Landbúnaður

 

63  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landbúnaðarstuðul

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð (riggar ikki)
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 11. februar, løgdu tingmenninir Óli Breckmann, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl, Kristina Háfoss, Rúni Hentze, Mamy Dahl Sørensen og Kári P. Højgaard, vegna seg sjálvar fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um landbúnaðarstuðul

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað í fíggjarárinum 2003 at veita studning til hesi endamál: Mjólk, neytakjøt, seyðakjøt, stráfóður, súrhoysbrunnar, velting v.m., djórahald, avloysaraskipan og føroysk húsdjór.
Stk. 2. Studningur verður veittur eftir umsókn og er treytaður av:

  1. at umsøkjari er bókhaldsskyldugur sambært § 1 B, pkt. 27 í løgtingslóg nr. 75 frá 24. oktober 1978
  2. at umsøkjari er meirvirðisgjaldsskrásettur sambært løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 við seinni broytingum. Undantikið ásetingunum í nr. 1 og 2 er studningur til føroysk húsdjór.

Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur og treytir fyri studningsveitingunum.

§ 2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi til 31. desember 2003.

Almennar viðmerkingar
Tá ið Løgtingið samtykti løgtingsfíggjarlógina fyri 2003, samtykti tingið at strika C-átekningarnar í uppskotinum. Ein av hesum C-átekningum heimilaði landsstýrismanninumn í vinnumálum útgjalding av landbúnaðarstuðli. Uppskotsstillararnir eru vitandi um, at landsstýrismaðurin ger lóg um landbúnaðarstuðul. Uppskotsstillararnir eru eisini vitandi um, at verður landbúnaðarstuðulin ikki útgoldin innan alt ov langa tíð, kemur vinnan í gjaldføristrupulleikar. Tí verður hetta lógaruppskot sett fram, sum gevur somu heimildir til útgjalding av landbúnaðarstuðlinum í 2003, sum C-átekningin í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg 2003.

Viðmerkingar
Sambært "lov om jordbrugets fremme" nr. 174 frá 24. mai 1937, § 51, við seinni ískoytum, kann jarðargrunnurin veita studning til ymisk endamál. Henda lógargrein er framvegis galdandi, men eru fleiri studningsveitanir komnar aftrat við landsstýrissamtyktum og við heimild í fíggjarløgtingslóg, og eru hesar studningsskipanir lagdar til Jarðarráðið at umsita.

Endamálið við stuðulsskipanunum hevur frá fyrstan tíð verið at stuðla føroyskum landbúnaði, t.d. var veltistudningurin veittur "til opdyrkningens Fremme". Annað høvuðsendamál er at tálma brúkaraprísunum á føroyskum búnaðarvørum.

Mjólk. Studningur verður veittur eftir reglugerð frá landsstýrismanninum, seinast frá 29. januar 1997. Studningurin verður veittur til 1. floks mjólk og til flutning. Í 2001 var studningurin 0,90 kr. til bóndan og 0,46 kr. fyri liturin í flutningsstudningi til mjólkavirkið. Endamálið er at stuðla framleiðslu av góðari mjólk, at minka um brúkaraprísin og at stuðla flutningi av mjólk frá útjaðaranum.

Neytakjøt. Studningurin verður veittur eftir somu reglugerð, sum fyri mjólk. Í 2001 var studningurin 8 kr./kg, tó 25 kr./kg fyri kjøt frá útplássum, har tað ikki er møguligt at framleiða mjólk við vinningi.

Seyðakjøt. Studningurin er ein afturbering av goldnum meirvirðisgjaldi fyri seyðakjøt, sambært landsstýrissamtykt frá 19. september 1995.

Stráfóður. Studningurin hevur til endamáls at stuðla framleiðslu av føroyskum fóðuri (hoyggj og súrhoyggj) til neytahaldið. Í 2001 var studningurin í mesta lagi 1200 kr./kúgv.

Súrhoysbrunnar. Studningurin er heimilaður í kunngerð nr. 54 frá 3. oktober 1967. Í 2001 var studningurin í mesta lagi 300 kr. fyri rúmmeturin, sum brunnurin rúmar.

Velting v.m. Studningurin til velting hevur heimild í kunngerð nr. 106 frá 17. juli 1996. Í 2001 var studningurin til nýdyrking 4,00 kr./fermeturin, bøumvæling 1,00 kr./fermeturin og vegagerð inni á nýveltum lendi 300 kr./meturin. Av somu konto verður eisini veittur studningur til køstar, í 2001 upp til 300 kr./rúmmeturin, sum køsturin rúmar.

Húsdjóralógin. Við heimild í lóg nr. 18 frá 4. mai 1961 og kunngerð nr. 43 frá 30.06.1972 kann studningur latast til ymisk húsdýrahald og -aling. Av játtanini verður nú bert latið til neytaeftirlit og kleyvaskering. Eisini kann studningur latast til seyðavaskibrunnar.

Avloysaraskipan. Endamálið við skipanini er at geva mjólkabóndum stuðul til at hava avloysara í stytri tíðarskeið. Skipanin, sum við landsstýrisavgerð varð sett í verk í 1986, er galdandi fyri mjólkaframleiðarar, sum lata mjólk til eitt mjólkavirki. Skipanin er, at bóndin letur 0,05 kr. og mjólkavirkið 0,05 kr. fyri liturin so hvørt, sum avroknað verður. Játtanin hevur seinnu nógvu árini verið 480.000 kr. um árið, svarandi til uml. 0.07 kr. fyri liturin.

Føroysk húsdjór. 100 tús. kr. verða settar av til ítøkiligar ætlanir til varðveitslu av føroyskum húsdjórum. Neyðugt er við miðvísum arbeiði til tess at varðveita føroysku húsdjórini t.d. føroyska rossið og føroyska neytaslagið. Jarðarráðið kann veita stuðul eftir tilmæli frá almennum royndum og ráðgeving (Royndarstøðin) og møguliga øðrum viðkomandi myndugleika.

1. viðgerð 13. februar 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 19. februar 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Sjey tingmenn hava lagt málið fram tann 11. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 13. februar 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 19. februar 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum.

Vinnunevndin tekur undir við tilmæli frá landsstýrismanninum um, at lógin ikki verður tíðaravmarkað.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir við hesum viðmerkingum Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

broytingaruppskoti

1) Í § 1, stk. 1 verða orðini "í fíggjarárinum 2003" broytt til "av árligu játtanini á fíggjarlógini".

2) Í § 2 verða orðini "og er galdandi til 31. desember 2003" strikað.

2. viðgerð 21. februar 2003. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 1 og 2 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 25. februar 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 32 frá 06.03.2003