nr. 55 "um Húsalánsgrunn o.a."

2. Endamál

Sambært § 16 í lógini hevur Íbúðagrunnurin til endamáls at fremja og stuðla kommunum, feløgum og stovnum at útvega og reka íbúðahús, og grunnurin veitir lán til góðkend íbúðafeløg og íbúðastovnar, sum sambært § 18 skulu verða skipað sum sjálvsognarfeløg ella lutafeløg. Íbúðagrunnurin ella kommunur kunnu sjálvar seta á stovn tílík íbúðafeløg ella stovnar.

Til at keypa ella byggja íbúðahús lænir Íbúðagrunnurin 20% og felagið/stovnurin útvegar 15% sum eginpening (§ 24). Sambært § 17 er fíggjarliga grundarlag grunsins tann peningur, sum verður játtaður á løgtingsfíggjarlógini, og Íbúðagrunninum er heimilað at taka upp neyðug lán at fíggja íbúðahús.

3. Fyrisiting

Sambært § 3 í lógini verður grunnurin fyrisitin av einum stýri við 3 limum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir fyri 4 ár. Landsstýrismaðurin tilnevnir samstundis 3 tiltakslimir fyri sama tíðarskeið. Stýrið setir stjóra at taka sær av dagligu um- og fyrisitingini, og ásetir við Landsstýrisins góðkenning hansara lønar- og setanartreytir. Í nevndini sita:

Gunri E. Johansen, Tórshavn, formaður
Jóhan Mortensen, Tórshavn
Hans Trygvi Teirin, Tórshavn

Tiltakslimir eru:
Vagn Erik Michelsen, Tórshavn
Niclas Mikkelsen, Syðrugøtu
Martin Simonsen, Fuglafirði

4. Fíggjarviðurskifti

Inntøkurnar hjá Íbúðagrunninum eru rentuinntøkur av innlánum í føroyskum peningastovnum. Íbúðagrunnurin hevur onga játtan havt á fíggjarlógini síðani 1998. Tá vórðu játtaðar 10 mió. kr. til grunnin.

5. Roknskaparviðurskifti

Ársroknskapurin skal sambært § 31 í lógini verða grannskoðaður av løggildum grannskoðara og síðani verða sendur Landsstýrinum við frágreiðing og viðmerkingum frá stýrinum.

-------------

Til tess at kunna Løgtingið um fíggjarligu gongdina, er niðanfyri gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 2001, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri árini 1997-2000 tikin við.

6. Yvirlit yvir rakstur 1997-2001

Nota

(t.kr.)

2001

2000

1999

1998

1997

Rentuinntøkur o.a.

670

537

428

298

56

Rakstrarútreiðslur

-620

-371

-318

-254

-291

1

Tap av sølu

-953

-

-

-

-

Rakstrarúrslit

-903

167

110

44

-235

Nota 1. Tap við sølu

Í grannskoðanarfrágreiðingini fyri 2001, sum er dagfest 20. desember 2002, kunnar roknskapargrannskoðanin um: "Við skeyti frá 5. mars 2002 selur Íbúðagrunnurin íbúðaognina undir Pisuvarða 4 fyri kr. 5.800.000 til nýstovnaða L/F "Íbúðalutafelagið undir Pisuvarða 4". Í mun til bókførda byggikostnaðin má staðfestast eitt tap, sum er útreiðslurført yvir rakstur grunsins 2001, og sum framkemur soleiðis:

Keypsprísur frá Húsalánsgrunnurin   6.758.166
Íbúðagrunnurin, lán 1.160.000  
Íbúðagrunnurin, gjaldførislán -160.000  
Húsalánsgrunnurin, lán 2.000.000  
Lánsveiting til íløgu 3.000.000  
     
Innskot frá íbúðalutaeigarum 1.005.000  
Innskot frá Íbúðagrunninum 1.800.000 5.805.000
Tap við sølu   953.166

Harafturat hevur Húsalánsgrunnurin í 2002 fyri byggimanglar (undir Pisuvarða 4) rindað kr. 277.265. Íbúðagrunnurin hevur eisini í 2002 fyri manglar rindað kr. 119.820. Leiðsla grunsins væntar, at tað koma rokningar fyri umleið 80 til 100 t.kr. afturat fyri manglar. Í 2002 hevur Íbúðagrunnurin rindað kr. 15.941 fyri tinglesing og kr. 181.375 í sakførarakostnaði. Sostatt kann roknast við, at útreiðsluførast skulu umleið kr. 674.401 sum tap við sølu av íbúðaognini undir Pisuvarða 4 í roknskapinum fyri 2002. Samlaða tapið fyri byggingina verður umleið kr. 1.627.568.

Í byggikostnaðinum og tapinum er 25% meirvirðisgjald. Stýrið hevur heitt á løgfrøðing grunsins um at heinta inn meirvirðisgjaldið uppá umleið 1,5 mió.kr., um neyðugt við rættarmáli. Upphæddin er roknað sum 20% av øllum byggikostnaðinum, uttan sjálvum húsakeypinum. Tað er ein løgfrøðiligur spurningur, um grunnurin skal rinda mvg ella ikki? Hvør lóg vinnur á hvørjari? Meirvirðisgjaldslógin ella Ll. nr. 188 frá 18 juni 1997 um Húsalánsgrunn o.a.? Í løgtingslógini fyri grunnarnar stendur í § 36 "…Grunnarnir eru leysir av øllum skatti og avgjøldum til land og kommunu…". Tó kann staðfestast, at um íbúðalutaeigararnir bygdu sjálvir sína egnu íbúð, fingu teir arbeiðslønina mvg-fría men ikki tilfarið. Við omanfyri nevndu grundgeving meta vit, at møguligt endurgjald kann ikki mótroknast í staðfesta tapinum nú.

Sum partur av fíggingini fyri Pisuvarða 4 hevur stýrið á fundi 6. desember 2001 og 1. mars 2002 samtykt at veita kr. 1.800.000 í innskotspeningi í L/F "Íbúðalutafelagið undir Pisuvarða 4". Sambært § 25, stk. 2, um avtøku stendur "…Tá ið øll áogn er seld, og skuld goldin, verður møgulig áogn skift millum verandi lutaeigarar eftir lutfalli lutanna – tó soleiðis, at Íbúðagrunnurin fyrst skal hava kr. 1.800.000 til kurs/rentu samsvarandi § 12 í viðtøkunum, sum var talan um tilsvarandi stóran innskotnan lut við stovnan…". Vandi kann verða fyri, at innskotið ikki fær fulnað í møguligum søluprísi."

7. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1997-2001

Nota

(t.kr.)

2001

2000

1999

1998

1997

Aktiv
Tøkur peningur o.a.

9.531

10.687

10.470

11.044

831

Millumrokning við Deild 2

0

818

818

818

818

Innskot í Deild 2

0

495

495

495

495

2

Sjálvsognarstovnurin Sólstræti

1.650

-

-

-

-

Keypt ognir frá Húsalánsgrunninum

12.266

-

-

-

-

Veðskuldarbrøv (útlán)

5.184

4.176

3.955

2.954

3.014

Aktiv tilsamans

28.631

16.176

15.738

15.311

5.158

Passiv
Vøru- og tænastuskuld

44

0

25

0

97

3

Millumrokning við Húsalánsgrunnin

13.547

974

677

385

179

Sinnisbati, innskotslán frá Deild 2

321

0

0

0

0

Skuld tilsamans

13.912

974

702

385

276

Eginogn:
Eginogn við ársbyrjan

15.203

15.036

14.926

4.882

5.117

Játtan á fíggjarlóg

0

0

0

10.000

0

Rakstrarúrslit

-903

167

110

44

-235

Eginogn tilsamans

14.300

15.203

15.036

14.926

4.882

Passiv tilsamans

28.212

16.177

15.738

15.311

5.158

Nota 2. Sjálvsognarstovnurin Sólstræti

Undanfarin ár hava í grannskoðanarfrágreiðingum verið umrødd ávís ógreið viðurskifti viðvíkjandi millumrokning við og møguligari umskipan av Deild II.

Í grannskoðanarfrágreiðingini fyri 2001 kunnar roknskapargrannskoðanin um: "Høvuðsaktivið, Íbúðaognin á Sólteigi 11, sum Íbúðagrunninum eigur, er við skeyti frá 11. juli 2001 selt sjálvsognarstovninum Sólstræti. Í hesum sambandi fellur endamálið við Deild 2 burtur. Deildin er nú tóm við bert einum innláni og eginogn. Leiðsla grunsins hevur tí gjørt av at leggja roknskapin hjá Deild 2 saman við roknskapinum fyri Íbúðagrunnin fyri roknskaparárið 2001.

Samanleggingin hevur ávirkað eginognina hjá grunninum positivt við kr. 420.107. Harafturat kemur raksturin hjá Deild 2 fyri 2001, ið er beinleiðis arbeiddur inn í raksturin hjá Íbúðagrunninum, við einum avlopi kr. 51.257."

Nota 3. Millumrokning við Húsalánsgrunnin

Í grannskoðanarfrágreiðingini fyri 2001 kunnar roknskapargrannskoðanin um, at: "Við skeyti frá 12. november 2001 keypir grunnurin allar fastognirnar frá Húsalánsgrunninum, ætlaðar til alternativa bygging. Stýrið hevur á fundi 15. november 2001 samtykt at skeyta Íbúðagrunninum ognirnar fyri bókførda virði í Húsalánsgrunninum kr. 13.219.221. Føstu ognirnar verða ikki avskrivaðar í ársroknskapinum.

Á omanfyrinevnda stýrisfundi varð samtykt, at keypsupphæddin verður umløgd til lán eftir nærri ásettum gjaldsreglum. Keypsprísurin er bókaður á millumrokning við Húsalánsgrunnin. Íbúðagrunnurin hevur ikki tøkt gjaldføri til at rinda fyri ognirnar."

Talan er um fastognirnar:

Matr. nr. 755, undir Pisuvarða 4 6.758.166
Matr. nr. 804a, Dalavegi 4 2.361.155
Matr. nr. 897k, Íslandsvegi 1.256.350
Matr. nr. 897e, Íslandsvegi 2.843.550
Keypsvirði fastognir tilsamans 13.219.221

Íbúðagrunnurin skyldar harumframt Húsalánsgrunninum kr. 328.268, ið sambært § 7 í Ll. nr. 118/1997 er gjald fyri at fyrisita grunnin.

Í skrivi 13. desember 2002 hevur landsstýrismaðurin boðað stýrinum fyri Húsalánsgrunnin frá, at "hann er sinnaður at finna eina loysn á málinum um fíggjarliga tørvin hjá Íbúðagrunninum, til tess at grunnurin kann stovnseta sjálvsognarstovnar, ið skulu eiga umrøddu ognir. Sambært tilráðing frá Fíggjarmálaráðnum ætlar landsstýrismaðurin at biðja Løgtingið um eina eykajáttan til Íbúðagrunnin upp á kr. 11.500.000. Eykajáttanin verður tengd saman við, at Húsalánsgrunnurin rindar ein eins stóran eykaavdrátt av landskassaláni grunsins, soleiðis at eykajáttanin gerst likviditetsneutral."

8. Roknskapargrannskoðanin

Løgtingsgrannskoðararnir skulu m.a. ansa eftir, at roknskapurin er rættur, og at tær avgerðir, roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum og fyriskipanum. Arbeiðið hjá løgtingsgrannskoðarunum byggir m.a. á frágreiðing frá roknskapargrannskoðanini, Grannskoðaravirkinum Inpact.

9. Viðmerkingar

9.1. Tilknýtið til fíggjarlógina
Í skrivi 19. februar 1998 til Almanna- og Heilsumálaráðið vístu løgtingsgrannskoðararnir á, at ætlaða árliga virksemið hjá bæði Húsaláns- og Íbúðagrunninum lá uttanfyri fíggjarlógina. Vandi var fyri, at stórt útlánsvirksemi úr hesum grunnum kundi avlaga virksemið í landinum, um fyrilit ikki varð tikið fyri teimum fíggjarligu karmunum, sum Løgtingið annars hevði lagt við árligu fíggjarlógunum.

Vísandi til uppskot til samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá m.ø. Íbúðagrunninum – Lm. nr. 16/13-1998 –, sum varð samtykt 13. apríl 1999, varð hildið rættastu mannagongd vera, at virksemið hjá Íbúðagrunninum varð tikið beinleiðis við á fíggjarlógina, so Løgtingið fekk innlit í ætlaða virksemið og fekk høvi til at áseta fíggjarligu karmarnar.

Í juli 1999 og í januar 2000 greiddi landsstýrismaðurin frá, at bíðað hevði verið eftir Fíggjarmálaráðnum, fyri at finna útav, hvussu hvussu fram skuldi verða farið, og at hesin spurningur eisini fór at verða tikin upp í sambandi við, at lógargrundarlagið fór at verða endurskoðað

Landsstýrismaðurin boðaði í februar 2001 løgtingsgrannskoðarunum frá, at hann helt málið vera prinsippielt, og at ein støðutakan hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum var neyðug, áðrenn talan kundi vera um at seta Íbúðagrunnin á fíggjarlógina.

Í november 2001 læt Fíggjarmálaráðið úr hondum eitt álit "um landsstovnar og –grunnar, tilknýti til fíggjarlóg, landsroknskap og grannskoðanarviðurskifti".

Niðurstøðan í álitinum er m.a., at Íbúðagrunnurin er ein landsstovnur, og er sostatt ogn landskassans. Tað er í stríð við stýrisskipanarlógina, at grunnurin ikki verður tikin við á fíggjarlógina og í landsroknskapin. Álitið vísir á, at trupulleikarnir kunnu verða loystir við, at alt virksemið verður at taka við á fíggjarlógina og í landsroknskapin. Í heilt serligum førum kann Løgtingið tó við lóg samtykkja at hava virksemið uttanfyri fíggjarlógina.

Í uppskoti til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum um at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2000 (Lm. nr. 85/2001) vórðu niðurstøðurnar í álitinum frá Fíggjarmálaráðnum umrøddar, og Løgtingið samtykti 12. mars 2002 at heita á løgmann um at síggja til, at stýrisskipanarlógin í framtíðini verður hildin, soleiðis at allir stovnar/grunnar, sum skulu við á fíggjarlógina, verða tiknir við á fíggjarlógina 2003.

Løgmaður kunnaði í skrivi 13. juni 2002 um, at álitið frá Fíggjarmálaráðnum hevði verið lagt fyri og gjøgnumgingið á landsstýrisfundi 11. desember 2001. Niðurstøðan á landsstýrisfundinum var, at hvør landsstýrismaður beinanvegin skuldi fara í holt við at gjøgnumganga landsstovnar og grunnar á sínum øki til tess at gera neyðugar broytingar samsvarandi álitinum. Møguligir ivaspurningar skuldu verða greiddir í samráð við Fíggjarmálaráðið.

Íbúðagrunnurin var ikki við sum landsstovnur/-grunnur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, og ongin lógarbroyting er samtykt, sum heimilar, at virksemið verður hildið uttanfyri fíggjarlógina.

Løgmaður kunnaði 12. desember 2002 um, at arbeitt verður við at fáa greiði á formligu viðurskiftunum. Síðani verður støða tikin til, um neyðugar lógarbroytingar skulu verða gjørdar, so at heimild fæst fyri, at grunnurin kann liggja uttanfyri fíggjarlógina, ella um hann skal verða settur á fíggjarlógini. Sambært løgmanni halda Løgmálaráðið og Fíggjarmálaráðið, at uppskot um neyðugar lógarbroytingar kann verða gjørt so mikið skjótt, at tað kann verða lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

Landsstýrismaðurin hevur 13. januar 2003 heitt á løgmann um at leingja freistina til 1. november 2003.

9.2. Strika heimildir til lántøku
Vísandi til uppskot til samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá m.a. Íbúðagrunninum – Lm. nr. 16/13-1998 –, sum varð samtykt 13. apríl 1999, varð mælt til, at heimildirnar til lántøku í § 4 og § 17 í Ll. nr. 118/1997 vórðu strikaðar.

Landsstýrismaðurin boðaði í februar 2001 frá, at Íbúðagrunnurin eigur ikki at hava heimild at taka lán uttan við heimild í løgtingslóg. Tí verður í uppskotinum um nýggja lóg fyri Íbúðagrunnin miðað eftir at strika verandi heimildir.

Landsstýrismaðurin kunnaði í januar 2003 um, at ætlanin er at greiða hesi viðurskifti, samstundis sum Húsalánsgrunnurin væntandi verður umskipaður til ein vinnurekandi grunn.

9.3. Lógarheimild til íløgur
Í einum løgfrøðiligum uppriti 19. september 2002 frá Løgmálaráðnum, umbiðið av Trivnaðarmálaráðnum, er niðurstøðan, at sambært Ll. nr. 118/1997 hevur Íbúðagrunnurin ikki heimild til sjálvur at útvega og reka íbúðahús.

Í fráboðan síni 23. januar 2003 er endaliga niðurstøðan hjá Landsstýrismálanevndina m.a., at tað má sigast at hava verið í stríð við lógina, at fyrst Húsalánsgrunnurin og síðani Íbúðagrunnurin hava keypt fastar ognir.

Vísandi til niðurstøðuna frá landsstýrismálanevndini átala løgtingsgrannskoðararnir, at Íbúðagrunnurin hevur keypt fastar ognir uttan lógarheimild.

1. viðgerð 27. februar 2003. Tingmálini nr. 71-1, 71-2 og 71-3/2002 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 1. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit 

Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt málið fram tann 25. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 27. februar 2003 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17., 24. og 31. mars 2003 saman við málunum 71-1, og 71-3/2003. Málini hava fingið somu viðgerð, og verður víst til álitið í máli 71-1/2003.

Ein samd nevnd mælir Løgtinginum til at góðkenna roknskapin.

2. viðgerð 4. apríl 2003. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.